Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 22 - 2. februar 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 22 - 2. februar 2000 Kjaftbandið skal loysast Samgongumaðurin Sámal Petur í Grund heldur, at Strandferðslan og heilsuverkið skulu raðfestast hægri enn yvirskotið á fíggjarlógini EYÐUN KLAKSTEIN Formaðurin í Sjálvstýris- flokkinum mælir nú til, at fleiri pengar verða játtaðir til Strandferðsluna og heilsuverkið. – Strandferðslan og heilsuverkið hava tað verri enn likviditeturin hjá lands- kassanum í løtuni, sigur Sámal Petur í Grund. Tí mælir hann til, at fleiri pengar verða játtaðir til hesi. Í heilsuverkinum mangla pengar til rakstur og íløgur. Fólk skulu sigast upp á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og á hinum báðum sjúkrahúsu- num í landinum verður eis- ini mett, at játtanin er ov lítil. Trupulleikarnir hjá Strandferðsluni eru væl kendir. Skipini eru ov fá, ov gomul og í ringum standi, og aðra staðni í blaðnum sigur tekniski stjórin á Strandferðsluni, at tað í løt- uni er ógjørligt at loysa upp- gávuna, sum liggur á stovn- inum. Samstundis fær Strand- ferðslan ikki ta játtan, hon hevur fyri neyðini, og løg- tingið hevur sagt korta nei til at hækka ferðaseðlaprís- irnar. Tí heldur tingmaðurin hjá sjálvstýrisflokkinum, at bara ein loysn er á trupul- leikanum, og tað er at brúka fleiri pengar av væntaða yvirskotinum hjá landskass- anum til neyðugar íløgur og rakstur hjá Strandferðsluni. – Trupulleikarnir er átrok- andi. Vit skulu hava góða samferðslu millum oyggj- arnar, men nú er vandi á ferð, tí flotin er niðurslitin. Eg royndi fyri tveimum ár- um síðani at fáa politikk- arnar at skilja støðuna, men tað varð einki gjørt við trup- ulleikan, og nú er støðan bara enn verri, sigur Sámal Petur í Grund. Strandferðslan størri týdning Politikkurin hjá samgong- uni er at halda aftur á út- reiðslusíðuni og heldur tryggja eitt trivaligt yvirskot á fíggjarlógini. Hetta hevur samband við fullveldispoli- tikkin hjá samgonguni. Tað verður mett, at yvir- skotið á fíggjarlógini fyri 1999 verður omanfyri 500 milliónir krónur, og fyri ár 2000 verður roknað við ein- um yvirskoti omanfyri 400 milliónir. Samanlagt eitt yvirskot upp á eina milliard krónur í tvey ár, og tað er landsstýrismaðurin við fíggjarmálum errin av. Men nú hoyrast aðrir tón- ar í samgonguni, og av- gjørda støðan hjá Tjóðveld- isflokkinum og Fólkaflokk- inum fær eitt mótspæl frá triðja flokkinum í samgong- uni. – Vit skulu raðfesta Strandferðsluna og heilsu- verkið hægri enn eitt yvir- skot á fíggjarlógini, sigur Sámal Petur í Grund. Hann heldur, at tað er brá- neyðugt við endurnýggjan av strandferðsluflotanum, og í løtuni er einasta loysnin á trupulleikanum, at fleiri pengar verða latnir Strand- ferðsluni. Bjarni heldur fast Nýggja frágreiðingin hjá Búskaparráðnum mælir annars frá at økja um al- mennu útreiðslurnar. – Ógvuliga stórt trýst er á politikkarunum at játta pening til útreiðslur og íløg- ur, men her er avgerandi neyðugt, at teir klára at standa ímóti, verður sagt í frágreiðingini. Vit royndu at fáa eina við- merking frá Bjarna Olsen, formanni í Búskaparráð- num, í gjár, men tað eydn- aðist ikki. Formaðurin í fíggjar- nevndini hjá løgtinginum, Bjarni Djurholm, tekur und- ir við niðurstøðuni hjá Bú- skaparráðnum. – Tað er