Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. oktober 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 200 - 20. oktober 2005 Vetrar kappingin byrjar Leygardagin 22. oktober byrjar TF vetrarkappingin hjá frælsa ítróttinum aftur RENNING tíðindaskriv Tað vóru Frælsur Ítróttur Føroya og Tryggingarfel- agið Føroyar sum í fjør tóku stig til hesa kapping. Kappast verður í fýra bólkum hjá kvinnum og monnum: Veteranar kvinnur og menn (f. -1959) renna 10,5 km Kvinnur og menn opin bólkur (f. -1989) renna 10,5 km Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1985- 89) renna 10,5 km Gentur og dreingir (f. 1990-1994) renna 5 km Vaksin, veteranar og unglingar renna "Runt Agnið". Byrjað verður við Tofta Skúla, runnið verður síðan úteftir niðan á "Agnið". Málið er á Tofta kei. Yngsti aldursbólkurin byrjar við Æðuvíksvegin og rennir inneftir móti Runavík og so út á Tofta Kei. Allir aldursbólkar byrja samstundis kl. 11.00. Tryggingarfelagið Før- oyar letur heiðursmerki og t-skjúrtu til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkum. Annars vera hini umførini í TF vetrarkappingini eft- ir ætlan hesi: 19. nov. Klaksvík 7,85 km / 3,14 km 10. des. Tórshavn 12 km / 4 km 21. jan. Hvalvík 7,532 km / 2,511 km 25. feb. Í Vágunum 5 km / 3,1 km 25. mar. Runavík 10 km / 5 km Meira fæst at vita um kappingina á heimasíð- uni, athletics.fo Tilmelding fer fram á her á síðuni innan fríggja- kvøldið 21. oktober kl. 21.00. Startnummur verða av- heintaðið við Tofta Skúla leygardagin frá kl. 10.15. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri tríggjar teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri yngsta ald- ursbólkin, eisini goldið. Føroyar javnaðu í síðstu løtu Tað eydnaðist ikki U 17 landsliðnum at vinna á San Marino, sum eitt skifti var frammanfyri við tveimum málum, og sum sigurin í evstu løtu glapp av hondum U 17 LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Í gjárkvøldið skuldi U 17 landsliðið lenda í Vágum, og harvið var altjóða virk- semið hjá fótbóltslandslið- unum í ár lokið. Í viðførinum frá EM und- ankappingini í Portugal høvdu U 17 dreingirnir tvey 4-0 tap - móti Týsk- landi og Portugal - og 3-3 í síðsta dystinum, sum týs- dagin var móti San Marino. Í samlaða roknskapinum endaði San Marino á aftasta plássinum, meðan Føroyar endaðu á triðja plássinum. Báðir partar fingu eitt stig, men Føroyar høvdu betra málmunin. Tað var annars um repp- ið, at San Marino fingu øll stigini móti Føroyum. Teir løgdu seg á odda í 7. min- utti. Henning Joensen úr VB javnaði í 16. minutti, og undan steðginum legði San Marino seg framum bæði 2-1 og 3-1. Átta minuttir eftir steðgin minkaði Klæmint A. Olsen um munin til 3-2, og í 80. og síðsta minutti tryggjaði Klæmint A. Olsen Føroyum eitt stig, tá ið hann javnaði til 3-3. Týskland vann undan- kappingarbólkin. Í síðsta umfarinum vunnu teir 2-0 á Portugal. Øssur er gipsaður Veteranurin á B68 liðnum verður ikki førur fyri at spæla, tá ið B68 leygardagin skal royna at tryggja sær uppflytingina B68 Jóannes Hansen Ein av fáu veteranunum á unga B68 liðnum verður ikki á vøllinum, tá ið B68 leygardagin á heimavølli fer at stríðast fyri at tryggja sær fremsta plássið í 2. deild. Øssur Hansen gongur við gipsaðum armi. Sambært heimasíðuni hjá Tofta Ítróttarfelag - b68.fo - so er høgri armur brákaður eitt sindur omanfyri skøvning- in. Tað var í tøttu og avger- andi uppgerðini í Sanda- vági leygardagin, at Øssur Hansen varð skaddur. Eftir stríð um luftbólt við mót- støðumann var Øssur óheppin, tá ið hann lendi. Armurin tók fyrst, og Øssur lá góða løtu á vøllinum, tí hann hevði fingið ilt. Øssur spældi tó víðari, og tað var ikki minst hansara avrik á miðvøllinum, sum var or- søk til, at tað stutt undan leikloki eydnaðist B68 at javna til 2-2 og harvið at vinna stigið, sum bar odda- sessin við sær. Eftir dystarlok í Sanda- vági fóru Øssur á Lands- sjúkrahúsið, og har vístu myndirnar skaðan, sum ber við sær, at Øssur Hansen ikki verður førur fyri at spæla leygardagin. Í síðsta umfarinum skal B68 spæla móti GÍ, sum higartil í ár hevur fingið eitt stig. Uppgerðin verður á Svangaskarði klokkan 13.00. Setningurin hjá B68 er greiður. Hjá teimum ræð- ur um at fáa øll stigini. Um tað fer at eydnast, so fer B68 at endurvinna plássið í bestu deildini, sum teir mistu fyri einum ári síðani. Tá ið GÍ og B68 fyrr í summar spældu í Gøtu, vann B68 4-2. Men gøtu- menn vóru ikki so lættir at boyggja, sum støðutalvan kundi bent á. GÍ var á odda bæði 1-0 og 2-1, áðrenn B68 síðsta korterið fekk málini, sum bóru sigurin við sær. Dystargongdina ta ferðina hava toftamenn neyvan gloymt, og tað er einki at ivast í, at venjarin, Julian S. Johnsson, og eitt nú Øssur Hansen fara at gera alt fyri at minna spæl- ararnar á, at tað er alneyð- ugt at vísa rætta hugburðin og at stríðast fyri søkini. Hóast skaðan, so spældi Øssur allar 90 minuttirnar, tá B68 vitjaði í Sandavági seinasta leygardag Týskvøldið megnaði Coventry at røkka javnleiki, hóast teir eina løtu vóru aftan- fyri við tveimum málum ONGLAND Jóannes Hansen Leygardagin varð føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen rikin av vøllinum, tí hann hevði nýtt neyðbremsuna. Mánadagin varð gjørt av, at reyða kortið skuldi kosta leik- bann í tveir dagar. Fyrri parturin av leikbanninum varð avgreiddur týskvøldið, og seinni parturin verður avgreiddur í vikuskiftinum. Týskvøldið vitjaði Coventry City í Ipswich. Í fjør taldist Ipswich millum tey feløgini, sum kappaðust um at flyta upp. Tað miseydnaðist, og fyrsta partin av hesum kappingar- árinum hevur tað ikki hiln- ast nakað serligt hjá Ips- wich, ið er á tólvta plássin- um - fimm stig framman- fyri Coventry. Týskvøldið bendi alt fyrstu longu løtuna á, at Ipswich skuldi fáa fult, og at Coventry einki skuldi fáa. Ipswich var á odda 2-0, og í hálvleikinum var 2-1. Í 2. hálvleiki javnaði Cov- entry. Stigið bar við sær, at Coventry framvegis er dygst omanfyri niðurflyt- ingar strikuna. Í vikuskiftinum skal Cov- entry aftur - uttan Dlaus Bech Jørgensen - spæla á útivølli. Ta ferðina verður tað í Leicester. Nýtt 5- manna- far til Havnina Havnar Róðrarfelag hev- ur umbiðið nýtt 5-manna- far frá Sámali Hansen, soleiðis at betri umstøður verða til alvaróðurin Hetta skrivar Havnar Róðrarfelag á heimsíðu sínari. Sagt verður, at nú talan hevur verið um fleiri bátabólkar, er tað vorðið ein alsamt vaksandi trup- ulleiki at finna venjing- artíðir til allar manning- arnar, sum rógva við sama báti. Men tann trupulleikin verður so munandi minni, tá felagið fær nýggjan bát. -mørk Claus fekk tveir dagar