Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. oktober 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjakvøldið 28. oktober fara Lena, Týr og 200 á pall í Ítróttarhøllini í Runavík. Eftir kon- sertina spæla Showmenn til dans KONSERT tíðindaskriv Konsertin er partur av Mentanarvikuni í Runa- vík 23.-30. okt. Runavík- ar kommuna hevur tikið stig til mentanarvikuna í sambandi við at vinnu- stevnan FaroExpo’05 verður hildin í Runavík 25.-27. oktober. Á konsertini spæla LENA, Týr og 200. Í pallskiftunum undirheld- ir Føroya besti skemtari, Hilmar Jan Hansen og eftir konsertina spæla Showmenn til dans í høllini. Atgongumerkini til konsertina eru ókeypis og kunnu avheintast á øllum deildum hjá Før- oya Sparikassa frá mána- degnum 17. oktober. At- gongumerkini skulu av- heintast persónliga og nøgdin er avmarkað. Aldursmarkið er 15 ár. Konsertin byrjar kl. 21 og endar kl. 24. Eftir konsertina verður dansur við Showmonn- um í ítróttarhøllini. Kost- naður 150 kr. fyri at- gongumerki. Millum konsertina og dansin verður skipað fyri spennandi trendshow, har mótahandlarnir Trend- floor og Shop-In luttaka í einum telti uttanfyri høll- ina. Nærri fæst at vita um hvussu bussar koyra til og úr Runavík til kon- sertina og dansin. Á stórari sølustevnu innan HI-FI í Hern- ing varð El-IN kosin sum ársins handil herfyri Starvsfólk hjá EL-IN vóru seinasta vikuskiftið í Hern- ing á sølustevnu innan HI- FI. Tað er stóra handilsrøð- in Expert, sum hevði savn- að limirnar í danska konga- ríkinum til eitt árligt tiltak, har tað nýggjasta innan HI- FI verður víst fram. Á stórari gallaveitslu leygarkvøldið, við 1100 luttakarum, var "Ársins handil 2005" kosin fyri tær tríggjar deildirnar hjá Expert, sum eru EXPERT, 2TAL, og BLÅ GRUPPE. -Tað kom sera óvart á okkum, at EL-IN var »nominerað« til hesa heið- ursløn, og vit gjørdust ikki minni bilsin, tá vit vóru rópt upp á stóra pallin at taka ímóti heiðurslønini sum ársins handil 2005. Heiðurslønin var ein gávu- kekkur umframt blómur og onkur prýðislutur, sigur Hilmar Danielsen stjóri í EL-IN. – At hetta var ein stórur heiður gjørdist enn týðilig- ari dagin eftir, tá vit møttu á messuni. Har var gjørt klárt til at gera upptøkur um okkum og tað var eingin endi á blíðskapinum, alla- staðni har vit komu. Hetta gjørdi tað so nógv lættari at fáa hendur á júst teimum avtalum, sum vit høvdu sett okkum fyri frammanundan, Sigur Hilmar Danielsen víðari. Um BLÅ GRUPPE deildina kann nevnast, at hon er tann parturin av Expert samtakinum, sum hevur líknandi handlar sum EL-IN sum limir. Hetta eru handlar sum vanliga hava bæði HI-FI og hvítvørur at selja. Í samtakinum eru 65 handlar kring alt Danmark, umframt Bærentsen Teknik á Tvøroyri og EL-IN. Ex- pert handilsrøðin er sera stór, er at finna í fleiri lond- um, og eru tað norðmenn sum eiga hana. Heiðurshandan á galla- veitslu í Herning leygar- kvøldið 8. oktober 2005. Kjósanin av "Ársins handil í Blå Gruppe 2005 varð grundað við hesari orðing: »EL-IN blev kåret som årets butik i Blå Gruppe, butikken kan levere alt til boligen, el installation, hvidevarer, lamper og brunevarer og bygger nu 500 m2 forretning beligg- ende ved den nye tunnel under temaet. Alt til bo- ligen under et tag og saml- er dermed sine aktiviteter. El-IN driver forretning med en høj profil af kendte mærker, og vil ikke gå ind i nogen form for discount, og virksomheden har konklu- deret for længst, at det er kvalitet og service man skal profilere.« 2 Nr. 200 - 20. oktober 2005 EL-IN kosin til ársins handil í 2005 Hilmar Danielsen var ikki sørt errin, tá hann varð róptur á pallin at taka ímóti heiðurslønini Stór konsert í Runavík Lena Hans & Inge Berntsen vitja í Føroyum dagarnar 20.–26.oktober, har tey fara at tosa – og biðja fyri sjúkum. Hans Berntsen í Føroyum Café OneWay Øll eru vælkomin Persónlig forbøn fyri øllum, ið ynskja tað Mánadagin 24.oktober kl.20 í Filadelfia í Havn Týsdagin 25.oktober kl.20 í Evangeliihúsinum í Havn Mikudagin 26.oktober kl.20 í Kelduni í Skálabotni Hósdagin 20.oktober kl.20 í Oasuni í Hoyvík Fríggjadagin 21.oktober kl.20 í Samljóð í Skopun Leygardagin 22.oktober kl.20 í Samljóð í Skopun Sunnudagin 23.oktober kl.15 í Skúlahøllini í Trongisvági