Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 201 - 21. oktober 2005 7 John Johannesen, tingmaður úr javnaðarflokkinum, var til reiðar at blok- era fyri, at sam-gong- an legði uppskot fyri Løgtingið um at leggja upp í arbeiðs- steðgin og samgong- an mundi tí farið í tvíningar ARBEIÐSSTEÐGUR Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tá ið landsstýrið kunn- gjørdi ætlanina um at leggja uppí arbeiðssteðgin hjá Starvsmannafelagnm, elvdi tað til rok í javnaðar- flokkinum. Landsstýrið ætlaði at leggja uppskot fyri Løg- tingið um at framlongja sáttmálan fyri tann partin av limunum hjá Starvs- mannafelagnum, sum sigla við skipunum hjá Strand- ferðsluni fyri at fáa skipini í sigling aftur so at útjaðarin ikki misti alt ferðasam- band. Men í javnaðarflokkinum var so mikið stór ósemjan um hetta, at samgongan hevði verið noydd at tikið uppskotið aftur. – Tað vóru fleiri ting- menn hjá javnaðar- flokkinum sum ikki vildu leggja uppskotið fram, sig- ur John Johannesen. Hann sigur, at tá ið lands- stýrið boðaði frá ætlanini at leggja upp í arbeiðssteðgin, hevði hann ikki givið sína tilsøgn um at taka undir við málinum og tað høvdu aðrir tingmenn í flokkinum heldur ikki. Fyri at uppskotið ígjøgn- um tingið í ein fart, var ætlanin at biða um loyvi at víkja frá tíðarfreistini. Til tað krevjast undir- skrift frá 20 tingmonnum. Tað eru 21 tinglimir í sam- gonguni og John Jo- hannesen sigur nú, at hann hevði ikki skrivað undir. Sostatt var samgongan komin í álvarsligar trupul- leikar, tí samstundis kravdi sambandsflokkutin, at ong- in tingmaður í samgonguni spældi fríspæl, men at allir skuldu skriva undir, annars var sambandsflokkurin ikki við. Men sum øll vita nú, loystist trupulleikin av sær sjálvum, tí partarnir fóru aftur til samráðingar og samdust um ein nýggjan sáttmála beint fyri døg- verða í gjár. Merkir hetta so at lands- stýrið ætlaði at leggja upp- skotið fram, uttan at hava tryggjað sær at samgongan stóð aftanfyri tað? – Tað havi eg ongar við- merkingar til, sigur John Johannesen. – Lat meg siga tað so- leiðis, at eftir, at javnaðar- flokkurin hevði havt fund, varð farið aftur til samráð- ingar, leggur hann afturat. Skulu ikki avgerast við hóttanum John Johannesen sigur, at hann heldur at ósemjur á arbeiðsmarknaðinum eru mál sum partarnir á ar- beiðsmarknaðinum eiga at loysa við samráðingum. – Ósemjur á arbeiðs- marknaðinum skulu loysast við samráðingum og ikki við hóttanum frá politiska myndugleikanum um at brúka vald mótvegis fakfel- øgum. – At leggja upp í polit- iskt, er at taka samráðingar- rætttin frá fakfeløgunum og í hesum føri haldi eg, at landsstýrið hevur ikki gjørt nóg nógv fyri at fáa gongd á samráðingar. Tað kom eisini gongd á samráðingarnar og sam- stundis fingu teir váttan fyri, at uppskotið varð ikki lagt fram. – Tað var ikki skilagott at boða frá eini ætlan um at leggja uppí arbeiðssteðgin, tí vit sóu, hvat samráðingar kunnu føra til, sigur ting- maðurin og sipar til semj- una, sum varð gjørd á miðdegi í gjár. Hann heldur ikki, at tað hevur skundað undir sam- ráðingarnar, at landsstýrið hótti við at leggja uppí. Tvørturímóti heldur hann, at tað kann hava seinkað samráðingunum. – Mistakið hesuferð var, at partarnir vóru