Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 23 - 3. februar 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 23 - 3. februar 2000 Ráðiligt at brúka fleiri pengar Formaður í Búskaparráðnum heldur ongan vanda vera á ferð, fyri tað um fleiri pengar á fíggjarlógini verða brúktir til at loysa kreppustøðuna á Strandferðluni EYÐUN KLAKSTEIN Verða pengarnir til at loysa trupulleikarnar á Strand- ferðsluni brúktir í útlandi- num, hevur hetta ongar álvarsligar fylgjur við sær fyri føroyska búskapin. Hetta sigur Bjarni Olsen, formaður í Búskaparráð- num, nú Strandferðslan er um at sigla uppá turt. Hann heldur, at ráðiligt er at brúka fleiri pengar á fíggjarlógini fyri at loysa átrokandi trupulleikar sum teir á Strandferðsluni. – Vit skulu bara allatíðina hava í huga fullveldisætlan- in og at leggja pengar til síðis, men yvirskot á fíggj- arlógini er einki mál í sær sjálvum, sigur hann. Orsøkin til, at pengarnir til fleiri umvælingar, leigu ella keyp av skipi skulu brúkast í útlandinum er, at so nógv ferð er á føroyska búskapinum. Um fleiri almennir peng- ar brúktir her í landinum, fer tað at leggja enn størri trýst á arbeiðsmarknaðin og vandin fyri fløskuhálsum – tað er trot á arbeiðsmegi – er stórur. Hetta hevur Búskaparráð- ið eisini víst á í nýggjastu frágreiðing síni, sum kom seinasta fríggjadag. Leggja til síðis – Skulu fleiri pengar brúk- ast til umvælingar av strandferðsluskipunum ella møguliga nýgerð í Føroy- um, mugu aðrir partar av fíggjarlógini skerjast, sigur Bjarni Olsen. Hinvegin er ráðiligt at brúka nakað av pengunum av yvirskotinum, um meir- nýtslan fer fram í útlandi- num. Roknað verður við einum yvirskoti á fíggjar- lógini fyri 1999 upp á fleiri enn 500 milliónir, og vænt- aða yvirskotið fyri ár 2000 er lítið minni. Tí er talan um eina milliard í yvirskoti upp á tvey ár. – Í fyrstu atløgu fær tað ongar álvarsligar fylgjur fyri gjaldsjavnan ella yvir- skotið, at nakað meira av pengum verða brúktir í út- landinum, men tað ræður alla tíðina um at hava í huga, at pengar skulu leggj- ast til síðis til at standa ímóti við, um blokkurin minkar, sigur Bjarni Olsen. – Tað er ein trupulleiki fyri samfelagið, at neyðugt er við almennum íløgum, samstundis sum hákonjok- turur er í búskapinum. Støðan á Strandferðsluni er sambært tekniska leiðar- anum har ruðuleikakend. Skip skulu í dokk, avloys- araskip mangla og fleiri av skipunum, sum lítast skulu á, eru í ringum standi. Í gjár mælti samgongu- tingmaðurin Sámal Petur í Grund til, at trupulleikarnir á Strandferðsluni verða rað- festir hægri enn yvirskotið á fíggjarlógini, og frá and- støðuni eru somu tónar at hoyra. Røntgenverkfrøðingur spælir klaver Mangt forvitnisligt er á skránni í Føroyahúsinum í februar Sangkvinnan Jensina Olsen roynir seg nú eisini á løriftinum Martin Fjallstein, leiðari í Føroyahúsinum Ein av fremstu solistum íslendinga klarinettleikarin Einar Jóhannesson kemur á vitjan higar og fer at hava tvær konsertir í Føroyum saman við Jóhannes Andre- asen. Teir spæla í Trongisvágs skúla hósdagin 3. feb. kl. 