hósdagur 20. oktober 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Leygardagin verður
flestum kunnugt satt
fótbóltsbrak í Gunda-
dali, tá B36 og HB
fara at takast um FM-
heitið - við Skála sum
outsidara. Men tað
eru helst ikki øll, sum
vita, at tað eru júst 40
ár síðani, at havnar-
feløgini seinast
spældu slíkan dyst
FM-STRÍÐ
Jákup Mørk
22. august í 1965 stóð sein-
asta
landskappingarum-
farið á skránni. Skráin varð
løgd soleiðis, at HB og B36
skuldu hittast í seinasta
umfarinum, og júst hesi
bæði liðini vóru eisini á
odda undan hesum umfar-
inum.
Sum eitt lítið kuriosum
kann so eisini nevnast, at
Skála ikki hevði nakran
serligan
leiklut
hetta
kappingarárið. Felagið var
nevnliga nýstovnað.
Kundu ikki skifta út
Hetta árið hevði B36 ann-
ars verið betri fyri størsta
partin av árinum. Men tað
kiksaði, tá teir í tveimum
umførum skuldi spæla móti
TB. Tvøramenn fingu bara
trý stig hetta árið, og øll trý
vóru tey móti B36, sum
soleiðis bert hevði eitt stig
niður til HB undan seinasta
dystinum.
Í bløðunum varð hampu-
liga nógv gjørt burtur úr
undan dystinum. Í bókini,
Koyra á HB, síggja vit mill-
um annað tað, sum Dimma-
lætting og Sosialurin skriv-
aðu undan hesum.
Men hvít/svarti parturin
av Gundadali mundi fáa ein
ordans skelk, tá dysturin
fór ígongd. Hóast tað gingu
40 minuttir, áðrenn fyrsta
málið kom, so sást á øllum
brøgdum, at HB var betra
liðið. Tað eydnaðist teimum
eisini at koma á odda bæði
1- og 2-0 dygst undan
steðginum við málum, sum
Kári Helmsdal og Johannes
Videsen skoraðu.
Eftir steðgin vóru B36'ar-
nir við skerdan lut. Tá í
tíðini var ikki loyvi at skifta
út, og tá Eifinn Nolsøe
meiddi sær knæið fyri
steðgin,
máttu
teir
í
árstalsfelagnum
spæla
seinna hálvleik við tíggju
monnum.
HB hevði heldur ikki
stórvegis trupulleikar við at
halda tørn eftir steðgin.
Kári Helmsdal økti til 3-0,
áðrenn Baldvin Baldvins-
son minkaði um munin,
men tá Egga við fínum
langskoti aftur økti, var
leyst og liðugt. HB hevði
vunnið dystin um Havnina,
og triða árið á rað vóru teir
føroyameistarar. Og soleið-
is vunnu teir eisini Fiska-
sølusteypið til ognar.
Ungir klassamálverjar
Millum teirra, sum tá
spældu á vøllinum, vóru
tveir ungir málverjar.
Ólavur
Herup
Olsen
hevði í 1961 trokað seg
framat í B36-málinum, og
tó at hann enn var ungur, so
hevði
hann
hóast
alt
hampuligar royndir longu
tá.
Ólavur skuldi eisini vísa
seg sum ein av drúgvastu
málverjunum hjá B36, og
heilt fram til 1977 var hann
at kalla fastur fúsur í B36-
málinum.
Hjá HB var bert 20 ára
gamli Regin Árting nú
fastur málverji. Hann hevði
móti endanum av '64 trokað
Petur Sigurð Rasmussen av
FM-liðnum, og næstu árini
helt hann fast um sessin.
Ein skaði helt honum tó
burutr í nøkru á, men fram
til 1977 var hann tó millum
teirra, sum dystaðust um
plássið í HB-málinum.
Nú B36 og HB aftur
standa fyri sonnum gull-
dysti, hava vit sett teimum
báðum
málverjunum
stevnu, har vit hugleiddu
um fótbólt - bæði tá og nú.
Og úrslitið av teimum
báðum samrøðunum sæst á
fylgjandi síðunum.
Høvdu sama
venjara
Tað var als ikki vanligt
tá - og tað hevði neyv-
an verið hugsandi í
dag. Men støðan í
1965 var tann, at HB
og B36 høvdu sama
venjara.
Í »Rennið Dreingir«,
sum B36 gav út í 1997,
verður skrivað, at bæði
HB og B36 høvdu ilt
við at finna sær venj-
ara til kappingarárið,
sum stóð fyri framm-
an. Á felags nevndar-
fundi varð tí gjørt av,
at feløgini skuldu seta
seg í samband við
skrivaran hjá DBU,
sum var væl kendur í
Havn.
Úrslitið av hesum
varð, at Bengt Anne-
man varð settur sum
venjari hjá báðum fe-
løgum. Bæði í HB- og
í B36-bókini verður
sagt, at nýggi venjarin
legði nógv fyri, og at
tað serliga var krops-
liga venjingin, sum
fekk stóran ans.
Og væl man hava
munað, tí tá avgerðin
skuldi finnast, vóru
tað tey bæði havnarfe-
løgini, sum skuldu
gera av, hvør teirra
skuldi hava gullið.
Og at tað gjørdist
HB, høvdu tey reyð/
svørtu helst eisini eina
eyka orsøk at fegnast
um. Í øllum førum
ljóðaði tað í HB-leg-
uni, at venjaranum
dámdi betur B36.
Bengt var bert hetta
eina árið í Føroyum.
HB-bókin veit at siga,
at síðani hann flutti
aftur til Danmarkar,
hevur hann nærum øll
árini búleikast í Keyp-
mannahavn.
Seinnu
árini tó í Helsinge, og
hevur
hann
síðani
1970 koyrt hýrovogns-
koyring í danska høv-
uðsstaðnum.
-mørk
Nr. 200 • hósdagur • 20. oktober 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Brakið fyri 40 árum síðani
Fagnaðurin var øgiligur, tá HB í 1965 vann triða meistaraheitið á rað. Á myndini er tað HB-liðskiparin, Brynjer Gregoriussen,
sum verður borin í gullstóli. Teir báðir væl kliptu unglingarnir, sum bera liðskiparan, eru Sverri Jacobsen og Egga Jensen
Mynd úr bókini: Koyr á HB