Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. oktober 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 200 - 20. oktober 2005 Føroyski tónleika- bólkurin Aldubáran fer í komandi viku á eina rundferð, har bólkurin fer at hava konsertir bæði í Danmark og Noreg TÓNLEIKUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Rundferðin hjá Aldubáruni byrjar í veruleikanum við eini lítlari venjingarlegu í Danmark í vikuskiftinum, áðrenn leiðin fyrst í komandi viku gongur til Noregs, har bólkurin týs- kvøldið skal hava eina konsert í Lyseblu í Oslo. Ein samansjóðing av tveimum konsertum Tveir dagar eftir konsertina í Oslo, fer bólkurin aftur á pall, og hesaferð verður tað í Karavanen í Århus. Tann seinasta av teimum trimum konsertunum, ið bólkurin fer at hava á konsertferðini hjá sær, verður á Norður- atlantsbryggjuni í Keyp- mannahavn fríggjakvøldið 28. oktober. Felags fyri all- ar tríggjar konsertirnar er, at tær byrja klokkan 20. Tónleikurin, ið Aldubár- an fer at framføra á kon- sertferðini, verður ein samansjóðing av tveimum ymiskum konsertum, sum bólkurin hevði í ávíkavist ár 2000 og fyrr í ár. Í fyrru hálvu av konsert- unum á rundferðini í kom- andi viku fer Aldubáran at spæla ta konsert, sum varð framførd í april mánað í ár. Tónleikin til ta konsertina hevur Páll Sólstein, ið hev- ur sítt dagliga yrki á Kongaliga Kapellinum í Danmark, skrivað. Í seinnu hálvu av konsertini spælir Aldubár- an tónleik frá konsertini, ið bólkurin hevði saman við Hanus G. Johansen í Norð- urlandahúsinum fyri fimm árum síðani. Eisini verða tríggjar nýggjar útsetingar av løgum hjá Hanusi fram- førd á konsertini. Talan er um útsetingar til løg, ið Hanus hevur gjørt til yrk- ingar hjá Jacob Sande. Aldubáran hevur fingið Andras Sólstein at greiða áhoyrarunum frá um teir yrkjarar og yrkingar, ið verða spældar á konsertini. Á hesari rundferðini er ikki ætlanin at koma til Føroya at spæla, men Aldu- báran sigur seg hava ætlanir um at koma hendanvegin í februar mánað komandi ár. Aldubáran á rundferð Kommunusamskipan Før- oya og Føroya Kommunu- felag hava í felag sett Onnu Dam, løgfrøðing, í starv sum leiðari á Barnavernd- arstovu Føroya. Anna Dam verður ikki einsamøll á skrivstovuni, sum letur upp í KSF-hús- unum í R. C. Effersøesgøtu 30 tann 1. desember. Um- famt leiðaran verður Hall- bjørg Lamhauge, sosialráð- gevi og familjuviðgerði, sett í starv at leiða fostur- foreldraskipanina og at ráð- geva barnaverndartænast- unum í sosialfakligum spurningum. Hóast skrivstovan ikki letur upp fyrr enn um ein góðan mánað, fer Barna- verndarstovan beinan vegin undir fyrireikandi virk- semi. Barnaverndarstovan skal eitt nú arbeiða fyri at styrkja og samskipa lokalu barnaverndartænasurnar kring landið, umframt veg- leiða og ráðgeva hesar. Eis- ini skal Barnaverndarstov- an skipa fyri undirvísing og førleikamenning, umframt skipa og umsita eina fostur- foreldraskipan fyri at alt landið. tn Hendan myndin er frá konsertini, sum Aldubáran og Hanus G. Johansen høvdu saman í ár 2000. Júst tónleikur frá hesi konsertini fer at fylla ein stóran part av programminum í sambandi við rundferðini hjá bólkinum í næstu viku. savnsmynd Anna skal leiða barnaverndar- stovuna Tey bæði starvsfólkini á Barnaverndarstovu Føroya, uttast til vinstru Hallbjørg Lamhauge og síðani Anna Dam saman við Rósu Samuelsen, forkvinnu í Føroya Kommunufelag, og Rodmundi Nielsen, formanni í Kommunusamskipan Føroya Í hesum døgum er nýggi íslendski fiskimálaráðharrin, Einar K. Guðfinns- son, á vitjan í Føroy- um, og á samkomu í Klaksvík týskvøldið sendi hann eina serliga tøkk til føroy- ingar VITJAN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Einar K. Guðfinnsson er á vitjan hjá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í fiski- vinnumálum, og týsdagin vitjaðu teir báðir í Klaks- vík. Á samkomu í Skálan- um týskvøldið helt ísl- endski fiskimálaráðharrin røðu, og hann nýtti høvi til at takka føroyingum fyri hjálpina, sum teir veittu íslendingum í sambandi við vanlukkurnar í Suðavík og á Flateyri í 1995. Er sjálvur úr økinum Á heimasíðuni hjá Klaks- víkar Kommunu stendur at lesa, at íslendski fiskimála- ráðharrin, sum sjálvur er úr økinum við Suðavík og Flateyri, í røðu síni greiddi frá, at tann stóra tøkk, sum føroyingar tá veittu bygdar- fólki og næstringum hans- ara í bygdunum báðum, var høvuðsorsøkin til, at fyrsta vitjan hansara uttanlands sum fiskimálaráðharri er júst í Føroyum. – Hetta var so fløvandi í neyðini og hjartaligt, at allir íslendingar eru føroy- ingum sera takksamir fyri hjálpina, sum teir minnast við takksemi og virðing, segði Einar K. Guðfinns- son millum annað. Tað hevur merkt ferðsl- una í miðbýnum nokk so fitt, at Tórsgøta hevur verið stongd fyri gjøgn- umkoyring í sambandi við, at arbeitt hevur verið upp á vegamótið Tórsgøta/Sverrisgøta. Arbeiðið skuldi verið liðugt í farnu viku, men vánalig veðurlíkindi hava gjørt sítt til, at arbeiðið er seinkað í nakrar dagar, men í dag skuldi arbeiðið verið lið- ugt, og væntandi verður latið upp aftur fyri gjøgnumkoyring fríggja- dagin. tn Skjótt koyrandi eftir Tórsgøtu aftur Íslendski fiskimálaráðharrin takkar føroyingum Íslendski fiskimálaráðharrin, Einar K. Guðfinnsson, í miðjuni avmyndaður saman við eitt nú Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóra. Mynd: www.klaksvik.fo