mikudagur 2. februar 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 22 - 2. februar 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 22 - 2. februar 2000
Betri at vera pensjónistur
Á tíðindafundi mánadagin, løgdu Fíggjarmálastýrið og Almanna- og Heilsumálastýrið fram samgonguuppskot um
broytingar í skattalógini. Nú skal verða betri at vera pensjónistur og lógin skal gerast einføld at umsita
Í útlond at leika
Freistin úti
12. februar
DAGFINN OLSEN
Tá pensjónistar fáa útgjald
næstuferð, vóna Helena
Dam á Neystabø og Karsten
Hansen, at skattaviðurskift-
ini eru í lagi, so at bøtast
kann um mistakið sum
hendi, tá pensjónirnar vórðu
hækkaðar við ársbyrjan. Tá
hendi tað, at skatturin
hækkaði, so pensjónistar
sótu eftir við færri pengum
í hondini, enn frammanund-
an.
Á tíðindafundi mánadag-
in løgdu Fíggjarmálastýrið
og Almanna- og heilsu-
málastýrið fram uppskot,
sum er samtykt í samgong-
uni, um broyting viðvíkj-
andi skatting av pensjónum.
Uppskotið hevur eftir ætl-
an við sær, at pensjónistar í
framtíðini eru betri fyri pen-
ingaliga.
Eftir uppskotinum hjá
landsstýrinum fáa tey mest,
sum eru støk og fáa lægstu
fyritíðarpensjón. Tey fáa
umleið 26.000 krónur meira
í ár, í mun til í fjør.
Fólkapensjónistur, sum er
stakur, fær umleið 12.000
krónur meira í ár, enn í fjør.
Fólkapensjónistur, sum er
giftur við pensjónisti, fær
8000 krónur meira.
Lægsta vøksturin fáa tey,
sum fáa hægstu fyritíðar-
pensjón. Tey fáa umelið
4.000 krónur meira í ár.
Roknað er útfrá, at
kommunu- og kirkjuskattur
er 24%.
Karsten Hansen sigur, at
soleiðis verður eingin verri
fyri, enn hetta.
Hann sigur, at uppskotið
er neutralt fyri kommunur
og landskassa. Hvørgin
teirra vinnur nakað við, at
pensjónirnar hækka.
Sosialpolitikk
ígjøgnum skattalógina
Karsten Hansen metir tó,
at tað er óheppi at føra
sosialpolitikk
ígjøgnum
skattalógina.
Men bæði Karsten Han-
sen og Helena Dam á
Neystabø leggja dent á, at
talan er um eina bráðfeing-
isloysn. Tey vísa eisini á, at
lógin er einføld at umsita.
Broytingar verða ikki
gjørdar í nýggju pensjóns-
lógini nú, men arbeiðið at
finna útav, hvussu skipanin
skal virka framyvir, fer nú
ígongd.
Ætlanin var sjálvsagt
ongantíð, at nakar skuldi
missa nakað við nýggju lóg-
ini, men við ætlaðu broyt-
ingunum
í
skattalógini
verður bøtt um hetta. Men
Karsten Hansen sigur, at til
ber ikki at loysa trupulleik-
an hjá teimum, sum komu
illa fyri í januar, tí talan er
um tvey ymisk skattaár.
Men ætlaðu broytingarnar í
skattalógini virka frá 1.
januar, og tí verður á tann
hátt javnað út.
Uppskotið, sum sam-
gongan er komin við, skal
fyrst fyri í Løgtinginum,
men Karsten Hansen og He-
lena Dam á Neystabø vóna,
at tingið arbeiðir so mikið
skjótt, at broytingarnar
virka, tá pensjónistar fáa út-
gjald næstuferð.
Tann 4. mars letur upp í Listaskálanum 11. Várfram-
sýningin, sum Føroysk Myndlistafólk skipa fyri
DAGFINN OLSEN
Tey, ið ætla sær at lata
myndir inn til Várfram-
sýningina,
mugu
nú
skunda sær. Tann 12. fe-
bruar klokkan 18 er
freistin úti.
Øll eru vælkomin at
lata myndir inn í Lista-
skálanum, har tilmelding-
arbløð eisini eru at fáa.
Hesi fáast eisini við at
venda sær til Listaskálan
á telefon 313579.
