mikudagur 19. oktober 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 199 - 19. oktober 2005
Hon veit hvar »skápið«
Hon er innandura-
arkitektur, men ætlar
sær ikki at seta seg
niður sum ein onnur
skrivstovumús at tosa
við fólk. Hennara far-
telefon verður í fyrsta
lagi hennara arbeiðs-
amboð, og tá ið fólk,
handlar, matstovur,
virkir ella stovnar
ringja um ráðgeving
og vegleiðing, fer hon
á gátt at hyggja upp á
umstøðurnar og sam-
an við viðskiftafólk-
unum at finna út av,
hvør teirra tørvur er
RÁÐGEVING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
"Rákið innan innrætting er
í løtuni, at alt ber til. Lit-
samansetingar og saman-
setingar millum nýtt og
gamalt. Eingin generell
regla er fyri hesum. Tó eru
nakrar óskrivaðar reglur,
sum tú skalt fylgja, so alt
ikki endar í einum hurli-
vasa. Tað krevst ein hárfín
balansa at fáa tað at eydn-
ast. Fert tú yvir um strik-
una, oyðileggur tú alt..."
Soleiðis
skrivaði
ein
kvinna úr Vestmanna í eini
grein í februar – eini grein,
sum snúði seg um heilt
onnur viðurskifti.
Men hon kundi ikki lata
vera, sjálvt um greinin í
fyrsta lagi snúði seg um
støðuna á Listasavni Før-
oya.
Og hon helt fram:
"Innrættingin
hevur
størri týdning fyri trivn-
aðin, enn fólk flest geva
sær far um. Á arbeiðs-
plássum økist vælveran hjá
teimum, sum har eru – og í
handlum mennist keypi-
hugurin hjá viðskiftafólki
munandi. Ofta er tað ikki
so nógv, sum skal til, men
tað er broytingin, sum ger
munin. Tey trý F’ini -
Form, Farve og Funtion –
skulu ganga upp í eina
hægri eind, og tá verður
úrslitið væleydnað..."
Kvinnan, vit tosa um og
fara at tosa við í hesi grein-
ini, er Gunnbjørg Gunn-
bjørgsdóttir, ið varð liðug
við útbúgvingina sum inn-
anduraarkitektur í 1990.
Samstundis, sum hon
hevur verið í øðrum størv-
um øll árini, síðan hon tók
útbúgvingina, hevur hon í
síni frítíð tikið sær av
ymiskum ráðgevingarupp-
gávum fyri eitt nú stovnar,
fyritøkur, virkir, matstovur,
handlar og privatfólk.
Nú hevur hon so stovnað
firmaið, Interior og fer
burtur av at leggja seg eftir
at veita ráðgeving og tæn-
astu við tilknýti til sína út-
búgving sum innandura-
arkitektur.
Eingin skrivstovumús
Sjálv sigur Gunnbjørg, at
hon bjóðar seg fram at veita
ráðgeving innan innrætting,
geva íblástur til persónligan
stíl, vegleiðing um rætta
tilfarið og at koma við
hugskotum til tað perfekta
rúmið, sum hon tekur til.
Hon ætlar sær ikki at seta
seg niður á eini skrivstovu
at tosa við fólk. Hennara
fartelefon verður í fyrsta
lagi hennara arbeiðsamboð,
og tá ið viðskiftafólk
ringja, fer hon á gátt at
hyggja upp á umstøðurnar
og saman við viðskifta-
fólkunum at finna út av,
hvør teirra tørvur er.
- Semjast vit um, at eg
skal koma við vegleiðing
og góðum ráðum, eri eg til
reiðar at geva tilboð upp á
bæði smátt og stórt, sigur
Gunnbjørg, sum er spent
eftir
avbjóðingini,
nú
stundir verða at átaka sær
uppgávur sum innandura-
arkitektur burtur av.
Hon er eisini til reiðar at
arbeiða út um alt landið.
- Sjálvandi fari eg ikki til
Suðuroyar til eina einstaka
lítla uppgávu, men so skjótt
grundarlag er fyri tí, eri eg
til reiðar at ferðast kring
landið. Tað er bara at ringja
og spyrja seg fyri, tí einki er
avgjørt upp á forhond.
Kanska hevur onkur annar
longu ringt, so eg knapp-
liga ein dag fari um Suður-
oyarfjørð at hjálpa fólki við
góðum hugskotum. Tað er
ikki neyðugt, at vanlig
smáttaríir hjá privatfólki
nýtast at kosta tað heilt
stóra, sigur hon.
- Semjast vit um, at eg skal
koma við vegleiðing og
góðum ráðum, eri eg til
reiðar at geva tilboð upp á
bæði smátt og stórt, sigur
Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir,
sum er spent eftir avbjóð-
ingini, nú betri stundir verða
at átaka sær uppgávur sum
innanduraarkitektur. Her er
hon avmyndað á Føroya
Lívstrygging, har hon hevur
givið móttøkuni eitt nýtt
andlit
Mynd: Vilmund Jacobsen
P/F Beta:
Byggir helst
nýggju skipini
í Spaniu
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mangt er, sum bendir á, at
reiðaríið, P/F Beta í Sal-
tangará, fer at byggja teir
nýggju trolararnar, sum
felagið skal hava, í
Spaniu, har teir eisini
bygdu Bak og Stelk. Tað
var skipasmiðjan, M. Cies
í Vigo, sum bygdi skipini,
ið reiðaríið hevur verið
væl nøgt við.
- Vit høvdu góðar
royndir av at samstarva
við spaniólar, og vit vóru
nøgdir við prísin. Tí
bendir nógv á, at tað
verður hendan skipa-
smiðjan, sum fær sátt-
málarnar um nýggju
trolararnar.
Ragnar S. Olsen, reiðari,
vísir á, at teir eisini hava
kannað møguleikarnar at
byggja skipini í eitt nú
Danmark og Kina, men
hann væntar, at teir aftur
hesaferð enda í Spaniu.
Umhugsað hevur sjálv-
sagt eisini verið at byggja
í Føroyum, men einki er,
sum bendir á, at so verður.
- Vit noyðast at hyggja
at tí fíggjarliga partinum
og at byggja har, sum vit
fáa tað besta tilboðið,
sigur reiðarin.
Stjórin á Tórshavnar
Skipasmiðju, Gunnar
Mohr, sigur í samrøðu við
Vinnuvitan, at skipasmiðj-
an hevur ongan møguleika
at levera skipini til P/F
Beta innan eitt ár.
- Tað er ikki hugsingur
um at fáa fatur á skrokk-
unum so skjótt, at vit
kunnu lata skipini til ta
tíð, sum reiðaríið ynskir.
Hann sigur, at allar
skipasmiðjur um okkara
leiðir, sum byggja skips-
skrokkar, hava so nógv at
gera, at skipasmiðjan
sleppur ikki fram at fyrr
enn einaferð komandi
summar.
- At byggja skrokkarnar
sjálvir, ber als ikki til, tí
her eru vit ikki kappingar-
førir í prísi, sigur Gunnar
Mohr í samrøðu við
Vinnuvitan.
Ragnar S. Olsen sigur,
at hóast tað hevur gingið
striltið, nú upsaprísirnir
hava verið lágir og olju-
prísirnir eru høgir, ætlar
reiðaríið ikki at gevast á
hondum.
- Vit ynskja at halda
fram, og tí velja vit at
byggja nýtt, sigur reiðarin.