20.00 og í Norð-urlanda- húsinum leygardagin 5. feb. kl. 16.00. Skráin er vælvald við ein- ari klarinettperlu fyri og aðrari eftir. Á skránni eru at finna nýskapandi verk sum tað eftir pólendingin Witold Lutoslavski, sum nevnist Dansi forspøl. Fimm stykkir bygt á polsk- an fólkatónleik og so tað eftir íslendingin Áskell Másson »Blik« fyri solo- klarinett frá 1979, har mod- ernaði tekniskar snildir verð anýttar. Sum kontrast til Lutoslawski eru fýra íslendsk tjóðløg í útseting- um eftir fýra ymisk tóna- skald. Tvey av høvuðsverkun- um úr klarinettliteraturinum eru eisini við, bæði eftir fronsk tónaskald sonaturnar eftir ávíkavist Francis Pou- lenc og Camille Saint- Saens. Bæði verkini eru sera vøkur og krevjandi, tó als ikki tung at líða á. Saint- Saens er inniliga romant- iskur, meðan Poulenc við sínum nýklassiska tónalagi á ein tølandi hátt førir okk- um inn í tað nýggju tíðina í 20-aldar tónleiki. Leikni virtuositetin goymir Einar til seinast í eini ørum tekniskum meldri av tónum, Fantasi eftir Do- nato Lovreglio yvir operuna »La Traviata« eftir Giuseppi Verdi. Einar Jóhannesson helt til London at læra John Mc- Cow eftir lokið nám heima í Reykjavík. Á námsárunum á The Royal College of Mu- sic vann hann sína fyrstu virðisløn uppkalla eftir navnframa klarinettistinum Frederick Thurston. Seinni eru fleiri virðislønir kom- nar, sum Menuhin og Sonn- ing virðislønir. Fyrst í áttati árunum flutti hann aftur til Íslands til at taka við starvinum, sum soloklarinettistur í íslendska symfoniorkestrinum. Har- afturat hevur hann verið sera virkin sum solistur, limur í Blásarakvintett Reykjavíkur, Trio Borcalis og fleiri øðrum samhangum. Hann hevur innspælt ein hóp av fløgum og hópin av verkum hava verið komponeraði beinleiðis til hansara. Enska dáman Pamela Weston hevur skriva tríggj- ar bøkur um klarinettleikar- ar alt frá tí at heimildir finnast frá upphavi ljóðfør- isins í byrjanini av 18. øld. Í nýggjastu útgávuni sum umhandlar klarinettleikarar frá okkara tíð, telist Einar millum teir fremstu. Heiðurin og útfordringina at spæla undir hjá Einari hevur okkara maður klaver- leikarin Jóhannes Andreasen fingið. Neyvan kann sigast ann- að at Einar stólar á kynstur Jóhannesar, tí venjingartíð- in teir fáa saman verður stutt. Men soleiðis arbeiða professionellir tónleikarar saman. Jóhannes hevur sína musikalsu bakgrund í Tórs- havn, Wien og London. Lat ikki hesa konsert gleppa tær av hondum. Ein- ar og Jóhannes lata ongan fara órørdan og tómhentan heimaftur. Norðurlandahúsið skipar soleiðis fyri, at atgongumerkið til konsert við Einar Jóhannesson og við Hanus og Aldubáruni er galdandi til báðar konsertirnar. Einar Jóhannesson á vitjan Heiðurin og útfordringina at spæla undir hjá Einari hevur okkara maður klaverleikarin Jóhannes Andreasen fingið. Kendur íslendskur klarinettleikari vitjar Konsertfelagið Samráðingarnar ganga ikki væl Føroya Lærarafelag handaði mán- adagin Fíggjarmálastýrinum frá- boðan um arbeiðssteðg og blok- adu, verður ikki semja áðrenn 1. mars DAGFINN OLSEN Mánadagin sessaðust