Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. oktober 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 199 - 19. oktober 2005 19 Í strategiskum høpi eru tvey sjónarmið í sambandi við sjálva kjarnuna í eini strategi - hvørji eru "vit", sum seta okkum nøkur mál? VINNUKRONIKKUR Signar P. Heinesen Sambært tí eina sjónarmið- inum, tí eina "skúlanum", er eitt átak - ein strategi, ein ætlan - eitt felags átak, har ymisk áhugamál geva sítt íkast og kunnu rokna við at fáa sína úrtøku. Við einum fremmandum orði verður hetta nevnt "stakeholder view" (sjónarmið hjá ymsum áhugamál-um). Ein eigari, ein medarbeiðari, ein stjóri, ein veitari og ein keypari eru allir "stakeholders" - allir hava áhuga - í eini fyritøku og eingin teirra hevur einarætt uppá fyritøkuna. Hvør gevur sítt íkast og fær sítt avkast, um tað er løn, vinn- ing, marknað, vøru, polit- iskt álit ella annað. Høv- uðsuppgávan hjá einum leiðara sambært hesum sjónarmiði er at røkja fjøl- táttað áhugamál. Høvuðs- spurningurin í einhvørjum máli er, hvør loysn tænir flestu áhugamálum best og ger minst skaða fyri fægst møgulig. Sambært hinum "skúlan- um" er eitt átak - ein stra- tegi, ein ætlan - eitt "makt- spæl". Tann og tey, sum hava formliga makt (eigar- ar, stjórar o.o.), trýsta eina ætlan fram og berja niður alla mótstøðu móti hesi ætlan. Á fremmandum máli verður hendan læran stund- um nevnd "shareholder view" (sjónarmið at eigarin eigur og ræður). Høvuðs- uppgávan hjá einum stjóra sambært hesum sjónarmiði er at økja um avkastið hjá eigarunum. Høvuðsspurn- ingurin í einhvørjum máli er, hvør hevur maktina. Har annar "skúlin" - onnur læran - tilskundar fólkum at røkja ymisk áhugamál í sambandi við eitt átak og eina strategi, til- skundar hin læran fólkum at finna frægasta mátan at seta navn á mótstøðu og berja hesa mótstøðu niður. Har onnur læran tilskundar at finna frægastu orkuna í einhvørjum menniskja og einhvørjum høvi, tilskund- ar hin læran at niðurbróta og sundurskilja. Á føroyskum kunnu vit brúka heitið leiðslulæran um "stakeholder view" og maktlæran um "shareholder view". Inntøkujavni Fólk hava verið rættiliga ymisk á máli um, hvat sjón- armið tænir samfelagnum best og serliga eru tað libe- ralu sjónarmiðini og sosial- demokratisku sjónarmiðini, sum á okkara leiðum hava skilt vøtnini. Spurningurin er komin á breddan í donsku fjølmiðlunum, nú tað vísir seg, at Anders Fog Rasmussen tykist hava broytt meining og als ikki stendur so fast uppá tað, sum hann annars royndi í bók síni um minimalstatin. Sosialdemokratarnir hava eisini broytt sín politikk og eru nú eins liberalir og høgraflokkarnir. Báðir partar tykjast arbeiða við spurninginum um at finna nýggj politisk mørk í nýggja veruleikanum. Listin, sum vísir, hvussu jøvn inntøkan í samfelag- num er samansett í ymsu londunum, er helst ein or- søk til, at fólk gerast alt samdari um, hvat tænir bæði tí einstaka og samfe- lagnum sum heild best. Øll mát hava eina óvissu og í so truplum mátum, sum inn- tøkujavna, er óvissan so stór, at lítil meining er í at tosa um, hvør er fremst og hvør er á øðrum plássi. Men tey fýra skandinavisku londini, Danmark, Noreg, Svøríki og Finland eru øll millum tey 10 londini, við javnastu inntøkunum. Tey 10 londini við mest ójavna eru: Colombia, Paraguay, Suður Afrika, Brasilia, Guatemala, Swaziland, Miðafrikanska Lýðveldið, Sierra Leone, Botswana, Lesotho og Namibia. Av teimum 124 londunum á hesum listanum, stendur USA sum tað seinasta ríka vesturlendska landið, sum nummar 74. Og