mikudagur 19. oktober 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 199 - 19. oktober 2005
23
Føroya Bjór Simultan útsett
Arbeiðsstegðurin
ávirkar nú eisini
kappingarnar hjá
Føroya Bridge Sam-
band. Eftir skránni
hjá Føroya Bridge
Samband skuldi Før-
oya Bjór Simultan
kappingin verið leikt
leygardagin 22.
oktober
BRIDGE
Bogi Simonsen
Føroya
Bjór
Simultan
kappingin er tann stórsta
kappingin,
ið
Føroya
Bridge Samband skipar
fyri. Hon verður leikt kring
allar føroyar í senn. Spælt
hevur verið í Vági/Tvør-
oyri, í Vágunum, í Eystur-
oynni, Í Havn og í Klaks-
vík.
Í fjør luttóku áleið 120
bridgespælarar í Føroya
Bjór Simultan, sum varð
vunnin av Jákup Hjaltalin
og Boga Simonsen.
Nýggja Bridgefelag 40
ár
Í ár eru tað liðin 40 síðan at
Nýggja Bridgefelag var sett
á stovn í Havn.
Fyri at hátíðarhalda dag-
in, ætlaði Nýggja Bridge-
felag, at skipað fyri stórari
kapping í Bridgehúsinum í
Havn við veitslu aftaná.
Orsaka av arbeiðssteðg-
inum er kappingin og
veitslan útsett til 28. januar
2006. Tey, sum eru tilmeld-
að fáa bræv sendandi frá
fyrireikarunum hesum við-
víkjandi.
Arbeiðssteðgurin á almenna
arbeiðsmarknaðinum tarnar
nú eisini bridge-kappingum
kring landið
AB vil í bestu deildina
Við at fáa Rúna
Nolsøe og Allan
Mørkøre sigur AB-
formaðurin, at teir
royna at fyrireika seg
best møguligt til
komandi kappingar-
árið
AB
Jákup Mørk
Sum vit skrivaðu í blaðnum
í gjár, so var væntandi, at
AB mánakvøldið gjørdi
sáttmála við Rúna Nolsøe
og Allan Mørkøre, sum
altso báðir verða partur av
felagnum komandi kapp-
ingarárið. Rúni sum spæl-
andi venjari, og Allan sum
royndi spælarin, ið eisini
kann geva venjaranum eina
hond.
Tað kundi bent á, at
argjamenn komandi ár ætla
sær at stevna beina kós
móti Formula-deildini, og
hetta er so ikki nakað, sum
verður avsannað av Tórálvi
Stenberg, formanni í AB.
- Ætlanin hjá okkum er
sjálvandi, at vit vilja liggja
so ovarliga, sum tað er
gjørligt. Fyri einum seks-
sjey árum síðani settu vit
okkum sum mál, at AB við
tíðini skuldi gerast ein part-
ur av bestu føroysku deild-
ini, og vit hava støðugt
gjørt framstig síðani tá. Vit
hava nú verið í aðru deild í
trý ár, og vit hava støðugt
amast móti toppinum, uttan
at vit tó eru komnir heilt
upp.
Vil tað siga, at tit eru
ónøgdir um úrslitini, sum
felagið hevur fingið í ár?
- Nei. Vit hava verið
framúr væl nøgdir. Ikki
minst tí vit halda hetta vera
mest sum optimalt, tá smali
spælarahópurin
verður
havdur í huga. Men við
Rúna og Allani vóna vit, at
vit kunnu tilføra hópinum
nakrar nýggjar impulsir,
samstundis sum vit eisini
fáa tveir sera royndar spæl-
arar á liðið, sigur hann.
Formaðurin
vil
ikki
staðfesta, at uppflyting til
bestu deildina er eitt krav
til nýggja venjaran, men at
hetta er málið, tykist lítil ivi
vera um.
- Málið er sjálvandi, at
vit vinna teir dystir, sum vit
spæla næsta ár. Og gera vit
tað, so standa vit sjálvandi
sum vinnarar av deildini,
sigur hann, áðrenn hann
leggur afturat, at kappingin
verður hørð.
- Eg ivist ikki í, at talan
komandi ár verður um eina
sera javna kapping. Vit eru
kanska fyrsta felagið, sum
boðar frá, hvussu vit vilja
styrkja hópin, men eg ivist
ikki í, at fleiri onnur eisini
gera tað sama. Í ár verður
tað so helst B68, sum fer
beinleiðis upp, men onnur
lið hava eisini verið væl
við, og tað verður eisini
sterk mótstøða, sum dettur
úr Formula-deildini. So
skulu vit hava nakran
møguleika her, so er sera
umráðandi, at vit brynja
okkum sera væl, staðfestir
AB-formaðurin at enda.
Úti-
setarnir
vunnu
Bæði hjá Tromsø og
SK Århus gjørdist
talan um sigrar um
vikuskiftið
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Um vikuskiftið spældu
Rúni Weihe og Bárður B.
Mikkelsen
báðir
við
liðnum hjá Tromsø, sum
spældi tveir dystir í Oslo.
Leygardagin móti Lier,
sum er nýtt lið í bestu
norsku deildini, og hend-
an dystin vann Tromsø 3-
1. Sunnudagin spældu
teir so móti Oslo Volley,
og hesa ferð gjørdist talan
um tryggan 3-0 sigur.
Og eisini í Danmark
spældi ein føroyskur úti-
seti. Juanna S. Joensen er
aftur í ár partur av liðnum
hjá SK Århus, og tær
spældu leygardagin móti
Frederiksberg
Volley.
Hetta var ein dystur, sum
Århus helst skuldi vinna,
um tær ætla sær at verða
partur av endaspælinum í
elitubólkinum. Og tað
eydnaðist eisini at vinna
dystin. Við settúrslitunum
25-11, 25-12, 14-25 og
25-21 fekk SK Århus ein
týdningarmiklan 3-1 sig-
ur, soleiðis at tær enn eru
við í dystinum um sein-
astu seks plássini.
Við at gera sáttmála við
Allan Mørkøre og Rúna
Nolsøe, sum á myndini eru
liðfelagar, vónar AB-
formaðurin, at teirra lið fær
tilført bæði impulsir og
royndir