fríggjadagur 21. oktober 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hesa seinastu vikuna
hevur stjórin, Jógvan
Jespersen einsamallur
røkt tíðindatænast-
una hjá útvarpinum.
Hetta hevur verið ein
strævin vika, men við
royndum sínum
hevur hetta borið væl
til. Kl. 13 í gjár komu
so starvsfólkini aftur
til arbeiðis
ÚTVARP
Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Ikki eitt ljóð hoyrist í gong-
ini.
Øll ljós eru sløkt. Eingin
telda er tendrað. Allar hurð-
ar afturlætnar. Ikki eitt
menniskja at síggja. Og tó!
Uppi í innasta rúminum á
ovastu hæddini situr ein
maður og arbeiðir við
sveittabrot. Stjórin sjálvur.
Hann tosar í telefon.
Klokkan er 10:36 og líkt er
til at okkurt er í umbúna á
almenna arbeiðsmarknað-
inum. Jógvan Jespersen
hevði Bárð Nielsen í hinari
telefonin.
- Hetta er útvarpið. Jógv-
an. Eg forstandi at tað er
uppundir endan av støðuni.
Hann steðgar á eina løtu,
meðan fíggjarmálaráðharr-
in greiðir honum frá støð-
uni beint nú.
- Ja, eg skilji. Eg ætlaði
bara at vita, hvar eg kann
fáa fatur á tær aftaná kl. 11.
OK, á hesum nummarin-
um. Fínt!
Hann leggur telefonina
frá sær. Fær sær eitt sindur
av kaffi, og setst aftur við
telduna at skriva.
Høvuðstíðindini eru har.
Tey alment løntu skulu
aftur til arbeiðis. Nú skulu
so tey útlendsku tíðindini
gerast liðug og at enda
veðrið.
Knøttarnir
á
telduni
ganga heitir. Stjórin er ikki
óvanur við slíkt arbeiði.
Hann hevur drúgvar roynd-
ir sum tíðindamaður, og nú
sæst eisini ein endi á hesi
arbeiðsósemjuni.
Stjórin hevur sitið so eina
á tíðindavaktini í eina viku.
Gongst soleiðis sum tíð-
indini nú ljóða, koma
starvsfólkini øll aftur til
arbeiðis kl. 13.
So verður aftur lív í borg-
ini.
Skipað borð
Skrivstovan hjá stjóranum
er rúmlig. Har er eitt skriv-
araborð og eitt minni borð
við sofu, har smærri fundir
kunnu haldast.
Skrivaraborðið er á trem-
ur við alskyns pappírum og
málum, sum ein stjóri til
eina og hvørja tíð má og
skal taka støðu til.
Her er nógv at halda skil
á. Hjá einum stjóra er tað
umráðandi at hesi skjøl og
pappír liggja skipað. Eisini
hjá einum útvarpsstjóra. Og
tað gera tey.
Mitt á borðinum stendur
tann obligatoriski kaffi-
koppurin við rúkandi kaffi
í. Tað munnu vera fáir út-
varpsmenn sum ikki dáma
kaffi.
Móti vegginum stendur
so eitt av amboðunum hjá
einum tíðindastovni: Teld-
an. Ein stórur skíggi, har
Jógvan longu hevur skrivað
tey fyrstu útlendsku tíðind-
ini.
"Norske studenter" eitur
ein yvirskrift á frummálin-
um. Helst verða hesi tíðind-
4
Nr. 201 - 21. oktober 2005
Pq∂oq `lrkqov*hs∞ia Û Elqbi C∞olvrj /.+ lhql_bo
Co¬ddg^hs∞iaf◊ /.+ lhql_bo hi+ /0+0- pm≠i^ @lrkqov Pfpqbop qfi a^kp Û Elqbi C∞olvrj+ >qdlkdrjbohfo qfi a^kpfk cÛ^pq Û Hrkkfkd^o*
pqlsrkrj ¬ E^sk ld Ork^s¬h ld Û Elqbi C∞olvrj CoÛ hi+ .5+-- * //+-- _g∂◊^o Di^ppqls^k7 Phbig^ag∂o^o^dlrq) @lrkqov ?¿cc ld Mborjlrppb+
@lrkqov mo¬pfo7 A^kpro +++++++++++++++++++++++++++++++++++++++ho+ .5-)* A∞dro◊f +++++++++++++++++++++++++++++++++++++ho+ //2)* Dfpqfkd mo+ mbop+ ¬ armriqh^j^of++ho+ 1--)*
Dfpqfkd bo ¬olhk^◊ jlodrkj^q+
Bvh^ cvof bfkhriqh^j^o ho+ /--)*
?¬ibddf◊ _lo◊ ld dfpqfkd Û elqbiclolv^o+cl bii^ Û qbi+ 0.42-- mbqro # mbqro ë 0/-54-
Lítið studio – stórur lurtaraskari
Telefonin er eitt hent amboð hjá einum tíðindamanni – og hjá einum útvarpsstjóra
Headsettið er sett til. Pulturin er
tendraður, og nú skal so fáast fatur á
fíggjarmálaráðharranum og for-
manninum í Starvsmannafelagnum