mikudagur 2. februar 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 22 - 2. februar 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 22 - 2. februar 2000
SVEINUR TRÓNDARSON
Tá fíggjarlógin var til við-
gerar í tinginum kom fram,
at Strandfaraskip Landsins
ikki fer at klára seg við ta
játtan, sum stovninum var
tillutað. Tí bað landsstýris-
maðurin í vinnumálum um
loyvið til at hækka ferða-
seðlaprísirnar, men heldur
ikki tað vann frama.
Tí varð støðan tann, at
Strandferðslan hevði fingið
fleiri uppgávur og nógv
færri pengar at loysa hesar
uppgávur. Í nøkrum førum
letur hetta seg kanska gera,
men í hesum førinum er tað
ómøguligt. Tað heldur Hen-
rik Old, tingmaður fyri
Javnaðarflokkin, í hvussu
er.
Hann heldur heilt einfalt,
at tað ber ikki til at loysa
uppgávuna, sum leiðslan á
Strandferðsluni hevur átikið
sær.
– Leiðslan er bundin á
hond og fót. Útreiðslurnar
eru hækkaðar nógv, og tað
eru útreiðslur, sum leiðslan
á stovninum einki fær gjørt
við. Oljuprísirnir eru tví-
faldaðir, havnagjøldini og
vørugjøldini eru hækkað
við seks milliónum og sam-
stundis eru lønirnar hækk-
aðar við 6,5 prosentum, og
einki av hesum fær Strand-
Strandferðslan í andaleypi:
Tingmenn vita ikki hvat teir hava
við at gera
Henrik Old, løgtingslimur heldur, at tingmenn eru ábyrgd-
arleysir, tá teir viðgera strandferðsluna verður viðgjørd.
– Stovnurin liggur í andaleypi, men fær hvørki størri játt-
an ella loyvið til at hækka ferðaseðlaprísirnar og sam-
stundis er bundin at óbroyttum tænastustøði, sigur hann
ferðslan gjørt nakað við,
sigur Henrik Old.
Men tað er ikki alt, vísir
Henrik Old á. Strandferðsl-
an er bundin av manningar-
lógini, sum áseta hvussu
nógvir mans skulu vera við
hvørjum skipið fyri at tað
skal fáa loyvið at sigla, sam-
stundis, sum tingið hevur
sagt, at tænastustøðið hjá
stovninum skal ikki lækkað.
– Hetta hongur yvirhøvur
ikki saman. Leiðslan á
stovninum fær einki gjørt tí
trygdarkrøvini eru ófrávík-
ilig, og tað sama má sigast
um treytirnar frá tinginum,
og tí hevur leiðslan á stovn-
inum fingið eina uppgávu,
sum
frammanundan
er
óloysilig.
Tingmenn óvitandi
Men hvør er so orsøkin til
hesa miseruna, sum Strand-
ferðslan er komin í?
– Fyri mær liggur ábyrgd-
in serliga hjá fíggjarnevnd-
ini, hjá tinginum og partvís
eisini hjá fíggjarmálastýr-
inum. Landsstýrismaðurin í
vinnumálum og leiðslan á
stovninum hava greitt boð-
að frá, at tað fer ikki at
hanga saman hjá teimum í
ár, um teir ikki fáa størri
játtan, og tí ber ikki til at
lasta teimum fyri nakað.
– Eg haldi, at tað vísir
bara, at tingmenn og fíggj-
armálastýrið hava ikki ánilsi
um hvat teir gera, tá teir
viðgera Strandferðsluna.
Teir seta bara treytir uttan
at hugsa um manningarlóg
og trygdarkrøv, og tað ber
heilt einfalt ikki til, sigur
Henrik Old.
Sum dømi nevnir Henrik,
at skal fólk sigast upp á
Strandferðsluni - fyri at játt-
anin skal røkka - so má hetta
gerast á landi, tí tað ber ikki
til at siga teir sum sigla upp
uttan at skipið verður lagt.
