hósdagur 20. oktober 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 20. oktober 2005
21
Í málingunum hjá
Bárði Oskarsson er
alt sett úr gildi - tíð,
stað, markið millum
hendan og hugans
heim. Eftir hanga
nakrir groteskir
hugaskapningar,
yndisliga avskeplaðir
LISTAFRAMSÝNING
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Hendan
mánaðin
sýnir
nógv umrøddi listamaðurin
Bárður Oskarsson fram
sjey málningar í Leikalund
í Klaksvík. Seinastu tíðina
hevur Bárður vakt stóran
ans bæði herheima og
uttanlands,
serliga
við
tekningunum í barnabókini
Ein hundur, ein ketta og ein
mús, sum nú verður útgivin
í Fraklandi. Tað var eisini
milum annað fyri hesar
tekningarnar, at Bárður
fekk gávugóðs úr Grunni
Thorvalds
Poulsen
av
Steinum fyrr í ár.
Gjøgnumførd
avdúking
Í
grundgevingini
fyri
gávugóðsið varð sipað til
serligu gávurnar hjá Bárði
sum teknara og listamanni
og hansara humoristiska
hugflog. Gávurnar og hug-
flogið feila heldur onki í
málningunum í Leikalund,
men har sum humorin er
hildin uppat, hevur eitt-
hvørt sjúkliga groteskt tikið
yvir.
Tríggir av málningunum
eru variatiónir yvir sama
tema – ein mannakroppur í
heilum líki við ovurhonds
langum og klønum beinum.
Á eini merkliga javnari,
friðsælari bakgrund trína
kropparnir fram, sveimandi
í øllum sínum avskeplaða
yndi. Litirnir eru varisligir,
og snøgga blýantskenda
strikan tekur støði í neyv-
um kroppsligum smálutum.
Tess meir órógvandi kenn-
ist tað, tá myndevnið mest
sum fer í upploysn í
groteskum proportiónum.
Myndirnar eru áhugaverd-
ar, ikki bara tí tær tekniskt
eru framúr góðar, men tí
naknu, ófimisligu kropp-
arnir tykjast so foyir og út-
stillaðir, at tú næstan verður
illa við teirra vegna. Gjøgn-
umskygdi nakinleikin er so
fullkomin, at hann næstan
verður religiøsur. Og sum
fyri at skrúva verjuleysu
avdúkingina eitt vet longur,
hava málingarnir hvørki
heiti ella signatur, sum um
ikki annað kundi givið
kroppunum siðbundna list-
arliga friðskjólið.
Tómt sjokk
Hini myndevnini eru
verur í ymsum ótespiligum
líki. Ein menniskjalíknadi
kroppur við fýra beinum og
uppbólgnaðum búki, har
reyðligu innvølirnir eru við
at flóta út. Ein annar kropp-
ur, har skapið av fingrum
(ella eru tað tenn?) tekur
yvir, har sum andlitið ann-
ars skuldi verið
Uttan at lata einhvønn
boðskap køva listina er tað
órógvandi, at tú kortini ikki
órógvast meir av hesum
myndunum. Í staðin tykjast
tær at drukna í einum botn-
leysum
surrealistiskum
dýpi, har sjokkið er vorðið
meiningsleyst. Tað er sjálv-
andi ikki Bárið fyri at lasta,
ar surealismam langt síðani
hevur sjokerað seg sjálva í
hel. Men tá hann velur, at
leggja seg so tætt at hesi
genru, slepst ikki undan, at
tað ávirkar reaktiónina hjá
áskoðaranum, sum kenslu-
liga stendur eftir við einum
tómum sjokki. At tú kortini
ikki fært slept myndunum
heilt, kemst av varhuganum
av einum heilt serligum
listarligum potentiale –
sum avgjørt hevur annað og
meir uppiborið enn at ger-
ast ein blanding av surreal-
istiskum og dadaistiskum
mainstream.
Yndisliga avskeplað
Strikan hjá Bárði Oskarsson er framúr snøgg og tekur støði í neyvum kroppsligum smálutum -
sum síðani verða groteskt avskeplaðir
Løgnar verur í ymsum ótespiligum líki mynda framsýningina
hjá Bárði Oskarsson í Leikalund hesar dagarnar
Eitt afturvendandi tema eru yvirdrignir kropslutir, sum taka yvir - her ein hond, fingrar ella
tenn?
Gjøgnumskygdi
nakinleikin í
variatiónunum
yvir upphongda
mannakroppin
er næstan
religiøsur