hósdagur 20. oktober 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 20. oktober 2005
11
Tórolvur Skaalum
Ein vónsvikin skatta-
borgari í Sørvági
Bleiv tað sagt Vesturvón ja
so segði man Sørvágur.
Vesturvón hevur verið við
til at sett Sørvág á føroya-
kortið.
Vaknaði
við
kaldan
dreym og trúði ikki mínum
egnu oyrum, tá í útvarpið
hevði tey syrgiligu tíðindi,
at p/f Vesturvón var selt til
eitt smápartafelag Fram-
herji í Toftum?, sum tjóvur
á nátt hvarv ein sunn og
stabil fyritøka sum døgg
fyri sólini. Eini 100 fólk
sum hava tilknýti til fyri-
tøkuna stand nú so at siga á
berum, alt virksemi er farið
í søguna. Sørvágur hevur
mist hønuna, sum varp gull
eggið. Av berum innanhýsis
klandri, eftir blaðskriving
at døma og sum millum
manna sigst, takka verði
millum
annað
einum
nevndarlimi, sum sat í
nevndini í eitt kráku ár.
Hann, sum skuldi vera við
til at skapa stabilitet og
framburð í fyritøkuna, tyk-
ist firtin um, at verða lagd-
ur undir at hava stungið
reiðaran og nevndina knív-
in í ryggin. Reiðarin, sum
millum annað hevur æruna
av, at fyritøkan hevur verið
dynamisk og væl rikin
gjøgnum árini.
Var endamálið hjá teim-
um at sorla fyritøkuna
sundur, so kláraðu tey tað
so meistaraliga, skamm fái
tykkum fyri tað.
Havandi í huganum nett-
upp tað, at kommunan í
kreppu tíð setti pening í
fyritøkuna svarandi til ca
eina hálva álíkning, við tí
fyri eyga at varðveita fyri-
tøkuna í oynni, og at hindra
at eigararnir í ringasta føri
fóru frá húsi og heimi, og at
Vesturvón ikki endaði í
Íslandi saman við Stella
Carinu og Katrinu.
Nei
sørvingar
fingu
ongan møguleika at bjóða
uppá partabrøvini. Líka-
mikið hvussu nógv nevnd-
arlimurin
í
Sandavági
vendur og dregur tingini, so
hevur hon ikki melda klárt
út við síni ætlan. Hví bað
hon ikki um ein eyka aðal-
fund? Um so var, hugsi eg
at støðan var ein heilt onn-
ur, endamáli var eittans?
Og at tú onga ávirkan hevur
havt á fyritøkuna, fari eg at
loyva mær at ivast í. Álvara
tos, hvør hevur siglt við
Vesturvón sum skipari í
mong ár?
Eg fari at ynskja tykkum
sum nú á berum standa eina
bjarta framtíð.
Høgni Hoydal
Tað er við bilsni og treða, at
eg síggi, hvussu samgong-
an við løgmanni á odda fer
fram á arbeiðsmarknaðin-
um og ímóti útjaðaranum.
Bárður Nielsen og lands-
stýrið hava av sínum ein-
tingum blakað samfelagið
út í ein arbeiðssteðg, og
hava tikið fólk og vinnu í
útjaðaranum til gísla fyri
fáa sín vilja ígjøgnum mót-
vegis einum fakfelag.
Serliga útjaðarin bløðir
fyri, at landsstýrismaðurin
ikki megnar at samráða seg
til eina semju, hóast mót-
parturin eftir øllum van-
ligum mannagongdum og
eftir seming, hevur góðtik-
ið úrslitið av semings-
royndunum.
Skipini kunnu sigla aftir
beinanvegin, um løgmaður
og samgongan gera sínum
landsstýrismanni greitt, at
hann hevur ábyrgdina av
støðuni og at tað áliggur
honum at finna semju.
Men ístaðin fer løgmaður
í tingið at lóggeva ímóti
avleiðingunum av gerðun-
um hjá sínum egna lands-
stýri. Og løgmaður brúkar
tað so sera væl skiljandi
ónøgdina í útjaðaranum til
at
geva
fakfeløgunum
skyldina fyri verkbannið
hjá landsstýrinum.
Tað er ikki bert ein
grundlógartyggjaður rætt-
ur, men eisini partur av al-
tjóða mannarættindum at
fakbólkar kunnu samráða
seg til síni sáttmálaviður-
skifti. At partarnir á ar-
beiðsmarknaðinum
við
teimum amboðum, teir
hava, kunnu skipa síni egnu
sáttmálaviðurskifti.
Nú fer samgongan við
einum javnaðarløgmanni á
odda at brúka lóggávu-
valdið til at seta rættindini
hjá fakfeløgum til viks fyri
at fremja viljan hjá arbeiðs-
gevaranum - enntá eftir at
eitt fakfelag hevur góðtikið
úrslitið av eini semings-
roynd.
Sjálvt tá fakfeløg hava
verið í verkfalli, hevur
verið breið semja um ikki
at brúka lóggávuvaldið til
at taka ábyrgdina og rætt-
indini frá pørtunum á ar-
beiðsmarknaðinum.
Men
nú
verða
hesi
grundleggjandi prinsipp og
rættindi sett til viks, tí
landsstýrið sum arbeiðs-
gevari ikki góðtekur úr-
slitið av eini seming og
hevur framt verkbann.
Fremur samgongan eina
slíka dáragerð, so fer tað at
fáa djúptøknar avleiðingar
fyri allan arbeiðsmarknaðin
og fyri føroyska samfelagið
í mong ár frameftir.
Tí havi eg staðiliga mælt
løgmanni frá at misnýta
lóggávuvaldið á henda hátt,
og ístaðin at loysa málið í
kvøld við at samráða seg til
semju. Landsstýrið hevur
jú sjálvt lykilin í egnum
lumma.
VIÐMERKINGAR
Grát mín elskaða bygd
Landsstýrið tekur útjaðaran sum gísla
- og brúkar hetta til álop á grundleggjandi rættindi hjá fakfeløgum
TÍÐINDASKRIV
frá Búskapar- og
Løgfrøðingafelag Føroya
Landsstýrið fer í dag at
leggja lógaruppskot fyri
Løgtingið, ið fer at skerja
grundleggjandi verkfalls-
rættindi hjá fakfeløgum í
Føroyum.
Løgtingið verður sostatt
enn einaferð nýtt sum am-
boð at skerja samráðingar-
og
verkfallsrættindi.
Í
summar stóðu SEV og
Maskinmeistarfelagið fyri
skotum, tá samtykt samráð-
ingaruppskot varð vrakað
av Løgtinginum, og í dag er
tað Starvsmannafelagið, ið
fær skert verkfallsrættindi
síni munandi.
Hesum vil Búskapar- og
Løgfrøðingafelag Føroya
(BLF) staðiliga mótmæla.
BLF vil í staðin heita á
landsstýrið um at sam-
tykkja semingsuppskotið
ella skjótast til ber at taka
sáttmálasamráðingarnar
uppaftur av nýggjum.
Alneyðugt er, at álit verð-
ur skapt millum fakfeløgini
og landsstýrið. Hetta er ein
fyritreyt fyri, at fáa ment
ein skipaðan føroyskan ar-
beiðsmarknað, har m.a.
høvuðsavtalur verða gjørd-
ar partanna millum og
fastur gerðarrættur verður
stovnaður.
BLF fer tí staðiliga
heita á landsstýrið um, at
virka fyri áliti og varandi
semjum á arbeiðsmarkn-
aðinum - heldur enn eina-
ferð enn at nýta Løgtingið
sum amboð at skerja
rættindi hjá fakfeløgum,
tí hetta kann bert skapa
misálit og seinka menn-
ingini av einum skipaðum
føroyskum arbeiðsmark-
naði.
BLF mótmælir skerjing av samráðingar-
og verkfallsrættindum
- hetta útsetir menning av einum skipaðum føroyskum arbeiðsmarknaði
Lítli prinsur komin heim
Eini 1.500 fólk tyrptust við dyrnar til Ríkissjúkra-
húsið seinnapartin týsdagin at siggja stoltu, nýggju
foreldrini, Fríðrik krúnprins og Mary prinsessu á
fyrsta sinni vísa fram nýggja trúnarving Danmarkar.
Men tann lítli prinsurin legði sjálvandi einki til
merkis.
Meðan pápi og mamma sum frægast royndu at
svara teimum um 200 fjølmiðlafólkunum, lá lítli
prinsur við eini lítlari húgvu, sveiptur í eitt hvítt,
heklað sjal - og svav.
- Hann hevur eitt róligt sinni, segði stolta mamman.
- Nú fara vit heim at skifta blæu, segði Fríðrikur,
beint áðrenn hann setti seg í VW Turano jeepin, sum
hann sjálvur koyrdi heim við konu og soni.
12 daga barnsburðarfarloyvi
Donsku miðlarnir hava gitt nógv um, hvussu leingi
krúnprinsurin fer at verða í barnsburðarfarloyvi.
Svarið kom í morgin: Í 12 dagar! Heimasíðan hjá
kongshúsinum sigur, at prinsurin aftur fer til verka
26. oktober, tað hann letur up ráðstevnuna hjá Dansk
Industri
og
Vindmølleindustriens
konference
»Copenhagen Offshore Wind International« í Bella
Centrinum.
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo