mikudagur 2. februar 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 22 - 2. februar 2000
JOHN JOHANNESSEN
– Uppskotini hjá Fólka-
flokkinum og Javnaðar-
flokkinum um broytingar í
ríkisrættarligu
støðuni
renna saman, og tað sama
er við uppskotinum hjá
Sambandsflokkinum.
Tí
síggi eg størstan møguleika
fyri breiðari semju um ríkis-
rættarliga spurningin mill-
um Fólkaflokkin, Javnaðar-
flokkin og Sambandsflokk-
in.
Trúgvi F. Guttesen, næst-
formaður í Sambandsflokk-
inum, er samdur við Atla
Hansen í, at Sambands-
flokkurin eigur at vera við í
arbeiðinum at fremja broyt-
ingar í rískisrættarligu støð-
uni. Men hann er ikki eins
bersøgin, sum floksfelagin
úr Gøtu.
Atli Hansen segði í við-
merking í Dimmalætting og
Sosialinum í gjár , at leiðsl-
an í Sambandsflokkinum er
ein meinbogi fyri at finna
loysn
á
ríkisrættarliga
spurninginum. Tí mælti
hann til at leiðsla floksins
verður skift út á komandi
landsfundi, so hon ikki
longur verður ein forðing
fyri, at besta loysnin, floks-
ins vegna, verður funnin á
ríkisrættarliga økinum.
Øll mál kunnu
yvirtakast
Trúgvi F. Guttesen vil ikki
gera stórvegis viðmerkingar
til viðmerkingina hjá Atla
Hansen. Men hann sigur tó,
at hann aldri hevur merkt,
at Edmund Joensen hevur
verið ein forðan fyri at finna
eina loysn á ríkisrættarliga
spurninginum. Tvørturímóti
vísir Trúgvi F. Guttesen á,
at Edmund Joensen virkin
var við í bólkinum, ið ar-
beiddi við at gera uppskotið
»Nýggjar Tíðir«.
– Sjálvsagt kann Sam-
bandsflokkurin vera við til
at finna eina góða loysn á
spurninginum um ríkisrætt-
arligu viðurskiftini, og eing-
in forðing er fyri, at vit
kunnu vera við í einari
semju ímillum Fólkaflokk-
in, Javnaðarflokkin og Sam-
bandsflokkin.
Næstformaður floksins,
Trúgvi F. Guttesen, vísir á,
at tað í grein eitt í stevnu-
skrá
Sambandsfloksins
stendur, at Sambandsflokk-
urin er altíð til reiðar at gera
tær stjórnarligu broytingar,
ið tæna fólkinum best. Hann
leggur afturat, at uppskotið
frá Sambandsflokkinum ger
hetta.
– Hetta vísir okkum jú, at
tað er lítið og einki, ið forð-
ar fyri, at vit kunnu vera við
í einari semju saman við
Javnaðarflokkinum
og
Fólkaflokkinum.
Trúgvi F. Guttesen vísir
tó á, at Javnaðarflokkurin í
sínum sjálvstýrisuppskoti
sigur, at Føroyar og Dan-
mark skulu samstarva sum
tvey sjálvstøðug lond í ríkis-
felagsskapi. Men Sam-
bandsflokkurin heldur tað
ikki bera til hjá okkum at
vera fullkomiliga sjálvstøð-
ug í einum ríkisfelagsskapi.
Tó ásannar hann, at tað er
so nógv, sum kortini ber til
í politikki, og tí heldur hann,
at semja kann finnast við
Javnaðarflokkin um málið.
Hinvegin heldur hann
nógv longri vera ímillum
Javnaðarflokkin og Tjóð-
veldisflokkin í hesum máli.
Breiður flokkur
Trúgvi F. Guttesen ásannar,
at fólk í Sambandsflokkin-
um eru ójøvn á máli um
Næstformaður Sambandsfloksins, Trúgvi F. Guttesen, heldur, at ein semja millum
Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin í ríkisrættarliga spurninginum
hevði verið tann besta
Beiða semjan finnst millum
Fólkaflokkin og andstøðuna
Trúgvi F. Guttesen, næstformaður Sambandsfloksins,
heldur besta møguleikan fyri breiðari semju í spurnigni-
num um ríkisrættarligu støðuna vera millum Sambands-
flokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin
Leiðslan eingin forðing
Lisbeth L. Petersen, tinglimur Sambandsfloksins, heldur tað vera gott við kritikki, men ikki slík-
um, sum Atli Hansen vísti á í bløðunum í gjár
JOHN JOHANNESSEN
– Eg haldi tað vera óheppi,
at Altli Hansen fer út í eitt
alment kjak um leiðslu sam-
bandsfloksins. Hetta er ein
spurningur, ið eigur at verða
viðgjørdur á landsfundi.
Hetta segði Lisbeth L.
Petersen, tingkvinna Sam-
bandsfloksins, við útvarpið
á middegi í gjár í sambandi
við atfinningarnar hjá Atla
Hansen í bløðunum ímóti
leiðslu Sambandsfloksins.
Lisbeth L. Petersen er,
sambært útvarpstíðindun-
um, ikki samd við Atla
Hansen í, at leiðsla floksins
forðar fyri menning. Hon
segði tvørturímóti við út-
varpið, at Sambandsflokk-
urin virkar væl, og at ar-
beiðið í tingbólkinum virkar
betur enn í undanfarna val-
skeiði.
– Eg veit ikki um nakað
ríkisrættarligu viðurskiftini.
Hann sigur, at Sambands-
flokkurin er ein breiður
flokkur, men tó er felags-
nevnarin fyri limirnar, at øll
ynskja at varðveita ríkis-
eindina.
– Hetta merkir kortini
ikki, at vit ikki vilja hava
broytingar. Full semja er
um, uppskotið, sent varð út,
og eg má siga, at eg eri
keddur av, at tað ikki hevur
eydnast at funnið eina
semju við Javnaðarflokkin
í ríkisrættarliga spurningin-
um, sigur næstfomaður
Sambandsfloksins.
ætlað formansskifti í Sam-
bandsflokkinum, men tað
sær kortini út til, at summi
ynskja hetta. Men eg haldi
tað vera skeivt at fara í bløð-
ini at skriva um hetta, eins
og Atli Hansen ger, tí tað
kann skaða flokkin, segði
Lisbeth L. Petersen við út-
varpið í gjár.
Nú leikar aftur hart á formann Sambandsfloksins, sum í 1998 vann stríðið móti m. a.
Atla Hansen, Bjørn á Heygum, Johs. Martin Olsen og Suna Jacobsen
Lisbeth Petersen, ting-
kvinna Sambandsfloksins
heldur, at kritikkurin hjá
Atla Hansen heldur átti at
verið positivur
Virkisbygningur til leigu
Bygningurin hevur tvær hæddir sum kunnu leigast saman ella hvør
sær. Hvør hæddin er uml. 150 fermetrar. Bert vinnulig útleigan.
Tekningar og myndir finnast á: http://www.algonet.se/~recovery
Carl August Arge, tel./fax: +46 650 21 700;
e-post: recovery@algonet.se
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Viðmerking:
Hvat vil sam-
bandsflokkurin?
TAÐ eru hørð orð, ið fella í hesum døg-
um, frá høgtstandandi sambandsmonn-
um um teirra egnu floksleiðslu ella rætt-
ari formannin Edmund Joensen. Í einum
sera bersøgnum brævi, sum verður prent-
að í Sosialinum í gjár, ger fyrrverandi
tingmaðurin í flokkinum Atli Hansen bart
og biðjur formannin í flokk-inum leggja
frá sær. Hetta er ikki nøkur nýggj tala, tí
sami persónur hevur áður víst á ónøgd
sína við floksformannin. Tað nýggja er tó,
at hesaferð tengir fyrrverandi sambands-
tingmaðurin tørvandi formansevnini sam-
an við spurninginum um ríkisrættarligu
støðu Føroya.
