Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. oktober 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 199 • mikudagur • 19. oktober 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Angrar reyða kortið Sum vit skrivaðu í blaðnum í gjár, so fekk Ovi Nysted hjá KÍ reyða kortið frá dóm- aranum, eftir at dysturin móti HB var blástur av. Orsøkin til hetta var, at klaksvíkingar beint undan hesum kendu seg snýttar fyri eitt brots-spark, og vóru tað mótmælini av hesum, sum kostaðu reyða kortið. Aðra staðni hevur verið ført fram, at dómarin eftirfylgjandi strikaði reyða kortið, men hetta er tó ikki heilt rætt sambært Dagfinn Olsen, ið dømdi dystin sunnudagin. – Eg gav sjálvandi eitt reytt kort, og hetta stendur sum so við. So er spurningurin, um kortið kastar leikbann av sær. Tað er ein spurningur, sum Kapp-ingarnevndin tekur avgerð um, og fyri mín part kann eg bara siga, at eg í míni frágreiðin havi greitt frá, hvat hendi. Og uttan at fara í smálutir, so kann eg kanska siga, at frágreiðingin hesa ferð kanska er nakað øðrvísi, enn hon plagar at vera, tá reytt kort er givið, sigur Dagfinn Olsen. -mørk Klokkan 13 og 15 Fótbóltssambandið hevur nú boðað frá, at á seinasta leikdegi í Formula-deildini og í aðru deild, skulu allir dystir avgreiðast í senn. Hetta soleiðis at tað ikki er gjørligt hjá nøkrum liði at fáa fyrimun av, at onnur úrslit eru kend, áðrenn farið verður undir ymsu uppgerð-irnar. Tí verður leygar- dagurin skipaður á tann hátt, at allir dystirnir í aðru deild skulu spælast klokkan 13.00. Seinasta umfarið í Formula- deildini verður spælt klokkan 15.00 kring alt landið. -mørk Kringvarpið er lagt lamið av arbeiðs- steðginum, og tí hevur Kappingar- nevndin hjá Fótbóltssamband- inum ongar video- upptøkur at halda seg til í løtuni VIDEO-UPPTØKUR Jákup Mørk Undan hesum kappingar- árinum varð praksis hjá Kappingarnevndini hjá FSF broytt, soleiðis at nevndin nú eisini kann nýta sjónbandaupptøkur, tá met- ast skal um tilburðir, sum eru farnir fram á vøllinum. Ikki minst vóru boðini tá, at hetta gav nevndini møgu- leika at hava eitt betri próv- grundarlag, tá avgerðir skuldu takast. Higartil hevur talan so bert verið um ta einu ferðina, har slíkar upptøkur eru nýttar sum prógv. Nevnliga tá metast skuldi um tað, sum fór fram móti endanum av dystinum á Sevmýri millum TB og B36. Arbeiðssteðgurin Men skuldi ein líknandi til- burður tikið seg upp, nú arbeiðssteðgur valdar á almenna arbeiðsmarknað- inum, so vildi próvgrundar- lagið hjá Kappingarnevnd- ini verið væl veikari. Tí í løtuni ber illa til hjá teim- um at fáa fatur á sjónbanda- upptøkum. Avgerð er nevnliga tikin um, at tað er umvegis Sjón- varpið, at Kappingarnevnd- in fær upptøkurnar, og er Sjónvarpið í verkfalli, ber hetta sjálvandi illa til. Ein líknandi støða kom eisini fyri fyrr í ár, tá Kappingarnevndin skuldi taka støðu til reyða kortið, sum Ikechukwu Onyema hjá NSÍ fekk, tá teir spældu heimadyst móti KÍ. Men ta ferðina varð bara víst til upptøkurnar, sum longu vóru vístar í 3-2, og tá sendingin ikki vísti nakað um hendan tilburðin, segði Kappingarnevndin seg ikki kunna gera nakað við málið, uttan at taka støði í dómarafrágreiðingini. Tað hevur frá fleiri síðum reist spurningin, hvørt tað ikki er sera óheppið, at tað er Sjónvarpið – og altso ikki Kappingarnevndin – sum tekur avgerð um, hvørjir tilburðir ljós skal varpast á. Eitt nú hevur seinastu dagarnar ljóðað, at onkrar revsiverdar hendingar stungu seg upp í dystinum millum HB og KÍ sunnu- dagin, uttan at hetta tó fekk fylgir fyri nakran spælara, men í verandi støðu er hetta ikki nakað, sum verður tikið upp av Kappingar- nevndini. Formaðurin í Kappingar- nevndini, Bjarki Mohr, er í løtuni staddur í Portugal saman við U-17 lands-liðn- um, men Rúni Heinesen, nevndarlimur, ásannar tó, at hetta kann vera óheppið. – Tað er tað sjálvandi, og í longdini er tað væl ikki tann rætti leisturin at ganga eftir. Men tað, sum vit hava gjørt í ár, er, at vit í teimum førum, har dómarar hava skrivað frágreiðing um til- burðir, hava roynt at grunda avgerðir um hetta enn betri við eisini at nýta sjón- bandaupptøkur. Dømið úr Runavík var so eisini eitt dømi um, at hetta kann vera óheppið, men fyribils er tað so leisturin, sum vit hava valt, sigur Rúni. – Tí fer tað heldur ikki at koma fyri í verandi líki, at vit sjálvir fara at skapa málini, um sjónbandaupp- tøkur vísa nakað, sum dóm- arin kanska ikki hevur sæð, men hinvegin veldst tað so eisini um, hvussu grov misbrotini eru. Bíða eftir discipliner- nevndini Víðari vísir Rúni tó á, at reglurnar hesum viðvíkj- andi helst verða broyttar longu í vetur. – Tað hevur jú verið alment frammi, at ein discipliner-nevnd helst verður sett á stovn, og hetta verður eisini ein av spurn- ingunum, sum feløgini skulu taka støðu til í heyst. Tá skal so eisini gerast greitt, hvørjar fortreytir nevndin hevur at virka eftir. – Tú skalt eisini hugsa um, at vit í løtuni eru í ein- um slag av yvirgangsfasu hesum viðvíkjandi, og tí verða upptøkurnar í løtuni fyrst og fremst brúktar sum supplerandi upplýsingar. Verkfallið steðgar video-próvnum Hóast tað til tíðir var nakað rokaligt í Gundadali sunnudagin, so er hetta ikki nakað, sum Kappingarnevndin fer at gera meira við. Fyrst og fremst tí Sjónvarpið ikki hevur nakra 3-2 sending, nú arbeiðssteðgur er á almenna arbeiðsmarknaðinum