Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. oktober 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 200 - 20. oktober 2005 Sum partur av trúgv- ari B36-familju, hev- ur Ólavur Herup Ol- sen altíð fylgt sínum felagi væl. Leygar- dagin verður hann eisini við vøllin, og hann tykist hava góðar vónir um, at úrslitið frá 1965 kann koppast á høvdið B36-MÁLVERJIN Jákup Mørk Eins og Regin, so staðfestir Ólavur Olsen skjótt, at tað er trupult at minnast nakrar smálutir frá einum dysti, sum gekk fyri seg fyri 40 árum síðani. - Men eg minnist, at vón- brotið var øgiligt. Vit høvdu jú ligið so sera væl fyri gjøgnum árið, men vit dummaðu okkum so ruddi- liga móti TB. Í so máta kanst tú eisini sammeta við støðuna í ár, har B36 tvær ferðir hevur kiksað móti júst TB. Høvdu teir ikki gjørt tað, so var gullið longu heima, men tað er jú ikki nakað, sum teir kunnu brúka í dag. Fótbólturin var alt Eins og Regin, so ivast Ól- avur ikki í, at áhugin fyri fótbólti var øgiligur tá. - Miðlarnir gjørdu kanska ikki eins nógv við tað, men fyri fólkið hevði hetta heilt nógv at siga. Kanska meira, enn tað hevur í dag. - Tá var jú ikki so øgiliga nógv annað, sum fólk kundu nýta frítíðina til. Talið av dystum var eisini væl minni, og tí var hvør dystur í sjálvum sær ein stórhending. Eg minnist týðiliga, hvussu fólk tyrpt- ust kring vøllin, tá dystirnir móti HB vóru á skránni. B36-viðhaldsfólkini stóðu sunnaru megin á vøllinum, meðan tey hjá HB áttu bakkan norðanfyri. Tey, sum so vildu vera heldur neutral, stóðu við endarnar. Og varð tað eisini skotið dúgliga millum legurnar, tá slíkir dystir vóru á skránni. - Tað kanst tú ætla. Mill- um okkum spælarar var sum so ongantíð nakar trupulleiki, men viðhalds- fólkini gingu høgt upp í tað. Kanska enn meira, enn tey gera tað í dag. - Tað var nærum so, at tú tordi ikki til arbeiðis mána- dag, um tú hevði tapt ein dyst, tí tú visti við vissu, at fólk høvdu alskyns viðmerkingar og spurningar um dystin. Og tú kanst ætla, at tað var ikki altíð líka stuttligt, staðfestir Ólavur. Hol á málskjótingina Eins og starvsfelagin í HB hevur verið tað, so hevur Ólavur øll árini verið svor- in B36-viðhaldsmaður. Við bústaði í Gundadali er heldur ikki langt yvir á vøllin, og hann ivast ikki í, at hann verður millum áskoðararnar, tá FM-av- gerðin skal takast. - Sjálvandi eru tað ikki bara hesi bæði liðini, sum kunnu taka gullið, men sjálvur rokni eg við, at Skála má taka til takkar við silvurmerkjunum. Bæði B36 og HB vita jú av, at javnleikurin ikki kann brúkast til nakað sum helst. Tí rokni eg við, at stendur tað framvegis á jøvnum, tá einir 10-15 minuttir eru eftir, so verða øll fyrilit tveitt fyri borð. Og so skal tað vera sera løgið, um ikki okkurt málið fer at koma. Tá tosað verður um, hvønn partin hann roknar sum favoritt til gullið, tykist Ólavur vera nakað ivasamur. - Hyggur tú at liðunum, so eri eg ikki í iva um, at B36 hevur eitt betri lið. Eg haldi snøgt sagt, at teir eru betri mannaðir, og tí eiga teir kanska at roknast sum favorittar. Hinvegin, so er tað eisini hetta so væl kenda HB-kompleksið, sum B36 hevur. Hagtølini tala fyri seg í so máta. - Men eg havi góðar vónir. Eg havi í alt ár sagt við meg sjálvan, at fyrr ella seinni fer tað at loysna við málskjótingini. Har hevur B36 í ár havt stórar trupulleikar. Men við yvir- vágini, sum teir hava havt mest sum hvønn dyst, so kann tað bara vera ein spurningur um tíð, áðrenn tað veruliga fer at loysna, og tá tað ikki er hent, so má tað væl vera sunnudagin, at tað hendir, staðfestir gamla málmanskempan hjá B36 at enda. Vónbrotið var øgiligt »Olsen, Olsen! segði Ólavur við kappingarlok 1977, og maðurin sum uttan slit hevði vart B36-málið síðani byrjanina av 60-unum legði handskarnar á hillina« Soleiðis stendur í B36-bókini um stinna málverjan, men sjálvur helt Ólavur, at hetta var at taka dekan ov rívan til: - Jørleif Kúrberg fekk nokk fatur í onkrari down-periodu hjá mær, ljóðar speiskliga viðmerkingin, nú 30 ár seinni