hósdagur 20. oktober 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 20. oktober 2005
13
– Partarnir sinnaðir
at finna eina loysn
sigur Jógvan Amon-
son, semingsmaður
SÁTTMÁLA-
SAMRÁÐINGAR
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Samráðingarnar á arbeiðs-
marknaðinum
millum
Fíggjarmálaráðið
og
Starvsmannafelagið vórðu
uppafturtiknar mikudagin
klokkan 13. – Vit hava
fingið uppringingar frá
báðum pørtum, sum eru
sinnaðir til at taka samráð-
ingarnar uppaftur, og vit
meta, at tað eru líkindi til at
finna eina semju út frá tí,
sum partarnir hava sagt við
okkum
segði
Jógvan
Amonson, semingsmaður
fyrrapartin
mikudagin.
Hann leggur aftrat, at
Semingsstovnurin
hevur
havt samband við partarnar
í týskvøldið og mikumorg-
unin, og út frá hesum sam-
røðum ber til at siga, at
partarnir eru sinnaðir til at
finna eina loysn.
– Tvs at tað kann gerast
óneyðugt hjá løgtinginum
at leggja uppí?
– Ja, tað vil eg vóna.
– Ber til at siga, at tað,
sum skilur partarnar, er so
lítið, at tað ber til at finna
eina semju?
– Tá vit taka semings-
royndina uppaftur, so er tað
tí, at vit meta tað vera
realistiskt at finna eina
semju.
Tingfundur í gjáramorg-
unin var útsettur til seinna-
partin, tí tað hevði eydnast
at fáa partarnar aftur til
samráðingarborðið. Stutt
undan tingfundinum bíðaði
semingsstovnurin eftir eini
uppringing frá Fíggjar-
málaráðnum. Tann upp-
ringingin kom í evstu løtu,
og var hon so mikið positiv,
at Semingsstovnurin gjørdi
av at áseta nýggjar samráð-
ingar kl. 13 mikudagin.
Samráðingar tiknar uppaftur
BÓKAÚTGÁVA
tíðindaskriv
Í samband við at annað
bindið í ævisøguni um Kaj
verður útgivið verður út-
gávuhald í býráðshøllini í
Klaksvík har bókin verður
løgd fram. Høvundurin fer
at siga nøkur orð og hann
signerar eisini bøkur hetta
kvøldið.
Tað eru 11 mánaðir mill-
um permurnar á fyrsta og
øðrum bindi av ævisøguni
um Kaj Johannesen, sum
nú telir 910 síður. Fyrsta
bindið um Kaj kom út 24
november í fjør, annað
bindið 20. oktober í ár.
Hesuferð snýr søgan fyri
tað mesta seg um seinna-
heimsbardaga og hvussu
Kaj og hansara menn komu
strevaðust undir krígnum.
Seinni heimsbardagi var
ein sonn gulltíð fyri teir
sum sigldu og bóru boð í
bý. Aftast í bókini er eitt
yvirlit yvir hvat teir, sum
sigldu hjá Kjølbro vunnu í
krónum og oyrum túr fyri
túr í tíðarskeiðnum frá
1941-44. Eitt nú var per-
sónliga inntøkan hjá Kjøl-
bro í 1942 1,3 millión krón-
ur.
Figgjadagin klokkan 16.
verður útgávuhald í Miðla-
húsinum í Vágsbotni, har
Osmund Justinussen fer at
siga nøkur orð um bókina.
Høvundurin signerar bøk-
ur.
Tað er forlagið Hellurnar,
sum gevur bókina úr og
hon kostar 399 krónur í
bókabúðunum. Bókin kann
eisini keypast beinleiðis frá
forlagnum við at fylla
seðilin út, sum varð sendur
í hvørt hús og senda hann
inn til Forlagið, tá kostar
hon 349 krónur. Til ber eis-
ini at seta seg í samband
við Forlagið Hellurnar á
tele-fon
223143
ella
322800. Eisini ber til at bí-
leggja á teldupostinum;
justinus@post.olivant.fo
Kaj 2 útgáva í Klaksvík
Seinastu vikuna hava
nøkur skip landað
upsa á landingarmið-
støðini hjá Beta í
Saltangará
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mánadagin løgdu leirvíks-
trolararnir, Stjørnan og
Polarhav, eini 260.000 pund
upp í Saltangará. Megin-
parturin av veiðini hjá skip-
unum var upsi.
Váðasteinur, sum er á
línuveiði, landaði eisini í
Saltangará mánadagin. Tá
ið vit frættu av landingar-
miðstøðini hjá Beta, sótu
tey ikki við ítøkiligu land-
ingartølunum hjá Váða-
steini við hondina, men
sum skilst, hevði línubát-
urin eitt sindur av hvørjum.
Skipini hjá Beta, Bakur
og
Stelkur,
landaðu
í
Saltangará seinasta hósdag
– ella fyri eini viku síðan,
og tá høvdu tey tilsamans
320.000 pund, meginpart-
urin upsi.
Garnaskipið Nim hevur
eisini landað í Saltangará
nýliga.
Frægari fiskur – og
betri prísur
Ragnar S. Olsen, reiðari,
veit at siga, at hóast upsin
framvegis er smáttfallandi,
er hann frægari til støddar
nú, enn tá ið hann var
smæstur.
Upsaprísurin er eisini
batnaður munandi, sum
árið er liðið, og í dag fáa
skipini einar 4,50 til 5
krónur fyri kilo.
Nú upsin er so stórur
partur av tilfeinginum, sum
ísfiskaskipini føra til lands,
hevur økti prísurin stóran
týdning fyri ísfiska-trolar-
arnar, sum hava ligið tungir
í sjónum seinastu tíðina.
Tvey »pør« við nógvum upsa í Saltangará
Mánadagin
høvdu
leirvíkstrol-
ararnir
260.000
pund av
upsa, og fyri
eini viku
síðan høvdu
Bakur og
Stelkur
320.000
pund
Mynd: Vilmund
Jacobsen
– Nakrir lyklapersón-
ar leggja samfelagið
lamið næstan hvørja
ferð, samráðingar
eru. Hetta ber stutt
sagt ikki til, heldur
Vinnuhúsið á heima-
síðuni
ARBEIÐS-
MARKNAÐUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á heimasíðuni hjá Vinnu-
húsinum halda tey, at før-
oyski arbeiðsmarknaðurin
er ov illa skipaður, og hetta
hevur Føroya Arbeiðsgev-
arafelag fleiri ferðir ført
fram. Lagt verður aftrat, at
arbeiðssteðgurin
hesar
seinastu dagarnar, prógvar
týðiliga hesa støðu.
– Hósdagin fyri eini viku
síðan fingu vit so aftur ein
arbeiðssteðg. Fíggjarmála-
ráðið og Starvsmannafel-
agið kundu ikki koma
ásamt um nýggjan sátt-
mála. Arbeiðið varð niður-
lagt frá tíma til tíma. Freist-
in hjá virkjum og privatper-
sónum at fyrireika seg var
eingin. Um undantøk skulu
gerast frá arbeiðssteðgin-
um, er heldur ikki nakað,
sum partarnir hava tosað
um. Hetta verður ikki tikið
upp, fyrrenn tað í veruleik-
anum er ov seint og alt
gerst
ein
samráðingar-
spurningur.
Á heimasíðuni verður
sagt, at Føroya Arbeiðs-
gevarafelag er av tí áskoð-
an, at neyðugt er at fáa ein
meira skipaðan arbeiðs-
marknað í Føroyum.
–
Nýggj
semingslóg
eigur at verða dagførd.
Hetta er alneyðugt, soleiðis
at hon er betur egnað til at
fáa semju í lag, tá partarnir
ikki megna tað. Millum
annað eigur ein regla at
verða, sum sigur, at verk-
fall/verkbann ikki kann
verða sett í verk fyrrenn t.d.
eina viku aftaná, at sem-
ingsroyndin er miseydnað.
Lagt verður aftrat, at tað
ofta eru nakrir heilt fáir
lyklapersónar innan hvørt
avtaluøki,
sum
kunnu
leggja føroyska samfelagið
lamið, mest sum hvørja
ferð, sáttmálasamráðingar
eru.
– Hetta ber stutt sagt ikki
til. Einki framkomið sam-
felag kann liva við, at stórir
partar av landinum vera
avskornir, og at alt virksemi
steðgar upp – eisini virk-
semi, sum als ikki er partur
av verkfallinum, siga tey á
heimasíðuni hjá Vinnuhús-
inum.
Ruðuleiki á føroyska arbeiðsmarknaðinum
Eftir fleiri áheitanir
frá fleiri pørtum,
eydnaðist tað
mikumorgunin hjá
semingsmonnunum
at fáa partarnar
aftur til
samráðingarborðið