Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. oktober 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Tað er tekin um eitt livandi og dynamiskt vinnulív, at fyritøkur í Klaksvík verða seldar, lagdar saman og byggja nýggjar bygningar, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa. Hann heldur, at gongdin í fleiri vinnugreinum er fram ímóti færri og størri eindum, sum koma at standa sterkari í kappingini við miðstaðarøkið VINNULÍV Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vinnulívið í Klaksvík er lívligt í hesum døgum. Fyritøkur verða seldar og keyptar, stóru bakaríini verða løgd saman í eitt fe- lag, fyritøkur byggja nýggj- ar og stórar bygningar, og plássið á stóra ídnaðarøkin- um á Borðoyavík er uppi. Harafturat eru aðrar stór- ar ætlanir meira og minni frammi – nýggjur stórhand- il á Stongunum, nýggjur handilsdepil á Sandinum, og lokali peningarstovnurin ætlar sær út til onnur øki í landinum. – Tað ringasta, sum kann henda í vinnulívinum, er, at einki hendir. Tí er tað eitt tekin um eitt livandi og dynamiskt vinnulív, at fyritøkur í Klaksvík verða seldar, lagdar saman og byggja nýggjar bygningar, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa. – Eg minnist tíðina, tá ið tað vóru fýra ella fimm bakarí í Klaksvík, men tíð- in er farin frá tí. Nú eru krøvini til framleiðsluna nógv størri, og tí er tað trupult at hava fleiri bakarí í einum øki við 6000 fólk- um, sigur hann. Færri matvøru- handlar Tey tvey bakaríini í Klaks- vík, sum nú gerast eitt, eru eitt tekin um tíðarandan og krøvini til fyritøkur nú á døgum. Gongdin er fram ímóti færri og størri eind- um – Tað var eitt gott trekk frá báðum bakaríunum, at annar valdi at selja og hin at keypa, tí eitt stórt og sterkt bakarí er nógv betur fyri í kappingini, enn tvey smærri bakarí høvdu verið, sigur Eyðfinn Reyðberg. Tekin eru eisini um lík- andi gongd, tá ið tað snýr seg um matvøruhandlar. Netto byggir nýggjan mat- vøruhandil, sum verður næstan líka stórur sum allir hinir matvøruhandlarnir í býnum tilsamans, og nýggju eigararnir av Klaks- víkar Timburhandli ætla somuleiðis at gera nýggjan stórhandil við millum ann- að matvørum á Stongun- um. – Vit sleppa ikki undan rákinum, at tað verða færri og størri handlar. Hetta er nakað, sum fólk ynskja, og tey fáa tað eisini. Í Klaks- vík verður gongdin sum alla aðrastaðni, og eg rokni við, at um nøkur fáa ár verður helvtin av matvøru- handlunum, sum nú eru opnir, eftir í býnum, sigur Eyðfinn Reyðberg. Ídnaðarøkið ein sólskinssøga Tað hevur verið nógv bygg- ing á ídnaðarøkinum á Borðoyarvík seinastu árini. Nú er økið at kalla á tremur við bygningum, og tørvur er á nýggjum ídnarøki til fyritøkur, sum ætla at byggja. – Ídnaðarøkið á Borð- oyarvík er ein sólskinssøga. Tað vísir, at tað ber til at vera frammanfyri sína tíð. Hóast ein kreppa kom upp ímillum, og økið lá tómt í nógv ár, so hevur tað skapt møguleikar fyri vøkstri í vinnulívinum í Klaksvík. Tá ið allir bygningarnir á økinum eru lidnar, eru eini 100 arbeiðspláss knýtt at økinum, sigur Eyðfinn Reyðberg. – Hetta leggur eisini trýst á vinnupolitikkin hjá Klaksvíkar kommunu, tí nú er tørvur á nýggjum ídn- aðarøki. Samstundis kann kommunan prísa seg lukku- ligan fyri, at fyritøkurnar hava valt at seta seg niður hesumegin tunnilin og ikki hinumegin. Stjórin í Norðoya Spari- kassa heldur, at hóast tað verður ein ávís kapping millum fyritøkur í Norð- oyggjum og Eysturoynni, tá ið Norðoyatunnilin letur upp, so verður tað við tíðini nógvi størri samstarv mill- um økini. – Vit síggja longu nú, at eysturoyingar keypa seg inn í fyritøkur í Klaksvík, og klaksvíkingar keypa seg inn í fyritøkur í Eystur- oynni. Hetta kemst av tunl- inum, og vit fara at síggja nógv meira av slíkum sam- starvi frameftir. Við tíðini koma fyritøkurnar í Eystur- oynni og Norðoyggjum at standa saman í kappingini