Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 23 - 3. februar 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 23 - 3. februar 2000 keypa og selja fiskidagar ímillum sín, uttan at nøk- ur samsyning verður latin til tað almenna. Men tað hevði eisini borið til, at tað almenna sjálvt bjóðar fiskidagar til sølu á uppiboði Ímóti lógini Búskaparráðið vísir til lógina um vinnuligan fiskiskap, har tað stendur, at livandi tilfeingið er ogn Føroya fólks og at rætt- indi, sum verða latin, veita ikki nøkrum ognar- rætt. Somuleiðis kunnu rættindi takast aftur uttan endurgjald. Búskaparráðið heldur tí, at sum er, kann skip- anin føra við sær, at á- góðin av tilfeinginum undir Føroyum verður til- vildarliga ognað nøkrum fáum og tað er í stríð við ásetingina í lógini um, at tilfeingið er ogn Føroya fólks. Annar trupulleiki við skipanini íløtuni, er, at tað verður trupult hjá ungum fólki, sum hava hug at royna fiskivinnu sum vinnuveg, at sleppa fram- at, uttan fyrst at betala dýrt fyri at keypa fiski- rættindi- rættindi, sum teir, ið selja, áður hava fingið ókeypis. Hetta er heldur ikki í samsvari við eina aðra meginreglu í lógini, sum sigur, at fiskifør undir før- oyskum flaggi skulu hava so fría atgongd sum gjør- ligt til tilfeingið. Búskaparráðið sigur, at triði vansin við skipanini í løtuni, er, at um tað verður ov trupult at koma uppí part, kann hon fara at líkjast einum einkar- rætti og so kann hon blíva óeffektiv. Tí er tað neyðugt at tryggja eina neyðuga út- skifting, sigur Búskapar- ráðið. Ráðið sigur, at skulu vit fáa eina støðuga vinnu, ið fær undirtøku sum frálíð- ur, er tað tí neyðugt at finna eina skipan, sum bæði verður uppfatað sum rættvís og effektivi- tetsfremjandi. Og tað er ivasamt við skipanini, sum er, bara fyri tað um reiðarar fáa rúmari ræsur at keypa og selja fiskidagar. Tí heldur meirilutin í Búskaparráðnum, at tað almenna skal gera ein fiskidagabanka sum reið- arar so kunnu keypa dag- ar úr. – Tað hevði tryggja eff- ektivitet og avkast. Tað hevði eisini tryggja fríari atgongd til at fiska, sam- stundis sum tað hevði tryggjað, at ognarrættur og avkast kemur øllum Føroya fólki til góðar, sig- ur Búskaparráðið. ÁKI BERTHOLDSEN Er tað rímiligt, at fiski- dagar, sum tað almenna hevur latið ókeypis, verða seldir við stórum vinn- ingi? Hendan spurning hev- ur Búskaparráðið sett sær í seinastu frágreiðingini, sum kom út í farnu viku. Sjálvt heldur ráðið ikki, at tað er rímiligt. Tí heldur tað, at tað rættasta hevði verið, um landsstýrið sjálvt seldi fiskidagar. Tvs, at tað er ein meiri- luti í Búskaparráðnum, sum heldur hetta, tí tað er ikki heilt samt um hesa niðurstøðu. Einasti reiðari í Búskaparráðnum, An- finnur Olsen, er ímóti at tað almenna skal selja dagar. Hann heldur, at vinnan hevur søguligan rætt til at keypa og selja fiskidagar og tað skal varðveitast. Almenna selir dagar Men meirilutin í Búskap- arráðnum heldur ikki, at tað er rættvíst, at reiðarar skulu sleppa at selja fiski- dagar við stórum vinn- ingi, sum teir hava fingið ókeypis frá tí almenna. – Tað er eisini komið fyri, at tað almenna hevur latið skipum endurgjald fyri fiskirættindi, sum tað almenna upprunaliga læt hesum skipum ókeypis. Búskaparráðið leggur dent á, at tað tekur undir við, at tað skal