hósdagur 20. oktober 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 200 - 20. oktober 2005
Rumsfeld stúrin
Amerikanski verjumála-
ráðharrin, Donald Rums-
feld, segði seg í gjár stúra
fyri teirri stóru kinesisku
vápnadubbingini,
sum
hann segði vera serliga
óhepna, tí hon fer fram í
tí dulda.
Rumsfeld, sum er á
vitjan í Kina, segði í ein-
ari røðu á einum politisk-
um skúla í Beijing, at
umheimurin vil fegin
samstarva við eitt friðar-
ligt Kina, men at verandi
gongd elvir til trupul-
leikar á summum økjum.
Eygleiðarar ivast ikki í,
at hann við hesum sipaði
til Taiwan uttan at nevna
landið við navni.
Hetta er ikki fyrstu
ferð, at Rumsfeld kærir
seg um ta kinesisku
vápnadubbingina. Hann
vil vera við, at teir kines-
isku
myndugleikarnir
brúka nógv meiri pengar
til vápn og ymsa hern-
aðarútgerð, enn teir siga
alment. Sambært ameri-
kanska verjumálaráðnum
brúkar Kina ímillum 500
og 600 milliardir krónur
um árið til verjuna, og
ein stórur partur fer til
rakettir,
stríðsflogfør,
herskip og kavbátar, sig-
ur Pentagon. Tann kines-
iska dubbingin fer at
hava við sær, at um fá ár
verður Kina størsta hern-
aðarveldið í Asia og
Kyrrahavsøkinum.
Meiri olja frá
OPEC
Felagsskapurin hjá olju-
útflytaralondunum,
OPEC, er til reiðar at
økja framleiðsluna mun-
andi tey næstu árini.
Á einum fundi við
suðurkoreanska handils-
málaráðharran
í
gjár
segði
aðalskrivarin
í
OPEC, Adnan Shihab-
Eldin, at tey næstu fimm
árini fara OPEC-londini
at økja oljuframleiðsluna
5,5 milliónir tunnur um
dagin.
Verður ætlanin full-
førd, ber tað at bera í sær,
at oljuframleiðslan hjá
OPEC-londunum verður
økt úr 32,5 í 38 milliónir
tunnur um dagin næstu
fimm árini.
Sjúkur fuglur
í Noregi
Í seinastuni hava norsku
djóraverndarmyndugleik
arnir tikið royndir av
umleið hundrað vill-
dunnum frá byrsumonn-
um í Rogalandi og Øst-
fold, og nú verður kann-
að, um tær vóru sjúkar.
Sambært landúnaðar-
og matvørumálaráðnum
hava royndirnar longu
víst, at tíggju av dunnun-
um vóru smittaðar við
einum virusi, men mynd-
ugleikarnir leggja dent á,
at talan er ikki um ta
herviliga
fuglakrímið.
Teir hava tí boðað byrsu-
monnunum frá, at tað er
eingin vandi fyri, at teir
kunnu verða smittaðir av
villdunnunum, og tað er
heldur eingin vandi fyri,
at villdunnurnar smitta
annan fugl.
Terje Riis-Johansen,
sum júst hevur tikið við
sum landbúnaðar- og
matvørumálaráðharri, er
sera fegin um, at byrsu-
menninir eru til reiðar at
hjálpa myndugleikunum
at kanna møguligar sjúk-
ur hjá norskum fugli,
skrivar Nordlys.
Vænta rentu-
hækking
Nýggj hagtøl vísa, at í
september var inflasjónin
í evrulondunum størri,
enn hon hevur verið tey
seinastu trý árini og væl
størri enn tað, sum Evro-
peiski Miðbankin hevði
roknað við.
Tey nýggju tølini hava
fingið búskaparfrøðingar
at gita, at miðbankin fer
at hækka rentuna. Rob
Carnell í ING Bank sigur
við Reuters, at tað er
kanska ikki neyðugt hjá
miðbankanum at hækka
rentuna í hesum árinum,
men at rentan helst fer at
hækka í fyrsta ella øðrum
ársfjórðingi næsta ár.
Hækkar rentan í evru-
londunum,
fer
tann
norska rentan ætlandi
eisini at hækka, skrivaði
Aftenposten í gjár.
Samstundis avdúka tey
seinastu tølini úr Týsk-
landi, at har er íløguhug-
urin ikki so stórur, sum
serfrøðingar høvdu mett.
Roknað varð við, at teir
týsku íleggjararnir høvdu
fingið betri vónir um
framtíðina, men tølini
vísa, at íløguhugurin er
bara øktur eitt lítið vet og
nógv minni enn væntað,
skrivar DPA.
UTTAN ÚR HEIMI
Rættarmálið ímóti
Saddam Hussein
byrjaði í gjár, og
úrslitið er næstan
greitt frammanundan
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Hevði Saddam Hussein
verið ákærdur fyri øll tey
brotsverk, sum hann sigst
hava ábyrgdina av, hevði
rættarmálið uttan iva vart
fleiri ár. Tí hevur ákæru-
valdið valt at reisa nakrar
ávísar ákærur ímóti honum
í vón um, at prógvini eru so
sannførandi, at rættarmálið
kann avgreiðast eftir stutt-
ari tíð.
Tað er lítið, sum bendir á,
at maðurin, sum sat við
leiðsluni í Irak í samfull 24
ár, fær aðra revsing enn
deyðarevsing, og tey flestu
vænta, at hann verður
hongdur. Tí høvdu flestu
irakar tikið undir við, men
uttan fyri Irak eru tað minni
enn so øll, sum taka undir
við einum slíkum dómi. Í
flestu londum er deyða-
revsing avtikin, og fleiri av
londunum, sum hava her-
menn í Irak, hava eisini
gjørt vart við, at tey taka
ikki undir við, at fyrrver-
andi forsetin verður tikin av
døgum.
Teir iraksku dómararnir
eru heldur ikki samdir. Her-
fyri segði rættarformað-
urin, at hann fer ikki at
skriva undir ein deyðadóm
ímóti Saddam Hussein av
teirri einføldu orsøk, at
hann er ímóti deyðarevs-
ing. Hann legði afturat, at
fær hann valið ímillum
starv sítt og deyðadómin,
sigur hann starvið frá sær.
Átta ákærur
Ákæruvaldið hevur sett sær
fyri at prógva, at Saddam
Hussein er sekur í minst
átta brotsverkum ímóti
irakska
fólkinum
og
mannaættini.
Í fyrsta lagi er hann
ákærdur fyri at hava givið
trygdardeildunum boð um
at skjóta 143 shiamuslimar
í býnum Dujail í 1982 sum
hevnd fyri, at shiamuslimar
royndu at beina fyri honum.
Í øðrum lagi er hann
ákærdur fyri at hava givið
boð um at myrða fleiri leið-
andi limir í Baath-flokkin-
um. Tað hendi á einum
fundi í 1979.
Tann triðja ákæran snýr
seg um eitt hópdráp í tí
kurdiska økinum har norð-
uri í landinum í 1983, tá
8.000 menn úr Barzani-
ættini vórðu burturfluttir og
myrdir.
Saddam er eisini ákærdur
fyri ágangin ímóti shiamus-
limunum í 1974, tá fimm
leiðandi
shiamuslimar
vórðu avrættaðir.
Í fimta lagi er hann
ákærdur fyri tað sokallaða
Anfal-álopið á kurdarnar í
1988. Her brúkti herurin
evnafrøðilig vápn, og minst
180.000 kurdar lógu eftirá.
Tann sætta ákæran snýr seg
eisini um ágang ímóti
kurdunum. Her er talan um
hópmorðið í býnum Halab-
ja í 1988, tá umleið 5.000
fólk doyðu av sinnops- og
nervagassi.
Tann
næstseinasta
ákærdan er álopið á Kuwait
í 1990, og í áttanda føri er
Saddam ákærdur fyri at
hava givið boð um at beina
fyri umleið 300.000 shia-
muslimum, eftir at hann
hevði tapt Flógvakríggið í
1991.
Ódnin "Wilma" er nú
flokkað sum ein av
teimum ringastu og
hevur kós ímóti
Meksikanska Flógv-
anum og Florida
VEÐUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Amerikanararnir eru farnir
at fyrireika seg til enn eina
ódn.
Hesaferð
er
tað
"Wilma", sum longu hevur
kravt minst tíggju mannalív
á leiðini ígjøgnum Karib-
iska Havið.
Nú hevur hon sett kós
ímóti Meksikanska Flógv-
anum og Florida, men á
vegnum fer hon at bera við
land á meksikanska Yuca-
tan-nesinum
og
Kuba.
Miðamerikonsku londini
Honduras og Nikaragua fáa
væntandi eisini sviðan av
"Wilmu", og myndugleik-
arnir har fyrireika seg til
tað
ringasta.
Hinvegin
sleppa grannalondini El
Salvador og Guatemala
eftir
øllum
at
døma
snikkaleys hesaferð. Har
hevur ein onnur ódn júst
kravt meiri enn 1.000
mannalív.
Amerikanski ódnarstovn-
urin
segði
í
gjár,
at
"Wilma" er longu vorðin
ein av teimum ringastu
ódnunum, og at hon má
sigast at vera sera vanda-
mikil.
Veðurmenninir
rokna við, at "Wilma" fer at
bera við land har suðuri í
Florida
leygardagin.
Tríggjar
aðrar
ódnir,
"Dennis", "Katrina" og
"Rita", hava longu herjað
Florida higartil í ár.
"Wilma" er tann tólvta
ódnin í ár, og so nógvar
hava ódnirnar ikki verið
síðani 1969. Teir tropisku
stormarnir eru higartil 21 í
tali, og tað er tað mesta
síðani 1933. Vanliga verður
roknað við, at tropiskar
ódnir kunnu taka seg upp til
umleið tann 1. desember.
Fær neyvan annan dóm
enn deyðadóm
Wilma versnar
Í hesum skot-
trygga búrinum
skal Saddam
Hussein sita
undir rættar-
málinum
Mynd: Reuters
Saddan Hussein varð tikin í
desember í 2003
Mynd: Reuters