hósdagur 20. oktober 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 20. oktober 2005
19
Hóast spenningurin
enn er tann sami, so
heldur Regin Árting,
at fótbóltur í dag snýr
seg um ov nógv onnur
ting enn júst tað, sum
snýr seg um bóltin
HB-MÁLVERJIN
Jákup Mørk
- Eg eri rættiliga stuttmintur,
so um tað er sjálvan dystin,
tú ætlar at spyrja um, so
minnist eg ikki tað heilt
stóra. Men tað var heilt øgi-
liga spennandi.
Soleiðis fullu fyrstu orðini
frá Regini, tá vit spurdu hann
um, hvussu hann minstist
FM-finaluna í 1965.
Bukaðu grannarnar
Minnið skuldi sjálvandi
fyrst flytast nakað aftur, og
eftir at hava funnið sær eina
gamla scrap-bók fram við
ymsum tilfari um HB-
tíðina, komu ymsir smálutir
so líðandi afturat.
- B36 hevði hetta árið
ligið væl betri fyri, enn hvat
vit gjørdu, og tað vóru
mong, sum meira ella
minni høvdu avskrivað
okkum. Men tá teir so
tveittu nøkur stig burtur
móti TB, varð av álvara lagt
upp til hetta brakið.
Tá trivið verður aftur í
tað, sum bløðini tá skriv-
aðu, heldur Regin, at tað
var kanska rætt, at B36 var
favorittur undan dystinum.
- Teir høvdu júst verið í Ís-
landi, har teir høvdu fingið
góð úrslit. Og teir høvdu eis-
ini havt eitt gott ár. Hinvegin
er okkurt av bløðunum, sum
heldur, at vit vóru favorittar.
B36 hevði jú mist sína
tryggu leiðslu í dystunum
móti TB, og sjálvir høvdu vit
júst vunnið 4-2 á Sevmýri, so
tað vigaði kanska hinvegin.
Hvussu var og ikki, so var
einki ivamál, tá alt kom til
alt. Okkurt av bløðunum
skrivar enntá, at »HB spældi
B36 sundur og saman«, og
»at tú skuldi ikki trúð, at
hetta var ein dystur millum
tey bæði fremstu fótbólts-
feløgini í landinum«.
Sannur elddópur
Hóast bløðini ikki høvdu
eins breiðan dekning av fót-
bóltinum tá á døgum, og
hóast loftmiðlarnir enn ikki
høvdu kastað seg á fótbóltin
av álvara, so slær Regin fast,
at áhugin var sera stórur.
- Og fagnaðurin var í
øllum førum øgiligur, tá vit
høvdu vunnið gullið. Og
sjálvur haldi eg, at hann var
í minsta lagi eins stórur tá,
sum hann er tað í dag.
Hjá einum bara 20 ára
gomlum unglinga mundi tað
annars ikki bara vera sum at
siga tað, tá pláss skuldi fáast
á einum HB-liði, sum tvær
ferðir á rað hevði verið
meistari. Var hetta ikki ein
øgiliga stórur biti?
- Tað var sjálvandi ikki
heilt lætt, tí fólk kravdu nógv.
Men hinvegin minnist eg
ikki, at tað gjørdi mær nakað
sum so. Og í øllum førum
tóku hinir spælararnir á
liðnum sera væl ímóti mær.
Og Regin leggur afturat, at
skuldi tú vera við, so mátti tú
eisini arbeiða fyri sakini.
- Talan var um rættiliga
nógva venjing. Eftir at
fótbólturin at byrja við
mest sum bara hevði verið
eitt slag av hjáputli, høvdu
menn í nøkur ár gjørt alt
meira við venjingina. Tað
gjørdu hini feløgini jú
eisini, og tí skuldi nógv til,
um tú skuldi fylgja við.
Ikki minst kom hetta til
sjóndar, tá vit seinni fingu
Jóhan Nielsen til venjara.
Og væl man hava skorist.
Sjálvur leggur Regin kanska
ikki so nógv í at reypa, men
sum vera man, so var hann
ikki sørt errin, tá eisini hann
fekk nakrar rósur fyri síni
avrik. Soleiðis skrivar Vitin
hetta árið, at ein av fremstu
orsøkunum til meistaraheit-
ið var góða málmansspælið
frá unga havnarmanninum.
Spælið stendur ikki mát
Eitt er, hvussu tað gekk fyri
seg tá í tíðini. Annað er
spælið í dag, har grannarnir
báðir aftur takast um gullið.
Spenningurin er sjálvandi
tann sami, men sjálvur
heldur Regin, at spælið í
dag ikki hevur heilt sama
undirhaldsvirði, sum tað
hevði tá í tíðini.
- Eg má siga akkurát sum
er, at mær dámar ikki andan,
sum dystirnir í dag verða
spældir í. Tað er kanska ov
tað, at menn vilja vinna fyri
ein og hvønn prís, og tí eru ov
nógvar ónollur at síggja í
spælinum. Kanska er fíggj-
arligi týdningurin av einum
sigri snøgt sagt vorðin ov
stórur, og í øllum førum tykj-
ast menn hugsa ov nógv um
onnur ting enn akkurát fót-
bóltin. Og eg haldi eisini, at
sjálvt spælið stendur ikki mát
við tíðina, sum menn nýta til
fótbóltin, heldur hann.
Men hóast hetta, so ivast
hann ikki, at hann verður
millum mongu áskoðararnar
í Gundadali leygardagin.
- Tað verði eg. Eg havi
kanska ikki sæð allar dyst-
irnar hjá HB í ár, men liggur
tað fyri, so fari eg á vøllin.
Og hvussu roknar tú við,
at dysturin fer at hátta seg?
- Tað er ilt at meta um.
Sjálvur haldi eg, at HB í ár
hevur verið ov svingandi, til
at liðið veruliga kann rópast
fyri eitt meistaralið. Men
teir eru so har, sum teir eru,
og tí kann sjálvandi alt
henda. Hinvegin rokni eg
við, at verður talan um ein
fysiskt harðan dyst, so hevur
B36 ein fyrimun, tí teir eru
so væl fyri kropsliga, eru
einastu gitingarnar, sum
Regin vil gera um hendan
seinasta spurningin.
Vit gjørdu nógv við tað
»Sum leyva í búrið« Soleiðis verður tikið til í HB-bókini, tá
evnini hjá Regin í málinum skulu lýsast. »Regin var sum ein
tikari millum stengurnar. Knappur og vimur tveitti hann seg í
leysum eftir bóltinum. Hann hevði gott bólteyga og loftaðið
væl. Stílurin var bæriligur, rætt sum hjá einum kringum
fimleikara«