hósdagur 20. oktober 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 20. oktober 2005
9
Tann nýggi James Bond er
ljóshærdur
Á tíðindafundi í London
fríggjadagin
kunngjørdu
fólkini aftan fyri James
Bond filmarnar, at tað
verður Daniel Craig, ið
avloysir Pierce Brosnan í
leiklutinum sum heimsins
best kendi loyniligi agentur.
Hetta verður sostatt fyrstu
ferð, at James Bond verður
ljóshærdur.
Daniel Craig er ikki so
kendur enn, men hevur tó
spælt í Thomb Raider,
Sylvia og The Road to
Pertition. Daniel Craig fer
beint eftir nýggjár undir
innspælingarnar til nýggja
James Bond filmin Casino
Royal. Hetta er 21. filmur í
røðini um James Bond og
Craig er tann sætti sjónleik-
arin, ið spælir leiklutin.
Tann upprunaligi James
Bond,
Sean
Connery
spældi seks filmar, bert
avbrotin av einum filmi har
Georg Lazenby røkti leik-
lutin, Roger Moore spældi
sjey filmar, og varð síðan
avloystur av Timothy Dal-
ton, ið ikki rættuliga vann
fólkaligan tokka í leiklutin-
um, hann spældi bert tveir
filmar. Pierce Brosnan gav
leiklutinum tað heilt rætta
og varð væl umtóktur í
leiklutinum, hann spældi
fýra filmar.
Daniel Craig er tann
fyrsti
ljóshærdi
James
Bond, og enn er ikki greitt
um hann eisini verður tað í
filminum, men um hann
verður tað, er eingin ivi um,
at hetta er ein stórur sigur
fyri teir ljóshærdu loyniligu
agentarnar, ið fáa eitt heilt
annað trúvirðið.
Gávur kunnu sendast tollfrítt
Nú ber til at senda
gávusendingar úr út-
landinum til Føroya,
uttan at hesar skulu
tollast. Markvirðið á
gávunum er 700 kr
GÁVUSENDIGNAR
tíðindaskriv
Sambært rundskrivi frá
Toll- og Skattstovu Føroya
um gávusendingar, eru
gávupakkar, hvørs tollur
lítið og einki hevur at týða,
undantiknir tolli og av-
gjaldi. Heimildin til hetta
undantak er í § 6, litra h í
tolllógini, jbr. § 27 stk. 3 í
mvg-lógini.
Víðari stendur í rund-
skrivinum: Tollur og av-
gjald skal ikki gjaldast fyri
vørur, sum verða sendar frá
einum privatpersóni uttan
fyri Føroyar til ein privat-
persón í Føroyum, tá ið
talan er um gávupakkar, og
innflutningurin er uttan
vinnuligt endamál.
Innflutningur
uttan
vinnuligt endamál er at
skilja sum sendingar, ið:
- bert eru av og á, t.d.
føðingardagsgáva, jólagáva
o.t.
- bert fevna um vørur, ið
eru ætlaðar til móttakaran
sjálvan ella familju hansara
at nýta, og hvørs eginleikar
ella nøgd ikki kunnu geva
høvi at ivast í, at innflutn-
ingurin fer fram við enda-
máli, ið ikki er vinnuligt
- verða sendar móttakar-
anum uttan at hann á nakr-
an hátt skal gjalda fyri
sendingina
Frítøkan er galdandi fyri
vørur, sum í mesta lagi
hava eitt virði á kr. 700, fyri
hvørja gávu. Um virði á
eini vøru fer upp um hesa
upphædd, skal tollur og
avgjald gjaldast fyri fulla
virði á vøruni. Frítøkan er
ikki galdandi fyri vørur
sum innihalda alkohol og
tubbaksvørur.
Tað er tó framvegis sera
umráðand fyri skjóta toll-
avgreiðslu, at sendarin á
eina tollsøgn, sum skal
fylgja við postsendingini,
skrivar, hvat er í sendingini.
Har skal í minsta lagi
standa nakað um nøgd, slag
og virðið á innihaldinum. Á
hendan hátt verður tollvið-
gerðin løtt og skjót.
Daniel Craig kom á tíðindafundin við Tower Bridge í London í báti hjá bretsku sjóverjuni
Teir báðir P-vørðar-
nir vóru ikki raktir
leingi av verkbannin-
um. Fyrrapartin týs-
dagin fingu teir boð
um at fara aftur til
arbeiðis, tí teir eru
ikki knýttir at fíggjar-
málaráðnum.
