hósdagur 20. oktober 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 200 - 20. oktober 2005
Í annaðkvøld, hós-
kvøldið, kl. 20 verður
ein áhugaverd kon-
sert umborð á slupp-
uni Høganes, sum
liggur í bátahylinum í
Runavík. Konsertin er
liður í Mentanar-
vikuni í Runavíkar
kommunu, sum er í
døgunum 23. til 30.
oktober
KONSERT
Konsertin verður í tveimum
pørtum. Fyrsta partin syng-
ur og spælir lokali tónleik-
arin Kári Sverrisson egnar
sangir. Kári er upphavið til
tónleikabólkin Enekk og er
nógv frammi innan før-
oyska tónleikaheimin, ser-
liga fólkatónleik.
Næsta partin av konsert-
ini syngur og spælir Rókur
Jakobsen egið tilfar. Rókur
er eisini ein royndur tón-
leikari og vann fyri nøkrum
árum síðan Singer/Song-
writer kappingina. Harum-
framt syngur og spælir
Rókur við bólkinum All
That Rain, og var hann
oddamaður í bólkinum
Tangz.
Kendi bassisturin Mikael
Blak spælir hetta kvøldið
saman við bæði Kára og
Róki. Mikael hevur spælt
saman við nógvum ymisk-
um føroyskum bólkum
seinastu árini. Millum ann-
að er hann fastur bassistur
hjá Teitur Lassen, spælir
saman við Enekk, Ygg-
drasil og kenda bólkinum
200.
Konsertin byrjar kl 20.
Atgongumerki á 50 kr. vera
seld umborð undan kon-
sertina. Eftir konsertina ber
til at leggja leiðina framvið
Hæddini, har Mentanarhús-
felagið í Runavíkar komm-
unu skipar fyri Jam Session
og cafékvøldi kl. 22.00.
Rókur, Mikael
og Kári
umborð
á Høganesi
Kári Sverrisson
LEKINGARMØTI
tíðindaskriv
Hósdagin koma Hans &
Inge Berntsen til Føroya,
har tey fara at tosa - og
biðja fyri sjúkum. Skráin
hesuferð er umfatandi - tey
vera bæði í Havn, í Sand-
oynni, í Suðuroynni og í
Eysturoynni.
Fyrsta tiltakið verður
hóskvøldið 20. oktober kl.
20 í Oasuni í Hoyvík.
Fríggjakvøldið 21. & leyg-
arkvøldið 22. oktober kl.
20 verða Hans og Inge í
Samljóð í Skopun. Sunnu-
dagin 23. oktober kl. 15 eru
tey í Skúlahøllini í Trongis-
vági. Mánakvøldið 24. ok-
tober kl. 20 í Filadelfia í
Havn, og týskvøldið 25.
oktober kl. 20 í Evangelii-
húsinum í Havn. Seinasta
tiltakið á vitjanini hesuferð
verður mikukvøldið 26.
oktober kl. 20 í Kelduni í
Skálabotni.
Sum altíð, so er stílurin
hjá Hans og Inge ótrúliga
lættur og óformellur. Hevur
tú hug at uppliva Hans og
Inge Berntsen hesar dagar-
nar, so ert tú vælkomin til
eitt ella fleiri av tiltøkun-
um. Tey leggja stóran dent
á at kunna biðja persónliga
fyri fólki - eisini hesuferð
verður møguleiki fyri per-
sónligari forbøn fyri øllum,
sum ynskja tað.
Skráin fyri møti-
røðina er hendan:
Hóskvøldið 20. oktober
kl. 20 í Oasuni í Hoyvík
Fríggjakvøldið 21. oktober
kl. 20 í Samljóð í Skopun
Leygarkvøldið 22. oktober
kl. 20 í Samljóð í Skopun
Sunnudagin 23. oktober
kl. 15 í Skúlahøllini í
Trongisvági
Mánakvøldið 24. oktober
kl. 20 í Filadelfia í Havn
Týskvøldið 25. oktober
kl. 20 í Evangeliihúsinum
í Havn
Mikukvøldið 26. oktober
kl. 20 í Kelduni í Skála-
botni
Hans og Inge Berntsen í Føroyum
Lesið
-so eru tit við!