hósdagur 20. oktober 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 20. oktober 2005
5
Hvat halda fakfelags-
fólk um arbeiðssteðgin
– og hvat halda tey um,
at løgtingið møguliga
syrgir fyri,at siglingin
um Suðuroyarfjørð,
Skopunarfjørð og
Leirvíksfjørð við lóg
verður tikin uppaftur?
ARBEIÐSSTEÐGUR
Vilmund Jacobsen
Sosialurin hevur spurt nøk-
ur fakfelagsfólk, hvat tey
halda um arbeiðssteðgin,
sum stendst av sáttmálatræt-
uni millum Starvsmanna-
felagið og lønardeildina hjá
Fíggjarmálaráðnum.
Vit
hava eisini spurt, hvat tey
halda um, at løgtingið í gjár
ætlaði at leggja seg út í
trætuna og við lóg syrgja
fyri, at strandfaraskipini,
Smyril, Teistin og Dúgvan,
verða undantikin verkfallin-
um, soleiðis at siglingin um
ávikavist Suðuroyarfjørð,
Skopunarfjørð og Leirvíks-
fjørð verður tikin uppaftur.
Fakfelagsfólk eru sum
heild fáorðað og hava lítlan
hug at gera viðmerkingar til
ítøkiligu sáttmálatrætuna,
men umboðini fyri arbeið-
arafeløgini vísa á, at tey lótu
strandfaraskipini sigla við
ferðafólki undir seinasta
verkfallinum
á
privata
arbeiðsmarknaðinum.
Hans Joensen:
- Vit lótu strand-
faraskipini sigla
ARBEIÐSSTEÐGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hans Joensen, formaður í
Havnar Arbeiðsmanna-
felag, hevur ongan hug at
gera viðmerkingar til
fyrra spurningin um, hvat
hann heldur um arbeiðs-
steðgin, sum stendst av
sáttmálatrætuni millum
Starvsmannafelagið
og
lønardeildina hjá fíggjar-
málaráðnum.
- Nei, tað havi eg ongar
viðmerkingar til. At siga
nakað ella einki at siga
um hetta stríð, er eitt val
millum pest og kolera,
heldur Hans Joensen.
Skipini sigldu
Hann vísir á, at fakfelags-
leiðarum dámar ongantíð,
tá ið løgtingið leggur seg
út í ósemjur á arbeiðs-
marknaðinum, og tí dugir
hann heldur ikki at siga,
um tað er rætt ella skeivt
av løgtinginum við lóg at
samtykkja, at niðurlagda
siglingin hjá strandfara-
skipunum
skal
takast
burtur úr stríðnum.
- Undir seinastu ósemj-
uni á privata arbeiðs-
marknaðinum samdust ar-
beiðarafeløgini um at lata
strandfaraskipini sigla, tí
vit mettu tað ikki vera
rætt, at útjaðarin verður
raktur so hart í mun til
miðstaðarøkið.
Hann sigur, at tað vóru
limir í arbeiðarafeløgun-
um, sum loystu og bundu
skipini undir verkfallin-
um.
- At Starvsmannafelag-
ið ikki vil lata skipini
sigla, er so teirra val, og
tað havi eg sum so ongar
viðmerkingar til. Eg kann
bara siga, hvat arbeiðara-
feløgini
gjørdu
undir
seinastu sáttmálatrætuni,
sigur Hans Joensen.
At lata vápn
Hann vísir á, at tað er al-
tíð keðiligt at lata "vápn"
frá sær í einum sáttmála-
stríði, men formaðurin í
Havnar Arbeiðsmannafel-
ag heldur framvegis, at
arbeiðarafeløgini – við at
geva strandfaraskipunum
undantaksloyvi at sigla –
tóku eina rætta avgerð.
- Eg haldi, at arbeiðara-
feløgini vóru ógvuliga
solidarisk undir seinasta
sáttmálastríði, men hetta
er komið lítið fram, nú tey
stóru
strandfaraskipini
hava ligið í stríðnum mill-
um Starvsmannafelagið
og
lønardeildina
hjá
Fíggjarmálaráðnum, sigur
Hans Joensen.