TAÐ hevur eisini undrað mong, at for-
maðurin í sambandsflokkinum nú í longri
tíð hevur brúkt so nógvar kreftir uppá at
leggja eftir hinum andstøðuflokkinum,
Javnaðarflokkinum. Hví hevur hann ikki
heldur brúkt tíð og orku uppá landsstýrið
verður spurt? Um so er at formaðurin í
Sambandsflokkinum bara hugsar taktiskt
og brúkar alla orkuna uppá at fáa hendur
á nøkrum av sambandsatkvøðunum í
Javnaðarflokkinum, so er øll orsøk til at
tala at. Tí hóast ein flokkur sjálvur hevur
brúk fyri at „hugsa um atkvøðurnar“, so
má tað vera eitt minstakrav til ein demo-
kratiskt valdan flokk, at hann rekur politikk
heldur enn at reka taktikk.
SAMBANDSFORMAÐURIN átti eisini at
vitað, at tað tænir neyvan einum møgu-
ligum framtíðar samstarvi við Javnaðar-
flokkin at gera hann til skotskivu í einum
og øllum. Hetta hava vit sæð Sjálvstýr-
isflokkin gera nú í eina tíð, og hetta fer
ein tileinkisgjørdur Sjálvstýrisflokkur helst
eisini at kenna sviðan av eftir næsta val.
Ikki tí - flokkar eiga ikki undan einum vali
at avskriva samstarvsmøguleikar. Men
kortini má sigast, at Sjálvstýrisflokkurin
hevur borið seg ómetaliga skitið og ljótt
at móti Javnaðarflokkinum síðani síðsta
val. Spurningurin er tí, um Sambands-
flokkurin ætlar sær at halda fram at ganga
í fótfetum Sjálvstýrisfloksins við tess hetz
móti Javnaðarflokkinum.
JAVNAÐARFLOKKURIN hevur valt at
lurta og geva sítt íkast til ein framtíðar
útvikling á tí ríkisrættarliga økinum. Og
tað er rætt, hóast tað uttan iva eisini eru
ymiskar meiningar millum javnaðarfólk um
hesa gongd. Men flokkurin hevur so valt
at hugsa um politikk heldur enn um tak-
tikk. Og tað kundi eitt nú sambandið lært
av.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
kæra dóttir, móðir, vermóðir og omma okkara
BJØRG MATRAS
Tórshavn
andaðist 30. januar, 64 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju mikudagin kl.
13.00.
Martha,
Marna, Erla og Kára
✝
Kunngjørt verður ætt, vinum og kenningum, at kæri
maður mín, bróðir og svágur okkara
ALVI OLSEN
ættaður úr Leirvík, búsitandi í Tórshavn
fór heim til Harran mánadagin 31. januar 2000, 62
ára gamal.
Farið verður úr Landssjúkrahúskapellinum miku-
dagin kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer hósdagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Dina
Tey, ið ynskja at senda blómur ella krans, kunnu senda eina
gávu til Zarepta, konto í peningastovnunum.
✝
Oljuhavn á Sundi???!!!
Eg síggi í Sosialinum í dag,
har blaðstjórin hevur viðtal
við Poul Mohr. Tað er eing-
in loyna, at Poul Mohr er
íðin forsprákari fyri oljuút-
gerðarhavn á Sundi. Eisini
verður Havnin nevnd sum
eitt alternativ.
Eingin kann lasta Poul
Mohr fyri at vilja hava virk-
semi av eini slíkari havn í
miðstaðarøkinum, tí tað er
har hann býr og hevur sítt
ivrki, men tá maðurin brúk-
ar so skitin vápn, sum hann
ger í Sosialinum leygardag-
in, har hann beinleiðis lýgur
um bæði Drelnes og Skála-
fjørðin, tá verður tað ovboð-
ið.