Før- oya Lærarafelag og løn- ardeildin hjá Fíggjarmál- astýrinum aftur við sam- ráðingarborðið. Partarnir hava havt nakrar fundir. Undir samráðingunum í fjør eydnaðist ikki at finna endaliga semju og hótti Føroya Lærarafelag tá við arbeiðssteðgi. Tá varð fyr- ibilssemja gjørd, sum gongur úr 1. mars. Á fundinum mánadag- in handaði Føroya Lærar- afelag Fíggjarmálastýri- num fráboðan um ar- beiðssteðg og blokadu, verður ikki semja innan 1. mars. Sambært tíðindatæn- astu Føroya Lærarafelags ganga samráðingarnar heldir strilti. Næsti fundur verður mánadagin 7. februar. DAGFINN OLSEN Skráin í Føroyahúsinum í Keypmannahavn er fjøl- broytt í februar. Um vikuskiftið verður dansur við Teimum av Kamarinum, sum Nærvarp- ið skipar fyri. Øll tey meira ella minni føstu tiltøkini eru á skránni, sum t.d. føroyskur dansur, kór og ymisk hugnakvøld. Synir fólka- tingsmannin Tann 8. februar fara Jákup og Mikkjal Nielsen at syngja og spæla guitar. Eis- ini verður farið upp á gólv. Jákup og Mikkjal eru synir kenda prestin og fólkatings- mannin Jóhan Nielsen, sála. Onnur tiltøk eru argen- tinsk tango, bingo og ferni- sering. Á løriftinum Jensinu Olsen kenna mong sum songkvinnu. Seinast sum rødd og stig- takara handan fløguna Grís- aflísa Pætur. Tann 15. - 17. februar skipar Listafelagið í Keyp- mannahavn fyri framsýning við myndum hjá Jensinu, sum nú eisini roynir seg á løriftinum. Røntgenverkfrøðingur spælir klaver Ætlanin var, at Bjarki Olsen tann 25. januar skuldi siga frá. Honum barst frá, men møguliga verður hann á skránni 22. februar. Bjarki er ættaður av Tvøroyri - Undir Heygnum. Pápin, Jákup Olsen, var var- askúlastjóri. Bjarki er út- búgvin innan strálufysikk og hevur arbeitt sum rønt- genverkfrøðingur. Hann hevði í mong ár egið felag og arbeiddi serstakliga í miðystri. Bjarki fer at siga frá hendingum á lívsleiðini og eisini spælir hann klav- ertónleik. Føroyingar í størv sum trainees hjá DONG JAN MÜLLER Tað er alt meira vanligt, at útlendsk oljufeløg taka før- oyingar í arbeiði sum eitt nú trainees. Hetta hevur m.a. sermerkt oljufeløgini í „Faroes Partnership“ bólk- inum við Amerada Hess, Dong, Lasmo, Norsk Hydro og Atlantic Petroleum. Herfyri hevði danska olju- og gassfelagið DONG lýs- ingar í bløðunum, har søkt varð eftir føroyingum til sokallað „trainees“ størv. Felagið sigur í einum tíð- indaskrivi, at fýra føroying- ar aftrat fara at arbeiða sum traniees hjá DONG (Dansk Olie og Naturgas). Har skulu teir læra meira um olju- og gassyrkið. Teir fýra skulu arbeiða á høvuðs- skrivstovuni hjá DONG í Hørsholm uttan fyri Keyp- mannahavn í upp til tríggjar og seks mánaðir. Søren Gath Hansen, stjóri í DONG sigur seg vera sera væl nøgdan við teir føroy- ingar, sum longu hava verið í traineesstarvi hjá felagn- um. -Teir fyrstu føroying- arnir vóru her hjá okkum í 1988 og 99, og hetta haldi eg var sera væleydnað bæði fyri teir og okkum. Tískil síggja vit fegnir, at aðrir føroyingar fáa hetta høvið. Ikki minst tí at vit á tann hátt eru við til at hjálpa Føroyum við at byggja upp vitan og kompetansu innan