tað stendur rættiliga einsamalt har niðri á listanum, aftaná Jordan, Azerbaijan, Nepal, Geor- gia, Moldova, Vietnam, Laos, Estonia, Armenia, Jamaica, Tanzania, Portu- gal, Mauretania, Morocco, Mozambique, Tunisia, Turkaland, Trinidad/Toba- go, Guinea og Cambodia. Øll hini ríku londini eru millum tey ovastu 53 á list- anum. Ábendingin er ikki til at fara skeiv av. Tey ríku londini hava eina rímiliga javnvág millum rík og fátæk fólk. Styrkiroyndir í gamlari tíð Flestu søgufólk munnu vera samd um, at ein tann ríkasta mentanin, sum hig- artil hevur livað í heims- søguni, var hon í gamla Grikkalandi - serliga gamla Athen í tíðini umleið eitt hálvt ártúsund undan okk- ara tíðarrokning. Mentanin hetta hálva ártúsundið var vøggan hjá filosoffum sum Sokrates, Platon og Aristo- teles. Hon var vøggan hjá statsmanninum Perikles og søgumanninum Herodot. Her gingu matematikarin Pythagoras og rithøvundur- in Sofokles sínar barna- skógvar - fyri at nevna nakrar. Tann elsti av hesum var føddur í 570 f.Kr. og tann yngsti 384 f.Kr. Hóast gerandisdagurin í Athen hesi árini var eyð- kendur við kríggi, er ikki nógv, sum bendir á, at kríggj hevði teirra stóra áhuga. Tað var ein neyð- ugur partur. Men grikkar eru eisini kendir fyri síni krígskynstur. Slagið við Marathon í 490 f.Kr., har um 20.000 persiskir hermenn taptu ímóti um 10.000 grikkum og mistu um 6.400 menn, meðan um 200 grikkar doyðu, sigur nakað um, hvussu nógv grikkar fingu burturúr sínum fólki. Seinni sendi persiski kongurin Darios ein av bestu herhøvdingum sín- um, Xerxes, við 100- 150.000 hermonnum (ella meir) og 1200 herskipum, umframt flutningsskipum, til Grikkalands. Grikkar møttu fyrst Xerxes í trong- anum við Thermopylai við um 8.000 monnum og hildu teimum í tríggjar dagar inntil svíkurin Ephialtes vísti persum vegin afturum hendan trongan. Teir 7.000 grikkarnir fluttu seg undan og ein lítil herur við um 1000 monnum bardist í tronganum og tað kostaði um 20.000 persum lívið. Flotin hjá Xerxes skuldi nú berja niður griksku mót- støðuna við oynna Salamis. Um 700 persisk herskip møttu har um 300 griksk- um skipum, men tá ið pers- ar høvdu mist um 200 skip máttu teir venda við. Grikkar mistu um 40 skip. Makedónin Alexandur tann Stóri verður viðhvørt roknaður sum tann fyrsti, sum royndi at leggja lunnar undir eitt meira skipað samskifti millum ymisku fólkasløgini. Í árunum 334 til 323 f.Kr. førdi Alex- andur tann Stóri sínar um 50.000 hermenn ígjøgnum alt lítla Asia, yvir til Egyptalands og eystur til India. Á leiðini møtti hann persiska herinum í fleiri umførum. Bardagin við Gaugamela 331 f.Kr er helst tann mest avgerandi í røðini. Har møttu hesir 50.000 makedónarnir tí fólkaríka herinum hjá pers- arakonginum Darios. Hvussu nógvir persiskir hermenn vóru, eru søgu- frøðingar ymsir á máli um. Onkur nevnir 250-300.000 og aðrir upp til eina milli- ón. Hvussu er og ikki, var talið mangar ferðir størri enn teir hálvthundrað tús- und makedónarnir. Men hesir hálvt hundrað túsund vunnu og mistu bert um 100 menn, meðan talið av falnum persum er eins óvist og talið á teimum, sum vóru við í krígnum. Í bókini "Alexander 334-323 BC - Conquest of the Persian Empire", 1991, verður sagt, at ein millión persiskir her- menn vóru í bardaganum og 300.000 teirra fullu. Vit kunnu spyrja, hvør munurin var millum grikk- ar og persar. Vit kunnu spyrja, hvussu tað kann vera, at júst hendan ment- anin í gamla grikkalandi um hetta mundið fyri okkara tíðarrokning fekk so nógv burturúr sínum fólki. Vit kunnu