Rætt er tað, at Smyril ikki
legði at á Drelnesi fríggja-
kvøldið, tí ódnarveður var,
men leygarmorgunin sigldi
hann aftur av Drelnesi. Tað
ber altíð til at sleppa á land
í Suðuroynni, líka mikið
hvussu veðrið leikar í, tí vit
eiga teir bestu firðir í land-
inum. Alternativið er, at
Smyril kann leggja at á
Gomlukaj, og skuldi tað
gingið heilt gali, so hava vit
eisini Vág, sum eitt annað
alternativ.
Nú eg nevni Vág, kann eg
upplýsa, at eini tíggju fiski-
skip norðanfjørðs lógu
leygardagin á Vágsfirði og
krokaðu. Har var púra kyrt,
meðan havaldurnar uttan-
fyri vóru fleiri metrar høgar.
Tað sá út sum ein stórbýur
uttanfyri molan um kvøldið.
At tað skuldi vera fínt at
liggja hjá skipum inni á
Sundi ljóðar ógvuliga løgið,
tí skip kunnu ikki liggja har,
tá logn er. Hann kann bara
spyrja á Smyril-Line, hví
Norrøna ikki kundi liggja á
Sundi, og samstundis spyrja
hvussu nógvar endar hon
sleit, og tað var í góðum
veðri. Sund hevur heldur
einki alternativ, tí Havnin er
heldur einki kyrrupláss.
Leygardagin sleit Smyril
tríggjar trossar, sjálvt um
hann lá við bæði høvuðs-
maskinunum bóvskrúvuni í
gongd. Skiparin var í dýr-
astu neyð, men lukkutíð
kom stundin, tá skipið
skuldi sigla, og vandin var
av. Eisini mátti Mýlingur
ríma, sum lá framman fyri
Smyrli.
Mær er fortalt frá álítandi
keldu, at lendingin á Sundi,
er í so ringum standi, tí hon
stendur til at rapa út á fjørð-
in. Hon er heldur ikki bygd
til
oljuútgerðarhavn,
tí
dekkið lúkar als ikki tey
krøv, sum ein slík havn
eigur at hava.
Nei eg sigi sum ein ávísur
maður einaferð segði, at
havnin í Havn verður ong-
antíð góð, fyrr enn hon
verður »hermetiskt lukk-
að«, og tað sama kann sig-
ast um lendingina inni á
Sundi.
Kai Vágfjall
MR-skannarin tikin í nýtslu
Nýggi magnetskannarin, Landssjúkrahúsið fekk til gávus í 1998, er nú tikin í nýtslu
JOHN JOHANNESSEN
Umsíðir er nýggi magnet-
skannarin á Landssjúkra-
húsinum tikin í nýtslu.
Landssjúkrahúsið
fekk
skannaran til gávus frá
Tryggingarfelagnum Føroy-
ar á heysti 1998, tá Trygg-
ingarsambandið varð lagt
um til alment parafelag.
Men orsakað av trongu
hølisviðurskiftunum
á
Landssjúkrahúsinum, bar
ikki til at fáa skannaran sett-
an upp fyrr enn stutt fyri jól
í 1999. Neyðugt var við um-
fatandi umbyggingum á
røntgendeildini,
áðrenn
skannarin kundi setast upp.
Í januar hava starvsfólkini
á røntgendeildini lært seg at
brúkt skannaran. Hetta hava
tey gjørt við at kanna hvørt
annað. Mn nú er tey klár at
lata sjúklingarnar sleppa
framat.
Kanningin við einum
MR-skannara fer fram á
tann hátt, at sjúklingurin
verður lagdur á eitt borð í
einari 13 tons tungari magn-
et.
Tá sjúklingurin er komin
at liggja, verða rediobylgjur
sendar inn í sjúklingin.
Radiobygjurnar verða síð-
ani steðgaðar, og fer sjúk-
lingurin sjálvur tá at senda
út radiobylgjur. Hesar verða
móttiknar av einari antennu,
haðani signalini fara inn á
eina teldu, sum ger myndir
av kannaða økinum.
Kanningin
við
MR-
skannaranum er heldur
drúgv. Tað tekur umleið ein
tíma at verða kannaður, og
alla hesa tíðina skal sjúk-
lingurin liggja stillur.