mikudagur 19. oktober 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fjølbroyttar uppgávur
Hóast Gunnbjørg longu
hevur havt fleiri uppgávur í
síni frítíð, bæði størri og
smærri, er tað ikki fyrr enn
nú, at hon veruliga bjóðar
seg fram.
- Í løtuni eri eg hjá Svend
Krosstein, sum skjótt fer at
lata upp í nýggjum hami.
Mín uppgáva er at koma
við hugskotum, tosa við
handverkarar og onnur og
seta tey í gongd, soleiðis at
endamálið at geva handlin-
um eitt nýtt andlit, verður
rokkið.
Hon hevur eisini givið
móttøkuni hjá Føroya Lívs-
trygging eina andlitslyfting
– bert fyri at nevna nakrar
av teimum uppgávum, hon
hevur havt.
- Arbeiðið hjá einum
innanduraarkitekti spennir
rættiliga víða. Talan kann
vera um innrætting, skila-
veggir, val av innbúgvi,
plasering
av
møblum,
lampum, uppheingjan av
málningum og myndum,
vindeygapynt og litir.
Gunnbjørg heldur ikki, at
munurin at innrætta eitt
ellisheim ella ein stovn – og
so at innrætta eitt privat-
heim, er so stórur.
- Proseduran er hin sama;
tað er bara hvør sín máti-
stokkur.
Hon vísir á, at arbeiðið
hjá einum innanduraarki-
tekti og hjá einum dekora-
tøri liggur so mikið tætt, at
hon eisini bjóðar seg fram
at pynta handilsvindgeygu
– ikki minst, nú jólasták-
anin fer at nærkast.
Hevur stóra ávirkan
Gunnbjørg sigur, at tað
hevur stóra ávirkan á okk-
um menniskju, hvussu rúm
eru innrættað, og hvørjir
litirnir eru.
- Hesi viðurskifti kunnu
ávirka okkum sálarliga og
arbeiðsliga. Allastaðni snýr
tað seg um at nøra um
trivnaðin, bæði hjá starvs-
fólki og viðskiftafólki. Er
ein handil innbjóðandi at
koma í, økir tað eisini um
keypihugin hjá fólki. Men
tað nyttar einki, at rúm eru
vøkur, um tey ikki kunnu
brúkast í gerandisdegnum.
Hon vísir á, at læran hjá
einum innanduraarkitekti
so sanniliga ikki bara snýr
seg um litir.
- Hetta er nevniliga ein
lítil partur av øllum. Vit
læra bæði um bjálving,
ventilatión, el, ketlar, olju-
fýr, byggitilfar og mangt,
mangt annað.
Men, leggur hon aftrat:
- Tað er eisini neyðugt, at
tú heldur teg dagførdan við
at lesa um bygging og inn-
rætting, hyggja at ymiskum
tilfari, sum er á marknað-
inum og annars kunna teg
um tað, sum nú einaferð
rørist á økinum.
Nú so nógv verður tosað
um dýra olju, kunnu vit
leggja aftrat, at Gunnbjørg
hevur sjálvreinsandi og
orkusparandi vindeygu í
húsunum í Vestmanna, sum
hon hevur góðar royndir
við.
Ymisk arbeiði og tó...
Hon hevur arbeitt í fleiri ár
hjá Termovirkinum, og hon
hevur eisini starvast hjá Per
á Hædd.
- Sjálvt um hesi arbeiði
ikki hava havt beinleiðis
tilknýti til mína útbúgving,
havi eg kortini lutvíst kunn-
að brúkt útbúgvingina, tá ið
ræður um eitt nú vindeygu,
rútar og myndir, og somu-
leiðis havi eg sum sagt havt
møguleikan at arbeitt við
ráðgeving og vegleiðing í
míni frítíð, sigur Gunn-
bjørg
Gunnbjørgsdóttir,
innanduraarkitektur, sum
annars er at hitta á fartlf.
258543
Nr. 199 - 19. oktober 2005
17
« skal standa
- Innrætting og litir kunnu
ávirka okkum sálarliga og
arbeiðsliga. Allastaðni snýr
tað seg um at nøra um
trivnaðin, bæði hjá
starvsfólki og viðskiftafólki.
Er ein handil innbjóðandi at
koma í, økir tað eisini um
keypihugin hjá fólki. Men
tað nyttar einki, at rúm eru
vøkur, um tey ikki kunnu
brúkast í gerandisdegnum,
sigur innanduraarkitekturin
Mynd: Vilmund Jacobsen
Skipini fáa
frægari prís
fyri upsan
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Herfyri skrivaðu vit, at
beinfrítt og skræðuleyst
upsaflak lá í diskunum í
Miklagarði í SMS fyri
góðar 66 krónur fyri kilo.
Hetta er upsi, sum er kom-
in úr Danmark, men er
veiddur í Norðuratlants-
havi.
Í greinini váttaði slakt-
arin í SMS, at hetta var
prísurin, og hann legði
aftrat, at flak úr lýsingi,
sum danir rópa kulmule,
eisini lá fyri sama kiloprís.
Onkur fiskaseljari fekk
ilt av, at vit søgdu, at upsa-
prísurin í Føroyum hevur
ligið millum 2 og 4 krónur
fyri kilo av ráfiski, tí í dag
er upsaprísurin hægri enn
tað.
Veruleikin er, at prísurin
á upsa, landaður í Føroyu-
m, var rættiliga lágur, áðr-
enn russar komu higar til
lands at keypa heilan og
smáan upsa.
Ragnar S. Olsen, reiðari
hjá P/F Beta, sigur, at
upsaprísurin í dag liggur
millum 4,50 og 5,00
krónur kilo, men hann
leggur aftrat, at tað er ikki
so langt síðan, at prísurin
fór yvir tær fýra krónurnar
fyri kilo.
- Sum eg havi skilt á
fiskakeyparum, er markn-
aðarstøðan orsøkin til, at
prísurin er kvinkaður upp-
eftir. Eg havi skilt, at
minni av alaska polloc er á
evropeiska marknaðinum
– bæði tí, at fiskiskapurin
er minni og tí, at ameriku-
menn keypa meira og
meira av fiskinum. Tí
kemur minni á evropeiska
marknaðin, og tí verður
upsaprísurin minni trýstur
í løtuni.
Ragnar S. Olsen heldur,
at tað saktans eisini kann
hava havt sína ávirkan á
prísin, tá ið føroyskir
fiskakeyparar tíðliga í
summar sóu, at ein
marknaður er fyri upsa
eystanfyri.
- Vit sluppu av við
stórar nøgdir av smáum
upsa fyri væl betri prís,
enn føroysku virkini
kundu bjóða. Tað kann
eisni hava havt sína
ávirkan, sigur Ragnar S.
Olsen, reiðari, sum annars
fegnast um, at upsaprís-
urin er vorðin betur aftur.