Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. oktober 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 200 - 20. oktober 2005 7 Vit fara ikki at lata Løgtingið trumla okkum niður Formaðurin í Starvs- mannafelagnum ávarar staðiliga Løg- tingið ímóti at leggja seg uppí arbeiðs- steðgin hjá Starvs- mannafelagnum og tvingar manningina á skipunum hjá Strand- ferðsluni aftur til arbeiðis ARBEIÐSSTEÐGUR OG SAMFERÐSLA Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Framferðin hjá landsstýr- inum ímóti fakfeløgunum er óhugnaligt og heilt óhoyrt. Gunnleivur Dalsgarð, formaður Starvsmannafel- agsins, er í øðini inn á landsstýrið tí tað hevur ætlað at leggja uppí ar- beiðssteðgin á almenna arbeiðsmarknaðin og at tvinga manningina á strandfaraskipunum aftur til arbeiðis so at skipini sleppa í sigling. Hann sigur, at tað, sum hendir, kennir ikki sín líka í allari teirri frælsu verðini. Hvat er hent í gamla Sov- jettsamveldinum onkuntíð er ikki til at siga, men í fría heiminum er tað ikki komið fyri fyrr, at landsins stýri tekur verkfalsrættin frá ein- um einstakum bólki í ein- um felag, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum. Týskvøldið ávaraði hann somuleiðis staðiliga Løg- tingið ímóti taka undir við uppskotinum hjá landsstýr- inum um at tvinga fólkið hjá Strandferðsluni aftur til arbeiðis. Men hendir tað kortini, lovar hann ilt! – Halda politikarar, at vit fara at sita tigandi og hyggja at, ímeðan løgtingið trumlar okkum niður, skulu teir trúgva umaftur, tí hetta fara vit als ikki at góðtaka. Hann sigur, at arbeiðs- steðgurin hevur bara vart eina lítla viku enn, men metir landsstýrið, at sam- felagslig virði eru í vanda er bara eitt at gera og tað er at koma aftur til samráð- ingarborðið. – Men at landstýrið, við gamla arbeiðaraflokkinum, javnaðarflokkinum, á odda, ístaðin brúkar Løgtingið at knúsa fakfeløgini, er bein- leiðis skelkandi. Her er talan um eitt van- ligt sáttmálaloysi og tað er ikki vanligt, at ymisk øki í landinum verða rakt, tá ið arbeiðssteðgir eru. Gunnleivur Dalsgarð vil ikki siga nakað um, antin fakfeløgini fara at seta tiltøk í verk. Men hann sigur, at her er talan um ágang út um alt mark og at Starvsmannafel- agið hevur verið í sambandi við onnur fakfeløg, tí hetta er ein støða, sum feløgini ikki kunnu góðtaka undir nøkrum umstøðum. – Og hvat fer at henda, er ikki til at siga nú, men hetta er ikki ein støða, sum vit fara at góðtaka. – Vit góðtaka ikki, at landsstýrið einaferð enn brúkar lóggávuvaldið til at knúsa fakfeløgini, tað skulu politikararnir verða púra vísir í, sigur Gunn- leivur Dalsgarð. Frekt av landsstýrinum at vænta samstarv um skipini hjá Strandferðsluni Leggur Løgtingið uppí arbeiðssteðgin hjá Starvsmannafel- agnum, fer tað at skaða royndirnar at fáa eina varandi loysn á tí trupulleika, at strandfaraskipini verða so ofta rakt av arbeiðsósemjum ARBEIÐSSTEÐGIR OG SAMFERÐSLA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað er meiri enn frekt av landsstýrinum at vænta sær nakað samstarv við fakfel- øgini um skipini hjá Strand- ferðsluni aftaná hetta her. Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmanna- felagnum sigur, at leggur løgtingið uppí arbeiðs- steðgin hjá Starvsmanna- felagnum, fer tað at skaða fyri royndirnar hjá lands- stýrinum at finna eina var- andi loysn á tí trupulleika, at skipini hjá Strandferðsl- uni so ofta verða rakt av arbeiðssteðgi. Landsstýrið hevur boðað frá, at tá ið hesin arbeiðs- steðgurin er av, og viður- skiftini fingin í rættlag aftur, fer landsstýrið at royna at fáa eina varandi loysn á hes- um trupulleikanum at skip- ini hjá strandferðsluni verða løgd so ofta, tá ið arbeiðs- steðgur er. Men Gunnleivur Dalsgarð heldur, at eftir tað sum nú hendir, verður tað ógvuliga trupult hjá landsstýrinum at fáa nakað samstarv ið fak- feløgini um hesi viðurskifti. – Eg veit ikki hvat bagir politikarum, um teir fyri- gykla sær at teir skulu fáa eitt samstarv við fakfeløgini um Strandferðsluna aftaná at tað, sum hendir nú, har teir leggja seg út í ein fult lóg- ligan arbeiðssteðg og taka broddin av arbeiðssteðgin- um við at tvinga maningina á strandfaraskipunum aftur til arbeiðis, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Leggur Løgtingið uppí arbeiðsósemj- una, kunnu teir bara gera eitt og tað er at gera semingsupp- skotið til lóg, sigur formaðurin í Skip- ara- og Navigatørfel- agnum ARBEIÐSÓSEMJA OG SAMFERÐSLA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg havi altíð verið ímóti, at løgtingið leggur seg út í ósemjur á arbeiðs- marknaðinum. Men hesu- ferð haldi eg, at løgtingið skuldi lagt uppí-og gjørt semingsuppskotið til lóg. Ellintur Abrahamsen er formaður í Skipara- og navigatørfelagnum og hann heldur, at kunnu partarnir ikki semjast og Løgtingið leggur upp í, kann tað bara gera eitt og tað er at gera semings- uppskotið til lóg. – Tað er bara ein máti at sleppa undan eini kreppu og tað er at, landsstýrið tekur undir við semings- uppskotinum, ella at løg- tingið leggur uppí og ger semingsuppskotið til lóg- ella at onnur semja verður funnin Ellintur Abrahamsen leggur dent á, at Starvs- mannafelagið hevur altso góðtikið semingsuppskot- ið, men at tað er fíggjar- málaráðið, sum hevur vrakað tað. – Tað er allur munurin. Tað er Fíggjarmálaráðið sum gjørdi eitt stórt mis- tak við at vraka semings- uppskotið og tí er onki at gera,uttan at seta tað í gildið. Semingsuppskotið gav Starvsmannafelagnum eina lønarhækking upp á 1% í eitt ár. – Landsstýrið heldur, at tað er ov nógv. Kanska vildi landsstýrið heldur havt, at lønarhækkingin var 0,8%, tí so svaraði hon til tað, sum arbeiðara- feløgini fingu tað fyrsta árið. – Sostatt er tað 0,2%, sum skilir partarnar. Hin- vegin fingu arbeiðarafel- agið 0,8% í mai mánaða, men Starvsmannafelagið skuldi fáa 1% frá oktober. Og verður alt talt saman og rokna um, man ómeta- liga lítil munur verða á. – Men so hevur lands- stýrið gloymt at rokna við allari inntøkuni, sum verkafólk kring landið hava mist, serliga á fiska- virkjum, tí virkini í útjað- aranum fáa ikki keypt fisk. Og tað svarar til nógv meiri enn 0,2%, sig- ur Ellintur Abrahamsen. – Og tað hevur Fíggjar- málaráðið alla skyldina av, leggur hann afturat. Annars hevur ljóðað, at legði tingið uppí so fara Skipara-og Navigatørfel- agið og Maskinmeistara- felagið at leggja arbeiðið niður í 24 tímar? Ellintur Abrahamsen vil bara svara fyri nav- igatørarnar og har hevði tann spurningurin ikki verið umrøddur. Annars heldur hann ikki, at tað gevur nakra mening. Kunnu bara gera semings- uppskotið til lóg – Ellintur Abrahamsen sigur, at Fíggjarmálaráð ið hevur alla skyldina av støðuni og tí kann Løgtingið onki gera uttan at gera sem- ingsuppskotið til lógum so er at partarnir ikki hava funn- ið semju áðrenn Gunnleivur Dalsgarð ávaraði løgtingið staðiliga ímóti at leggja uppí Smyril er eitt av skipunum, sum oftani liggur, tá ið arbeiðssteðgur er. Landsstýrið ætlar at fáa eina varandi loysn, so at Strandfaraskipini verða frítikin fyri arbeiðsósemjur, men tann ætlanin hevur kanska longu í føðingini fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin