mikudagur 2. februar 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 23 - 3. februar 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Hann ið tegir
hann samtykkir
Lesarabræv:
Mikið rok hevur staðist av, at konservativi
flokkurin í Eysturíki hevur gjørt av at taka
víðgongda høgraflokkin hjá Jörg Haider við
í nýggju stjórnina, sum verður skipað eftir
valið, har nær um triðingurin av eysturrísku
veljarunum valdu víðgongda høgraflokkin.
ES-londini hava gjørt vart við sína ónøgd
við, at ein so víðgongdur og fremmanda-
hatskur høgraflokkur skal koma til valdið í
Eysturríki, og tey hótta við tiltøkum. Kortini
eru nógvar røddir frammi, sum siga, at tað
er eysturríkska fólkið, ið ger av, hvør skal
stýra landinum. Og rætt hava tey í tí —
men bara til eitt vist.
Fara vit 67 ár aftur í tíðina, so hendi tað
sama í Týsklandi. Ein víðgongdur høgra-
politikkari vann fram við sínum flokki, ið
hevði somu sjónarmið, sum flokkurin hjá
Jörg Haider: Adolf Hitler og naziflokkur
hansara. Eins og í Eysturríki í dag kom
hann til valdið saman við konservativa flokk-
inum - eftir eitt demokratiskt val.
Hitler fekk makt sum hann hevði akt - og
restina av søguni kenna vit.
Nú vilja kanska fleiri okkara siga, at hetta
er so langt síðani, at hetta fer ikki at endur-
taka seg. Men søgan endurtekur seg. Vit
mugu endiliga ikki halda, at demokratiið í
Evropa er komið yvir allar barnasjúkurnar.
Vit hava øll verið vitni til meiningsleysa
stríðið á Balkan, har medborgarar okkara -
hóast demokratiskt óbúnari - hava dripið
frá hond, meðan »framkomnu demokrat-
isku« grannalondini stillisliga hava hugt -
og fleiri teirra birt undir eldin við at selja
vápn.
Annars kunnu vit bara nevna Norðurírland,
gamla Sovjettsamveldið og Ísrael sum dømi
um lond, har dráp og fremmandahatur er
gerandiskostur.
Hugsjónarfelagi Haiders, Pinochet, ið hev-
ur fleiri túsund mannalagnur á samvitsk-
uni, hevur verið afturhildin í Onglandi sein-
asta árið. Men stjórnin hjá Tony Blair hevur
nú prógvað, at hugsjónin ikki er so sterk,
sum vit høvdu hildið og vónað. Bretsku
sosialistarnir hava hesa vikuna prógvað, at
politikkur og hugsjónir ikki sampakka.
Í staðin fyri at lata hópdrápsmannin fyri ein
dómstól, senda teir hann heimaftur til Chile,
so hann kann liva restina av ævi síni í tign,
heldur enn at lata rættvísi tala.
Pengar og vald sampakka. Pengar lukta
ikki. Men hann, ið tegir, hann samtykkir…
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara
elskaða mamma, omma og vermóðir
BORGHILD KRISTIANSEN
doyði og varð jarðað.
Tøkk til starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum. Ein
serstøk tøkk til starvsfólkið á dagstovninum á Lágar-
garði.
Tøkk fyri blómur og kransar og tøkk til tykkum
øll, sum hjálptu til og fylgdu henni til hennar sein-
asta hvíldarstað.
Elin, Jón, Belinda og Rebecca
Tøkk
Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt vístu okkum
samkenslu og hjálptu til, tá ið góða mamma okkara
OKTAVIA HOLM
Tórshavn
doyði og varð jarðað, takka vit hjartaliga.
Hanna og Inger
Tøkk
Hugskotskapping fyri snildar hendur
Flestu fólk putlast í frítíðini
heima við alskins uppgávur.