– Manningarlógin ásetur
hvussu stór manningin skal
vera fyri at skipið skal
kunna sigla, so har er einki
at gera. Men eg ivist í um
tingmenn eru greiðir yvir
tað. Somuleiðis er við
trygdarkrøvunum. Men eg
loyvi mær eisini at ivast í,
um tingmenn eru greiðir yv-
ir tað heldur, sigur hann.
Uppgávan deyðadømd
Tá fíggjarlógin er til við-
gerar eru altíð tingmenn,
sum gera seg til forsprákar-
ar fyri sparingum - hesum
slepst ikki undan, men í hes-
um førinum heldur Henrik
Old, at tingmenn hava víst
ov stóra sparigleði uttan at
vit hvat teir hava við at gera.
– Tað verður arbeitt uttan
at kenna umstøðurnar hjá
stovninum og í grundini eis-
ini uttan at vita hvussu sam-
ferðslan í Føroyum skal
síggja út framyvir. Eg haldi,
at tingið átti at viðgjørt sam-
ferðsluna alla sum hon er,
tí so høvdu allar upplýsing-
ar um stovnin og teirra ar-
beiðsviðurskifti
komið
fram, og so vistu tingmenn
hvat teir hava við at gera,
sigur Henrik.
Hann vísir á, at tað er
gamaní at áleggja einum
stovni at spara pening, men
tað skal kortini vera sam-
anhangur í tí, sum ein krev-
ur og sum ein gevur.
– Sum støðan er í løtuni
er uppgávan hjá Strand-
ferðsluni deyðadømd longu
áðrenn farið er undir hana.
Teir kunnu sikkurt spara
nøkru hundrað túsund við
at siga fólki upp á landi,
men tað verður ikki nóg
mikið til at fáa endarnar at
røkka saman allíkavæl, sig-
ur Henrik.
Hanga ikki á trøunum
Fyri tíð síðani segði Reidar
Nónfjall, stjóri á Strand-
ferðsluni, at endin av øllum
hesum kann gerast, at hann
verður noyddur at leggja
skip. Fær hann ikki pengar-
nar ber ikki til hjá honum
at hava tænasturnar, sum
tingið krevur, gangandi, og
so mugu skip leggjast.
Og Henrik Old skilir væl
støðuna hjá Reidari.
– Hann hevur reiðara-
ábyrgd, og kann leggja skip-
ini. Tak t. d. Smyril, sum
skal til eina størri yvirháling
um stutta tíð. Stovnurin
hevur funnið eitt egnað
skip, men av tí at tingið hev-
ur forsovið seg, eru teir
noyddir at lata tað av hond-
um. Teir hava røkt sína upp-
gávu og funnið eitt egnað
skip, men tá teir ikki hava
peningin, er hopleyst. Hvat
skulu teir gera, spyr Henrik
Old.
Hann vísir á at tað fer at
vera kaos um einki skip
verður fingið ístaðin, tí so
verður eingin sigling til
Suðuroynna - í ringasta føri.
– Men hetta er bert enn
eitt dømi um hvussu skila-
leyst tað heila er í hesum
sambandi og endin verður
uttan iva, at tað skal ein eyk-
ajáttan til fyri at fáa alt at
hanga saman. Ein eykajátt-
an, sum kemur fyri tingið
áðrenn blekkið á fíggjarlóg-
ini er turt og sum skal við-
gerast av teimum, sum fyrr
søgdu nei til eykajáttan. Skil
tað hvør ið vil. Men her er
púrt einki skil í, sigur Hen-
rik Old.
Uppgávan er ómøgulig
Tekniski stjórin á Strandferðsluni er tann, sum best veit hvørj-
um standi skipini í teirra flotan eru í, og hann sigur, at upp-
gávan er ómøgulig at loysa undir verandi umstøðum
SVEINUR TRÓNDARSON
Strandferðslan er rættiliga í
brennideplinum fyri tíðina.
Játtanin hjá stovninum fer
ikki at halda um ikki eitt-
hvørt ógvusligt verður gjørt,
og møguleikarnir hjá stovns-
leiðuni er avmarkaðir.
