mikudagur 2. februar 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 23 - 3. februar 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 23 - 3. februar 2000
Úr Løg-
tinginum
South Island á veg heim
Nýggi stásiligi rækjutrolarin hjá vágbingur kemur á Vág í morgin
EIRIKUR LINDENSKOV
Um middagsleitið í gjár
yvirtók P/F Klettur í Vági
stásiliga íslendska trolaran,
Bessa, sum nú eitur South
Island.
Talan er um ein 10 ára
gamlan rækjutrolara, sum er
60 metrar langur. Maskin-
orkan er upp á 3.600 Hk,
og hann hevur eitt pelatrekk
upp á 53,5 tons, og skrúvan
er heilar 3,9 metrar í tvør-
máti.
Álvur Mortensen frá
skipsmeklaravirkinum,
Maretec á Argjum, sum
hevur staðið fyri handl-
inum, sigur við Sosialin, at
skipið er í høga ísklassa-
num, B, hjá Det Norske Ver-
etas.
10-12 mans fóru seinna-
partin í gjár úr Íslandi við
trolaranum, og vænta teir at
vera á Vági í morgin.
Álvur Mortensen sigur, at
skipið er í sera góðum
standi og at skipari og
manning lata sera væl at.
– Tá teir eru komnir heim
skulu smávegis broytingar
gerast á rækjuverksmiðjuni
- og so fer skipið til
fiskiskap,
segði
Álvur
Mortensen, tá vit hittu hann
í Íslandi í gjár.
Útbjóðingar-
umfarið til
aðru viðgerð
Á tingfundinum í gjár vóru fyrsta
útbjóðingarumfar og sambandið
um Vestmannasund til viðgerðar
JOHN JOHANNESSEN
Tvær aðru viðgerðir av
tveimum nógv umtalað-
um málum vóru á dags-
skránni fyri tingfundin í
gjár.
Fyrsta málið var ting-
mál nummar 17/1999,
sum er uppskot til løg-
tingslóg um fyrsta útbjóð-
ingarumfar til leiting eftir
og framleiðslu av kol-
vetnum. Hetta er uppskot,
ið Eyðun Elltør, lands-
stýrismaður í oljumálum,
legði fyri tingið 30. nov-
ember í fjør.
Hitt málið, ið var til
aðru viðgerð, var tingmál
nummar 18/1999, sum er
uppskot til løgtingslóg
um fast samband um
Vestmannasund. Talan er
um ta nógv umrøddu an-
legslógina, ið gevur P/F
Vágatunnilinum alla á-
byrgd av at gera og reka
tunnilin undir Vestmann-
asundi somuleiðis, sum
felagið eisini fær ognar-
rætt yvir tunnilinum og
einum parti av vegakerv-
inum.
Uppskotið um anlegs-
lógina legði Finnbogi
Arge, landsstýrismaður í
vinnu- og samferðslumál-
um, fyri tingið 2. desemb-
er í fjør.
Áðrenn farið varð undir
tær báðar aðru viðgerðir-
nar, var atkvøðugreiðsla
um fyrispurning nummar
100-21/1999 til Signar á
Brúnni, landsstýrismann,
frá Jógvani á Lakjuni,
løgtingsmanni, viðvíkj-
andi summarfrítíðini hjá
miðnámsskúlunum.
Eftir báðar aðru við-
gerðirnar var framløga á
skránni.
Aðalorðaskifti
um uttan-
landsmál
JOHN JOHANNESSEN
Tingfundurin
týsdagin
hevði eittans høvuðsmál
á skránni, og var hetta
aðalorðaskifti um frá-
greiðing frá løgmanni um
uttanlandsmál
1999/
2000.
Frágreiðingina,
sum
er
løgtingsmál
nummar
101-5/1999,
legði løgmaður fram á
tingfundinum 26. januar
í ár.
Á skránni fyri tingfund-
in týsdagin, sum var
nummar 45 hesa tingset-
una, var eisini atkvøðu-
greiðsla um fyrispurning
nummar 100-20/1999 til
Karsten Hansen, lands-
stýrismann, frá Flemmini
Mikkelsen, viðvíkjandi
serskatting av hjúnum.
Samtykt varð uttan at-
kvøðugreiðslu, at fyri-
spurningurin skuldi svar-
ast.
