Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Leygardagin 22. oktober skipar Ísraels- missiónin fyri evnisdegi í missiónshúsinum á Toftum við evninum 'Jerúsalem - Guds býur'. Jan Mortensen, prestur í eini messianskari kirkju í Tel Aviv í Ísrael, kemur at tala Evnisdagurin á Toftum byrjar kl. 9:00 við einum drekkamunni og rund- stykkjum og endar kl. 12. Á skránni eru tveir tímar við heitinum ‘Jerúsalem í Skriftini - Guds býur’. Eis- ini verður ‘Nýtt úr Ísrael’. Talari á evnisdegnum verður Jan Mortensen. Jan er prestur í Immanuels- kirkjuni í Tel Aviv. Hetta er eitt kirkjulið av messi- anskum (kristnum) jødum. Jan er úr Danmark, og hevur seks tey síðstu árini búð og arbeitt í Ísrael, fyrst í Jerúsalem, har hann var prestur fyri danska kirkju- liðið, og síðani í Tel Aviv, har hann er prestur í Im- manuelskirkjuni. Í kirkjuni er bæði eitt enskttalandi- og eitt hebraiskttalandi kirkju- lið. Eini fimm - seks onnur kirkjulið brúka eisini hølini í Immanuelskirkjuni og Meinigheitshúsinum, ið eru knýtt at kirkjuni, til teirra tiltøk. Vitjar um landið Umframt evnisdagin, kem- ur Jan eisini at prædika á gudstænastu og tala á møt- um, og ungdómsmøtum um landið. Hóskvøldið 20. oktober verður hann í missiónshús- inum í Sørvági, fríggja- kvøldið 21. í kirkjukjallar- anum í Gøtu, leygardagin 22. á felagsungdómsmøti á Strondum og sunnudagin 23. prædikar hann í Vest- urkirkjuni, og um kvøldið talar hann á møtinum í Emmaus í Klaksvík og á ungdómsmøtimum í KFUM & K í Klaksvík. Øll tiltøkini eru almenn. Nr. 201 - 21. oktober 2005 5 Evnisdagur um Jerúsalem – Guds bý Jan Mortensen, prestur í Immanuelskirkjuni í Tel Aviv, talar á evnisdegnum um Jerúsalem ini ein partur av innslag- num til sendingina kl. 12:20. - Og so er bara veðrið eftir, sigur Jógvan fegin á málinum. Fløgan klár Høvuðstíðindini eru har, hóast samrøðurnar við báð- ar partarnar vanta. Tey útlendsku tíðindini eru eisini liðug. Veðrið er skrivað. Og lýsingarnar verða lisnar upp beinleiðis, út frá tí sum lýsarin hevur sent inn. Enn er klokkan ikki meiri enn 10:52. Avtalan millum partarnar skal undirskrivast kl. 11, so hann fær sær ein kaffimunn aftrat. Tíðindini verða printað út. Hann skrivar framvegis á telduna - hesa ferð nakrar spurningar til Bárð og Gunnleiv. Her ræður um at nýta hvørja løtu fult út. Kl. er 11:02, og hann klárur at fara í studio 4. Ein íslendsk fløga liggur klár við pultin í studio. Onkur hevur kanska hildið, at lagið hjá Vestmonnum "Eg siti so eina" hevur verið heldur ofta at hoyrt hesa seinastu vikuna. - Enn havi eg ikki av- gjørt, hvønn tónleik eg fari at spæla eftir tíðindini í dag, sigur stjórin. Enn í venjing Tað var seinnapartin hós- dagin í farnu viku at tað slitnaði í samráðingunum millum Starvsmannafelag- ið og Fíggjarmálaráðið. So skjótt sum boðað varð frá hesum við lýsing í útvarpinum, gjørdist stjórin álitið hjá lurtarunum hjá útvarpinum í Kringvarpi Føroya. Hann boðaði frá, at tvær tíðindasendingar fóru at verða hvønn dagin – á mid- degi og aftur um kvøldið. Og hesar hevur hann so staðið einsamallur fyri. - Eg eri ikki heilt farin út av trening at gera tíðindi. So galið er tað ikki! Hetta er ikki fyrstu ferð at Jógvan er í hesi støðuni. Tað longsta hann soleiðis hevur verið til arbeiðis sum einsamalt tíðindafólk í út- varpinum var í samfullar 23 dagar. - Ta ferðina var tað eitt sindur strævið, viðgongur stjórin. Hesa ferð er líkt til at hann bert verður til arbeiðis í eina viku, nú líkt er til at partarnir hava gjørt eina semju. Einmansstudio Ein av útvarpsmonnunum kemur inn á skrivstovuna. Dia Midjord. Hann hevur eisini fylgt gongdini, og er til reiðar at fara aftur til arbeiðis, tá boðini koma um tað. - Ja, tit møta so kl. 13, sigur stjórin. - OK, sigur Dia. Eg fari so bara at ringja runt fyri at siga tað við hini. So er hann farin. Jógvan fer oman trapp- urnar og inn í lítla studio 4. Her stendur øll útgerðin fullkomuliga klár. - Vit hava altíð eina til- búgving til slíkar støður sum hesa, sigur stjórin. Studio 4 er eitt eittmans- studio. Tað er einfalt at brúka, og ivast nakar í onkrum, so liggur ein leið- beining um, hvussu ein ger – líka frá tí at tendra sendi- netið og til at gera eina tíð- indasending. - Lat líka hurðina aftur! Hann fer yvir til pultin, og tekur headsettið uppá. Tekur hornið av og snarar síðani telefonnummarið hjá fíggjarmálaráðharranum. Hann bíðar eina løtu, men fær ikki fatur. - Har er bundið, sigur hann. Hann fer út aftur í gong- ina, og kemur løtu seinni inn aftur við einum glasi við vatni. Hann roynir aftur. Hesaferð fær hann fatur á Bárði. Lítið studio - Tú, Bárður. Eg ætlaði at fáa eina viðmerking frá tær ... Nå, sáttmálin er ikki undirskrivaður enn?! So, ringi eg aftur um eina løtu! Klokkan er 11:11 og enn er góð tíð til tíðindini skulu í luftina. - Tað hevði helst verið best um eg fekk teir báðar – Bárð og Gunnleiv – inn í studio, men tað er ov lítið til tað. - Eg tosi tí fyrst við Bárður. Og síðani havi eg eina avtalu við Gunnleiv. So fái eg báðar partar við í sendingina, sigur útvarps- stjórin. Hann hevur havt eina strævna viku. Men um minni enn tveir tímar koma allir starvsfelagarnir aftur til arbeiðis. So kann hann aftur fara í holt við tær uppgávurnar, sum hoyra einum stjóra til. Nú er hann ikki sooo eina longur! Sendinetið skal aktiverast undan hvørji tíðinda- sending. Tað er eisini ein partur av arbeiðinum hjá einum kringvarps- stjóra