bera til at keypa og selja fiskidagar. – Men ávísir hættir at umsita fiskidagarnar kunnu tykjast meiri í sam- svar við tað, sum er rætt og rímiligt, sigur ráðið. Ráðið sigur, at higartil hevur tað ikki vilja lagt seg út í, hvussu fiski- dagaskipanin verður um- sitin, men nú tykist tað sum um vit eru komin til eitt vegamót. Tí hevur tað nú tikið tveir avgerandi spurningar í skipanini upp: Nevniliga, hvør sel- ur og, hvat verður selt. Sum er, kunnu skip Bara nøkur fá fáa vinningin Tað er meiri rættvíst at tað almenna sjálvt selur fiskidagar á uppiboði, heldur Búskaparáðið Mynd av einum fiski Hetta er í fínasta lagi ÁKI BERTHOLDSEN –Fiskidagaskipanin førir til ov nógva spekulatión . Men tað eru eisini fleiri aðrir vansar við henni. Jóannes Eidesgaard, for- maður javnaðarfloksins heldur tí, at tað er í fínasta lagi at Búskaparráðið tekur málið um, hvussu fiskidaga- skipanin verður umsitin. upp Og hann heldur, at til- mælið um at stovna ein al- mennan fiskidagamarknað er ógvuliga áhugavert. Formaður javnaðarfloks- ins heldur nevniliga, at tað hevur nógvar óhepnar av- leiðingar við sær, soleiðis, sum fiskidagaskipanin verður umsitin nú. Hann sigur, at javnaðar- flokkurin hevur altíð verið ímóti at tað skal bera til at keypa og selja fiskidagar. –Vit vita, at har fiskirætt- indi eru søluvøra, eitt nú í Íslandi, førir tað til at fiski- vinnan miðsavnast á nøkr- um fáum hondum og tað fer eisini at henda í Føroyum. – Tað er eisini ódámligt, at keyp og søla av fiskirætt- indum verður gjørt til ein vinnuveg í sær sjálvum, har spekulantar fáa sær tað til livibreyð at keypa og selja fiskirættindi. Jóannes Eidesgaard sigur at sostatt hevur javnaðar- flokkurin ikki skift støðu, hóast Búskaparráðið nú mælir til at umsita skipanina øðrvísi. Men skulu vit hava hesa skipanina, tekur hann undir við grundgevingini hjá bú- skaparráðnum fyri at gera ein almennan fiskidaga- marknað. –Støðan er jú tann, at reiðarar fáa fiskidagarnar ó- keypis frá tí almenna. Og viðhvørt kunnu vit enntá undrast á, hví júst ávísir reiðarar fáa tey fiskirætt- indini, teir fáa. Hann spyr, hvussu tað m.a. ber til, at reiðarar ár um ár kunnu fáa fiskirætt- indi, sum teir ongantíð brúka, men sum teir bara hava til at selja, so teir kunnu stinga pengarnar í lumman? – Tá mátti tað verið rími- ligari, at rættindini vórðu latin onkrum, sum veruliga brúkti tey. Hann sipar eisini til spekulatiónina, tá ið skip verða keypt og seld. Tá eru tað ikki virðið á sjálvum skipinum, sum er avgerandi. Hinvegin er tað virðið á fiskirættindunum, sum fylgja við skipinum, sum skrúva prísin upp, so at skip verða mangan handlað fyri heilt óverulig virði. Hann vísir eisini á, at sum støðan er, er tað at kalla vónleyst hjá ungum monn- um at koma framat í fiski- vinnuni, tí teir fáa ongi fiskirættindi, uttan at teir keypa tað í dýrum dómum frá einum privatum reiðara. So hann heldur, at í løtuni liva vit ikki upp til áset- – Ein almennur fiskidagabanki hevði givið okkum nógvar møguleikar, sum vit ikki hava við skipanini, sum er, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins Jóannes Eidesgaard ingina í lógini um, at til- feingið er ogn Føroya fólks. Skipanin staðfest Formaðurin í javnaðar- flokkinum sigur, at kemur málið um ein almennan fiskimarknað til viðgerðar, fer flokkurin at viðgera mál- ið við stórari vælvild. Hann sigur, at ein al- mennur fiskidagabanki kundi eisini gjørt skipanina liðiligari, so at fiskiloyvini at kalla ikki grógva føst í ávísar reiðarar. Jóannes Eidesgaard held- ur eisini, at ein fiskidaga- marknaður kundi ført til nógv størri dynamikk í vinnuni, tí tað hevði borið nógv betri til hjá nýggjum fólki at gjørt seg galdandi. Somuleiðis kundi ein al- mennur fiskidagamarknað- ur blivið eitt sera hent am- boð hjá fiskimálastýrinum at regulera fiskivinnuna so at tað kundi hildið døgum aftur, um trýstið á stovnar- nar bleiv ov stórt. – Men ein banki kundi eisini givið fólki í fiskivinn- uni nógv betri møguleikar at roynt seg fram og til at fingið fiskidagar til at ging- ið nýggjar leiðir. – Sum skipanin er, verða reiðarar sum longst noyddir til at krøkja seg í fastar í tað, teir hava. – Tann størsti ágóðin er kanska tann, at vinningurin av at keypa og selja fiski- rættindi, kemur øllum fólk- inum til góðar. – Men so langt kemur tað neyvan, tí samgongan hevur júst staðfest skipanina, sum hon er. – Tað gjørdi samgongan nú um dagarnar, tá ið hon fekk tingið at samtykkja, at inntøkurnar av at selja fiski- dagar skulu skattast og hin- vegin skulu útreiðslurnar av at keypa fiskidagar kunna dragast frá í skatti, sigur Jóannes Eidesgaard. Bæði fyrimunir og vansar Formaðurin í vinnunevnd løg- tingsins heldur, at tað eru bæði fyri- munir og vansar við einum fiski- dagabanka ÁKI BERTHOLDSEN – Eg ivist í um ein fiski- dagabanki er tað rætta. Ein av fremstu framsøgu- monnunum hjá samgonguni í fiskivinnumálum, Heini O. Heinesen, formaður í fiski- vinnuni, tekur ikki treyta- leyst undir við hugsanini hjá Búskaprráðnum um at gera ein almennan fiskidaga- marknað. Hann sigur, at ein fiskidagamarknaður sam- svarar í hvussu so er ikki við ætlanirnar um fríar ræs- ur at keypa og selja fiski- fyrst keypir fiskidagar, eig- ur teir næstan í allar ævir og so kann handla teir víð- ari. Hann ivast somuleiðis í, um tað er rætt, at ongin skal sleppa at fiska, uttan at hann fyrst skal hava verið noydd- ur at keypa sær fiskidagar frá tí almenna. Hann heldur eisini, at ein fiskidagamarknaður er tað sama sum at stýra fiskivinn- uni alment, og tað hava vit ikki altíð havt so góðar royndir av. Formaðurin í vinnu- nevndini sigur, at endamál- ið við fiskidagaskipanini var, at tað helst skuldi mangla fiskidagar fyri at av- marka fiskiskapin. Leypa fiskidagar, er tað ikki av- markandi og so er eisini smáligt við keypi og sølu av døgum. Tó heldur hann, at ein slíkur fiskidagabanki kundi verið brúktur til at stýrt dagar, uttan so, at tann, sum trýstinum á fiskastovnarnar við.Tí vísir tað seg, at trýst- ið á onkran stovn verður ov hart, kundi tað almenna bara avmarka útboðið av fiskidøgum. Heldur út til økini Heini O. Heinesen sigur, at verður tað frítt at keypa og selja fiskidagar, fara teir, sum tað gongur gott hjá, at keypa allar dagarnar. –Sostatt er vandi fyri at fiskirættindini verða mið- savnað í ávísum økjum í landinum og at summi øki í afturfyri koma at liggja við ongum rættindum, áðrenn tey vita av. Tí tekur formaðurin í fiskivinnunevndini heldur undir við, hvørt øki í land- inum fær tillutað eitt ávíst fiskidagatal. Tað hevði forð- að fyri