Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 201 - 21. oktober 2005 Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri: - Hevði ynskt ein tvey-ára sáttmála Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, viðgekk hósdagin, tá ið nýggi sáttmálin varð fingin í hús, at hann til tað síðsta royndi at fáa ein tvey-ára sáttmála, men gav skarvin yvir tíðliga hósmorgunin ARBEIÐSMARKNAÐUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Landsstýrismaðurin segði, at landsstýrið hevði ynskt, at sáttmáli varð gjørdur fyri tvey ár fyri at sleppa undan, at ein arbeiðssteðgur lá og hótti á hvørjum ári. Men tíðliga hósmorgunin góðtók hann ein tvey-ára sáttmála, tí hann kundi staðfesta, at Starvsmannafelagið ikki var at vika í spurninginum um longdina á sáttmálanum. Ikki ráð til drúgvan arbeiðssteðg Bárður Nielsen segði, at orsøkin, til at hann góðtók ein eitt-ára sáttmála, var hon, at um hann ikki gjørdi tað, so var vandi fyri, at verkfallið helt fram í drúgva tíð, og alt landið lá lamið. Tað hevur landið ikki ráð til, helt fíggjar- málaráðharrin. Í hesum sambandi nevndi Bárður Nielsen eisini, at undan næstu samráðingun- um komandi ár, skal ar- beiðast við, at strandfara- skipini ikki liggja í sam- bandi við ein arbeiðssteðg eina aðru ferð. - Nú er tað soleiðis, at landsstýrið heldur tað verða ógvuliga óheppið, at tað skal raka soleiðis, hvørja ferð ein arbeiðssteðgur er, ikki bara í hesum førinum, men eisini á privata arbeiðs- marknaðinum. Tað vísir seg altíð, at tað sum heild er útjaðarin, ið verður raktur, og eg vænti, at tað verður okkurt gjørt við hetta undan samráðingunum næstu ferð, og vónandi verður tað gjørt í samstarvi við fakfeløgini, segði Bárður Nielsen. Tíbetur ikki fyri tingið Fíggjarmálaráðharrin segði seg fegnast um, at tað slapst undan at leggja ósemjuna fyri løgtingið, tí tað er ongantíð gott. - Sjálvandi er tað best, um partarnir sjálvir koma til eina loysn, men støðan var blivin soleiðis, at partarnir ikki kundu semjast um at seta niður aftur til samráð- ingar, og tískil vistu vit ikki, hvussu leingi arbeiðssteðg- urin kundu vara, og tí var gjørt klárt at fara í tingið við málinum. Eg rokni eisini við, at tað var tað, ið skund- aði undir, at farið var aftur til samráðingarborðið, og tað fegnist eg um, hóast tað kanska eru viðurskifti í sátt- málanum, sum eg hóast alt ikki eri so glaður um, segði Bárður Nielsen. Bárður Nielsen vildi ikki taka dagar ímillum, hvør av pørtunum hevði givið seg mest. - Tað kann eg ikki siga, men tað er nú altíð so við samráðingum, at tá ið kom- ið er mál, kunnu vit stað- festa, at hetta er tað, ið vit kundu koma ásamt um í hesum førinum, segði Bárð- ur Nielsen. Formaðurin í Starvs- mannafelagnum var nøgdur við at fáa 0,9 prosent í lønarhækk- an, og hann segði, at tað var ógvuliga um- ráðandi fyri felagið, at sáttmálin bert var galdandi í eitt ár SÁTTMÁLI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað var ein troyttur, men nøgdur formaður í Starvs- mannafelagnum, sum um hálvgum tólvtíðina hós- dagin skrivaði undir ein nýggjan eitt-ára sáttmála við Fíggjarmálaráðið. Gunn- leivur Dalsgarð segði, at fyri felagið hevði tað stóran týdning, at sáttmálin bert var galdandi í eitt ár. Hevur ligið í kortinum - Eg haldi, at frá okkara síðu hevur tað allatíðina ligið í kortunum, at vit vildu hava ein eitt-ára sáttmála, soleið- is at vit kunnu fáa nøkur ting upp á pláss undan næstu samráðingunum. Vit hava eisini tikið lands- stýrismannin upp á orðið, tá ið hann hevur biðið um arbeiðsfrið, so hava vit valt at taka hesa tíðina til at síggja tingini, hvussu tingini útvikla seg, segði Gunnleivur Dalsgarð beint eftir, at sáttmálin var undir- skrivaður. Sáttmálin er ein heild Sum áðurnevnt hevur landsstýrið ætlanir um at skipa soleiðis fyri, at í sambandi við eitt møguligt verkfall eina aðru ferð, skulu strandfaraskipini ikki liggja still, og útjaðarin má ikki takast til fanga. Hesar ætlanir heldur Gunnleivur Dalsgarð tó ikki nógv um: - Fyri okkum er sáttmálin ein heild, og allar tær funktiónirnar, sum liggja inni í sáttmálanum, skulu verða har. Vit hava ikki ætlanir um at gera nakrar serligar reglur fyri ávísar partar, og tí ætla vit ikki, at man skal fara at pilka part- ar burtur úr sáttmálanum, segði Gunnleivur Dalsgarð. Formaðurin í Starvs- mannafelagnum sigur seg eisini verða glaðan fyri, at ósemjan endaði í tinginum, men hann sigur, at Starvs- mannafelagið setti sum treyt, at skulu tey fara aftur til samráðingarborðið, skuldi málið ikki fyri tingið. - Tað vildu vit hava vissu fyri, og tað fingu vit eisini frá løgmanni. Vit fóru so aftur til samráðingarborðið, og nú er so eydnast at finna eina loysn, segði Gunnleiv- ur Dalsgarð. Áðrenn Starvsmannafel- agið góðtók nýggja sáttmál- an, hevði leiðslan í felagn- um lagt semingsuppskotið fyri álitisfólkini hjá felagn- um, og tá ið hesi høvdu góð- tókið uppskotið, boðaði Starvsmannafelagið sem- ingsmonnunum frá, at tey tóku undir við uppskotinum. Gunnleivur Dalsgarð segði, tá ið sáttmálin var undirskrivaður, at limirnir beinan vegin fingu boð um at fara aftur til arbeiðis. Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevði ynskt, at nýggi sáttmálin var galdandi fyri tvey ár, men tá ið hann hósmorgunin kundi staðfesta, at Starvsmannafelagið ikki var at vika, góðtók hann ein eitt-ára sáttmála. Mynd: Jens Kr. Vang Gunnleivur Dalsgarð, Starvsmannafelagið: - Vit eru nøgd Formaðurin í Starvsmanna- felagnum, Gunnleivur Dals- garð, segði tað hava sera stóran týdning fyri felagið, at nýggi sáttmálin bert var galandi í eitt ár Mynd: Jens Kr. Vang