umráðandi, at vit nú halda fast á útreiðslu- síðuni, so vit sleppa undan meirjáttan í ár, sigur fólka- floksmaðurin. Hann heldur, at tað er til- trongt, at politikkararnir gera upp við seg sjálvar, hvør ætlanin við Strand- ferðsluni er. – Tað er ein spurningur um partar av Strandferðsl- uni ikki skulu privatiserast. Tað kann loysa trupulleik- an, nú Strandferðslan ikki sleppur at virka eftir markn- aðartreytum. Tað er ein pol- itisk fadesa, at løgtingið hevur álagt Strandferðsluni at reka ávísar leiðir, sigur Bjarni Djurholm. Vit skulu raðfesta Strandferðsluna og heilsuverkið hægri enn eitt yvirskot á fíggjarlógini, sigur Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýrisflokkinum Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo SKçLA êTRîTTARFELAG Skála Ítróttarfelag bjóðar øllum gentum og dreingjum til innandurakapping í fótbólti í Ítróttarhøllini á Skála vikuskifti 5. - 6. februar Aldursbólkar: 1. Unglingar føddir/ar 1981-1983 2. Dreingir - 1984-1985 3. Smádreingir - 1986-1987 4. Piltar - 1988-1989 5. Smápiltar - 1990-1991 6. Pinkulingar - 1992 og seinni 7. Gentur 14-17 ár - 1983-1985 8. Smágentur - 1986-1987 9. Gentur 10-12 ár - 1988-1989 10. Pinkur - 1990 og seinni CUP 2000 Sosialurin - 311820 Á hvørjum liði eru fimm leikarar. Í deildunum gentur 14-17 ár, dreingir og unglingar eru bert fýra leikarar. Loyvt er at hava ein skiftisleikara. Luttøkugjaldið er kr. 200,- fyri liðið. Liðini skulu hava fótbóltsnøvn t.d. Manchester United, FCK, HB. Eins og undanfarin ár stuðlar FØROYA BANKI kapping- ini við at lata heiðursmerki til trý tey bestu liðini í hvørjum aldursbólki. Seinasta freist at boða luttøku er mikudagin 2. februar kl. 20.00, á tel. 441258, 449906, 444584 ella 282574. Arbeiðsloysi minkar og meðal útgjaldi veksur Seinastu árðini er virksemið í samfelagnum økt munandi, og økta ferðin á bú- skapinum speglast í hagtølunum hjá arbeiðsloysisskipanini Talið á arbeiðsleysum hevur verið støðugt minkandi, tó so, at tað svingar nakað yvir árið. Í 1997 vóru millum 1.700 og 1.100 fólk arbeiðs- leys, alt eftir tíðarskeiði- num. Í fjør lá talið millum 1.100 og 700. Hinvegin er miðal út- gjaldið frá ALS til tann ar- beiðsleysa økt úr uml. 2.700 til uml. 3.100 kr fyri hvørt 14 daga skeið, ið útgoldi verður fyri. At útgjaldið er økt kemst av, at tann ein- staki arbeiðsleysi er stytri inni í skipanini, og tí hevur eitt hægri útrokningsgrund- arlag. Inn at venda Gongdin er sostatt tann, at færri eru arbeiðsleys, og tey sum gerast arbeiðsleys, koma so at siga bert inn í skipanina at venda, tí tey finna rættuliga skjótt eitt nýtt starv. Tí er spurningurin, um tíðin ikki er komin til, at útgjaldsskeiðið verður stytt niður. Ein slík broyting er lættast at fremja, tá tíðirnar eru góðar, og arbeiðsloysi lítið. Vert er at vísa á, at allar kanningar vísa, at eitt ov Úr Løg- tinginum langt stuðulsskeið ávirkar evnini hjá tí einstaka at finna fótafestið aftur á ar- beiðsmarknaðinum, skrivar Vinnuhúsið. Endamálið við kanningini er at fáa eina mynd av støð- uni í dag, við atliti til trong- ar (fløskuhálsar) og møgu- lig førleikagevandi tiltøk. Somuleiðis er ætlanin at fáa eina mynd av rákinum á ar- beiðsmarknaðinum, og við nøktandi grundgevingum vísa á, hvørjir trongar og møguleikar eru fyri framm- an. Kanningin skal ikki bert geva eina