Ása Olsen:
Landsstýrið
kann loysa
trætuna
ARBEIÐSSTEÐGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Formaðurin í Heilsuhjálp-
arafelag Føroya, Ása Ol-
sen, heldur, at bólturin í
trætuni liggur hjá lønar-
deildini hjá Fíggjarmála-
ráðnum.
- Fíggjarmálaráðið vildi
ikki góðtaka semingsupp-
skotið upp á 1%, men tað
gjørdi Starvsmannafelag-
ið. Tí hava vit verkbann
og ikki verkfall, og tað er
heilt hvør sítt, sigur hon.
Ása heldur ikki, at nakar
kann liva við eini minni
lønarhækking enn henni,
sum Starvsmannafelagið
góðtók.
- Eg haldi, at landsstýrið
situr við útspælinum og
kann gera semjuna, sum
semingsstovnurin hevur
lagt fyri partarnar.
Ása Olsen sigur, at henn-
ara felag er ikki við í hes-
um stríði, og tí vil hon
heldur ikki gera tær stóru
viðmerkingarnar til viður-
skiftini, men hon sigur seg
skilja, at Starvsmannafel-
agið, soleiðis sum støðan
er, ikki hevur viljað givið
raktu strandfaraskipunum
undantak.
- Eg haldi, at skal løgting-
ið yvirhøvur leggja seg út í
stríðið, er tað semingsupp-
skotið, sum eigur at verða
samtykt - og einki annað,
sigur formaðurin í Heilsu-
hjálparafelag Føroya.
- Tað er ógvuliga
keðiligt hjá okkum at
síggja, at tímalønt,
sum gjørdu eina null-
loysn við arbeiðsgev-
ararnar seinast, nú
sita við hús, tí virkini
í útjaðaranum tora
ikki at keypa fisk,
sigur Ingeborg
Vinther
ARBEIÐSSTEÐGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Formaðurin í Føroya Ar-
beiðarafelag,
Ingeborg
Vinther, hevur heldur ikki
nakran serligan hug at gera
viðmerkingar til ítøkiligu
sáttmálatrætuna
millum
Starvsmannafelagið
og
lønardeildina hjá Fíggjar-
málaráðnum.
- Vit valdu við seinastu
sáttmálasamráðingar
at
gera eina null-loysn við ar-
beiðsgevararnar í lønar-
spurninginum. Í staðin
fingu vit tilsamans 3% upp
á eftirløn og trygging.
Hon vísir á, at tá ið ar-
beiðarafeløgini vístu "sam-
felagssinni", er tað ógvu-
liga keðiliga í dag at síggja,
at fólk ganga við hús, tí
virkini í útjaðaranum ikki
tora at keypa fisk.
Tíðin er farin
- Vit halda, at tíðin er farin
frá at leggja útjaðaran
lamnan, soleiðis at fólk –
og ofta fólk, sum slett ikki
eru partur av trætuni - ikki
sleppa um firðir og sund,
meðan miðstaðarøkið at
kalla ikki verður rakt í eini
arbeiðsósemju. Vit góvu
strandferðsluni undantaks-
loyvi til ferðafólkaflutning
og flutning av vørum sum
eru lívsneyðugar, men ikki
til vanligan farmaflutning,
sigur Ingeborg Vinther.
Formanninum í Føroya
Arbeiðarafelag
dámar
einki, at løgtingið leggur
seg út í sáttmálatrætur, tí
hetta máar burtur av rættin-
um at gera sáttmálar mill-
um partarnar á arbeiðs-
marknaðinum.
Ingeborg Vinther:
Vit gjørdu eina 0-loysn í
lønarspurninginum
- Vit halda, at tíðin er farin frá at leggja útjaðaran lamnan,
soleiðis at fólk – og ofta fólk, sum slett ikki eru partur av
trætuni - ikki sleppa um firðir og sund, meðan miðstaðarøkið
at kalla ikki verður rakt í eini arbeiðsósemju, sigur Ingeborg
Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag
Fakfelagsfólk
eru fáorðað um
arbeiðssteðgin