Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. oktober 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 200 - 20. oktober 2005 3 Dagstovnur fyri tey fjølbrekaðu At síggja til eru tey svørtu sethúsini á Saltnesi sum so mong onnur sethús har á leið DAGSTOVNUR Snorri Brend Myndir: Jens Kr. Vang Saltnes: Innkomin skilir tú beinanvegin, at alt er gjørt fyri at umstøðurnar hjá teim fjølbrekaðu børnunum skulu vera tær bestu. Her húsast dagliga átta børn, sum fáa alla ta um- sorgan, ið tey hava tørv á frá teimum fimm starvs- fólkunum og leiðaranum Honnu Juul. Hesin dagstovnurin varð alment tikin í nýtslu mána- dagin, og er hann sam- stundis fyrsti dagstovnurin av slíkum slagi í Føroyum. Tá vit vitjaðu stovnin fyrrapartin týsdagin vóru nøkur av starvsfólkunum í ferð við at lesa bøkur við børnunum, onkur var úti og gekk túr, meðan eitt annað starvsfólk spældi á gólv- inum við ta einu gentuna. Her tyktust børnini at trívast, og líkt var til at starvsfólkini vóru hegnis- liga vald út til tær krevjandi uppgávurnar, sum ein slík- ur stovnur hevur við sær. Umlætting Hesin dagstovnurin byrjaði annars sum ein roynd - eitt dagtilhald - fyri fýra árum síðani. Úrslitið av hesum var so mikið gott, at avgjørt varð at skipa hetta sum ein dag- stovn burturav fyri fjøl- brekað børn. Í dag er stovnurin tí førur fyri at taka ímóti børnum í skúlaaldri - tvs. børnum undir 18 ár. Í løtuni eru børnini í aldrinum 7 til 16 ár. Hesi børnini ganga í skúlunum á Toftum og í Søldarfirði - á Toftum eru tey í flokki við stuðli, með- an ein serstova finst til tey í skúlanum í Søldarfirði. Skipanin er hon, at for- eldrini koyra tey í skúlan, meðan ein flutningsbussur kemur eftir teimum, fyri at koyra tey til Reiðrið eftir loknan skúladag. Og tá klokkan er vorðin 17 kom foreldrini eftir teimum. Tey eru so heima til næsta dag. Ein dag um vikuna verð- ur høvið hjá børnunum at yvirnátta á Reiðrinum. Hetta er at meta sum ein umlætting fyri heimini, tí mikukvøldið kunnu tey sova her á Saltnesi. Í kjallaranum eru trý kømur, har so trý børn hava møguleika at sova eina nátt um vikuna. Her finst eisini tað væl- umtókta rúmið við kúlu- baðnum, har børnini bæði kunnu uppliva ljós og ljóð, meðan tey hugna sær sam- an við kúlunum. Teimum dáma sera væl at vera her í sansa-stovuni við ljósi, ljóði og kúlubaði - ovast vm. Bergur, Sarita og Teitur, og fremst Aleks Julian er júst innkomin. Hann hevur verið úti og fingið sær fríska luft. Hann verður móttikin av Honnu Juul, leiðara á Reiðrinum Starvsfólkini duga væl at taka sær av børnunum á Reiðrinum. Tað er sum at vera heima ...