Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. oktober 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 201 - 21. oktober 2005 9 uttan vit og skil frá restini av føroyska sam- felagnum, sigur hann. Marner vísir á, at før- oyska samfelagið er lítið, og øll eru vit meira ella minni knýtt at hvørjum øðrum. – Eru arbeiðarafeløgini í verkfalli, noyðast skipini, sum menninir hjá konunum á hesum virkjum sigla við, av landinum við fiskinum. Og øvut; liggja skipini, so fáa konurnar hjá fiski- monnunum ongan fisk til virkingar. Nevndarformaðurin í P/F Sandoy Seafood og P/F Delta Seafood, heitir tí staðiliga á myndugleikar og fakfeløg um saman at finna loysnir, soleiðis at útjaðarin ikki verður so skilaleysa hart raktur í stríði millum partarnar. – Eg endurtaki, at hetta avgjørt má vera seinastu ferð, at vit lata slíkt óskil taka okkum á bóli, sigur Marner Lisberg. - Eingin fer at gera íløgur undir slíkum umstøðum, sum eru afturvendandi, ár undan ár. Tú kanst valla áseta ein fund, tá ið samráðingar eru millum fakfeløg, og tað byrjar at sansa at, tí tú veitst ikki, um fólk yvirhøvur sleppa til fundar, sigur Marner Lisberg, vinnulívsmaður Mynd: Vilmund Jacobsen Sum liður í Mentanarvikuni í Runavík, verður sjónleikurin Sello- fan spældur í fim- leikahøllini á Glyvrum leygar- kvøldið 22. og sunnukvøldið 23. oktober SJÓNLEIKUR tíðindaskriv Sellofan er um ta modernaðu kvinnuna Elin, sum roynir at upp- fylla ta kvinnuligu fyri- myndina um at megna bæði karrieru, mann, tvey børn og ein alt ov stóran og dýran bil. Nú er hon tó komin fram á eina grein í einum væl- umtóktum kvinnublað, sum vísir, at hennara sexlív er ógvuliga keðil- igt fyri eina kvinnu í hennara aldri. Greinin kemur við uppskotum til loysnir uppá hetta, og ein av loysnunum er, at hon skal lata seg í sexut undirklæði og pakka seg inn í Sellofan, sum ein gáva til mannin at upp- daga! Tað er væl óneyðugt at siga, at leikurin Sello- fan er ein skemtileikur! Leikurin fevnir um ein einstakan dag, har skemaið er so stramt, at ein seinkan um morgun- in uppá bert 15 minuttir hevur vanlukkuligar av- leiðingar á alt tað, hon skal náa: heimið, barna- garðin, kontórið, mammuna, og ta lagnu- miklu forføringina í Sellofan um kvøldið! Leikurin verður fram- førdur á ein óhátíðarlig- an hátt, oftani beinleiðis vendur til áskoðarirnar, nakað á sama hátt sum »stand-up comedy«. Sjónleikurin byrjar kl. 19.30 bæði kvøldini. At- gongumerki á 125 kr. fáast á Kunningarstov- unum í Runavík og Havn og í Norðurlanda- húsinum. Tað er Mentanarhús- felagið í Runavíkar kommunu, sum saman við Grímu, skipar fyri tiltakinum. SMYRIL LINE Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var í gjár, at hetl- endski menningargrunn- urin, Shetland Develop- ment Trust (SDT), skuldi taka støðu til sína størstu einstøku íløgu, nevniliga at seta 4,7 miljónir pund í føroyska felagið, Smyril Line. Hesin peningur skal verða við til at hjálpa Smyril Line at keypa meirilutan í norska fel- agnum, Fjord Line. Sosialurin royndi fyrrapartin í gjár at fáa viðmerkingar um útlitini fyri, at hetlendski menn- ingargrunnurin fer at játta peningin. Vit ringdu til Thomas Magnusen, nevndarfor- mann í P/F Smyril Line, men hann er burtur- staddur. Vit royndu eisini at fáa fatur á Edvardi Heen, sum umboðar Tryggingarfelagið Før- oyar í nevndini í P/F Smyril Line, men tað eydnaðist heldur ikki. Sellofan á Glyvrum Nú fáa runavíkingar eisini møguleika at síggja væl umtóka leikin, Sellofan Hetlendingar taka støðu um Smyril Line ÚTGÁVA Tíðindaskriv Í samband við at annað bindið í ævisøguni um Kaj eftir Jústinus Leivsson Eid- esgaard verður útgivið verður útgávuhald í Miðla- húsinum í dag klokkan 16.00. Blaðstjórin bjóðar væl- komin, Osmund Justinuss- en, reiðari fer at siga nøkur orð um bókina og høvund- urin fer at signera bøkur. Løtan verður rikað við sangi frá manning av Dup- ultkvartettini og Odvør Skarðhamar sissar svongd- ina. Tað eru 11 mánað mill- um permurnar á fyrsta og øðrum bindi av ævisøguni um Kaj Johannesen, sum nú telir 910 síður. Fyrsta bindið um Kaj kom út 24. november í fjør, annað bindið 20. oktober í ár. Hesuferð snýr søgan fyri tað mesta seg um seinna heimsbardaga og hvussu Kaj og hansara menn strev- aðust undir krígnum. Seinni heimsbardagi var ein sonn gulltíð fyri teir sum sigldu og bóru boð í bý. Aftast í bókini er eitt yvirlit yvir hvat teir, sum sigldu hjá Kjølbro vunnu í krónum og oyrum túr fyri túr í tíðarskeiðnum frá 1941-44. Eitt nú var per- sónliga inntøkan hjá Kjøl- bro í 1942 1,3 millión krón- ur. Tað er forlagið Hellurnar, sum gevur bókina úr og hon kostar 399 krónur í bókabúðunum. Bókin kann eisini keypast beinleiðis frá forlagnum við at fylla seð- ilin út, sum varð sendur í hvørt hús og senda hann inn til forlagið, tá kostar hon 349 krónur. Til ber eis- ini at seta seg í samband við Forlagið Hellurnar á telefon 223143 ella 322800. Eisini ber til at bíleggja á teldupostinum; justinus@post.olivant.fo Kaj 2 í Miðlahúsinum