hósdagur 20. oktober 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 200 - 20. oktober 2005
Tað er ein sera trupul støða, sum landsins hægstu mynd-
ugleikar eru komnir í við arbeiðssteðginum. Støðan við
sambandinum millum meginøkið og teir partar av
landinum, sum ikki eru landfastir, er heilt ótolandi. Sum
vit vístu á her fyri tveimum døgum síðan, verður útjaðarin
gísli í hvørji einastu ósemju millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið. Hetta kenst sjálvsagt sum sera
órættvíst fyri fólk og fyritøkur í útjaðaranum. Hinvegin
duga vit væl at skilja Starvsmannafelagið, tá hetta felag
einfalt vísir til, at soleiðis eru nú einaferð treytirnar, al
tann tíð, at vit hava grundlógartryggjaðan verkfalsrætt her
í landinum. Tað ger ikki støðuna lættari, at tað í roynd og
veru er almenni myndugleikin, sum hevur vrakað eitt
semingsuppskot. Við hesum liggur ábyrgdin fyri ósemjuni
tungt á herum fíggjarmálaráðharrans. Tað er samstundis
eitt sindur órættvíst, at Starvsmannafelagið tykist vera
vorðið syndabukkurin í hesi telving.
Hetta mál átti ongantíð at verið komið so langt, at arbeiðs-
steðgurin slapp at standa við fleiri dagar. Partarnir áttu alt
fyri eitt at havt sett seg saman aftur við semingsmonnun-
um. Tað er nakað heilt løgið í hesum, at so skjótt annar
parturin hevur vrakað eitt semingsuppskot, ja, so heldur
allur dialogur uppat og nervakríggj kemur í staðin fyri
samskifti. Hetta er ein primitivur samráðingarháttur, sum
hoyrir fortíðini til. Henda støðan reisir eisini spurningin
um leiklutin hjá semingsmonnunum. Hví fara teir ikki alt
fyri eitt í holt aftur við partarnar, tá eitt semigsuppskot er
vrakað? Hvat er hetta fyri ein løgin maktlogikkur, sum
sigur, at teir skulu halda seg burtur, til annar parturin ella
báðir eru moyrir? Her treingir veruliga til at ruddað verður
upp og til ein djúptøkna nútímansgerð av føroyska
arbeiðsmarknaðinum. Við galdandi avoldaðu skipan eru
eingir vinnarar - bert taparar uttan mun til endaliga úrslitið
annars.
Nú hevur landsstýrið so gjørt av lutvíst at steðga ósemjuni
við lóg. Hetta merkir sum kunnugt, at teir starvsmenn,
sum sigla við strandferðsluskipunum verða lóggivnir til
arbeiðis, so samband aftur verður millum útjaðara og
meginøki. Tað er væl skiljandi, at landsstýrið nú hevur
mist tolið, tí tað, sum áður nevnt, eru tey somu offrini
hvørja ferð og stór samfelagslig virði fara fyri skeyti. Væl
skiljandi, men er tað politiskt klókt at leggja uppí ósemj-
una við lóg? Og er tað klókt at gera tað á hendan heilt
óvanliga hátt? Hevði tað hóast alt ikki verið skilabest at
bíðað nakrar dagar afturat? Hevði tað ikki hóast alt verið
skilabetri at gjørt semingsuppskotið til lóg og t.d.
samstundis latið lógina verið galdandi í tvey ár? So hevði
eingin vunnið og heldur eingin veruliga tapt. Tvinnir eru
kostirnir í hesum máli - hvørgin er mjúkur. At lata standa
til er vandamikið - at leggja uppí er ikki minni vanda-
mikið. Men vit kunnu uttan víðari staðfesta, at samfelagið
tolir ikki eina slíka ósemju í longri tíð lika so lítið, sum
tað tolir hesar afturvendandi gíslatøkurnar av útjaðaran-
um. Hinvegin tola demokratisku spælireglurnar ikki ov
nógv inntriv av hesum slagi, sum nú er fráboðað, og talan
er um eitt sera hættisligt politiskt stig, sum kann fáa
ógvusligar avleiðingar. Sostatt er talan um harðar val-
kostir hjá løgmanni og landsstýrismonnum. Heldur ikki
Javnaðarflokkurin tolir ov nógv av hesum slagi av
politiskum inntrivum í grundleggjandi demokratisk
rættindi. Tað er øðrvísi við hinum báðum samgonguflokk-
unum - teirra veljarar hava helst eitt lagaligari toleransu-
mark, tá um uppílegging í arbeiðsemjur ræður. Øll munnu
innast inni vóna, at partarnir í ellivta tíma lata vit og skil
ráða og koma til eina semju.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Tvinnir eru kostirnir
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jákup Jacobsen
stjóri
Í grein í bløðunum í sein-
astu viku, undrast tygum á
og biðja um eina grund-
geving fyri, hví Bileftirlit
Føroya hevur skift navn til
Akstovan og hví búmerkið
varð skift út.
Samstundis verður spurt,
hví uppgávan ikki varð
boðin alment út.
Eg skal sum frægast
royna at svara spurningum
tygara og grundgeva fyri
tilgongdini.
Virkisvirðini
Seinastu tvey árini hevur
øll organisatiónin á stovn-
inum, við jøvnum millum-
bilum, arbeitt miðvíst við at
lýsa felags eyðkenni fyri
virksemi stovnsins. Vald
vórðu 3 virðisorð, sum vit
øll ynsktu, skuldi eyðkenna
dagliga virki okkara fram-
yvir og sum vit øll kundu
taka undir við.
Virðisorðini eru:
• TRYGD
(grundleggjandi
ar-
beiðsøki stovnsins)
• TÆNASTA
( ve n d i r
sær úteftir móti við-
skiftafólkum og millum
starvsfólk)
• TRIVNAÐUR
(vendir sær inn móti
organisatiónini
og
kjarnu viðskiftafólkum)
Hví nýtt navn og
búmerki?
Sæð í ljósinum av hesum
menningararbeiði og tí
veruleika,
at
stovnurin
seinastu 10 árini, er broytt-
ur frá at vera ein reinur
eftirlitsstovnur, til at vera
ein
tænastustovnur
við
fleiri myndugleika uppgáv-
um, sum hava við akfør at
gera, hildu vit tað vera
rættast, at heita á eina lýs-
ingarstovu, at arbeiða við
sjónliggering av virkisvirð-
unum.
Uppgávan fevndi í fyrsta
umfari um sjónliggering av
virkisvirðunum, bæði inn-
eftir í organisatiónini og
úteftir mótvegis viðskifta-
fólkunum, herundir møgu-
liga nýtt búmerki og møgu-
liga nýtt navn. Gamla navn-
ið og búmerkið avspeglaðu
ikki
verandi
virksemi
stovnsins, eins og gamla
búmerki heldur ikki av-
speglaði tann tænastuhuga
og opinleika, sum virkis-
virðini leggja upp til.
Boðið varð út til navna-
kapping millum starvsfólk-
ini. Nøkur uppskot komu
inn, men onki av hesum
varð nýtt.
Hví ikki boðið alment út?
Mett varð, at uppgávan
skuldi ikki bjóðast alment
út, við tað at effektin av tí
organisatións-arbeiði, sum
longu var gjørt, ikki í sama
mun vildi koma til sjóndar í
grafiska samleikanum, sum
tá ein fyritøka fekk upp-
gávuna um hendi. Har-
afturat vildi nýggjheitsvirði
í einum møguligum nýggj-
um navni og búmerki ikki
hava somu effekt, um tað
framman undan var alment
kent, at Bileftirlitið skuldi
hava nýtt navn og búmerki.
Um nýggja búmerki
og navnið
Búmerkið
Kjarnin í búmerkinum er
hjólið. Hjólið er á ferð og
útstrálar
dynamikk
og
ferðslu. Karmurin um hjól-
ið umboðar tryggu ramm-
urnar og góðkenningar-
myndugleikan, ið stovnurin
hevur.
Rundu formarnir undir-
strika nýggja og meira fyri-
komandi profilin.
Navnið
Fyrri liður [ak] umboðar
akstur, akfør og ferðslu.
Seinni liður [stovan] um-
boðar myndugleika, trygg-
leika, integritet og tænastu.
Nógvar "stovur" eru í
Føroyum, t.d. Hagstovan,
Tollstovan,
Gjaldstovan,
Starvsstovan og Búnaðar-
stovan, ið allar á ein ella
annan hátt standa fyri
myndugleika og trúvirði.
• Navnið er meiri inn-
bjóðandi og jaligt enn
Bileftirlit Føroya
• Lætt at siga og minnast
• Gott føroyskt og ikki ov
popput
• Internationalt og web-
vinarligt
(www.akstovan.fo)
• Hóskar til hinar norður-
lendsku stovnarnar
At enda
Áðrenn nýggja navnið og
búmerkið varð almanna-
kunngjørt, vóru starvsfólk-
ini kunnað um úrslitið og
uttan undantak dámdu øll-
um bæði navnið Akstovan
og nýggja búmerkið. Tá ið
so
landsstýrismaðurin
hevði góðkent bæði nýggja
navnið og búmerkið, varð
gongd sett á at broyta bæði
prentlutir og telduskipan
stovnsins og dagin eftir av-
dúkingina, arbeiddi stovn-
urin víðari við nýggja sam-
leika sínum.
Vónandi svarar hetta
spurningum tygara. Meira
kann lesast á heimasíðuni
www.akstovan.fo
AKSTOVAN – viðmerking til blaðgrein
hjá Hera Mohr
Lesið
- so eru tit við