Manningarlóg, trygdar-
krøv og tænastukrøv frá
tinginum leggja sína tungu
hond á leiðsluna soleiðis, at
sparingarmøguleikarnir
fækkast.
Í hinum borðinum er ver-
uleikin óreingiligur, og hann
staðfestir, at skipini hjá
stovninum í fleiri førum eru
niðurslitin - koyra upp á
pumpurnar, so at siga.
Nógv er at gera við skip-
ini, men peningur er eingin
tøkur at gera nakað við, og
endin kann verða, at skipini
vera løgd. Og tekniski stjór-
in á stovinum staðfestir ver-
uleikan.
– Uppgávan er - sum hon
er nú - fullkomiliga ómøgu-
lig at loysa. Fara vit ikki væl
um skipini, so tori eg ikki at
hugsa um avleiðingarnar,
sigur Magnus Magnussen.
Hjá honum er veruleikin
tann, at Smyril skal í dokk
um ikki so langa tíð, og hann
skal standa leingi, tí nógv er
at gera við hann. Afturat tí
kom so - meiri ella minni
óvæntað - at motorurin á
Pride segði, at nú var nóg
mikið, og har skal støða tak-
ast til, um hann skal umvæl-
ast ella um tað loysir seg.
– Motorurin á Pride er
gamal og kostar nógv at um-
væla tí alt sum skal gerast
skal »specialgerast«. Og við
tí fáa vit fleiri trupulleikar.
Loysir tað seg, hvat ætlað
vit við Pride og hvar finna
vit peningin eru nakrir teirra,
sigur Magnus, sum heldur
støðuna vera ótolandi.
Og eins og Henrik Old
heldur Magnus, at tað í
grundini stavar frá tí at ting-
menn ikki vita hvat mann vil
tá peningurin verður játtað-
ur.
Nei til Alandiu
Sum fyrr greitt frá í blaðnum
hevur leiðslan á Strand-
ferðsluni funnið egnað skip
til at avloysa Smyril, men
av tí at peningur ikki var
tøkur til tað leigumálið hev-
ur stovnurin boðað eigarun-
um av Alandiu frá, at teir
ikki fáa gjørt ein sáttmála.
Og tað merkir, at einki skip
er funnið at avloysa Smyril.
Hvussu tann trupulleikin
nú skal loysast veit Magnus
ikki, men hann veit í hvussu
er, at tað verður ikki stuttligt
at vera á Strandferðsluni tá.
– Tað er púra greitt, at vit
seta ikki spurnartekin við
trygdarkrøvini, og tey skulu
haldast við líka. Gera vit ikki
tað, vera tey løgd av eftir-
litsstovnum, um vit ikki gera
tað sjálvi. Tí má peningur
játtast til hesar uppgávur, og
eisini til avloysaraskip um
so er, at tingið vil hava at
tænastustøðið skal vera tað
sama, meðan skipini verða
umvæld.
Veruleikin er í øllum før-
um, at øll skipini hjá Strand-
ferðsluni skulu í dokk eina-
ferð um árið í øllum førum.
Sum støðan er í løtuni skal
Smyril í dokk um ikki so
langa tíð, Pride liggur, og
eingin veit um hann verður
gjørdur aftur og Ternan skal
hava nýggjar motorar. Mot-
orskiftið á Ternuni er tað
einasta, sum peningur er játt-
aður til, tí tað var ein játtan
fyri seg, greiðir Magnus
Magnussen frá.
Fíggjarnevndin
onga ábyrgd
Bjarni Djurholm heldur ikki at fíggj-
arnevndin hevur ábyrgdina av støð-
uni hjá Strandferðsluni
SVEINUR TRÓNDARSON
Bjarni Djurholm, formað-
ur í fíggjarnevnd løgtings-
ins heldur ikki at fíggj-
arnevndin kann ábyrgjast
fyri
støðuna
Strand-
ferðslan er í.
– Vit tóku undir við upp-
skotinum hjá landsstýris-
manninum at fíggja meir-
útreiðslurnar við at hækk-
að ferðaseðlakostnaðin,
men við triðju viðgerð
kom uppskotið um at geva
eina meirjáttan, sum svar-
aði til ein ársfjórðing við
tí treyt, at ferðaseðlaprís-
irnir ikki hækkaðu, sigur
Bjarni Djurholm.
Fyri at loysa trupulleik-
arnar hjá stovninum held-
ur Bjarni kortini at tingið
eigur at gera okkurt mun-
agott, og her vísir hann á
loysnina við Føroya Tele.
– Tingið eigur at um-
hugsað eitt alment parta-
felag, tí tað hevði givið
stovninum betri møguleik-
ar at arbeitt, samstundis
sum teir kappast við aðrar,
sigur Bjarni.
Hann vísir á at umstøð-
urnar hjá Strandferðsluni
minna umtær hjá post-
verkinum, sum eisini kem-
ur í trupulleikar í heyst
verður einki munagott
gjørt.
– Strandferðslan liggur í
andaleypi, tí tingmenn ikki
vita hvat teir hava við at
gera, sigur Henrik Old
Ein lagnustund
hjá Suðuroynni
– Samtykkir tingið ikki, at leggja oljuhavnina í Suðuroynni, verður tað neyðugt
við milliónum í økisstuðuli seinni, akkurát sum í Sandoynni, sigur Rógvi Thomsen
Havnin á Sundi er so ókyrr, at Norrøna vildi ikki liggja har
longur, og hon hevur nú ligið í Havn eina tíð
ÁKI BERTHOLDSEN
– Sum havnin á Sundi er í
løtuni, er hon ikki nóg góð.
– Eitt nú mátti Norrøna
herfyri rýma av Sundi og
hon hevur nú ligið á Havn-
ini burturav síðani tá.
Sjómenn er samdur við
Poul Mohr, stjóra á Skipa-
smiðjuni í Havn, og odda-
maður í felagnum, sum ætl-
ar at gera oljuhavn á Sundi.
Í Sosialinum í gjár vísir
hann á, at tað er nógv betri
at gera oljuhavn á Sundi enn
í Runavík, ella á Drelnesi.
M.a. vísir hann á, at í ill-
veðrinum leyardagin vóru
tað fín líkindi á Sundi, í-
meðan tað var so ringt veð-
ur í Runavík, at skipini
máttu rýma haðani, og
Smyril ikki fekk lagt at á
Drelnesi.
Vit hava spurt tveir sjó-
menn, sum hava rættiliga
drúgar royndir, bæði á Drel-
nesi og á Sundi, um teir eru
samdir við Poul Mohr.
Tað eru teir ikki
Slitu tríggjar endar
Tann fyrri, vit hava spurt,
er bátsmaðurin á Smyrli, Er-
land Jacobsen, ið hevur so
nógvar royndir sum ongin
annar, bæði á Trongis-
vágsfirði og í Havn.
Hann hevur siglt við
Smyrli í 30 ár og hevur so-
statt verið yvir 20.000 ferð-
ir í Havn og á Tvøroyri.
Og hann kann yvirhøvur
ikki taka undir við Poul
Mohr, í hansara atfinning-
um at Drelnesi.
– Víst ber tað ikki til at
liggja á Drelnesi altíð,
minni enn so, sigur hann.
– Men vit hava so tann
fyrimunin á Tvørafjørði, at
er tað ikki ligjandi á Drel-
nesi, ber altíð til at fara yvir
á Tvørakei, tí vit hava tvær
havnir á fjørðinum. Og
kann onnur ikki brúkast ein
dag, kann hin, sigur hann.
Og hann leggur afturat, at
leygardagin royndi Smyrli
yvirhøvur ikki at leggja at á
Drelnesi. Tað var óneyðugt,
tí at hann altíð hevur møgu-
leikan at leggja seg á tvøra-
kei, tá ið tað ikki eru líkindi
á Drelnesi.
– Og so kundi Poul Mohr
eisini fortalt Sosialinum, at
leygardagin sleit Smyril
tríggjar endar inni í keihyl-
inum í Havn. So viðurskift-
ini høvuðsstaðnum eru ikki
frægari enn so, skoytir hann
uppí.
– Men, hvar finnur tú læ í
ódnarveðri, spyr bátsmað-
urin á Smyrli.
– Tó skal eitt vera vist.
At kemur tú inn á Vágsfjørð
ella inn á Trongisvágsfjørð,
liggur tú trygt.
Tað sama heldur hann
ikki kann sigast um Sund,
tí tað er vælkent, at har er
brimpláss.
– Ístaðin fyri at úttala seg
um slík viðurskifti, skuldi
Poul Mohr heldur hildið seg
til tað, sum hann dugir heilt
framúr, og tað er at smíða
skip, sigur Erland Jacobsen.
Mátti rýma
Hin sjómaðurin, vit hava
tosað við, er Ólavur Hovs-
garð, yvirmaður á Norrønu,
sum hevur ligið heilt nógv
á Sundi.
Men heldur ikki hann
heldur, at havnin á Sundi er
nakað at reypa av.
– Sum hon er í løtuni
kann hon yvirhøvur ikki
brúkast.
– Verður hon bygt út, ivist
eg ikki í, at tað kann fáast
ein góð havn á Sundi.
– Men tað kann mann fáa
so nógva aðrastaðni eisini,
leggur hann afturat.
– Men sum er ber tað slett
ikki til at brúka havnina á
Sundi, tí hon er so ókyrr.
Hann sigur, at tað suðar
rættiliga illa at liggja á
Sundi.
Og Norrøna hevur so
ringar royndir av Sundi, at
teir rýmdu herfyri og løgdu
seg á Havnina fyri well.
–Tað, sum fekk bikarið at
flóta yvir, var einaferð teir
høvdu bundið Norrønu við
bryggju á Sundi og sløkt
motorarnar.
Men tað bar yvirhøvur
ikki til at liggja har og ta
einu ferðina fekk hon ein
slíkan sendara inn ímóti kei-
ini, at hon fekk fleiri buglur.
– Tá rýmdu vit á Havnina
at liggja og noktaðu at fara
aftur á Sund at liggja.
Sostatt hevur Norrøna
ikki ligið á Sundi eina tíð.
Ólavur Hovsgarð sigur,
at beinanvegin hann kemur
eysturum, og fjørðurin
verður opin aftur, er tað ikki
liggjandi á Sundi.
Og teir hava eisini slitið
fleiri endar, sum eru navaðir
av, sum tað hevur suðað.
Teir hava eisini gjørt tveir
eyka fendarar til Norrønu,
men tveir av teimum eru
loysnaður aftur.
Nú vit tosa um oljuhavnir: Havnin á Sundi er so ókyrr, at Smyril Line vil ikki brúka hana
longur. Norrøna rýmdi herfyri á Havnina og har hevur hon ligið síðani. Men nú er
plásstrot í Havn so hon noyðist innaftur á Sund. Skal havnin á Sundi.
ÁKI BERTHOLDSEN
– Hetta er ein heilt avger-
andi løta fyri framtíðina hjá
Suðuroynni.
Rógvi Thomsen, næstfor-
maður í Suðuroyar Olju-
vinnuráð, Soc, er ein av
teimum mongu, sum al-
spent bíða eftir, at tingið nú
aftur fer at viðgera oljumál-
ið.
Hóast nógv mál eru til
viðgerðar í tinginum, verður
tað uttan iva uppskotið hjá
javnaðarflokkinum um at
oljuhavn skal vera í Suð-
uroy, sum fer at stjala allan
áhugan.
Javnaðarflokkurin hevur
skotið upp, at oljuhavnin
skal vera í Suðuroynni og
næstformaðurin í Soc held-
ur, at tað er heilt avgerandi
at tingið tekur undir við ætl-
anini.
– Hetta er ein lagnustund
hjá Suðuroynni, sigur hann
bart út.
Rógvi Thomsen sigur, at
samgongan hevur sett sær
fyri at bøta um livilíkindini
í útjaðaranum.