við miðstaðarøkið, heldur Eyðfinn Reyðberg. Tunnilin krevur sítt Gongur tað sum ætlað, letur Norðoyatunnilin upp um góðar sjey mánaðir, og tá verður ein fittur partur av Norðoyggjum bundin sam- an við meginøkið. – Tað hevur verið tosað nógv um, at norðoyingar skulu fyrireika seg til undirsjóvartunnilin, men tað er í roynd og veru und- irsjóvatunnilin, sum fyri- reikar samfelagið til at verða meira kappingarført. Undirsjóvartunnilin krevur nógv av vinnulívinum, og vit síggja nú, at nógvar fyritøkur taka við nýggju avbjóðingini, sigur Eyðfinn Reyðberg. – Tað er hent nógv sein- astu mánaðirnar, og tað fer at henda nógv afturat í vinnulívinum í Norðoyggj- um og Eysturoynni. Sam- starvið fer at økjast mun- andi, og við tíðini verða Norðoyggjar og Eystur- oyggin sum eitt øki, heldur Eyðfinn Reyðberg. Nr. 199 - 19. oktober 2005 15 Lívligt vinnulív er tekin um dynamikk Tað er gongd í miðbýnum Í eina tíð hevur verið tosað um at byggja ein nýggjan handilsdepil í miðbýnum í Klaksvík. Stór útfylling er gjørd innast á vágni í Klaks- vík, og har skal handils- depilin eftir ætlan byggjast einaferð í framtíðini. Men eingin ítøkilig ætlan um bygging er komin fram alment enn, og síðani nýggir eigarar tóku yvir í Klaksvíkar Timburhandli, hava teir boðað frá, at teir hava ætlanir um at gera ein nýggjan stórhandil í bygninginum hjá Timb- urhandlinum á Stongun- um. – Tað er gott, at fólk hava visiónir og ætlanir við sínum virksemi, og eg ynski eigarunum av Klaksvíkar Timbur- handli vælkomnum til Klaksvíkar. Ein nýggjur handil á Stongunum er eingin forðing fyri, at ein handilsdepil verður gjørdur í miðbýnum, tí ein býur skal innihalda nógvar møguleikar, og hesir báðir møguleikar nýtast ikki at forða hvørjum øðrum, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Spari- kassa. Hann er ein av teim- um, sum arbeiðir við nýggja handilsdepilin- um á Sandinum í Klaks- vík. – Tað hevur ongantíð verið ætlanin, at ein handilsdepil í miðbýn- um skal støvsúgva alt annað virksemi í bý- num. Tað verður pláss fyri nógvum handilslig- um virksemi fyri at tað, um eitt stórt sentur verður bygt. Og hóast eingin ætlan er løgd fram alment enn um hesa bygging, so livir hugskotið fram- vegis. – Tað er gongd í ætl- anini um ein handils- depil í miðbýnum, og tær kanningar, sum vit hava gjørt higartil, vísa, at tað ber til við slíkum depli. Skal Norðoya Sparikassi verða við í ætlanini, so skulu vit eisini tryggja okkum, at okkara íløga kann kasta nakað av sær, sigur Eyð- finn Reyðberg. – Ein slík ætlan er umfatandi, og hon tekur tíð at fyrireika. Vit brúka ta tíð, sum er neyðug, og vit fara ikki at leypa framav, sigur hann. ek – Vit síggja longu nú, at eysturoyingar keypa seg inn í fyritøkur í Klaksvík, og klaksvíkingar keypa seg inn í fyritøkur í Eysturoynni. Hetta kemst av tunlinum, og vit fara at síggja nógv meira av slíkum samstarvi frameftir. Við tíðini koma fyritøkurnar í Eysturoynni og Norðoyggjum at standa saman í kappingini við miðstaðarøkið, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa Sparikassin fylgir við Norðoya Sparikassa fer ikki at sita friðarligur í Klaksvík, nú undirsjóvartunnilin fer at lata upp, og Norðoyggjar gerast ein partur av meginøkinum. Lokali peningastovnurin í Norðoyggjum verður nevniliga ikki bara lokalur í framtíðini, tí Norðoya Sparikassi fer at lata tvær nýggjar deildir upp í næstum. – Vit fara at lata deildir upp í Runavík og í Havn í 2006, og tá eru vit komin út í trý tey størstu økini í landinum. Tá kunnu tríggir fjórðingar av øllum íbúgv- unum í Føroyum koyra til eina deild hjá Norðoya Sparikassa innanfyri eitt korter, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri. – Vit fyrireika í løtuni nýggju deildirnar, og vit eru sera spent upp á hetta. Vit halda, at Norðoya Sparikassi hevur nakað at bjóða í kappingini við hinar peningastovnarnar, sigur hann.