mikudagur 19. oktober 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 199 - 19. oktober 2005
Nýtt telefonfelag á marknaðin
Vit trúgva uppá eina
føroyska framtíð við
breiðbandstelefoni,
sigur Birgir Waag
Høgnesen á nýggja
telefonfelagnum.
TeleTech, sum
frammanundan
bjóðar breiðband,
bjóðar nú eisini
breiðbandstelefoni á
alheims- og føroyska
marknaðinum í
harðari kapping við
hini telefonfeløgini á
fastnetsøkinum
SAMSKIFTI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Birgir W. Høgnesen á
TeleTech sigur, at tann
søguliga løtan, tá ið felagið
fekk fjarskiftisloyvi í 1999,
gjørdi, at tey tá settu ferð á
kappingina
á
internet-
marknaðinum.
- Vit á TeleTech hava sum
so nátt endamálinum við
breiðbandspartinum. Kapp-
ing er komin í, og fleiri fe-
løg eru nú á marknaðinum
enn áður. Tískil fáa við-
skiftafólkini í dag møgu-
leikan at velja ímillum
fleiri veitarar, sigur hann.
Birgir vísir á, at TeleTech
í byrjanini bert seldi breið-
bandi í Tórshavn, men við
tíðini hevur felagið tikið
upp kappingina og hevur
útbygt sítt egna kervi, sum í
dag røkkur Klaksvík, Leir-
vík, Fuglafjørð, Gøturnar,
Skálafjørðin, Toftir, Tórs-
havn, Nólsoy, Hest, Koltur,
Leynar, Stykkið, Kvívík og
Vestmanna – og onnur støð
eru á veg.
Breiðbandstelefoni
TeleTech hevur øll árini ar-
beitt við nýggjum møgu-
leikum og tænastum til
viðskiftafólkini, og her er
talan eitt nú um breið-
bandstelefoni við føroysk-
um telefonummari.
Birgir sigur, at TeleTech
nú sum fyrsti veitari hevur
fingið tillutað 10.000 før-
oysk telefonnummur frá
Vinnumálaráðnum, og eis-
ini hevur felagið ment sína
egnu
servaraskipan
og
vekslara til breiðbands-
telefoni.
Ikki bert GSM
Birgir sigur, at stundin nú
var komin til at fáa veruliga
kapping á føroyska telefon-
marknaðinum.
- Tað skert ikki burtur, at
hini feløgini hava kappast
um GSM-viðskiftafólkini í
longri tíð, og tí hevur tað
vanliga fastnetssambandið
ikki fingið tað "fokus",
sum tað eigur, og hetta hava
vit á TeleTech gjørt nakað
við, sigur hann.
Hann vísir á, at tað ikki
er ein treyt, at viðskiftafólk
hava
breiðband
frá
TeleTech, um tey skulu
ringja bíliga, tí hetta er til
øll viðskiftafólk við við
breiðbandi.
Nummarið við sær
- Tað, sum er áhugavert við
breiðbandstelefoni, sigur
Birgir er, at viðskiftafólk
kunnu taka telefonina við
sær út at ferðast. Ringjast
kann, har tú ert staddur við
at seta leidningin í breið-
bandstykkið á hotellinum.
Birgir vísir á, at tá ið tú
tekur telefonina við tær, so
tekur tú eisini telefon-
nummarið við tær.
- Ein vinnulívsmaður ella
eitt nú ein tíðindamaður
kann fyri tann skuld sita í
Spaniu og ringa haðani við
føroyskum nummari - og
fyri bíligan føroyskan takst.
Hevur skrivstovan heima
eisini breiðbandstelefon,
kann tosast ókeypis, sigur
hann.
Uttan teldu
Birgir sigur, at TeleTech
komandi dagarnar fer at
boða sínum breiðbands-
viðskiftafólkum frá manna-
gongdum í samband við
breiðbandstelefoni, og fe-
lagið fer eisini at bjóða
viðskiftafólkum at gerast
"royndarkundar" og so-
leiðis ringa ókeypis eina
tíð.
- Í framtíðini fáa øll við-
skiftafólk,
sum
keypa
breiðband frá TeleTech, eitt
ókeypis føroykst breið-
bandstelefonnummar við í
internet-pakkanum,
men
minnast skal á, sigur hann,
at tað ber til at hava breið-
bandstelefoni, hóast tú ikki
hevur teldu.
Birgir sigur, at tænastan
er fyri øll, bæði virkir og
privat.
- Fyri at kunna brúka
breiðbandstelefon, er neyð-
ugt at hava eitt IP-samband,
sum er 128kbit ella hægri
báðar vegir.
Nógv at spara
Birgir vísir á, at breið-
bandstelefoni gevur møgu-
leikar fyri at spara nógvan
pening samanborið við
vanliga telefonnetið - og
her tosa vit serliga um utt-
anlandstelefoni.
- Hugsa vit okkum, at
viðskiftafólk hava familju í
útheiminum, letur tað seg
gera at fáa eitt føroykst
telefonummar frá okkum
og plasera tað eitt nú í Dan-
mark og soleiðis ringa frá
einum føroyskum telefon-
nummari í Føroyum til eitt
annað føroyskt telefon-
nummar í Danmark heilt
ókeypis, sigur hann.
TeleTech er eitt lítið tele-
fonfelag í føroyskum høpi
og eitt sera lítið telefon-
felag í alheims høpi, men
Birgir vísir á, at øll hava
verið smá, áðrenn gjørdust
stór - og menning kemur
ikki av sær sjálvum.
- Her seta vit hol á eina
nýggja kapping, og fram-
tíðin skal vísa, um vit ikki
koma við onkrum øðrum
innan alt ov langa tí. Hetta
við breiðbandstelefoni er
sjálvandi ikki nakað nýtt,
men føroyingar hava ikki
haft møguleikan áður við
føroyskum telefonnumm-
ari, sigur Birgir Waag
Høgnesen at enda.
- TeleTech fer komandi dagarnar at boða sínum
breiðbandsviðskiftafólkum frá mannagongdum í samband við
breiðbandstelefoni, og felagið fer eisini at bjóða
viðskiftafólkum at gerast "royndarkundar" og soleiðis ringa
ókeypis eina tíð, sigur Birgir W. Høgnesen