Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. oktober 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 199 • mikudagur • 19. oktober 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo OLJULEITING Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað var tann tíð, tá danska oljufelagið Mærsk Olie og Gas taldist millum mongu oljufeløgini, sum vóru við til at leggja lunnar undir eini føroyskari oljuvinnu. Hetta var miðskeiðis í 90- unum og var Mærsk við í samtøkum saman við øðr- um oljufeløgum, sum tó antin vórðu keypt upp av øðrum feløgum ella tóku seg úr Føroyaøkinum. End- in var so tann, at Mærsk tók seg heilt úr Føroyaøkinum. Tað skuldu so ganga eini 8 til 10 ár, áðrenn blái Mærskliturin aftur sást um okkara leiðir. Tó so, at hetta hendi hinumegin markið. Í fjør keypti Mærsk seg inn í eitt loyvi hjá Chevron har norðuri á Atlantsmótinum og heilt tætt uppat føroyska markinum. Talan er um loyvi P1025, har Mærsk Oil, sum er nýggja dóttur- felagið hjá Mærsk Olie og Gas, sum nú er stovnað til at taka sær av leiting vestan fyri Hetland. Mærsk hevur keypt 25% av loyvinum, har Chevron er fyristøðufe- lag. Anders Würtzen, pressutalsmaður hjá Mærsk sigur við Vinnusíðurnar, at Mærsk hevur nú lagt sína strategi um og vil fegið vera við til at gera íløgur í leiting í bretskum øki og her ikki minst vestan fyri Hetland. - Vit eru lidnir við at savna inn seismikk, sum síðani skal tulkast og met- ast um. Alt eftir úrslitinum fara vit at taka støðu til, um borað verður, og tað verð- ur so í 2007. Mærsk hevur so eisini fingið tillutað fleiri nýggj leitiloyvi í 23. útbjóðing í bretskum øki, eitt nú tætt upp at føroyska markinum longur syðri enn teirra loyvi saman við Chevron. Sí kort. Eisini her verður nú skotin seismikkur og verð- ur hann siðani tulkaður. Tá hetta arbeiðið er liðugt verður so mett um, antin borast skal ella ikki. Anders Würtzen vil ikki í løtuni siga nakað um, nær og um Mærsk fer at hyggja nærri at Føroyaøkinum. Tað fer tíðin at vísa. Hjá Mærsk eru tey tó væl greið yvir, at fleiri áhugaverd loyvi vórðu latin oljufeløgum í 2. útbjóðing fyrr í ár. Og skuldi tað víst seg, at hesi loyvi fara at vera áhugaverd fyri oljuleiting sum heild, so er ikki óvist um eitt felag sum Mærsk tekur stigið - yvir um markið. Mærsk Oil við í olju- boring við markið Á kortinum síggja vit loyvini, sum Mærsk Oil hevur fingið tillutað í bretskum øki og har felagið er partnari saman við øðrum feløgum. Vit síggja, at danska oljufelagið arbeiðis heilt uppat føroyska markinum. Kelda Mærsk Oil