mikudagur 19. oktober 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 199 - 19. oktober 2005
Hjá monnunum eru
Kyndil og VÍF nú
fremstu liðini, so í so
máta stendur alt við
tað gamla
ATLANTIC-AIRWAYS
KAPPINGIN
Jákup Mørk
Tveir dystir vórðu spældir í
bestu mansdeildini um
vikuskiftið, og í báðum
førum var talan um dystir,
sum
tóktust
rættiliga
spennandi á pappírinum.
Kyndil vann
grannauppgerðina
Í Havn spældu Neistin og
Kyndil, og ikki heilt óvænt-
að gjørdist tað her Kyndil,
sum streyk avstað við sigr-
inum.
Neistin var annars væl
við stóran part av dystin-
um, men fingu ongan tíð
veruliga takið á grannun-
um, sum støðugt hildu seg
beint framman fyri teir
bláu. Um miðjan seinna
hálvleik kom so av álvara
hol í, og eftir hetta megnaði
Neistin ongan tíð at svara
aftur.
Sum tað sømir seg eini
grannauppgerð,
so
var
spælið eisini hampuliga
hart til tíðir. Eitt nú fekk
ein spælari hjá hvørjum liði
beinleiðis reytt kort, og
níggju ferðir máttu dómar-
arnir vísa spælarunum tveir
fingrar.
Tað vóru annars Andreas
F. Hansen og Eyðun Samu-
elsen, sum dømdu hendan
dystin, og í ávísan mun er
hetta
eisini
tekin
um
nýggjar tíðir í føroyskari
hondbóltsdøming. Síðani
dómarafelagið varð sett á
stovn, hevur støðugt verið
tosað um, at dómararnir
eiga at umboða hetta, held-
ur enn ymsu feløgini, og
tann leisturin er nú um at
verða gjøgnumførdur. Í fjør
vórðu nakrar royndir gjørd-
ar í dystum, sum á pappír-
inum høvdu lítið upp á seg,
men hetta var so fyrsta
ferðin, at tað í einum týð-
andi dysti vóru dómarar,
sum vanliga umboða annað
av feløgunum. Og sum
skilst, so spældi hetta eisini
væl av.
H71 misti á
stokkinum
H71 var á vitjan í Vest-
manna, har heimaliðið
skuldi reisa seg eftir ósig-
urin fyri Kyndli seinasta
vikuskifti, og hetta eydn-
aðist eisini.
Hoyvíkingar høvdu ann-
ars leingi gott tamarhald á
dystinum, og í steðginum
vóru teir væl og virðiliga
frammanfyri. Tann støðan
helt sær eisini fram til sein-
astu tíggju minuttirnar,
men tá gekk at kalla slettis
einki hjá gestunum. VÍF
broytti hesa seinastu løtuna
støðuna frá 20-23 til 25-23,
og so kundu hoyvíkingarnir
bara iðra seg um tað, sum
kundi verið. Samstundis
sum teir máttu ásanna, at
ein hondbóltsdystur altso
verður spældur yvir sam-
fullar 60 minuttir.
