hósdagur 20. oktober 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 200 - 20. oktober 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kunngjørt verður at okkara kæra mamma, vermamma,
omma, langomma og systir
Gunna Høgnesen
Leirvík
andaðist á Landssjúkrahúsinum týsnáttina 18. oktober,
86 ára gomul.
Kistan fer úr kapellinum hósdagin 20. oktober kl. 16.00.
Jarðarferðin verður úr Hebron fríggjadagin 21. oktober
kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Borghild, Óli og Høgni
Kunngjørt verður at elskaði maður, pápi, verpápi
og abbi okkara
Pætur Joensen
í Nýggjustovu
frá Gjógv, andaðist 18. oktober, 85 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Gjáar kirkju
leygardagin kl. 13.00.
Fyri tey avvarðandi
Ebba
Tey, ið vilja minnast Pætur kunnu lata Gjáar kirkju eina peningagávu.
Sigurd Bjarnadal
andaðist á Bispebjerg hospital tann 14. oktober 2005,
80 ára gamal.
Jarðarferðin verður á Søndre Kapel tann 20. oktober
kl. 13.00.
Familjan
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum sum á ymiskan
hátt heilsaðu mær á 90 ára degnum – og
tøkk fyri góð minnir.
Karl Jespersen, Tvøroyri
Mánadagin 17. oktober
fyllir Malan Mikkelsen í
Klaksvík 65 ár. Malan er
ættað av Stongunum, dóttir
Mathildu og John Hansen –
John í Sundi –. Mathilda
var ættað av Brekkum á
Húsum og John var ættaður
úr Todnesbuð í Norðdepli.
Malan var bert 15 ára
gomul tá hon fór til Havnar
at tæna hjá Leif Waagstein.
Men skjótt vóru boð eftir
henni at koma norðuraftur,
tí Kjølbro hevði brúk fyri
eini dugnaligari gentu í
heiminum.
Eitt
skifti
var
hon
arbeiðsgenta
hjá
Jens
Sofusi Isaksen. Eftir hetta
starvaðist hon sum kramba-
kvinna í handlinum á
Biskupsstøð.
Malan var heilt ung tá
hon hitti ein fittan ungan
mann. Hetta var Eli Mikk-
elsen. Eli var ættaður av
Vágsheygnum, sonur til
Annu Margrethu og Mikkj-
al Petur. Anna Margretha
var ættað úr Uppistovu-
garðinum á Norðoyri og
Mikkjal Petur var ættaður
úr Barbistovu í Syðrugøtu.
Malan var 18 ára gomul
tá tey giftust í 1959. Tey
fyrstu árini húsaðust tey á
Stongunum, men í 1964
fluttu tey í nýggj og snotu-
lig hús, sum Eli hevði bygt
til teirra uppi á Vágs-
heygnum.
Malan og Eli eiga 6 børn.
Margreth, John, Mathilda,
Merry, Petur og Ranvá.
Heimið á Vágsheygnum
hevur altíð verið merkt av
lívi og blíðskapurin hevur
verið settur í hásæti. Eli ar-
beiddi sum snikkari og
hevði egið verkstað í kjall-
aranum tey nógvu fyrstu
árini. Malan var heima og
passaði síni børn, so tey
vóru sera tætt knýtt at hvør
øðrum.
Eli var sera hegnigur
snikkari og hevði altíð
nógv at gera. Verkstaðurin
var mest sum eitt samlings-
stað og har vòru mangar
politiskar orrustir loystar.
Sum børnini vuksu til
fór Malan út at arbeiða.Tá
svimjihøllin opnaði, fekk
hon starv har. Har var hon
bert í stutta tíð, til hon fekk
arbeiði á flakavirkinum á
Kósini. Kvik, álítandi og
vælgerðin sum hon er,
slapp hon at standa við
reinskeriborðið og var eis-
ini àlitisfólk har í mong ár
Hettar arbeiði dámdi henni
sera væl.
Ì 1989 fekk Malan nýtt
starv sum hjálparfólk í um-
lættingarheiminum Dáan-
um, sum júst tá var opnað.
Her starvast Malan enn í
dag. Hon er væl dámd bæði
millum starvsfólk og brúk-
arar. Malan er altíð blídlig
og fyrikomandi, hon hevur
gott tol og hegni til at fáast
við brúkararnar, og tey eru
sera góð við hana.
Malan gjørdist einkja
longu sum 46 ára gomul.Eli
gjørdist sjúkur og andaðist í
1987, bert 58 ára gamal.
Hetta var ein tungur smeit-
ur. Yngsta dóttirin var tá
bert 14 ára gomul. Hóast
tað var tungt og alt sá vón-
leyst út, so megnaði Malan,
við Harrans hjálp, at koma
víðari.
Malan kom úr einum
heimi við trúgvandi for-
eldrum, og kom Malan
sjálv til trúgv á Harran Jes-
us sum ung genta. Hon
hevur havt sítt andaliga
heim í Betesda, og hevur
hon altíð verið fús at hjálpa
til tá ymiskt er á skránni í
samkomuni. Túrarnir vest-
ur til Zarepta eru eisini
nógvir í tali .
Malan hevur verið ein
kempari, og hava hon og
Eli lagt eitt gott grundarlag
fyri síni børn.Tey eru øll
komin væl fyri í livinum. 5
av børnunum eru gift. Mar-
greth er gift við Kristian
Dalsenni,
John
við
Jakobinu
Dalsenni,
Mathilda við Símun Paula
Viðbjørg,
Merry
við
Klæmint Hansen heiman av
Sandi og Ranvá er gift við
Boga Ragnarsson.
Øll børnini búgva í
Klaksvík, so heimið á
Vágsheygnum er framvegis
fult av lívi, tí Malan eigur í
dag 14 ommubørn og ein
langommuson.
Malan heldur føðingar-
dagin saman við børnun-
um.
Vit ynskja Maluni hjarta-
liga tillukku og Guds sign-
ing.
Børnini
Malan Mikkelsen 65 ár
– Der er ikke noget i vejen
med den sociale arv, Niels
Elkjær-Hansen fik med fra
førstelærerhjemmet
i
Frederiksberg ved Sorø.
Arven var selveste Social-
demokratiet, dengang det
var rummeligt nok til at
omfatte både Gud (Grundt-
vig), konge og fædreland,
der også var åbent for frem-
mede.
Soleiðis skriva tey á
navnasíðunum í Politekken
í fyrradagin um Niels
Elkjær-Hansen, fyrrverandi
ríkisumboðsmann í Føroy-
um, sum fylti 90 í gjár, 19.
oktober.
Niels Elkjær-Hansen var
ríkisumboðsmaður í Føroy-
um frá 1954 til 1961 og eitt
skifti aftur sum avloysari
einaferð seinast í seksti-
árunum, tá Leif Groth var í
sjúkrafarloyvi.
Politiken skrivar víðari
um Elkjær-Hansen, at hann
streyk eftir cand. polit.
prógvið beinleiðis inn sum
ráðharraskrivari hjá Hans
Hedtoft, forsætisráðharra.
Eftir at hava verið ríkisum-
boðsmaður í Føroyum varð
hann amtmaður á Borholm.
Av áhugaverdum arbeið-
um hansara kunnu vit eisini
nevna, at hann var skrivari í
nevndini, sum fyrireikaði
grundlógarbroytingina
í
1953, og harvið hevði hann
ábyrgdina av málbúnanum,
sum grundlógin enn tann
dag í dag nýtir – en sprog-
dragt, man kunne ta’ og
føle på, sum Politiken
skrivar.
Og víðari skrivar blaðið
um lutin hjá Elkjær-Hansen
í Klaksvíksstríðnum:
»Han var midtpunkt í
Vesteuropas historisk set
første gidseldrama, da han
som modig og nybagt Rigs-
ombudsmand under Klaks-
vig-striden i 1955 værdigt
skred spidsroden af sær-
deles ophidsede færinger af
og havnede indespærret på
politistationen. 1. stk. fre-
gat, 130 stk. politibetjente
plus
1
finansminister
(Viggo Kampmann) ilede
til undsætning. Syv år eftir
stod tårevædede færinger
og vinkede farvel til deres
elskede amtmand.«
Blaðið sigur, at á Born-
holm vóru kenslurnar eins
sterkar, tá tey í 1985 máttu
fylgja lógarinnar stavum og
pensjonera ein amtmann,
sum júst hevði útvegað
oynni eina arkitektoniskta
og listarliga klenodiu, tað
nógv vitjaða listasavnið í
Rø.
– En amtmand, som med
sine 70 ár var god for
mange flittige og initiativ-
rige år endnu, skrivar
Politiken um Niels Elkjær-
Hansen.
Niels Elkjær-Hansen, fyrrverandi ríkisumboðsmaður níti