Men
fólkafundurin
í
Fugloy í summar er eitt
dømi um, hvussu seint alt
gongur, tí tað varð samtykt
at seta eina útoyggja nevnd.
Men hon er ikki sett fyrr-
enn akkurát nú.
So verður hetta gongdin,
er tað ilt at meta um, nær
vit fáa nakað úrslit haðani,
sigur næstformaðurin í Soc.
Hinvegin heldur hann, at
tinglimir kunnu geva suð-
uroyingum eitt veruligt
skump beinanvegin við at
samtykkja, at oljuhavnin
skal vera í Suðuroynni, hó-
ast ein tíð gongur, áðrenn
virksemið verður.
– Verður oljuhavnin løgd
í Suðuroynni, fer tað at
loysa ein stóran, samfelags-
ligan trupulleika.
– Tí í Suðoynni er alt ov
lítið arbeiðið. Og verður
oljuhavnin løgd í Suðuroy
verður lagt upp fyri enn
størri fráflyting, tí tá verður
meiri arbeiði.
Ikki minst hugsar Rógvi
Thomsen um tey ungu fólk-
ini við útbúgving, tí í olju-
vinnuni verður brúk fyri
fólki við nógvum ymsum
útbúgvingum, so hetta er
eitt høvi at geva teimum
møguleikan at blíva verandi
í Suðuroynni ístaðin fyri at
flyta.
Hinvegin er so hart trýst
á arbeiðsmarknaðinum í
miðstaðarøkinum, at hann
tolir ikki eina stóra vinnu
afturat, uttan at tað fer at
føra til ógvusligar prís-
hækkingar.
Vilja sleppa frá
Næstformaðurin í Soc legg-
ur afturat, at oljufeløgini
hava greitt boðað frá, at
sjálvi vilja tey helst sleppa
undan at gera av, hvar olju-
støðir skulu vera í teimum
londum, tey arbeiða í.
– Sostatt hevur løgtingið
nú eitt frálíkt høvi til at fáa
tvey fyri eitt: Tí við at sam-
tykkja, at oljuhavnin skal
vera í Suðroy, gongur tingið
bæði oljufeløgunum á møti
og bjargar samstundis ein-
um stórum útjaðara undan
hóttafalli.
Hann er vísur í, at verður
oljuhavnin fyrst løgd á
Sundi, ella í Runavík, verð-
ur hon aldrin flutt aftur.
Somuleiðis eru hann vís-
ur í, at fáa suðuroyingar ikki
oljuhavnina, verður tað
neyðugt at spræna milliónir
í Suðuroynna í menning-
arhjálp, akkurát sum tað var
neyðugt í Sandoynni fyri
nøkrum árum síðani.
– Men verður oljuhavnin
løgd í Suðuroynni, er tað
hinvegin óekeypis menn-
ingarhjálp.
Hann vísir eisini á, at í
Suðroynni er tann fyrimun-
ir, at har eru tveir firðir, sum
at kalla er til reiðar at taka
ímóti oljuvinnuni. Og á
Tvøroyri eru enntá tvær
havnir.
Hann kann fyri so vítt
taka undir við, at løgtingið
tekur undir við eini neyð-
semju um, at oljuhavnin
skal vera í útjaðaranum, utt-
an at nevna øki.
– Men so veldst um, hvat
løgtingið meinar við útjað-
ara. Verður Sund og Runa-
vík tald uppí útjaðaraøkini,
kann tað gera akkurát tað
sama. Men verður talan um
tann veruliga útjaðaran,
stendur Suðuroyggin sterk,
sigur Rógvi Thomsen.
Norrøna
– Verður oljuhavnin ikki løgd í Suðuroynni, verður tð neyðugt við milliónum í almennari
menningarhjálp til Suðuroynna seinni, akkurát sum í Sandoynni á sinni, sigur Rógvi
Thomsen, næstformaður í Suðuroyar Oljuvinnuráð
Mynd av
onkrum í
sambandi við
oljuvinnuna
Sjómenn eru ósamdir við Poul Mohr:
Norrøna mátti
rýma av Sundi