helst svara ym- iskt, men ein tulking er, at tann athenska demokrat- iska skipanin frá 594 til 322 f.Kr. (um vit rokna broyt- ingarnar hjá Solon við) í fyrsta lagi er einasta veru- liga demokratiska skipanin, sum nakað fólk í heiminum higartil hevur skipað seg eftir - fyri tey, sum fingu lut í henni, t.e. fyri frælsar menn. Havast skal í huga, at tann athenska demokrat- iska skipanin var ikki um- boðandi, men beinleiðis. Teir, sum skuldu útinna avgerðir í verki, vóru valdir á hvørjum ári og teir, sum høvdu makt (orðstýrarar o.a.), vóru valdir við luta- kasti fyri ein dag í senn. Í øðrum lagi, er hetta longsta tíðarskeið higartil við demokratiskum íkasti, um vit rokna vesturlendsku demokratisku skipanirnar frá seinast í seytjanhundrað talinum (USA og Frakland) til dagin í dag uppí. Føroyar - ein búskaparlig humlabi Eftir hesum tulkingum er ein inntøkujavni og eitt víðfevnt demokratiskt prin- sipp tað sterkasta amboðið, sum eitt samfelag kann skipa seg eftir. Hóast ein slík tulking er ógvuliga breið, ber tó til at skyna á gongdum og ógongdum leiðum í ymsum viðurskift- um. Hyggja vit nøkur tíggju- tals ár ella longur aftur í føroysku søguna, ber kanska til at fáa eina frá- greiðing til, hví føroyska fólkið ikki, eins og nógvar aðrar lítlar tjóðir, duttu niðurímillum í framgongd- ini síðani ídnaðarkollvelt- ingina. Hóast yrkjarin sig- ur, at "saman at halda, var ei okkum givið", bendir tó okkurt á, at júst hetta sam- anhald var okkum givið. Og øvugt av, hvat Hans Andrias Djurhuus í sangin- um "Ljós yvir landið" meinti, er komið væl burt- urúr. Bæði búskaparliga og mentunarliga. Hóast roynd- irnar aðrastaðni í heimi benda á, at tað hevur verið trupult hjá smáum mentan- um at fóta sær, er hendan lítla, fámenta, fjarskotna tjóðin vaksin, málið er ment, mentanin er ment og búskapurin er mentur øll árini fram til nítitalið. Spurningurin, sum vit kunnu seta okkum, er, um hendan menningin hesi seinastu 100-150 árini síð- ani fríhandilin ikki júst er grundað í einum demokrat- iskum samanhaldi í tjóðini. At hesir 30-50.000 borgar- arnir úti á hesum kørgu klettum hava megnað at endurreisa føroyska málið, at byggja tað inn í skúla, kirkju og ein nógv broyttan gerandisdag. At hesi fáu fólk hava bygt upp eitt symfoniorkestur, gransk- arar á altjóða støði, sang- arar og eina tíð høvdu eitt vinnuligt apparat, sum var høgt í metum á altjóða pallinum. Hetta hevur bert verið møguligt, tí tjóðin hevur staðið væl saman, havt ein brúkiligan demo- kratiskan arbeiðshátt, og at munurin millum tað, fólk flest høvdu til egna nýtslu, hevur ikki verið stórur. Samanhangsmegi - ein leið til framtíðina Sum søgan í tátíð og nútíð er tulkað omanfyri, hevur spurningurin um hugburð- urin í einum fólki er eg- kendur ella vit-kendur víst seg at vera av stórum týdn- ingi fyri, hvussu væl eitt fólk, ein tjóð, stóð seg í mun til aðrar tjóðir í síni samtíð. Um tað var gamla athenska mentanin, athenska og makedónska hermegin ella tað er nútíðar vælferðin, hevur saman- hangsmegin, tann javna inntøkan, demokrati, ábyrgd hins einstaka og frælsi verið lykilin til framburð. Nú Føroyar aftur standa við stórum avbjóðingum fyri framman, hevur tað helst alstóran týdning fyri okkara møguleikar, at vit styrkja samanhangin í fólk- inum. At vit hava skipanir, arbeiðshættir, atferð og hugburð, sum røkja fjøltátt- að áhugamál, soleiðis at frægastu loysnirnar finnast og frægastu krefturnar verða brúktar til sítt enda- mál, uttan at falla í eina innannøringsfellu ("ind- avl"). Eg ella Vit