Fæst ikki rætta loysnin til
keyps, er oftani ikki mark
fyri hugflogi, tá hugt verður
eftir, hvussu hesa ruppgávur
verða loystar - stórar sum
smáar. Útyvir gleðina at
skapa nakað sjálvur, er nú
eisini møguleiki fyri at
verða við í hugskotskapping
við tílíkum snildum loysn-
um. Byggekram-handils-
ketan útlovar eitt gávukort
áljóðandi 25.000,- kr. til
besta hugskotið.
Kappingin er háttað so-
leiðis, at luttakararnir skulu
greiða frá sínum hugskoti,
annaðhvørt við einari tekn-
ing ella bert við at skriva
eina frágreiðing á pappír.
Eitt krav er tó sjálvsagt, at
hugskotið er so væl frá-
greitt, at tað er skilligt fyri
lesaran og er møgulgit at út-
føra. Hugskotið kann av-
leverast í øllum Bygge-
kram-handlum í Danmakr
og hjá P/f Havnar Tim-bur-
handli í Føroyum. Møgu-
leiki er eisini at senda hug-
skotið til heimasíðuna hjá
Byggekram á internetinum.
Kappingarreglurnar kunnu
síggjas tí somu handlum og
á www.byggekram.dk.
Bestu hugskotini verða
loypandi løgd inn á heima-
síðuna, har øll áhugaði
kunnu fylgja við og njóta
tey mongu hugvekjandi
dømini.
»Byggekram hevði eina
tilsvarandi kapping fyri
trimum árum síðani, og
undirtøkan var sera stór«,
sigur Jógvan Jørgensen úr
Havnar
Timburhandli.
»Fleiri hundrað sera góð
hugskot komu inn, og hesin
streymur helt áfram til langt
eftir, at kappingin var lðug.
Tey bestu av hesum hug-
skotum eru partur av teim-
um yvir 100 góðu ráðum og
vegleiðingum til hús og
urtagarð, sum heimasíðan
inniheldur. Kappingin tá
varð ikki hildin í Føroyum,
tí eingin føroysk fyritøka
var limur í Byggekram. Í
november 1998 gjørdist
Havnar
Timburhandil
limur, og vit ætla tí at royna
hugflogið
hjá
føroy-
ingum«.
Vinnarin síðstu ferð varð
upphavsmaðurin til hug-
skotið um »Villa Skraldely«
- ein lítil skúrur bygdur til
ruskíløt sum samstundis
pyntar í umhvørvinum.
Fyri uttan fyrsta vinning-
in áljóðandi 25.000,- kr. eru
12 aðrir vinningar, sum eru
12 Black % Decker battarí
borimaskinur, ið hvør er
verd umleið 1400,- kr. Síðsta
innlatingarfreist av hugskot-
um er leygardagin 5. februar
2000.
Áheitan
Gjørdist ikki sørt skelkaður,
tá eg las í Sosialinum 22.
januar, har greitt var frá, at
okkara klóku høvd rýma av
landinum.
Vil tí her koma við einari
inniligari áheitan til rætta
viðkomandi um at geva
Magna Laksafoss ta løn,
hann sigur seg vera verdan,
so at hann ikki noyðist til
Grønlands at arbeiða.
Tað er bæði synd og
skomm at lata ein ungan
serfrøðing við hansara
vitan gleppa okkum soleiðis
av hondum.
Vinarliga
John Berg
Yvirskriftin kundi misskiljast
Blaðið skal gera vart við, at tað ikki vóru orðini hjá
Magnusi Magnussen, tekniska leiðara á SL, sum vóru
í yvirskriftini á forsíðuni í blaðnum í gjár, men orðini
hjá Henriki Old, tingmanni. Magnus Magnussen eigur
koritni orðini í greinini inni í blaðnum
blaðstjórin
Framgongd í P/F Trygd
Trygd hevur í 1999 í mun
til árið fyri tvífaldað trygg-
ingarinntøkuna úr 5,0 mió.
kr. til 10,3 mió. kr.
Havandi í huga, at felagið
tók virksemið uppaftur so
seint sum í februar 1998 og
í tí fyrsta árinum bara tekn-
aði sethúsa- og familju-
tryggingar, heldur nevndin
gongdina vera nøktandi. Í
1999 hevur Trygd sum
kunnugt víðkað um tænast-
urnar, soleiðis at felagið nú
eisini teknar biltryggingar,
ferðatryggingar og vinnu-
lívstryggingar.
Virkisgrundarlagið er enn
ikki nóg mikið fyri at rinda
teir kostnaðir, ið bundnir eru
at rakstrinum hjá felagnum.
Trygd hevði 3,7 mió. kr. í
tryggingartekniskum halli á
vanliga rakstrinum í 1999
móti 5,6 mió kr. árið fyri.
Tað samlaða úrslitið fyri
1999, áðrenn eykainntøkur
og -útreiðslur og skattur eru
roknað, er 1,9 mió. kr. í halli
í mun til 5,0 mió. kr. í hallí
í 1998. Eykainntøkurnar eru
0,4 mió. kr. (netto). Í upp-
hæddini eru 1,1 mió. kr. í
vinningi í sambandi við søl-
una av ognini Bryggjubakki
22.
Trygd hevur sum avleið-
ing av samanleggingini við
VB Holding, sum hevði
munandi óskattaðar burtur-
leggingar í íløgugrunn-
inum, kunnað nýtt eitt hall
framflutt síðani 1995. Í
sambandi við samanlegg-
ingina hevur Trygd á henda
hátt minkað tann útsetta
skattin, ið hvílir á felag-
num, við 1,9 mió. kr.
Úrslitið hjá Trygd gjørd-
ist eftir hetta 0,5 mió. kr. í
nattoavlopi í 1999, móti
einum halli á 6,9 mió. kr. í
1998.
Við ársenda 1999 er eg-
inognin 53 mió. kr.
Roknskapurin
verður
lagdur fyri ársaðalfundin hjá
Trygd til góðkenningar, ið
er innkallaður at verða tann
9. februar 2000.
Aðalfundurin verður ann-
ars tann seinasti av sínum
slag. Høvuðspartaeigarin í
Trygd, P/f Føroya Banki,
sum eigur meiri enn 96 pst.
av partapeninginum, hevur
gjørt av at innloysa minni-
lutapartaeigararnar
eftir
reglunum um hetta í parta-
felagslógini. Innloysingin
verður 31. mars 2000, sigur
Trygd í tíðindaskrivi.
Uppritið verður almannakunngjørt
Landsstýrið er sinnað at almanna-
kunngera uppritið til samráðingarnar
við donsku stjórnini, so skjótt uttan-
landsnevndin vil
JOHN JOHANNESSEN
– Landsstýrið sær ongan
trupulleika í at almanna-
kunngera upprtið. Vit eru
samd um, at so opinleikin í
málinum um ríkisrættarligu
støðuna skal vera so stórur,
sum møguligt.
Hetta sigur Høgni Hoy-
dal, eftir mongu atfinning-
arnar á tingfundinum fyrra-
dagin um, at uppritið til
uttanlandsnevndina viðvíkj-
andi samráðingunum við
donsku stjórnina um ríkis-
rættarligu støðu Føroya er
stemplað í trúnaði.
Landsstýrið hevur fyrr
víst á, at tað er umráðandi,
at upprtitið verður viðgjørt
í trúnaði. Grundgevingin
fyri hesum var, at vit skjótt
skulu til samráðingar, og tí
er
týdningarmikið,
at
danska stjórnin ikki fær
frænir av útspæli føroyinga
í úrtíð.
Men nú er vent í holuni.
Uppritið verður almanna-
kunngjørt so skjótt formað-
urin í uttanlandsnevndi,
Hergeir Nielsen, hevur givi-
ð grønt ljós fyri hesum.