støðumynd, men skal fylgjast upp leypandi. ALS ger kanningina fyri at styrkja um vitanina, og fyri harvið at kunna ráðgeva betur, umframt at laga før- leikagevandi tiltøk til støðuna. Slíkar kanningar eru ikki gjørdar fyrr, og nú vit standa á markinum til eina møgu- liga oljuvinnu, har stórar ALS kannar arbeiðsmarknaðin Arbeiðsloysisskipanin er í gongd við at gera eina kanning av føroyska ar- beiðsmarknaðinum. Tað er Fróskaparsetur Føroya, ið skal standa fyri kann- ingini, skrivar Vinnuhúsið broytingar kunnu henda á arbeiðsmarknaðinum, er ein slík kanning av týdningi fyri samfelagið sum heild, skrivar Vinnuhúsið í tíðind- askrivi. Seinnu árini er nógv gjørt burturúr at menna skeljaal- ingina til eina nýggja vinnu í Noregi. Í altjóða høpi er vinnan stór við einari ár- ligari framleiðslu uppá 6 milliónir tons. 15% av skelj- unum verða fiskaðar, meðan hini 85% eru aldar skeljar Í tíðindaskrivi frá Vinnu- húsinum, verður sagt, at í Føroyum eru nakrar royndir gjørdar við at ala krækling, men úrslitini eru misjøvn og tað er eingin fyritøka, sum burturav fæst við at ala skjeljar. Framvið norsku strondini eru góð viðurskifti fyri aling av teimum týdningarmikl- astu skeljasløgunum. Ali- økini eru góð, hitin í sjó- num er passaligur og ongar sjúkur eru á villum skeljum. Norðmenn eru í fer við at menna vitanina innan skelj- aaling og hava gjørt eina sokallaða skeljaverkætlan. Tað vóru Hordaland fylki, Havforskningsinstituttet og Universiteti í Bergen, sum í 1994 tóku stig til verkætl- anina, sum nú er vorðin ein landsfevnandi verkætlan. Verkætlanin tekur sær av at: samskipa verkætlanir og menna vinnuna, at upp- byggja vitanina í vinnuni, at gera netverk millum vinnuna, granskarar og tað almennu fyrisitingina, at spjaða upplýsingar og at Góðar royndir við skeljaaling virka sum ígongdsetari o.l. Tvær ferðir um árið møt- ast skeljaalarar, granskarar og umsitingin og á skránni er menning av vinnuni. Sera nógv orka verður løgd í at byggja vitanina upp í øllum liðum í virðisketuni. Í løtuni arbeiður Fiskeridirektoratet og Fiskerinæringens Fælles Kompetansestyre við at ger- a skeið fyri øllum, sum søkja um loyvi at ala skeljar. Til tess at koma meir í samband við lánararnar fer Bókasavnið í Kollafirði nú at hava nøkur fyrilestrar- kvøld. Endamálið hjá einum bókasavnið er umframt at lána bøkur út, eisini at skapa og menna áhugan fyri mentanarlívinum. Tí er ætlanin framyvir regluliga at skipa fyri fyrilestrum, kvøldsetum og øðrum mentanarligum tiltøkum. Sum dømi um hetta kunnu nevnast bókmentakvøld, eitt kvøld um staðarnøvn og okkurt kvøld um fólk í bygdini, ja møguleikarnir eru nógvir. Bókasavnið er í skúlanum, og tí eru góðir møguleikar at hava tiltøk, sum savna nógv fólk. Ætlanin er at skipa so- leiðis fyri, at áhugafeløg eisini hava møguleika at leggja til rættis fundir ella fyrilestrar, sum hava teirra og íbúgvanna áhuga. Lagt verður fyri við eini fyrilestrarøð um Miðgerð. Miðgerð er kent um alt landið og hevur fostrað mangar kendar føroyingar, og nógv siga seg vera ætt- að haðani. Feløgini, sum fyrireika hesa fyrilestrarøð eru Kollafjarðar Bygdar- savn og Fornminnafelagið í Kollafirði saman við Fel- agnum fyri Ættarkanning. Fyrsti fyrilesturin í ár verður fríggjakvøldið 11. februar kl. 19.00 í skúl- anum. Tað verður Ólavur Clementsen, sum skal røða