Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. oktober 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 199 - 19. oktober 2005 Hóast fuglakrím er staðfest í Landssynn- ingsevropa, er lítil vandi fyri, at sjúkan fer at gera um seg í okkara heimsparti FUGLAKRÍM Árni Joensen fartekst@mail.dk - Tað er sera lítil vandi fyri, at fuglakrímið fer at smitta fólk, sigur Johan Giesecke á influensudeildini hjá ES. Hann hevur fingið starvið sum vísindaligur leiðari á nýggju influensudeildini, sum ES hevur stovnað, og sum heldur til undir liðini á Karolinska sjúkrahúsinum í Stockholm. Johan Giesecke sigur, at tey, sum arbeiða við sjúk- um ella deyðum fugli um dagarnar, eru í einum ávís- um vanda fyri at verða smittað, men hinum nýtist als ikki at hugsa um tað. Hann heldur, at vandin fyri, at fuglakrím fer at smitta fólk í Evropa, er sera lítil, men at vandin er størri í londunum í Landssynn- ingsasia, har tað er vanligt at selja livandi fugl á marknaðunum. Spurdur, hvussu stórur vandin er fyri, at fuglakrím sum frá líður fer at smitta ímillum fólk, svarar Johan Giesecke, at tað dugir eing- in at siga í dag. Sama svar hevur stjórin á influensu- deildini, Zsuzanna Jakob. Johan Giesecke heldur, at fólk blanda fuglakrímið saman við tær vanligu krímsjúkurnar, sum koma umleið 25. hvørt ár. - Hesum afturvendandi krímsjúkunum sleppa vit ikki undan. Vit vita ikki, um tann næsta kemur í morgin ella um tíggju ár, men vit eiga at vera fyri- reikað, sigur hann og legg- ur afturat, at eftir hansara tykki er tilbúgvingin á hes- um økinum ikki nóg góð. Johan Giesecke heldur, at vit mugu eisini góðtaka vandan fyri, at fuglakrímið kann fara at breiða seg um allan heimin einaferð. Hinvegin kunnu vit ikki gera heilivág ímóti sjúkuni, fyrr enn vit vita, hvussu virusið er háttað, leggur hann afturat. UTTAN ÚR HEIMI Lítil vandi fyri fugla- krími í Evropa Veðurmenninir vænta, at tropiski stormurin "Wilma" verður til eina ódn, og at hon kann raka amerikonsku suður- strondina VEÐUR Árni Joensen: fartekst@mail.dk Árið í ár er longu tað ring- asta ódnarárið í 72 ár. Hig- artil hava 21 stormar og ódnir herjað í Atlantar- havinum og í tí karibiska økinum, og fleiri kunnu koma afturat. Amerikonsku veður- menninir halda nú eyga við tropiska storminum "Wilma". Fyrradagin var hann í landssynning úr Cayman-oyggjunum, sum eru sunnan fyri Kuba, og myndugleikarnir í oyggjun- um hava biðið fólk fyri- reika seg til illveðrið. Veðurmenninir vita ikki enn, hvønn veg "Wilma" fer, men teir vænta, at stormurin fer at menna seg til eina ódn teir næstu dag- arnar, og at hon fer at leggja leiðina tvørtur um norðara enda á Yucatan- nesinum í Meksiko og hað- ani út í Meksikanska Flógvan. Tað hevur fingið amerikanararnar at stúra fyri, hvørjar avleiðingar hon kann fáa fyri oljuút- búnaðin í flógvanum. Fleiri boripallar og oljureinsiverk har fóru illa av ódnini "Katrinu". Tær fyrstu avleiðingarnar av "Wilma" komu í gjár, tá oljuprísurin hækkaði nógv á marknaðinum í New York, skrivar Reuters. Aftur ein ódn á veg ímóti USA Vandin fyri, at fuglakrím fer at smitta fólk í Evropa, er sera lítil, sigur influensustovnurin hjá ES Mynd: Reuters Illgruni um val- svik í Irak Irakska valnevndin kunn- gjørdi í gjár, at úrslitið av fólkaatkvøðuni um grundlógina er seinkað nakrar dagar, tí nevndin hevur gjørt av at telja ein