oljuídnaðin og fyrisiting. Teir fýra føroyingarnir, sum skulu til arbeiðis hjá DONG eru Jens Wang, jur- istur, Sólva Eliasén, geo- fysikari, Iri K. Petersen, geofysikari og Regin Joen- sen, ið lesur til reservoir- verkfrøðing. Á oljuframsýningini í Stavanger seinast, gjørdi DONG nógv burturúr at greiða frá arbeiðinum í Grønlandi. Næstu ferð DONG verður á fram- sýning fara Føroyar uttan iva at fáa størri lut á bási- num hjá DONG. Við at seta føroyingar í traineesstørv vil DONG vísa sín stóra á- huga fyri eini føroyskari luttøku í oljuvinnuni DONG er millum oljufeløgini sum vísa bæði arbeiða í Føroyum og Grønlandi Tað var hansara simpla starvsplikt at handla skjótt – Hevði Jákup Mørkøre ikki borið so skjótt at, hevði tað verið neyðugt at sagt enn fleiri fólkum á Landssjúkrahúsinum upp. Tí var tað hansara simpla starvsplikt at handla skjótt, sigur sakførarin hjá Jákupi Mørkøre ÁKI BERTHOLDSEN –Tað var ein sera týdning- armikil uppgáva hjá Jákupi Mørkøre, sum leiðara fyri Landsjúkrahúsið at syrgja fyri, at fíggjarætlanin fyri stovnin heldur. – Ger hon ikki tað, er tað eyðsæð, at tað hevði fingið avleiðingar fyri hann. Sigur Sigmund Poulsen, sakførari hjá Jákupi Mørk- øre, sum nú er koyrdur frá sum leiðari fyri Lands- sjúkrahúsi. Í einum drúgvum brævi til Helenu Dam á Neystabø, roynir hann at gjøgnumhol- að grundgevingarnar hjá landsstýrismanninum fyri at siga Jákupi Mørkøre upp. Grundgevingarnar fyri at siga sjúkrahúsleiðaran upp, kunnu samanfatast í trý punkt: 1: Hann hevði onga orsøk til at boða frá so nógvum uppsagnum, sum hann gjørdi. 2: Hann dugdi ikki nóg væl at samskifta við starvs- fólk, álitisfólk, fakfeløg og samstarvsfelagar annars. 3: Hann vísti ikki tað neyðuga lýdni og tann neyðuga loyalitetin mótveg- is politisku skipanini, sum hann starvaðist undir. Øllum hesum grundgev- ingunum roynir sakførarin at vísa aftur í brævinum til Helenu Dam á Neystabø. Gjørdi sína fremstu skyldu Viðvíkjandi punkti 1, sigur Helena Dam á Neystabø, at í fjølmiðlunum í oktober í fjør hevði jákup Mørkøre boðað frá 40-50 uppsagnum á Landssjúkrahúsinum, utt- an at vita, hvussu stór játt- anin á fíggjarlógini fór at vera. Men Sigmund Poulsen vísir á, at hetta passar ikki. Tí 1. oktober í fjør fekk Jákup Mørkøre bræv frá Mary í Garði, fíggjarstjóra á almanna og heilsumála- stýrinum, har hon biðjur sjúkrahúsleiðaran gera eina fíggjarætlan fyri Lands- sjúkrahúsið útfrá uppskot- inum til fíggjarlóg, sum tá varð lagt fyri tingið. – Og tað, sum Jákup Mørkøre fortaldi fyri fjøl- miðlunum, var avleiðingin av fíggjarætlanini, sum al- manna og heilsumálastýrið hevði álagt honum at gera. Sigmund Poulsen sigur, at tað er kanska týdningar- mesta uppgávan hjá Jákupi Mørkøre at syrgja fyri, at fíggjarætlanin heldur. – Og tað er hansara simpla starvsplikt at handla skjótt. Tí gjørdi hann sær beinanvegin nágreiniliga tankar um, hvat var neyðugt at gera og, hvat hetta fór at bera við sær. – At hann brúkti sín sjálv- sagda rætt, og kanska enntá sína sjálvsøgdu plikt at for- telja alment, hvat møguliga var neyðugt at gera, var