Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. oktober 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 200 - 20. oktober 2005 Nýggj útgáva av Can’t Erase It Fløgan Can’t Erase It hjá Lenu er komin í handlarnar í Danmark í hesi vikuni. Hetta er ein endur- ljóðblanda útgáva av føroysku fløguni við sama navni. Harum- framt eru løgini I Still Love You, Oh My Lady og 20 Steps From My House eisini við. Hetta hevur havt tí avleiðing, at løgini When I’m Around You, Noth- ing’s Gonna Bring Me Down og As Long As I’ve Got You er viskaði av fløguni. Lenamusic fingið nýtt andlit Lena hevur fingið snøgga nýggja heimasíðu. Nýggja síðan er gjørd av illugraphic.com við Høgna Magnussen. Á síðuni er umframt tíðindi og yvirlit yvir konsertir, nógvir hentir upplýs- ingar, myndir, brot av løgunum á Can’t Erase it, tekstir og myndir av songkvinnuni. Síðan liggur á www.lenamusic.com. Fløgan hesa vikuna er Can’t Erase It Fløgan hesa vikuna á Sky Radio er Can’t Erase It hjá Lenu, hetta merkir at fløgan verður spæld í sendingunum, lýsingar verða sendar í sendingunum, har lurt- arar fáa høvið at vinna fløgur, og harumframt verður fløgan marknaðarførd á heimasíðuni www.skyradio.dk. Á heimasíðuni verður millum annað skrivað, at Can’t Erase It er ein heilt serlig fløga, men at um tær dámar Dido, Sarah McLachlan ella Lisu Miskovsky, so er hetta ivaleyst nakað fyri teg. Heimasíðan skrivar, at hetta er ein melankolsk fløga, tó uttan at gerast syrgiligt, tí løgini eru jalig og ljós. Fleiri av løgunum hava stórt hitpotentiali, og halda leingi. Her verða I Still Love You Baby, Step On The Gas og Oh My Lady, tikin fram sum dømi. Lena spældi upp á hjartastreingir, tá hon spældi eina ómetaliga erliga og rørandi konsert í Krudttønd- en á eystarubrúgv, í sambandi við at fløg- an Can’t Erase It kom á danska marknaðin. ÚTGÁVUKONSERT Orð Niels Uni Dam, nielsuni@sosialurin.fo Myndir: Símun J. Hansen Krudttønden á eystaru brúgv í Keypmannahavn, er ikki av størstu spælistøð- um, og tá Lena fór á pallin at spæla sína útgávukonsert fyri donsku útávuna av Can’t Erase It, vóru hølini fullsett. Tann stóri meiri- lutin av áskoðarunum var føroyingar, men onkur dani, ein kanadiumaður og ein bulgari høvdu leitað sær á konsert. Geva Lenu eitt klemm Konsertin gjørdist ein heit, persónlig og innilig kon- sert, har Lena lat upp fyri kenslunum og førdi áhoyr- ararnar inn í hennara heim. Onkra løtu hevði eg bestan hug at hoppa upp á pallin og geva henni eitt klemm, og aðrar løtu sat eg bara, og kendi hvussu tónleikurin fylti meg. Fyrsta helvt av konsertini var friðsæl á onkran hátt. Við bara Lenu og Niklas á pallinum fingu løgini ein sera einfaldan búna, ið klæddi teimum. Innlivingin var stór. Millum løgini royndi Lena á donskum at siga frá søgunum aftan fyri løgini. Lena er umleið líka kring á donskum,sum Mary krúnprinsessa, og hálv- brotna málið gjørdi søgur- nar um tunglyndi, ræðslu, hóttan kærleika og onnur myrk og døpur evni, enn meira hjálparleysar og syrgiligar. Løtan var inni- lig, persónlig og erlig á ein hátt, tú sjáldan upplivir á einum palli. Eg varð tikin við inn í heimin hjá Lenu, og har var rørandi og vak- urt. Fullkomin framførsla Konsertin var á tremur við góðum løgum, bæði av Can’t Erase It og løg, ið ikki eru útkomin. Serliga lagið Dawn av Can’t Erase It, virkaði sterkt á ein hátt, sum eg ikki havi hoyrt fyrr. Eg havi hoyrt lagið fleiri ferðir á føroysku útgávuni av fløguni, og eisini á konsertum, uttan ordiliga at festa meg við tað. Men í Krudttønden var framførsl- an og útsetingin av lagnum so fullkomin, at hetta gjørdist eitt av hæddar- punktunum á kvøldinum. Sterkar kenslur Lagið Shimmy Shake It, snýr seg um slatur, um hvussu ilt man kann fáa av slatri og týdningin av, at bara ikki leggja nakað í tað. Hetta lag vísti eina aðra og eitt sindur skitnari síðu av røddini hjá Lenu, sum var ótrúliga lekkur. Røddin fekk eitt slag av kontri- kenslu og lagið rokkaði á ein einfaldan hátt. Henda sama kontrikensla var eisini galdandi í lagnum No Emergency, ið Lena skriv- aði, einaferð hon sat einsa- møll í stormi og streymsliti. Í staðin fyri at vera bangin, skrivaði hon ein sang um at vera bangin. Hetta lagið hevði eitt frálíkt niðurlag. Í lagnum Stones in My Pocket, syngur Lena "The only way I know how to live is killing me", henda Rørandi, erlig Konsertin var vøkur, hugnalig og innilig Krudttønden er eitt lítið hugnaligt spælistað, týskvøldið var tá á tremur við føroyingum