Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. oktober 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 200 - 20. oktober 2005 Flakavirkini bløða út í løtuni, og verður einki gjørt við støðuna, verður arbeiðsloysi stórt í hesari vinnu næsta ár ella longu seint í ár. Tað sigur stjórin í Norðoya Sparikassa, sum held- ur at politikararnir ganga við blindi fyri eyguni í hesum máli FLAKAVINNAN Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Partar av fiskivinnuni á landi hava tað sera trupult í løtuni, og sum gongdin er nú, hava flakavirkini onga framtíð. Tað heldur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa. – Tað eru longu nógv ar- beiðspláss burtur í fiski- vinnuni á landi, og verður eingin broyting næstu tíð- ina, so verður arbeiðsloysi í hesari vinnu stórt næsta ár ella longu í ár, sigur hann. Føroysku fiskavirkini hava tað sera trupult í hørðu kappingni um rávøru og endaliga framleiðsluna, og hjá summum virkjum hevur tað verið vónleyst at fylgja við. – Fleiri virki hava ligið still seinastu tíðina, tí tey klára seg ikki, og sum tað sær út í løtuni, so hava flakavirkini onga framtíð. – Politiskt verður tosað um alt annað og um at fiskivinnan skal brand- skattast, men politikararnir klára ikki at taka avgerðir, sum kunnu gera treytirnar hjá fiskavirkjunum betur at kappast undir, sigur Eyð- finn Reyðberg. Kunnu gera meira við sølu av fiski Stjórin í Norðoya Spari- kassa heldur, at karmarnir hjá føroyskari fiskivinnu til at kappast í, kundu verið betur. – Politikararnir tosa um, at fiskur er fólksins ogn, men teir klára ikki at syrgja fyri, at allur fiskurin kemur upp á land í Føroyum, so at virkini hava møguleikan at bjóða upp á hann. Virkini doyggja spakuliga, men pol- itikararnir ganga við bindi fyri eyguni og síggja ikki veruleikan í hesari vinnu, sigur Eyðfinn Reyðberg. Hann ásannar tó, at glob- aliseringin hevur við sær eina nýggja og krevjandi avbjóðing fyri føroyska fiskivinnu, og at tað fer at hava við sær broytingar. – Tað koma at verða færri arbeiðspláss í flakavinnuni, ósansæð hvat vit gera, men vit kunnu skapa nýggj arbeiðspláss innan sølu av fiski, tí vit hava góðan før- leika á tí økinum. Stórur partur av virðinum í fiska- vørum liggur í handli av vørunum og ikki endaliga í framleiðsluni, sigur stjórin í Norðoya Sparikassa. JFK er styrkt Tá ið stóra JFK-samtakið fyrr í ár varð selt, gjørdist Norðoya Sparikassi ein av eigarunum í fiskivinnuni. Hanus Hansen, stjóri hjá JFK, keypti 51 prosent av JFK, meðan Norðoya Sparikassi keypti 16 pros- ent. Harvið kann sigast, at Norðoya Sparikassi ikki hevur mist mótið um fiski- vinnuna, tí ætlanin við einihvørjari íløgu er, at hon skal kasta pengar av sær. – Tað er ein stórur fyri- munur fyri JFK, at tað er á privatum hondum, tí tað økir munandi um møgu- leikarnar at tillaga seg teimum treytum, sum eru galdandi. Nú kann JFK handla skjótari og við greiðari áhugamálum, sigur Eyðfinn Reyðberg. – Tað kann hava við sær, at trygdin hjá teimum, sum arbeiða í fyritøkuni, kann gerast minni, men hon kann eisini gerast størri. Í øllum førum hevur tann bumban, sum tað var tá ið JFK varð selt, havt við sær, at tað er sett gongd á tillagingarnar í samtakinum, sigur hann. Fleiri størv í tænastuvinnuni Klaksvík hevur verið rokn- aður sum fiskivinnuhøvuð- sstaður í Føroyum, og hóast virksemi bæði á sjógvi og landi framvegis er stórt, verður rákið næstu árini helst, at tað verða færri størv í fiskivinnuni og fleiri størv í øðrum vinnum – tænastuvinnuni og hand- verksvinnuni til dømis. – Norðoyingar skulu als ikki stúra fyri framtíðini, fyri tað um arbeiðsplássini í fiskivinnuni á landi fækka. Vit uppliva longu nú, at tað koma nýggj arbeiðspláss í øðrum vinnum, og soleiðis fer tað eisini at vera fram- eftir, sigur Eyðfinn Reyð- berg. – Tey ungu eru væl fyri at taka við nýggjum avbjóð- ingum. Tey duga væl mál, eru tilvitað um altjóða sam- felagið, og tey hyggja meira út um bøgarðarnar. Eg stúri í øllum førum ikki fyri gongdini, hóast tað verða færri arbeiðspláss í framleiðsluvinnuni, tí so koma nýggj arbeiðspláss í øðrum vinnum, sigur stjór- in í Norðoya Sparikassa. Flakavirkini bløða út Føroysku flakavirkini hava tað trupult í løtuni, og stjórin í Norðoya Sparikassa stúrir fyri, at virkini hava onga framtíð – Tað eru longu nógv ar- beiðspláss burtur í fiskivinn- uni á landi, og verður eingin broyting næstu tíðina, so verður arbeiðsloysi í hesari vinnu stórt næsta ár ella longu í ár, sigur Eyðfinn Reyðberg Tveir listar til kirkju- ráðsval Tað verða tveir listar til kirkjuráðsvalið í Klaks- víkar Kirkjusókn, sum verur tann 8. november. Á lista 1 eru valevnini hesi: Jákup Anthoniussen, Jørgin Ellingsgaard, Heini Ziska Dahl, Ansy Heine- sen, Elsuba á Høvdanum, Hanna Jacobsen, Omi Jo- ensen, Terje Kjærbo, Ísak Mikladal, Ruth Mikkel- sen, Ása Niclasen og Sim- ona Purkhús. Á lista 2 eru valevnini: Mary Maria Súsanna Høj- gaard, Marni Isaksen, Poul Johannes Kristoffer- son Joensen, Ole Hans Jo- hannesen, Ólavur F. Jo- hannessen, Tummas Ler- vig, Ólavur í Mittúni, Kristoffur S. Olsen, Jákup Erlingsson Petersen, Anja Sólheyg Samuelsen, Her- dis Sigurðsson og Olevina Frígerð Sundskarð. Endurskoða bíðilistan til grundstykki Klaksvíkar kommuna er farið undir at endurskoða bíðilistan til at fáa kommunalt grundstykki at byggja á. Brøv eru send út til øll tey, sum standa á listanum, fyri at kanna, hvussu stórur brá- feingistørvurin er. Fólk verða biðin um at svara, hvussu skjótt tey kundu hugsa sær at sloppið at bygt, hvar í Klaksvíkar kommunu tey kundu hugsa sær grundstykki, og hvat slag av húsum, tey ætla sær at byggja. Stórur tørvur er á grund- stykkjum í Klaksvík, og fleiri enn 140 fólk hava staðið á listanum. Nú skulu upplýsingarnar frá teimum, sum standa á list- anum, brúkast til at dag- føra grundstykkjalistan og gera hann meira neyvan. Høgni við fløgu í november Útgávan av næstu solo- fløguni hjá Høgna Lis- berg er seinkað, men nú roknar tónleikarin við, at fløgan verður at fáa til keyps miðskeiðis í nov- ember mánaði Av ymsum orsøkum hev- ur tað tikið longri tíð enn ætlað at fáa fløguna lidna, men nú gongur rætta veg- in, og ætlanin er, at fløgan Morning Dew kemur út mitt í næsta mánaði. Óli Poulsen ljóðblandar tónleikin á fløguni.