kanska hansara „brotsverk“, leggur sakførarin afturat. Hann sigur, at tað er held- ur ikki rætt, at Jákup Mørk- øre ikki hevur kunnað starvsfólk og avvarðandi myndugleika frá hesum. – Tað kann ikki vera meiningin, at hann skal boða hvørjum einstøkum starvsfólki frá. – Og almanna og heilsu- málastýrið varð kunnað um ætlanina, enntá skrivliga í brævi tann 12. oktober. Í brævinum nevnir Jákup Mørkøre eisini beinleiðis, at tað verður neyðugt at siga 40-50 fólkum upp. Hendan sparing er endurtikin á leiðslufundi 13. oktober. Í brævinum sigur Jákup Mørkøre, at eftir ætlaðu játt- anini til Landssjúkrahúsið, skulu 84% av samlaðu játt- anini brúkast til lønir. Og tað er so nógv, at tað kann ikki halda fram. Løknafrøðin vinnur skjótt fram og tað merkir, at nýggj tól skulu keypast, umframt nýggjur, dýrur heilivágur. Somuleiðis hevur starvs- fólkið krav uppá eftirút- búgving, sum tey ikki fáa nú. Eisini á telduøkinum er Landssjúkrahúsið eftirbátur. Tá ið tað ikki ber til at fáa eykajáttan, er Lands- sjúkrahúsið tí komið til ta niðurstøðu at 10 milliónir mugu yvirførast frá lønar- játtanini til rakstrarjáttan- ina. Hetta merkir samanum- tikið, at 40-50 fólk skulu sigast upp. Í einum aftursvarið 18. oktober, sigur Almanna og heilsumálastýrið, at tað er eitt viðkvæmt mál at siga 40-50 fólkum upp og at tað tí er neyðugt at málið fær tað neyðugu, politisku við- gerðina. Í sama brævi heitir Hel- ena Dam á Neystabø á Ják- up Mørkøre um ikki aftur at fara í fjølmiðlarnar við einum slíkum máli, tí tað órógvar tað politisku við- gerðina. – Hetta tók Jákup Mørk- øre sum eitt forboð fyri at úttala seg. Og hann hevur heldur ikki úttalað seg til fjølmiðlarnar um sparingar síðani tá. Sakførarin skoytir uppí, at tað eru eisini almennir leiðarar, sum hava úttalað seg til fjølmiðlarnar, áðrenn fíggjarlógin er endaliga samtykt. – Men yvirhøvur má tað eisini sigast at vera sera ivingarsamt, og í stríð við andan í tí livandi fólkaræð- inum, at geva almennum leiðarum munnkurv. Viðmerkjast skal, at á leiðslufundi á Landssjúkra- húsinum 16. november í fjør, greiddi Jákup Mørkøre frá, at hann fór at biðja um eina eykajáttan í ár uppá 1,8 millión til edv útgerð. Men eina viku seinni, tann 25, november, fær hann skrivliga at vita frá aðalstjóranum í almanna og heilsumálaráðnum, Høgna Joensen, at hann skal reka sjúkrahúsið innanfyri teir karmar, sum politiski myndugleikin áleggur hon- um. – Tað tilkemur ikki tygum at søkja um eykajáttan, bara tí at tygum halda, at tygum kunnu brúka fleiri pengar. – Tað verður mett sum tekin uppá manglandi loy- alitet yvirfyri politiska myndugleikanum, at tygum boða frá, at tygum ætla at søkja um eykajáttan, sigur Høgni Joensen m.a. í bræv- inum til Høgna Joensen. Fekk greið boð Ein atfinning, sum Helena Dam á Neystabø nevnir í uppsagnarbrævinum til Ják- up Mørkøre, er, at hann ætl- aði at siga 27 fólkum upp, uttan at hava grundgevingar fyri meiri enn 10. Men heldur ikki hetta vil Jákup Mørkøre góðtaka. – Í fundarfrágreiðingini frá leiðslufundinum tann 5. januar, sum almanna- og heilsumálastýrið hevur góð- kent, verður staðfest, at játt- anin til lønir er 1,6 milliónir lægri í 2000 enn hon skuldi vera fyri at varðveita støðið eftir lønarhækkingarnar í fjør. Harafturat mangla 1,6 millión til nýggjan lækna- stjóra og røktarfakliga stjór- an eftir nýggja leiðslubygn- aðinum. Og at enda høvdu tær ymsu deildirnar 3,7 milliónir í halli frá í fjør við sær, sum eisini skulu sparast innaftur í ár, ella kanska yvir eini tvey ár. Ymsir møguleikar fyri sparingum hava verið nevndir. – Men í hvussu er fekk Jákup Mørkøre greið boð frá Høgna Joensen, aðal- stjóra, um, at hann undir øllum umstøðum skuldi spara minst tríggjar milli- ónir. Hetta kann prógv før- ast fyri, sigur Sigmund Poulsen. Hann sigur, at rokna vit við eini miðal ársløn uppá 250.000 krónur, og at tað tekur eitt hálvt ár at fáa fólk úr starvi, tey hava uppsagn- artíð og hoyringsfreist, gev- ur hetta umleið 27 upp- sagnir. – So her hevur Jákup Mørkøre onki gjørt enn tað, sum hann beinleiðis varð biðin um at gera. Og tí kann tað heldur ikki vera talan um óloyalitet og ólýdni mót- vegis politisku skipanini. Og sjálvur aðalstjórin hevur eisini boðað sjúkra- húsleiðaranum frá, at Hel- ena Dam á Neystabø varð væl kunnað um hetta. Sakførarin sigur, at í fundarfreiðreiðingini frá leiðslufundi 12. januar, var tað endurtikið, at neyðugt var við 27 uppsagnum – Fylgisskjalið til hesa frágreiðingina hevur fíggj- ardeildin á almanna og heilsumálastýrinum gjørt, hóast tað er skrivað á pappír við brævhøvdinum hjá fyri- sitingini á Landssjúkrahús- inum á. Í fylgisskjalinum verður boðað frá, at sparast skulu góðar tríggjar milliónir í lønum. Um øll sparingin skal fremjast í ár, verður talan um 26 størv. Skal øll sparingin ikki verða sett í verk fyrrenn komandi ár, verður talan um færri uppsagnir. Men tann seinna loysnin er tó treytað av, at allur pen- ingurin ikki verður brúktur til nýggja leiðslubygnaðin og til játtað størv í 1999, sigur fíggjardeildin. Jákup Mørkøre skilir tí ikki, hví Helena Dam á Neystabø kemur eftir, at grundgevingar eru ikki fyri fleiri enn 10 uppsagnum. Møguliga verður tað gjørt við at flyta imillum ymsar konti. Men hetta er bein- leiðis at leggja seg út í ar- beiðið hjá leiðaranum. Og so ger hann eisini vart við, at er hetta so, er tað eftir øllum at døma fíggjar- deildin á almanna og heilsumálaráðnum, sum hevur víst landsstýrismann- inum á eina nýggja uppstill- ing. Men hetta er sama fíggj- ardeild, sum nakrar fáar dagar frammanundan gjørdi Jákup Mørkøre greitt, hvat hann skuldi gera. ógreitt Annars vísir sakførarin á, at nógv viðurskifti eru rætti- liga ógreið. Eitt nú eru summi brøv frá fíggjar- deildini á almanna og heilsumálastýrinum skrivað á brævpappír hjá fyrisiting- ini á Landssjúkrahúsinum. Somuleiðis hevur aðal- stjórin, Høgni Joensen, bara í einstøkum førum medund- irskriva brøv frá Helenu Dam á Neystabø til Jákup Mørkøre, sigur sakførarin. – Yvirhøvur má tað sigast at vera sera ivingarsamt, og í stríð við andan í tí livandi fólkaræðinum, at geva almenn- um leiðarum munnkurv, sigur Sigmund Poulsen