part av atkvøðunum um- aftur. Kortini heldur nevndin, at grundlógar- uppskotið hevur fingið tann neyðuga meirilutan. Men avgerðin at útseta úrslitið hevur fingið tann sunnimuslimska minni- lutan at leggja myndug- leikarnar undir valsvik, skrivar Reuters. Tað er greitt, at tveir sunnimus- limskir landspartar hava atkvøtt ímóti grundlóg- ini, og er úrslitið tað sama í einum landsparti aftur- at, fellur uppskotið. George W. Bush, for- seti, hevur fagnað fólka- atkvøðuni, men fyrrver- andi uttanríkisráðharri hansara Colin Powell ávarar amerikanararnar ímóti at halda, at nú er alt gott. Í einari sjónvarps- samrøðu segði Powell, at fólkaatkvøðan er eitt týð- andi stig, men hon merkir ikki, at Irak er komið á mál, segði hann. Ísakalt í Miðeystri Viðurskiftini ímillum ís- raelsmenn og palestinar eru versnað nógv, eftir at tríggir ísraelsmenn vórðu skotnir á Vestara Áar- bakka seinasta vikuskift- ið. Teir palestinsku myndugleikarnir hava fordømt atsóknina, men tað hevur ikki sissað ís- raelsku stjórnina. Atsóknin hevur havt við sær, at ísraelska verjumálaráðið hevur kvett alt samband við teir palestinsku myndugleik- arnar, og ein hernaðar- kelda sigur við AP, at herurin fer at kringseta allar teir størstu býirnar á Vestara Áarbakka. Tað fer millum annað at bera í sær, at palestinar sleppa ikki at ferðast ímillum býirnar í egnum bili, men bara við bussum. Víðgongdi palestinski felagsskapurin Al-Aqsa Brigadurnar átók sær ábyrgdina av atsóknini um vikuskiftið, sum kost- aði tveimum 21 ára goml- um kvinnum og einum 16 ára gomlum drongi lívið. Síðani hevur ísraelski herurin handtikið 18 limir í ymsum felags- skapum. Prodi bjóðar av Tann vinstrasinnaða and- støðan í Italia hevur gjørt av, at Romano Prodi verður hennara forseta- valevni á tjóðartingsval- inum næsta ár. Teir italsku vinstra- flokkarnir hava verið ósamdir í fleiri ár, men nú tykjast teir vera samdir um at fáa Silvio Berlus- coni, forsætisráðharra frá. Í samgonguni, sum styðjar Prodi, eru sosial- istarnir, kommunistarnir, tey grønu og viðhaldsfólk hjá einum av stjórnar- flokkunum. Men sigurin hjá Ro- mano Prodi kom at standa í skugganum av einum morði, sum skak- aði alt Italia sunnudagin. Menn í gekkaskorti skutu varaforsetan í landspart- inum Calabria, og tað er eingin ivi um, at tað var mafian, sum hevði givið boðini um at beina fyri honum. Varaforsetin var oddamaður í miðflokkin- um Margherita, og hann varð skotin, tá hann var á veg at greiða atkvøðu á landspartavalinum. Aftur eitt roykibann Tað gerst alt trengri og trengri hjá roykjarunum í Evropa. Noreg og Írland hava bannað fólki at roykja á vertshúsum og øðrum arbeiðsplássum, og nú hendir tað sama í Norðurírlandi. Tað hevur stjórnin í London gjørt av. Heilsumálaráðharrin á teirri serligu norðurírsku ráðstovuni í London, Shaun Woodward, sigur við AP, at myndugleikar- nir ætla sær ikki at banna norðurírum at roykja, men at teir sleppa ikki at roykja, meðan teir eru til arbeiðis. Men norðurírar fáa stundir at fyrireika seg til roykibannið, tí ætl- andi kemur tað ikki í gildi fyrr enn í apríl í 2007. Shaun Woodward var herfyri í Dublin og kann- aði, hvørja ávirkan royki- bannið har hevur havt, og hann letur væl at. - Tað er gott, at tað ber til at fara inn á eitt verts- hús, uttan at einum nýtist at sita og turka sær um eyguni alla tíðina, sigur hann við AP.