ikki nóg áhaldandi í samráðingunum. Annars skilir hann fullvæl tað stak óhepnu støðu, sum útjaðarin er komin í Men kortini heldur hann, at ósemjur á arbeiðsmarkn- aðinum eru mál, sum part- arnir á arbeiðsmarknaðin- um eiga at loysa við sam- ráðingum. Tá ið løgtingið legði upp í SEV sáttmálan í summar, var John Johannesen ein av tingmonnunum, sum tók undir við at enda verkfallið hjá maskinmeistarunum hjá SEV. – Tað smakkaði mær ótrúliga illa, men eg gjørdi tað kortini, tí her var talan um eina grundleggjandi, samfelagsliga trygd Hann viðgonngur eisini, at ta ferðina varð hann kroystur at taka undir við uppskotinum um at enda verkfallið við lóg. Krevur floks-disiplin Í Norðlýsinum sigur ein annar javnaðartingmaður, at hann er skelkaður av støðuni hjá John Johanne- sen til málið og hann skuld- setir hann fyri at fremja egin áhugamál ímeðan landið liggur í kreppu. – Tað haldi eg ikki at eg geri. Tvørturímóti haldi eg, at Gerhard Lognberg frem- ur egin áhugamál við at seta fakfelagsrættindi til viks til frama fyri sítt egna valdømi. John Johannesen vísir eisini á, at hann hevur hildið sína støðu innanfloks og heldur lítið um, at Ger- hard Lognberg nú hongir tey skitnu klæðini hjá javn- aðarflokkinum út til al- menningin. Hann viðurkennir eisini, at hann er stórliga vónbrot- in av, at einstakur ting- maður leggur eftir einum floksfelaga alment. Yvirhøvur heldur John Johannesen, at javnaðar- flokkurin má fáa skil á floks-disiplinina. – Hetta er ikki fyrstu ferð, at ósemjur í flokkin- um verða viðgjørdar alment og tað er ikki nøktandi. Hann fer tí at krevja, at floksleiðslan nú tekur stig til at halda fund um at fáa skil aftur á floks-disiplin- ina. Rok í javnaðarflokkinum um leggja upp í arbeiðssteðgin John Johannesen fer nú at krevja størri floks-disiplin í javnaðarflokkinum Nýtt íløgu- felag á markn- aðin Royndin eitur nýggja íløgufelagið, sum Føroya Lívs- trygging hevur stovnssett. Stovns- fæið er 20 mió kr. ÍLØGUFELAG tíðindaskriv Tað er sum ein partur av langtíðaríløguætlanini hjá Føroya Lívstrygging, at Íløgufelagið Royndin verður stovnað. Eins og hjá flest øllum eftirlønar- feløgum er størsti partur- in av íløgunum hjá Før- oya Lívstrygging í láns- brøvum. Tó verða eisini íløgur gjørdar í parta- brøv. Hesin parturin hev- ur tey seinastu árini verið umleið 5% av teimum samlaðu íløgunum. Í hes- um árinum eru íløgurnar í partabrøv øktar nakað, soleiðis at uml. 8-10% - svarandi til uml. 180 mió. kr. - av samlaðu íløgunum við ársenda 2005 verða í partabrøv. Tað snýr seg her um altjóða partabrøv, sum øll eru skrásett á virðisbrævamarknaðum og tí eru lætt umsetilig og hava eina neyva virðis- áseting. Virksemið, sum Íløgu- felagið Royndin kemur at hava, vil í stóran mun vera íløgur í partabrøv og møguliga sum ábyrgdar- peningur í føroyskum fel- øgum, sum ikki eru skrásett á einum virðis- brævamarknaði. Hetta er ein orsøkin til, at hesin parturin av íløguvirksem- inum hjá Føroya Lívs- trygging verður lagdur í eitt sjálvstøðugt felag. Á henda hátt fæst ein greið- ari skilnaður millum virk- semið hjá Føroya Lívs- trygging og virksemið hjá Íløgufelagnum Royndini. Í nevndina eru vald Poul Hansen, Súsanna Søren- sen og Tummas Eliasen. Stjóri er Tummas Eliasen.