um Miðgerð - eldra part. Ættarkanningarfelagið fer eisini at greiða frá um og vísa við talvum arbeiðið at leita eftir forfedrunum. Steðgur verður við kaffi og køkum. Ein lítil fram- sýning av myndum og lut- um verður eisini. Og høvi verður eisini at seta fram spurningar. Tiltakið heldur fram hóskvøldið 9. mars. Ætl- anin er at skipa hetta kvøldið sum eina kvøld- setu við tónleiki og frá- søgn, har onkur persónur av Miðgerðaættini, ið er fluttur av bygdini, og á onkran hátt hevur gjørt vart við seg, verður umrøddur. Seinasta tiltakið í hesum umfari verður hóskvøldið 6. apríl. Tá er ætlanin at fáa onkran at taka saman um tey seinastu 100 árini. Bókasavnið og feløgini vóna, at væl verður tikið undir við hesum tiltøkum. Lestrarkvøld á Bókasavninum í Kollafirði Aðalorðaskifti um uttanlandsmál Høvuðsmálið á tingfundinum í gjár var aðalorðaskifti um uttan- landsmál JOHN JOHANNESSEN Tingfundur var í gjár klokkan tíggu. Hesin tingfundur hevði eitt høv- uðsmál á dagsskánni, og var tað aðalorðaskifti um frágreiðing frá løgmanni um uttanlandsmál 1999/ 2000. Hetta er frágreið- ing, ið løgmaður legði fyri tingið 26. januar. Áðrenn aðalorðaskiftið var atkvøðugreiðsla um fyrispurning nummar 100-20/1999 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Flemming Mikkelsen, løgtingsmanni, viðvíkj- andi serskatting av hjún- um. Samtykt varð uttan atkvøðugreiðslu, at fyri- spurningurin skuldi svar- ast. Framløga var seinast á dagsskránni fyri ting- fundin, ið var nummar 45 í ár. Veðhaldini flutt Samtykt varð í farnu viku at lata Finnboga Arge borga fyri lánum hjá Telefonverki Føroya Løgtings JOHN JOHANNESSEN Fyrsta málið á dags- skránni fyri tingfundin seinasta hósdag var triðja viðgerð av tingmáli nummar 26/1999, ið var uppskot til løgtingslóg um flyting av veðhaldi fyri lánum hjá Telefon- verki Føroya Løgtings. Talan var um at flyta veðhaldini hjá stovninum, ið nú er vorðin privati- seraður, til Finnboga Arge, landsstýrismann. Uppskotið, sum var samtykt undir aðru við- gerð, varð á fundinum hósdagin endaliga sam- tykt við 20 atkvøðum fyri, 2 blonkum og 2 ímóti Trý onnur mál vóru eis- ini á dagsskránni fyri tingfundin, ið varð settur klokkan hálvgum tvey hósdagin. Talan var um tríggjar fyrstu viðgerðir. Tann fyrsta av hesum var fyrsta viðgerð av ting- máli nummar 45/1999, sum er uppskot til løg- tingslóg um broyting í løgtingslóg um toll. Talan er um uppskot, ið Karsten Hansen, fíggjarmálaráð- harri, vegna landsstýrið legði fyri tingið 25. janu- ar. Málið varð beint í fíggjarnevndina. Næsta fyrsta viðgerðin var av tingmáli nummar 46/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um broyt- ing í løgtingslóg um meir- virðisgjald. Hetta málið var somuleiðis lagt fyri tingið av Karsteni Hans- en, og varð tað eisini beint í fíggjarnevndina. Seinasta viðgerðin á tingfundinum var fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 47/1999, ið er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu. Uppskotið legði Katrin Dahl Jacob- sen fyri tingið 25. januar í ár. Málið varð á ting- fundinum hósdagin beint í rættarnevndina. Áðrenn tingfundurin var lokin beint áðrenn klokkan fýra seinnapartin boðaði tingformaðurin frá fyrispurningi frá Flemm- ingi Mikkelsen, ting- manni, til Karsten Hans- en, fíggjarmálaráðharra, um serskatting av hjún- um.