Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 201 - 21. oktober 2005 – Hetta má avgjørt vera seinastu ferð, at samferðslan millum útjaðaran og megin- landið liggur lamin av afturvendandi verkføllum. Einki nútímans samfelag kann liva við hesum í 2005, og tað verður eingin, sum tímir at gera íløgur í vinnuna í útjaðaranum, um hetta óskil ikki heldur uppat, sigur Marner Lisberg, sum er nevndarformaður í P/F Sandoy Seafood, P/F Delta Seafood og sum eisini er reiðari VERKFØLL Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo – Hetta ber slett ikki til og er uttanfyri alt vit og skil. At vinnan í útjaðaranum næstan á hvørjum ári liggur lamin í dagar og vikur, tí eingin flutningur er um firðir og sund, er púrasta burtur við. Eingin kann ar- beiða seriøst undir slíkum afturvendandi umstøðum í 2005. Hetta er ein trupul- leiki, sum myndugleikar og feløg noyðast at loysa í felag, sigur Marner Lis- berg, sum er nevndarfor- maður í P/F Sandoy Sea- food og P/F Delta Seafood og sum eisini er reiðari. Hann sigur, at tað er tokutala at tosa um íleggj- arar til vinnuna í útjaðaran- um, tá ið hetta eru umstøð- urnar, ið samfelagið bjóðar vinnuni. – Eingin fer at gera íløgur undir slíkum umstøðum, sum eru afturvendandi, ár undan ár. Tú kanst valla áseta ein fund, tá ið sam- ráðingar eru millum fakfel- øg, og tað byrjar at sansa at, tí tú veitst ikki, um fólk yvirhøvur sleppa til fundar. Ótolandi hóttanir Marner Lisberg vísir á, at tá ið komið er undir land við onkrum av fakfeløgunum, standa tey næstu í røðini, og í flestu førum, tá ið part- arnir ikki megna at loysa ósemjurnar, endar hetta við, at strandfaraskipini verða løgd. – Tey, sum varða av hes- um skipum – umborð og í landi, eru í so nógvum fak- feløgum, at tað skerst næst- an ikki burtur, at siglingin verður rakt undir verkfalli. Hann heldur, at hetta av- gjørt má vera seinastu ferð, at samferðslan til og úr útjaðaranum liggur lamin. – Hetta er í fyrsta lagi ein uppgáva, sum myndugleik- arnir og fakfeløgini hava ábyrgdina av, og tí mugu tey gera nakað við at loysa hesi viðurskifti, soleiðis at hetta óskil ongantíð endur- tekur seg aftur. Einki fram- komið samfelag kann liva við slíkum óstabiliteti í 2005. Marner sigur, at hann ferð eftir ferð hevur gjørt avtalu um fundir í Suður- oynni í mai mánaði, men tá ið fólk eru komin til Havn- ar, fáa tey at vita, at Smyril siglir ikki, tí skipið er vorð- ið rakt av verkfalli. – Hetta kunnu vit ikki bjóða hvørjum øðrum í einum nútímans samfelag, leggur hann dent á. Øll verða rakt Vinnulívsmaðurin spyr, hvussu vorðið hevði verið hjá fólki í miðstaðarøkin- um, um Atlantic Airways fór í verkfall í dagar og vik- ur. – Ja, eg kundi hugsað mær at vitað, hvussu mið- staðarøkið hevði klárað seg uttan samband við um- heimin – soleiðis, sum vit, ið hava vinnu í útjaðaran- um, í heilum eru avskorin At samferðslan liggur lamin er – Vinnulívið í Sand- oynni verður harðari rakt enn onnur øki, tá ið verkføll leggja siglingina hjá Teistanum lamna, sigur Marner Lisberg FISKIVINNA vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo – Tú fært ikki fisk í oynna- og tú fært heldur ikki fisk av aftur oynni. Eingin bein- leiðis farmaflutningur er úr Sandoynni, og tí verður oyggin lutfalsliga harðari rakt enn eitt nú Suðuroygg- in og Klaksvíkin, tá ið verkføll leggja samferðsl- una lamna. Hetta sigur Marner Lis- berg, sum bæði er nevndar- formaður í P/F Sandoy Sea- food og P/F Delta Seafood á Tvøroyri. Ringast fyri Hann vísir á, at eingin bein- leiðis farmaflutningur er av Sandoynni, men bæði úr Suðuroy og Klaksvíkini sigla skip av landinum við eitt nú fiskavørum til útlandið. – Hinvegin rakar niður- lagda siglingin hjá Strand- faraskipum Landsins eisini flutningin av ráfiski av meginøkinum til útjaðaran. Men í Sandoynni verður flutningurin sum nevnt raktur báðar vegir, sigur Marner Lisberg. Eingin avskiping Hann vísir á, at verkfallið og rakta siglingin hjá Teist- anum eisini hevur havt við sær, at virkini í Sandoynni ikki hava fingið avskipað fisk. – Hvat hetta ítøkiliga hevur merkt, veit leiðslan á virkjunum báðum betur at siga, sigur Marner Lisberg, nevndarformaður og reið- ari, sum heldur, at óskilið við, at samferðslan liggur lamin undir afturvendandi verkføllum, ongantíð aftur eigur at endurtaka seg. Eingin fiskur kemur – og eingin fiskur fer – Undir verkføllum, har Teistin verður lagdur, verður flutningurin av fiski raktur báðar vegir, sigur Marner Lisberg Mynd: Jens Kr. Vang