VERKBANN
Snorri Brend
Havn: - Hetta var ógvuliga
óheppið!, sigur annar av
parkeringsvørðunum
í
Havnini, Thordur Thor-
steinsson.
Tá samráðingarnar slitn-
aðu millum Starvsmanna-
felagið og Fíggjarmálaráð-
ið, rakti tað eisini P-vørðar-
nar í Havn. Tey góvust tí at
arbeiða, tá almenna fráboð-
anin um hetta varð kunn-
gjørd hósdagin í farnu viku.
Seinni funnu so løgfrøð-
ingar fram til, at vørðarnir
báðir í roynd og veru ikki
eru knýttir at fíggjarmála-
ráðnum.
- Myndugleiki okkara er
Fútin og Jón Klein Olsen.
Hagani fingu vit so boð um
at fara aftur til arbeiðis
fyrrapartin týsdagin.
- Og kl. hálvgum tólv
týsdagin vóru vit so aftur til
arbeiðis, sigur Thordur
Thorsteinsson.
Bøtur
Tað var í týsdagsblaðnum
at vit skrivaðu um, at nú var
ikki neyðugt hjá bilførarum
at ansa so væl eftir P-skiv-
unum á bilum sínum.
Báðir P-vørðarnir vóru í
verkfalli, og tað var bara í
heilt serstøkum førum at
løgreglan vildi skriva frá-
greiðingar um bilar, sum
stóðu avbera illa parkeraðir.
Tað vísir seg kortini, at fólk
hava stóra virðing fyri ar-
beiðinum hjá báðum P-
vørðunum í Havnini. Líkt
var til, at fólk ikki settu bil-
arnar øðrvísi enn áður ella
longri enn loyvt er.
Men onkur fekk helst ein
minni hvøkk, tá tey týs-
dagin sóu annan av P-vørð-
unum skriva onkra bótina
til ein bilførara, sum ikki
hevði sett P-skivuna rætt
ella ikki stóð rætt parker-
aður.
Fyrrapartin í gjár, tá vit
tosaðu við Thord Thor-
steinsson var hann staddur
nærhendis Vørðsluni, har
Sjónvarp Føroya heldur til.
- Her standa so tveir
bilar, sum fáa ein seðil
undir viskaran frá okkum,
sigur Thordur.
Heystframsýning
á Glyvrum
Sum partur av
Mentanarvikuni í
Runavík, verður í
døgunum 23.-30.
oktober skipað fyri
heystframsýning í
bygdasavninum
Forna á Glyvrum
HEYSTFRAMSÝNING
tíðindaskriv
Framsýningin snýr seg
um seyð og um týdningin
av
seyði
í
Føroyum
gjøgnum tíðina.
Høvi verður at síggja
myndaframsýning og ym-
iskar lutir í sambandi við
evnið. Harafturat verður
møguleiki at fáa ein
drekkamunn við breyði
og ymiskum viðskera av
seyði.
Umframt at opið verður
fyri almenninginum hvønn
dag í Mentanarvikuni, fáa
skúlaflokkar
høvi
at
bíleggja sær tíð at vitja
framsýningina í Forna eftir
Mentanarvikuna.
Forna verður í Mentanarvikuni karmur um
heystframsýning á Glyvrum
Fløgan hjá Paradox kom
út fríggjadagin, men er
hóast hetta komin inn á
sølulistan hjá 3’aranum
fyri seinastu viku. Fløgan
liggur á 10. plássi og er
ein av 4 føroyskum fløg-
um á sølulistanum. Aftur
hesa vikuna er tað Lívsins
Land hjá Ólavi á Váli, ið
liggur ovast á listanum.
Alt hjá Kim Hansen er
endurinnkomin á listan,
og liggur hesa vikuna á 5.
plássi. Tann fjórða før-
oyska fløgan er savns-
fløgan hjá Kularrótum, ið
liggur á 7. plássi. Nakrar
fløgur eru nýggjar á list-
anum hesa vikuna, kanska
ikki heilt óvæntað, er
nýggja fløgan hjá Kash-
mir sloppin upp í part á 4.
plássi, tað er kanska
meira forkunnugt, at tann
øri froskurrin "Crazy
Frog" er sloppin inn á list-
an. Crazy Frog er eitt
heimshit í løtuni, og nú
hoppar froskurin altso
eisini í føroyskum fløgu-
spælarum.
Paradox longu
á listanum
P-vørðarnir aftur til arbeiðis
P-vørðarnir í Havn eru ikki
undir fíggjarmálaráðnum.
Myndugleiki teirra er fútin
(savnsmynd)