miðsavningini og fyri at summi øki komu at liggja øskukøld, sigur Heini O. Heinesen. Hvørt øki í landinum skuldi heldur fingið sínar fiskidag- ar, sigur Heini O. Heinesen Ísbjørnin farin í gongd aftur Mánadagin byrjaði framleiðslan á Ís- bjørnin aftur, eftir at virkið hevði ver- ið stongt síðani hálvan desember SVEINUR TRÓNDARSON Fyri hálvum øðrum mánaði síðani varð virksemið á fyri- tøkuni Ísbjørnin í Álakeri lagt stilt. Framleiðslan skuldi leggjast um fyri at fáa meira burtur úr rakstrinum, og tí var fólkið sent til hús fyri- bils. Hetta arbeiðið er nú liðugt og mánadagin lat Ís- bjørnin uppaftur. Bjarti Mohr, stjóri á virk- inum sigur, at framleiðslan nú er løgd um soleiðis, at produktskráin er einfaldari enn hon var áður. – Tað skuldi havt við sær, at tað skuldi verið lættari at havt eftirlit við framleiðsl- uni og í síðsta enda at vit fingu meira burturúr, sigur stjórin. Umleggingin hevði við sær, at Ísbjørnin skuldi leggja eitt nýtt framleiðslu- upplegg fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, og sum vera mann varrð hetta gjørt áðr- enn virkið lat uppaftur. Vit spurdu stjóran um krøvini høvdu við sær eykaútreiðsl- ur fyri virkið. – Nei, tað høvdu tey ikki, men vit máttu gera nakrar broytingar soleiðis, at vit kundu lúka treytirnar. Annars letur stjórin ikki illa at úrslitinum fyri í fjør, hóast virkið kundi tikið ímóti tvífalt so nógvari rá- vøru, sum tað veruliga gjørdi. – Vit tóku ímóti 5-600 tonsum, men kundu tikið ímóti 12-1300. Ísbjørnin turkar upsa og annað, sum síðani verður selt gjøgnum Faroe Seafood Prime. Tað arbeiða eini 20-25 fólk á Ísbjørnini og tað er á leið tað sama, sum tað gjørdu áðrenn virkið lat aft- ur í desember. – Fiskivinnan verður jagstrað Bjarti Mohr, stjóri á Kongshavnar Trolarafelag, er í øðini inn á Búskaparráðið, sum vil hava fiskidagarnar seldar á uppboði. – Her er talan um jagstran av fiskivinnuni, sum ikki hevur ein livandi kjans at klára seg, um vit í framtíð- ini skulu keypa fiskidagarnar, sigur hann SVEINUR TRÓNDARSON Um dagarnar kom seinasta frágreiðingin frá hesum Bú- skaparráðnum, og ikki kann sigast annað, enn at hon hevur vakt stóran ans - serliga í fiskivinnuni. Tað er uppskotið frá ráðn- um um, at fiskidagarnir í framtíðini skulu seljast á uppboði, sum serliga hevur fingið reiðarar at vakna við kaldan dreym. Ein teirra er Bjarti Mohr, sum er stjóri í fyritøkuni Ísbjørnini, ið umframt at hava virkið í Álakeri, eisini hevur tríggjar trolarar. – Hetta er einki minni enn jagstran av fiskivinnuni, sigur Bjarti Mohr, sum heldur, at Búskaparráðið ikki hevur ánilsi av, hvussu nógv verður lagt fyri á fiski- grunnunum Ikki nóg mikið til nýíløgur – Eg haldi, at tað er ótrúligt, at teir ditta sær at koma við hesum uppskotinum, bara tí at vinnan hevur klárað seg nøkunlunda í tvey ár. Hesi ár hava verið heilt óvanlig, bæði hvat viðvíkur veiðu, prísi, rentustøði og oljuprísi og longu nú eru broytingar farnar fram, sum gera, at skipini verri enn so koma at hava sama góða úrslit, sum hesi bæði seinastu ár- ini, sigur Bjarti Mohr. Hóast umstøðurnar hava verið góðar, so hevur vinn- an kortini ikki klárað seg betri enn væl. Enn er alt ov lítið avlop til, at vinnan hev- ur møguleika til at endur- nýggja seg. Tí heldur Bjarti tað vera púra