Myndirnar, ið verða
latnar inn, skulu vera
klárar at heingja upp, og
mugu ikki vera í clips-
rammu.
Várframsýningin
er
fyriskipað av felagnum
Føroysk Myndlistafólk,
ið er felagið hjá yrkis-
myndlistafólkum.
Í nevndini sita Astri
Luihn, forkvinna, Olivur
við Neyst, kassameistari
og Sigrun Gunnarsdóttir
Niclasen, skrivari.
Sýningin í ár er hin 11.
í røðini og hon er hvørt
ár fyrsta leygardag í
mars.
Ætlanin við Várfram-
sýningini er at vísa, hvat
yrkislistafólk fáast við og
hvat nýtt hendir innan
myndlistina. Men øll eru
vælkomin at senda verk
inn. Ætlanin er eisini, at
sýningin
skal
vera
kveikjandi. Tá ein hevur
havt verk við á sýningini
3 ferðir, gerst ein limur í
Føroysk Myndlistafólk.
Astri Luihn sigur, at
talan er um sensureraða
sýning. Tó eigur eingin at
verða skuffaður, um við-
komandi ikki fær verk
við.
– Hetta hava øll roynt,
eisini tey, sum í dag eru
yrkislistafólk, sigur Astri
Luihn, sum metir, at slíkt
eigur ein at tola.
Metingarnevnd
Tað verða 3 fólk vald í
eina
metingarnevnd.
Henda nevnd metir um
innkomnu verkini. Tey
royna so at skapa eina
sýning, sum er umboð-
andi, vísir hvat hendir og
tey royna at skapa sýn-
ing, sum eisini er ein
heild.
Fólkini sita 3 ár í
nevndini. Í ár sita Guðrið
Poulsen, á 3. ári, Tita
Vinther, á 2. ári og Trónd-
ur Patursson hevur verið
við í eitt ár.
Metingarnevndin ar-
beiðir hvønn dag út í eitt
í 3 vikur við at seta sam-
an Várframsýningina.
Funnist hevur onkutíð
verið at felagnum Før-
oysk Myndlistafólk, tí tey
skipa ikki fyri fleiri sen-
sureraðum
sýningum.
Men Astri Luihn sigur, at
tey hava hvørki orku ella
ráð at skipa fyri fleiri sýn-
ingum árliga.
Várframsýningin 2000
letur upp 4. mars í Lista-
skálanum
Astri Luihn, forkvinna í
Føroysk Myndlistafólk
Shalder Geo er á tónleikaferð í Føroyum. Hetta er byrj-
anin til ferð í grannalondunum í vár
DAGFINN OLSEN
Saman við Eivør Pállsdóttir
Kvartett, ferðast bólkurin
Shalder Geo í hesum døg-
um í Føroyum. Tann 4. fe-
bruar spæla bólkarnir í
Café Natúr og kvøldið eftir
í Klaksvík í Atlantis..
Shalder Geo skal tó víðari
á ferðini. Í apríl byrja teir
eina ferð í grannalondunum,
ið heldur fram til juli mán-
að. Bólkurin vitjar í Finn-
landi, Danmark, Estlandi og
Sámalandi.
Shalder Geo greiðir so-
leiðis frá navninum: navnið
er úr Hetlandi. Geo úttalast
gjó = Tjaldursgjógv.
Bólkurin fann saman til
eina innspæling við sama
navnið í 1997. Klaverleik-
arin Kristian Blak stovnaði
bólkin og hinir limirnir eru
Heðin Ziska Davidsen,
Mikael Blak og Høgni
Klakkstein.
Umframt verða ymsir
gestatónleikarar, ið vitja á
ferðini.
Bólkurin spælir improvi-
satiónstónleik yvir egið
tónasmíð og fólkatónleik. Á
innspældu fløguni er støði
tikið í løgum úr Føroyum
og Hetlandi.
Umframt henda tónleik,
er annað etniskt tilfar, sum
Kristian Blak eigur megin-
partin av. Tilfar, hann hevur
innspælt og smíðað løg yvir
síðani sjeyti árini. Men eisin
nýggjari tilfar er á skránni.
Á tíðindafundi mánadagin løgdu fíggjarmálastýrið og Almanna- og heilsumálastýrið
fram uppskot, sum er samtykt í samgonguni, um broyting viðvíkjandi skatting av pen-
sjónum.
Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, fylgir hugsanars-
amur framløguni á tíðindafundinum hjá Fíggjarmála-
stýrinum og Almanna- og Heilsumálastýrinum
Inuit-tónleikur úr Addeq
suituni, føroysk Kingoløg,
úr Snjóugluni og tónleikur
úr Klæmintsgjógv. T.d. er
eisini tilfar hjá Heðini úr
útgávuni í Eb-inum og
møguleikar verða at víðka
skránna við eitt sindur av
joiki.
20 konsertir eru á skránni
komandi hálva árið. Um-
framt at spæla á ymsum
spælistøðum og í føroyskt -
finska felagnum Tjaldur í
Helsinki, so verður eisini
luttøka á Jazzkaar í Est-
landi, páskastevnu í Kauto-
keino. Umframt eru á
skránni Summartónar og
Fólkatónleikarastevna
í
Føroyum.
Ferðin hjá Shalder Geo er
komin í lag í samstarvi við
Jazzkaar, har Norðurlanda-
húsinum er við í leikinum,
og seinni er samstarv komið
í lag við m.a. Universitetið
í Joensuu, finsk Karelia,
Pauli Hallman, Kuopio,
Tjaldur, sámiska forlagið
Dat, sum Tutl samstarvar
við.
Ferðin er ein av mongum,
sum Tutl fyrireikar við tón-
leikarum, sum hava givið út
hjá felagnum og er hetta lið-
ur í marknaðarføring uttan-
landa. Komandi árini standa
konsertir á skránni hjá Tutl
í Íslandi, USA, Ísrael og
Fraklandi.
Skráin hjá Shalder Geo er
henda: 19/4, Keypmanna-
havn. 21-22/4, Alfreds Kro,
Kautokeino. 24/4, Tornio.
25/4, Jyväskylä. 26/4, Hel-
sinki. 27/4, Kuopio. 28/4,
Joensuu. 29-30/4, Tallin. 1/
5, Suðurfinnland.
Eftir hetta eru konsertir í
Føroyum.
Høgni Klakkstein, Mikael
Blak, Kristian Blak og
Heðin Z. Davidsen mynda
Shalder Geo
Mynd: Jens Kristian Vang
Myndir: Jens Kristian Vang
Virðisbrævamarknaðurin:
Avgerandi rentu-
fundir í USA og
Evropa í vikuni
Lánsbrævarenturnar hava
verið óstøðugar seinastu
vikuna, men samanumtik-
ið eru tað bert tær stuttu
renturnar, ið eru hækkaðar
í vikuni. Hetta er vanligt,
tá ið marknaðurin roknar
við, at leiðandi rentan
verður hækkað av tjóð-
bankanum.
Í dag byrjar rentufund-
urin hjá amerikanska tjóð-
bankanum, og framman-
undan roknar marknaðurin
við, at rentan verður hækk-
að eitt kvart prosent í
morgin.
Orsøkin er vøksturin í
amerikanska BTÙ, sum
framhaldandi er omanfyri
5%. Ynski hjá tjóðbanka-
num er ein vøkstur á 3%,
og so leingi vøksturin er
hægri, kunnu vit rokna við
rentuhækkingum.
Vandin er fyri, at rentu-
hækkingin verður á hálvt
prosent. Grundgevingin er,
at seinastu lyklatølini hava
víst á, at búskapurin er við
at yvirhita eins og gjalds-
javnahallið alsamt økist.
Tjóðbankastjórin trýr tó
enn uppá framleiðslu-
vøkstur og eina javna nið-
urgongd í búskapinum.
Okkara meting er, at teir
hækka rentuna 3 ferðir á
kvart prosent í fyrru hálv-
ári av 2000.
Hósdagin hevur Evrope-
iski tjóðbankin rentufund,
og her eru marknaðarlut-
takararnir meira ivasamur,
um
ein
rentuhækking
kemur longu nú. Orsøkin
er, at sjálvt um kjarnuin-
flatiónin hækkar, er hon
enn ongin hóttan. Tó verð-
ur roknað við, at inflati-
ónin verður hægri enn
2,0% í februar ella mars
fyri síðani at falla javnt
aftur. Málið hjá tjóðbank-
anum er, at inflatiónin ikki
verður hægri enn 2,0%.