Úrslitini
Neistin-Kyndil 24-28 (11-
12)
Málskjúttar
Neistin: Áki Mørk 5(2),
Kenneth Hansen 4, Birgir
Poulsen 3, Tróndur Krage-
steen 3, Jón Ludvig 3, Bogi
Berg 3, Blagoje Buha 2,
Roar Dalsgaard 1
Kyndil: Josef Abrahamsen
7(1), Rókur Akralíð 6,
Høgni Klein 6, Hans Áki
Dal-Christiansen
6(1),
Ragnar Stakksund 1, Poul
R. Mohr 1, Ken Zacharia-
sen 1
Brotskøst:
Neistin
4,
Kyndil 5
Útvísingar:
Neistin 6,
Kyndil 3
Diskvalifikatión: Neistin
1 (beinleiðis reytt), Kyndil
1 (beinleiðis reytt)
Dómarar: Eyðun Samuel-
sen & Andreas F. Hansen
VÍF-H71 25-23 (12-16)
Málskjúttar
VÍF: Sámal Joensen 8, Áki
G. Olsen 4, Agnar Joensen
3(1),
Daniel
Rápa
3,
Harald Bjørgvin 2, Jákup
S. Andreasen 2, Rói Lam-
hauge 1, Rúni Joensen 1,
Sjúrður Poulsen 1
H71: Halgir Dahl Olesen
7, Niels Viggo Niclassen 5,
Heini Bendtsen 3, Tróndur
Vatnhamar 3, Bjarni Søren-
sen 2, Johnny Durhuus 2,
Olaf Vesturgarð 1
Brotskøst: VÍF 1
Útvísingar: VÍF 3, H71 4
Dómarar: Kristian Johan-
sen & Sámal Paulason
Toppurin líkist
sær sjálvum
Intensiteturin var stórur, tá Neistin og Kyndil hittust á Hálsi leygardagin
savnsmynd
Kyndil tapti
og vann
Kyndils-kvinnurnar
spældu tveir dystir
hetta vikuskiftið,
sum annars varð
órógvað rættiliga
nógv av ar-
beiðssteðginum á al-
menna arbeiðs-
marknaðinum
SUNSET-KAPPINGIN
Jákup Mørk
Upprunaliga skuldi talan
verða um dupult-umfar
um
vikuskiftið,
men
arbeiðssteðgurin
hevði
við sær, at bara tveir
dystir vórðu avgreiddir,
og í báðum førunum var
Kyndil annar parturin.
Leygardagin
spældu
tær grønu grannauppgerð
móti Neistanum, og her
vunnu tær bláu ætlaða
favoritt-sigurin.
Longu tíðliga í dystin-
um gjørdu tær bláu greitt,
at her skuldi einki ivamál
verða, og tó at tær settu
ferðina niður eftir steðgin,
so gjørdist talan ongantíð
um nakra spennandi upp-
gerð.
Spenningurin var held-
ur ikki tann stóri sunnu-
dagin, tá Kyndil spældi
móti StÍf, men hesaferð
vóru forteknini øvugt.
Kyndil legði bragdliga
fyri9, og eftir at tær
tíðliga í dystinum høvdu
vunnið seg eini 6-7 mál
framum, hildu tær alla
tíðina fast um leiðsluna.
Úrslitini
Neistin-Kyndil 29-17
(18-9)
Málskjúttar
Neistin: Nicoleta R. Han-
sen 7, Mildrið Jacobsen 6,
Rakul Augustinussen 5(4),
Annika Ljósstein 4(1),
Birita Wardum 3, Annika
Thomsen
3,
Susan
Brockie 1
Kyndil: Lina Andriulyte 8,
Jórun Ludvig 3(2), Ronja
M. Mikkelsen 3, Anja
Heinadóttir 2, Linda Weihe
1
Brotskøst:
Neistin 8,
Kyndil 2
Útvísingar: Neistin 2,
Kyndil 4
Dómarar: Eyðun Samu-
elsen
&
Andreas
F.
Hansen
Kyndil-StÍF 28-20 (14-9)
Málskjúttar
Kyndil: Anja Heinadóttir
9, Randi S. Wardum 5,
Jórun Ludvig 5(2), Sús-
anna Petersen 4, Lina
Andriulyte
2,
Linda
Weihe 1, Ronja M. Mikk-
elsen 1, Hildur Høghamar
1(1)
StÍF: Ninna K. Johansen
7(1), Poula D. Olsen 6,
Guðrun Ólafsdóttir 2, Re-
bekka Justinussen 2(1),
Malan Petersen 1, Rósa
Johansen 1, Ata Greger-
sen 1
Brotskøst: Kyndil 5, StÍF
2
Útvísingar:
Kyndil 1,
StÍF 3
Dómarar: Kristian Jo-
hansen & Sámal Paulason
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið