hósdagur 20. oktober 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
regla brendi seg fastan á
onkran hátt. Hetta lag hevði
Lena skrivað, meðan hon
hevði verið sera kedd og
tunglynt, og kenslurnar í
framførsluni vóru sterkar
og sannførandi.
Ein fantastisk rødd
Tittullagið av fløguni er
sum lag kanska ikki besta
lagið hjá Lenu. Men hetta
er eitt lag, ið veruliga vísir,
tær nógvu síðurnar av
hennara sangrødd. Hetta
ger tað til eina uppliving
hvørja ferð tú hoyrir lagið.
Tí røddin hjá Lenu er so
fantastisk. Hon hevur so
nógv egið yvir sær, og so
fevnir hon so øgiliga breitt.
Eg havi tað trupult við
lagnum American Dream
av Can’t Erase It. Hetta er
eitt ordiliga gott lag, men
tað tykist bara nakað so
forferdiliga
pínligt
at
syngja "Who can live the
American Dream, without
reaching for the stars" eg
fái ikki tikið tað fyri fult -
men vit eru so ymisk.
Brøðurnir Poulsen
Miðskeiðis í konsertini var
ein steðgur, og nú komu Óli
og Hans Poulsen við, Óli á
bass og Hans á klaver og
slagverk. Hetta broytti tó
ikki formin á framførsluni
tað stóra, enn løgdu tey
dent á at halda útrykkið
nakið og einfalt, hvørki
bassur, klaver ella slagverk
sluppu nakrantíð langt fram
í ljóðmyndina, og hetta
riggaði væl. Í fyrsta og
síðsta lagi Step on the Gas
og Catch 22, sum í botn og
grund eru rokkløg, var
hjáveran hjá Óla og Hans
gull verd, men í hinum løg-
unum kendu teir sítt pláss,
og lógu sum stuðul hjá
Lenu og Niklas.
Glaðari helvt
Seinna helvt av konsertini
var nógv glaðari og upp-
lyftandi, serliga lagið Noth-
ing Can Keep Us Apart, var
jaligt og næstan festligt. Óli
Poulsen floytaði á lagnum,
og tyktist ordiliga við uppá
tað, so tað var øgiliga fitt.
Lena helt fram við at vísa
nýggjar og spennandi síðir
av røddini, og á tí eitt
sindur Nick Cave kenda
lagnum
Seasons
Will
Change, hoyrdu vit eina
svakliga gangastara gospel
rødd, sum man skuldi
hildið var ómøgulig at gera
live, men hjá Lenu er iva-
leyst ikki so nógv ómøgu-
ligt.
Ringdi til Yoko
Í sambandi við, at John
Lennon hevði havt 65 ára
føðingardag hendan mán-
aðin, slapp eisini lagið I
Want You. Lena skemtaði,
at hon hevði ringt til Yoko
og spurt um loyvi um at
spæla tað, og tað var í lagi.
Hetta gjørdist ein Lenu
útgáva av gamla Beatles
lagnum, og bæði Lena og
lagið klæddu hvør øðrum.
Samanumtikið var hetta
ein heilt fantastisk konsert,
við góðum løgum, góðum
søgum framførd einfalt og
vakurt og sungin av einari
av teimum bestu røddunum
vit eiga. Tí hóast hon er
hálv úr Kanada, og er í
heimsflokki, so haldi eg, at
vit eiga at gera krav uppá
hana sum føroying. Eins
væl og danir gera krav uppá
nýggja prinsin.
Stamen Stanchev,
tangentleikari við øllum
møguligum bólkum m.a.
saman við Niklas í Chase
Tað er eitt fantastiskt
arbeiði, sum Lena og Niklas
hava gjørt. Tey spæla Soft
pop, og fara tann heilt rætta
vegin. Har er einki nýtt
undir sólini, men ordiliga
gott og kekkað. Nú vóni eg,
at management og alt sovorðið er líka kekkað. Tí tað er
viktigt, at allur pakkin er líka kekkaður. So kunnu tey
klára seg væl.
Men eg haldi, at sjálvt live konseptið, kundi verið
betur. Tey mugu hava ordiligar livetónleikarar. Tey bæði
einsamøll vóru betur enn við bólki. Hygg tildømis, at
Teitur, teir eru tríggir mans á pallinum, og teir klára at
fylla pallin út- har er útrykkið nógv sterkari. Eg havi
einki í móti Hans og Óla, sum tónleikarar slettis ikki tað,
men livekonseptið er ikki nóg gott.
Kristin Bech, bassleikari í
The Reverends
og fyrrverandi í Mold
Eg haldi, at konsertin var
simpulthen ordiliga góð.
Lena hevur broytt seg nógv
seinastu árini, men hon er
enn Lena. Eg haldi, at hesin
eitt sindur einkulti stílurin
passar væl til hennara.
Hetta, at tað er beint fram,
passar betur til Lenu og
hennara løg, enn tað sum
vit vanliga hoyrdu fyrr. Eg
haldi kanska eisini, at tað,
at tey spældu akkustiskt,
hevði nógv at siga.
Sissal Kampmann,
fyrrverandi sangarinna í
gentubólkinum Sox.
Mær dámdi konsertina. Eg
haldi, at hon var øgiliga
autentisk. Lena er ein
góður performari, er erlig
og ópretentiøs, tað er
ordiliga viktigt. Eg var
eisini eitt sindur yvirraska
av, hvussu habilur
gittarleikari, hon er blivin.
Mær dámdi væl formin,
at tey bæði sungu og
spældu gittar, tað var
hugnligt og stuttligt. Løgini
vóru annars góð og
melidiøs. Hetta er poppur,
men poppur við einum
sletti av rokki.
Nr. 200 - 20. oktober 2005
15
Vágspoppur í Krúttunnuni
Vit spurdu tríggjar garvaðar tónleikarar Stamen Stanchev, Kristin Bech og Sissal Kampmann
um, hvat tey hildu um konsertina hjá Lenu
gt og inniligt
Lena lat dyrnar upp til
sín heim, og sum
áhoyrari varð eg tikin
við á eina rørandi og
inniliga ferð
Einfaldi formurin klæddi løgunum væl
Tónleikararnir kendu sítt pláss og hildu seg afturi í ljóð-
myndini
f.v. Hans Poulsen(slagverk og klaver), Lena Anderssen (rødd
og gittar), Niklas Johannesen (gittar og rødd) og Óli Poulsen
(bass og bríksl)