Áðrenn tingfundurin
var lokin klokkan 17,
boðaði tingformaðurin frá
fyrispurningi
nummar
100-21/1999 til Signar á
Brúnni, landsstýrismann,
frá Jógvani á Lakjuni,
løgtingsmanni, viðvíkj-
andi summarfrítíðini hjá
miðnámsskúlunum. At-
kvøðugreiðsla um fyri-
spurningin var á tingfund-
inum í gjár, og samtykt
varð
uttan
atkvøðu-
greiðslu, at hann skuldi
svarast.
Trý møttu ikki
JOHN JOHANNESSEN
Tveir tinglimir og eitt
landsstýrisfólk møttu ikki
á tingfundinum týsdagin.
Tinglimirnir, ið ikki
møttu, vóru Rúna Sivert-
sen úr Fólkaflokkinum og
Edmund Joensen úr Sam-
bandsflokkinum.
Landsstýrisfólkið, ið
ikki møtti, var Helena
Dam á Neystabø, lands-
stýriskvinna í almanna-
og heilsumálum.
Hálvur sannleiki
um fólkapensjónina
Landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum ber ikki allan sannleikan
fram til Føroya fólk um fólkapensjónina, sigur Finnur Johansen
Stórir útflutningsmøgu-
leikar av aliútgerð
Norskir framleiðarar av út-
gerð til alivinnuna meta, at
møguleikarnir at fáa selt út-
gerð m.a. í Kili eru góðir.
Fleiri norsk feløg hava við
millumbilum gjørt royndir
við at útflyta til Kili, men
afturgongd í kilensku ali-
vinnuni hevur gjørt at hesir
ikki rættuliga hava fóta sær
í marknaðinum enn.
Ein kanning sum Norge
Forskningsråd gjørdi fyri 5
árum síðani vísti, at møgu-
leiki átti at veri fyri at útflutt
útgerð til alivinnu fyri mill-
um 5 og 7 milliardir norskar
krónir fram til ár 2010.
Føroysk feløg við tilknýti
til alivinnuna hava fingið
eyga á henda marknað og
m. a. rogn eru útflutt til kil-
ensku alivinnuna. Marknað-
urin liggur langt frá teimum
marknaðum vit eru von at
útflyta til, men tað hevur
víst seg at borið til kortini,
skrivar Vinnuhúsið.
EIRIKUR LINDENSKOV
– Eg skal ikki siga, at fólk
lúgva. Men tað er hug-
stoytt at hoyra landsstýris-
kvinnuna í almanna- og
heilsumálum siga hálvar
sannleikar.
Hetta sigur Finnur Jo-
hansen, fólkapensjónistur,
við Sosialin, eftir at hann
hevur staðfest, at pensjón-
istar ikki fáa ta hækking,
sum Helena Dam á Neyst-
abø hevur tosað um.
– Tað frøddi meg, at
bæði eg og konan kundu
fáa eitt sindur oman á fólk-
apensjónina - tí alt ger
mun, sigur Finnur Johan-
sen.
– Men pensjónin er als
ikki broytt, tí tað er ikki
fólkapensjónin, sum hækk-
ar, men ískoytið, vísir
Finnur Johansen á.
Hann sigur, at ískoytið,
ikki tað sama sum fólka-
pensjónin.
– Vit eru so nógv, sum
ikki fáa hatta ískoytið, tí
vit hava aðra pensjón.
Finnur Johansen heldur
tað vera í lagi, at tey, ið
ikki hava aðra pensjón, fáa
eitt sindur meira. Men
hann heldur tó, at nakað
átti at verið lagt oman á
grundpensjónina, tí hann
heldur tað vera órættvíst,
at hjúnarfelagin skal ávirk-
ast av pensjónini hjá hinum
partinum.
– Sjálvandi kann konan
eisini liva av mínari privatu
pensjón. Men tað er órætt-
víst, at hon ikki skal fáa
fullu fólkapensjónina, tá
hon hevur arbeitt sum
handverkari í mannaminni,
sigur Finnur Johansen.
Hann leggur afturat, at
hann sjálvur hevur goldið
sína egnu pensjón - og at
hann eisini hevur goldið til
fólkapensjónina.
– Tað er spell, at fjøl-
miðlarnir einki gera við
tað, at ein landsstýris-
kvinna sleppur at bera seg
fram við hálvum sannleik-
um.
– Har áttu tit at verið
meira árvakin.