Hinvegin er evran kom-
in undir stórt trýst av am-
erikanska
dollaranum.
Veika evran skapar grund-
arlag fyri størri útflutningi,
tí evropeiskar vørur gerast
bíligari í t.d. USA, men
vandin er, at tann vaksandi
eftirspurningurin uttan-
lands skapar innflutta in-
flatión.
Evropeiski tjóðbankin
hevur higartil bert nýtt in-
flatiónstøl og gjaldumfarið
sum grundgeving fyri rent-
uásetingini, og út frá hes-
um meta vit ikki, at rentan
verður hækkað hósdagin,
men heldur í mars, tá ið
tjóðbankin hevur fingið
úrslitið fyri teir stóru løn-
arsáttmálarnar í Evropa.
Gongdin hesa seinastu
vikuna hevur havt við sær,
at 10-ára danska statsláns-
brævið - 6% st. lån 2009 -
kl. 12 í dag kostaði 100,98
móti 100,77 fyri viku síð-
an. 2-ára statslánsbrævið
- 4% Stgb 2001 - kostaði
99,61 móti 99,53 fyri viku
síðan. Tað føroyska láns-
brævið - 4,125% FRL
2000 - kostaði 99,60, sum
svarar til eina effektiva
rentu á 4,60%.
Gjaldoyramarknaðurin:
Amerikanski dollarin sett met
Seinasta hósdag varð BTÚ
í USA almannakunngjørt,
og var hon hægri enn
væntað.
Marknaðurin
tulkaði hetta sum enn eitt
prógv um, at vøkstur
framvegis er í amer-
ikanska búskapinum. Fyri
at fyribyrgja at inflatiónin
veksur, verður væntað, at
amerikanski tjóðbankin
hækkar rentuna við 1/4 %
á fundinum í morgin.
Væntaða rentuhækkingin
og seinastu lyklatølini úr
Amerika, sum hava víst, at
vøksturin framhaldandi er
stórur, gera tað meiri
áhugavert at gera íløgur í
Amerika samanborið við
Evropa. Hetta hevur styrkt
munandi um dollaran, sum
hósdagin í undafarnu viku
varð sterkari enn evran, og
síðani er hækkaður enn
meiri. Amerikanski doll-
arin hevur ikki bara sett
met mótvegis evruni, men
um samanborið verður við
D-markin, er amerikanski
dollarin nú tað sterkasta,
hann hevur verið í 10? ár.
Amerikanski
dollarin
kundi í dag á middegi
keypast fyri 767,91 móti
741,17 fyri viku síðani.
Enska pundið methøgt
Enski búskapurin er eins
og amerikanski búskapur-
in í vøkstri. At evran er
nógv viknað seinastu vik-
una hjálpir eisini væl til at
styrkja pundið. Væntað
verður eisini, at enski tjóð-
bankin hækkar rentuna 1/
4% á fundinum næsta hós-
dag. Um enska pundið
verður samanborið við
størstu samhandilslondini
hjá Onglandi sæst, at
enska pundið nú er tað
sterkasta, tað hevur verið
í nærum 14 ár. Enska
pundið kundi í dag á mid-
degi keypast fyri 1238,37
móti 1222,78 fyri viku síð-
ani.
FØROYA BANKA TÍÐINDI
Jan Müller
Tað eydnaðist ikki Sjálv-
stýrisflokkinum at fáa eitt
endaligt svar frá Tjóðveldis-
flokkinum á samgongu-
fundinum
mánadagin.
Flokkurin hevði biðið um at
fáa málið um oljuútgerð-
arhavnina við á samgongu-
fundin og vildi vita, um
tingmenn Tjóðveldisfloks-
ins fóru at atkvøða fyri ein-
Tjóðveldismenn
spæla fríspæl
um broytingaruppskoti hjá
Javnaðarflokkinum um, at
alt oljuvirksemi skal vera í
Suðuroynni.
Jákup Sverre Kass, ting-
maður (SJFL) sigur, at mað-
urin, sum teir ætlaðu at seta
spurningin, Hergeir Niels-
en, rýmdi av fundinum, áðr-
enn hetta málið kom fyri.
Formaðurin í flokkinum,
Heine O Heinesen var held-
ur ikki á fundinum. Tískil
svaraði Høgni Hoydal spur-
ninginum, men sambart
Jákup Sverra Kass varð
hetta einki svar.
-Eg og fleiri við mær
halda, at tað kann ikki vera
rætt, at Tjóðveldisflokkurin
skal sleppa at spæla fríspæl
í so mongum málum. Hetta
er hent fleiri ferðir í sein-
astuni og er málið um olju
Útjaðarabólkur
standa sína roynd
-Orðaskiftið í dag um eitt nú oljuútgerðarhavnina er
fyrsta høvi hjá teimum, sum siga seg hugsa um útjaðaran,
at vísa í verki, hvussu farið eigur at vera til verka í hes-
um landi, tá ein nýggj vinna tekur seg upp sigur javnað-
artingmaðurin Henrik Old undan 2. viðgerð í dag av
málinum um 1. útbjóðing til oljuleiting.
JAN MÜLLER
Er tað upp til javnaðarting-
mannin í Suðuroynni, Hen-
rik Old, so verður tingfund-
urin seinnapartin mikudagin
at taka drúgva tíð. Málið um
1. útbjóðing til oljuleiting
kemur til 2. viðgerð, og ein
orsøk til at javnaðarting-
maðurin metir hesa við-
gerðina at taka nógva tíð er
tann, at málið snýr seg í
veruleikanum eisini um
støðuna hjá útjaðararanum
í framtíðini.
Henrik Old sigur, at her
sleppa nógvir at standa sína
roynd, ikki minst teir, ið
vanliga tosa um útjaðaran.
Eitt nú Tjóðveldisflokkurin.
-Eg síggi, at býráðsformað-
urin á Tvøroyri heldur tað
vera náttúrligt, at Hergeir
Nielsen atkvøður fyri upp-
skoti Javnaðarfloksins, men
tað er ikki nokk bara við
honum. Um Tjóðveldis-
flokkurin meinar nakað við
sínum útjaðarapolitikki, so
eiga fleiri enn Hergeir
Nielsen at atkvøða fyri upp-
skotinum.
Henrik Old heldur eisini,
at útjaðarabólkurin sleppur
at standa sína roynd. -Hetta
er í veruleikanum fyrsta
málið, har útjaðarabólkurin
sleppur at vísa, hvat dugur
er í honum. Sjálvandi rokni
eg við, at hann allur at-
kvøður fyri okkara upp-
skoti, men ger hann ikki tað,
so eri eg ivasamur um lagnu
hansara. Í hvussu er er
grundarlagið tá tunt undir
honum. Henrik Old sigur,
at aftanfyri útjaðaran standa
bara 12 atkvøður, so tað er
ikki nóg mikið til at fáa
málið ígjøgnum. Sjálvur
vísir hann aftur einum upp-
skoti, sum verður broytt til
útjaðaran ístaðin fyri at
oyramerkja hetta til Suð-
uroynna. Tá hevur tú tikið
argumentið burt fyri at
leggja hetta virksemi í ein-
um ávísum stað.
Henrik Old heldur eisini,
at nettup hetta málið er eitt
gott høvi at vísa á nýggjar
leiðir í føroyskum politikki,
har landsplanlegging verður
brúkt í praksis. -At fara inn
í eina nýggja øld og kunna
siga, at vit løgdu fyri við at
reka skilagóðan vinnu- og
útjaðarapolitikk vildi verið
eitt stórt pluss fyri okkum
øll, sum liva í hesum landi.
-Hetta verður eitt stórt
orðaskifti. Um nakar meinar
nakað við tað hann sigur, at
man skal stuðla uppundir
útjaðaran, so er hetta tann
givni møguleikin, tí hetta er
nakað, sum ikki er farið í
gongd sigur tingmaðurin.
Henrik Old vísir eisini til,
hvat ein støða, har einki
verður avgjørt frá byrjan
kann føra til og sipar her
til, at Runavíkar kommuna
er farin í gongd við at
byggja út til oljuhavn fyri
15 mill. kr. Og verður tað
givið upp til skutil nú, so
verða tað fleiri av slíkum
slag.
Vit hava roytn at fáa eina
viðmerking frá Tjóðveld-
isflokkinum. Tað eynaðist
ikki, áðrenn deadline.