burturvið, at koma við hesum uppskoti, sum beinleiðis er steinur omaná byrðu. Men skilir tú ikki grund- gevingina um, at tilfeingið er ogn Føroya fólks? – Jú, men tann skipan, sum vit hava í dag, er kanska besta trygdin fyri, at so stórur partur av Føroya fólki fær gagn av tilfeing- inum, tí tey leggja fiskin upp á land, og geva harvið nógv arbeiði. Eingin vil gjalda Ein spurningur, sum Bjarti hevur gingið við í høvdin- um síðani frágreiðingin frá Búskaparráðnum kom, er, hvør skal gjalda fyri fiski- dagarnar. Enn er hann ikki komin til eitt svar, tí tað heldur hann vera sera torført. – Hýruparturin í Føroyum er tann dýrasti í heiminum, og eg trúgvi neyvan, at Fiskimannafelagið vil, at teirra limir skulu gjalda fyri fiskidagarnar. Samstundis er oljuprísurin tvífaldaður meðan veiðan stendur so at siga í stað. Tí dugi eg ikki at síggja stórvegis møgu- leikar fyri at skipini klára at gjalda fyri fiskidagarnar. Men er tað ikki nakað um, at tað er torført hjá yngri fólki at sleppa upp í part í vinnuni? – Nei, tí eri eg ikki samd- ur í. Eg byrjaði við hesum felagnum í 1997, so at siga á berum. Nú hava vit trý skip umframt hetta virkið, og einasta orsøk til, at vit hava klárað tað er, at vit hava tikið okkara kjansir. Tann dagin vit ikki tora at taka kjansir longur, kunnu vit steingja og flyta av land- inum, sigur Bjarti. Kenna ikki fiskivinnuna Nú hendan frágreiðingin hjá Búskaparráðnum er komin á borðið, heldur Bjarti, at hon vísir, at tey sum hava gjørt hana, eru fólk, sum ongar royndir hava í fiski- vinnuni. – Eingin av teimum, sum sita í Búskaparráðnum, hev- ur arbeitt so mikið við fisk- ivinnuni, at teir vita, hvat fer fram har. Teir tosað eis- ini um at avtaka skattafrá- dráttin hjá fiskimonnunum, og tað haldi eg er burtur úr vón og viti. Hugsið tykkum, hesir menninir stíðast og strevast hvønn dag, og seta enntá lívið í vága fyri, at samfelagið kann hanga saman, og so vil mann taka hendan lítla ágóðan frá teimum, sigur Bjarti. Hann hevur annars eisini heft seg við, at Búskapar- ráðið bara leggur upp til, at fiskidagar skulu seljast á uppboði. Tað heldur hann vera løgið. Tí so skuldu bæði bóndagarðar og ali- brúk komið undir somu treytir. Hava keypt loyvini einaferð – Vit hava í veruleikanum keypt fiskiloyvini tá ið vit keyptu skipini, og tí máttu vit gjalda so nógv fyri skip- ini. Verða loyvini tikin frá okkum nú, so skrædnar øll vinnan í einum, tí so missa skipini virði, tí eingin hevur ráð at keypa tey aftur, sigur Bjarti Mohr, sum eisini heldur, at Sparikassin má hava ein trupulleika við hes- ari búskaparfrágreiðingini. Hann vísir á, at formað- urin í Búskaparráðnum er stjóri í Sparikassanum, og at hann í veruleikanum stingur sínar egnu kundar í ryggin. – Mínar royndir siga mær, at hatta uppskotið, sum hann tosar um, er fullkomi- liga burtur úr vón og viti, tí tað hevur einki við veru- leikan at gera. Heldur tú kanska, at hann hevði ynskt, at loyvið til at reka pen- ingastovn skuldi verið end- urnýggjað hvønn mánað? Nei, hetta er í veruleikanum ein jagstran av fiskivinnuni, sigur Bjarti. – Uppskotið frá Búskaparráðnum um at fiskidagar skulu seljast á uppboði, er burtur úr vón og viti, sigur Bjarti Mohr, sum umframt virkið Ísbjørnina eisini rekur tríggjar trolarar Mynd: Jens Kristian Vang