Uttanlandsnevndin hevði
sín fyrsta veruliga fund um
uppritið í gjár. Sum Sosial-
urin skilir, varð á hesum
fundi gjørt av at ganga
mongu áheitanunum frá
tinglimum á møti og lata
øllum 32 tingmonnunum
uppritið. Tó er enn ikki heilt
greitt, um uppritið í fyrstu
atløgu verður latið tinglim-
unum í trúnaði, ella tað
verður almannakunngjørt
beinan vegin.
Tó er heilt greitt, at al-
menningurin um stutta tíð
fær at síggja innihaldið í
nógv umtalaða loyniliga
uppritinum. Høgni Hoydal
sigur, at landsstýrið bert
bíðar eftir, nær formaður
uttanlandsnevdarinnar held-
ur tíðina vera búna til hetta.
Spurningurin í hesum
sambandi er, um okkara
samráðingarstøða ikki vikn-
ar, tá uppritið verður al-
mannakunngjørt og danska
stjórnin sostætt eisini fær
fatur á tí. Men tað heldur
Høgni Hoydal ikki.
– Sjálvur samráðingartak-
tikkurin verður sjálvsagt
ikki almannakunngjørdur,
sigur Høgni Hoydal og
leggur afturat, at landsstýrið
Um ikki so langa tíð verður tað ikki bert uttanlandsnevndin, men eisini vanligi føroyingurin, ið sleppur at lesa
uppritið til ríkisrættarligu samráðingarnar
Trýr enn upp á semju
í uttanlandsnevndini
Útmeldingarnar frá Sambandsflokkinum og Javnaðar-
flokkinum um, at besta semjan um ríkisrættarligu viður-
skiftini verður funnin millum andstøðuflokarnar og Fólk-
aflokkin, ræða ikki Høgna Hoydal
JOHN JOHANNESSEN
Høgni Hoydal, varaløgmað-
ur og undangongumaðurin
í fullveldismálinum, trýr
ikki upp á aðra semju í full-
veldismálinum, enn hana, ið
funnin verður í uttanlands-
nevndini.
– Eg lati meg ikki skaka
av tí, sum ávísir limir í ávís-
um flokkum í løtuni rópa
upp í panikki. Eg gangi út
frá, at uttanlandsnevndin ar-
beiðir seriøst, og trúgvi eg
tí uppá, at nógv umtalaða
breiða semjan verður funnin
í uttanlandsnevndini.
Høgni Hoydal heldur tað,
sum fólk í løtuni varta upp
við í fjølmiðlunum um full-
veldismálið, vera óseriøst.
– Rópst verður upp um,
at tað er skeivt, at málið er
latið uttanlandsnevndini í
trúnaði. Hetta haldi eg bert
verður gjørt fyri at hava
okkurt at finnast at. Tað er
heilt vist, at fólk eisini
høvdu rópt upp um, at tað
var skeivt, um uppritið ikki
var latið í trúnaði.
– Men hóast ógvulsiga
tosið, trúgvi eg enn uppá,
at málið fær ein góðan enda.
Vit skulu minnast til, at tað
hvørki verða Trúgvi F.
Guttesen ella Høgni Hoy-
dal, ið koma at avgera lagn-
una hjá føroya fólki.
Høgni Hoydal vísir á, at
tað í fyrstu atløgu verða allir
tinglimirnir og síðani alt
føroya fólk, ið kemur at taka
endaligu niðurstøðuna í
fullveldismálinum.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður
kortini fer at vera so opið,
sum møguligt fyri føroya
fólki í málinum um ríkis-
rættarligu støðuna.
GRILLKVØLD
Á HOTEL FÖROYUM
Fríggjakvøldið 04. feb.
og leygarkvøldið 05. feb.
Borðbílegging á
tel. 317500
Eisini fæst
bílig gisting
Sosialurin - 311820
Tel. 317500
TIL MATNA
•Grillaðar kongarækjur á spjóti
v/rísi og salati
•Grillaður búffur og lambssneið
v/grønmeti og Choronsós
•Sjokolátaterta v/bromberum
Stórt sjálvtøkusalatborð við
ymiskum dressingum og eplum
Kostnaður
kr. 225.-