fríggjadagur 21. oktober 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 201 - 21. oktober 2005
Tað er nú hálvt ár liðið, síðani Sosialurin flutti heim í
Vágsbotn og harvið setti skjøtil á spildurnýggja hug-
takið MIÐLAHÚSIÐ. Eftir at hava húsast á Argjum í
nærum fjórðings øld fekk blaðið nú innivist í sjálvum
hjartanum á Havnini - fyri ikki at siga Føroyum. Hend-
ingin hevði við sær stórar broytingar og nýggjar møgu-
leikar, sum síðani hava verið troyttir eftir førimuni.
At fáa innivist á slíkum stað er eisini ein stór avbjóð-
ing. Tað gevur møguleikar men setir eisini krøv. Tað er
ikki nóg mikið bara við eini so forkunnugari adressu
sum Tórsgøta 1. Skal nøkur livandi vera síggjast aftur í
hesum góða umhvørvinum, og tað skal tað, so má
eisini kjøt og blóð til. Tvs. at hølini umframt at hýsa
dagliga blaðvirkseminum eisini kunnu gerast partur av
gerandisdegnum hjá fólki flest. Vit hava tí latið dyrnar
upp fyri nógvum ymsum tiltøkum. Her er Trapputingið
so vorðið sjálvur hornasteinurin ella katalysatorurin -
eitt demokratiskt forum, har lagt verður upp til
orðaskifti um mongu av dagsins málum. Men hurð-
arnar eru eisini latnar upp fyri eitt nú mennandi tón-
leikalívinum her á landi.
Vit halda tað vera bæði rætt og rímuligt, at eitt miðla-
hús eisini er opið fyri almenninginum, og at tað roynir
at geva sítt íkast til at skapa kjak og til at menna ymsu
listagreinarnar í samfelagnum, tí í flestu førunum hava
hesi tiltøk tilknýti til júst tað virksemi, sum eitt Miðla-
hús annars heilt náttúliga umboðar. Okkara vón er at
kunna menna hetta konseptið, soleiðis at tiltøk í hús-
unum fara at síggjast aftur á ymsu miðlapallunum tað
veri seg blað, interneti og øðrum pallum við.
Enn er stutt frálíðið, síðani Sosialurin flutti inn í Vágs-
botni og her setti skjøtil á hetta fyrsta veruliga føroyska
miðlahúsið. Tað tekur tíð at menna slíkt konsept, men
har vilji og hugflog eru til steðar, har ber eisini til at
røkka langt. Tað skal vera okkara vón, at áhugafeløg
oo. fara at gera brúk av hesum møguleikanum at
byggja brýr millum tey og samfelagið annars á hesum
miðlahúspallinum. Seinasta tiltakið í húsunum var í
sambandi við altjóða sálarheilsudagin og var evnið
happing. Hetta er nakað, sum fjølmiðlarnir eiga at seta
fokus á, og tað hendi eisini undan og eftir tiltakið í
Miðlahúsinum. Tað er so heldur ikki ókent í okkara
grannalondum, at teir stóru fjølmiðlarnir og miðlahús-
ini lata dyrnar upp og skipa fyri kjakfundum oø. til-
tøkum. Eitt nú er hetta nærum gerandishending á
danska blaðnum Politikken, sum troytir sera góðu
plasering sína á Ráðhúsplássinum til slík tiltøk. Og
harvið er við til at menna orðaskiftið og upplýsing.
Í vikuskiftinum verða tvey tiltøk í Miðlahúsinum.
Fríggjadagin verður bókaframløga, tá Jústinus Eides-
gaard, rithøvundi fer at leggja fram nýggju bók sína
KAJ2. Leygardagin fer tónleikabólkurin Paradox at
hava útgávukonsert. Fleiri spennandi og mennandi
tiltøk verða restina av árinum eins og vit eru við til at
leggja eina sera áhugaverda skrá fyri komandi ár.
Áhugað kunnu venda sær til okkara við fyrispurn-
ingum og ynskjum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Miðlahúsið hálvt ár
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Tveir limir í kendastu
bóndaætt Føroya hava í
seinastuni verið frammi
og úttalað seg um fram-
tíðina hjá búnaðinum í
Føroyum. Annar tók risa-
stig inn í nútíðina. Hin
gørdi helst føroyskum
bóndum eina bjarnatæn-
astu.
Kári á Rógvi
Jóannes Paturson bóndi
Heima á Garði í Kirkjubø
boðaði frá, at hann ætlaði at
selja mjólkakvotuna og
leggja seg meiri eftir ment-
unarligari
tænastuvinnu.
Hetta er at fegnast um. Tað
er nú hálv øld síðani, at
omma mín roknaði út, at
tað loysti seg ikki at hava
kúgv (hon hevði eisini
kiosk). Nú á døgum verður
jørðin hjá okkum tí í staðin
havd til mentan og seyð.
Seyðahaldið og alt tað, ið
har uppií hongur, er fyri
okkum mentan, heilsa,
ítróttur og samanhald, ið
skapa karmar um so mangt
annað.
At bóndin nú eisini gevst
at sópa undan neytum er
stórhending í Føroya søgu.
Tí hetta merkir kanska
byrjanina til endan á teirri
merkantilistisku tíðini í
Føroyum. Við fríhandils-
sáttmála við Ísland og
øðrum slíkum sáttmálum á
veg, er eisini greitt, at
almennu Føroyar halda, at
vit skulu framleiða tað í
Føroyum, sum loysir seg at
framleiða - og tað, sum
brúkarin vil gjalda fyri. Tað
er sunt fyri øll at fáa skitt
undir neglirnar viðhvørt,
men so fá sum gjørligt
skulu fáast við mykju burt-
urav.
Eg síggi fyri mær, at tá
tað misprýðandi fjósið er
tikið niður, verða íløgur
gjørdar í fróðskaparsetur,
granskingardeplar og ment-
unarstovnar í Kirkjubø, har
forna
fróðskaparsetur
okkara stóð - og sjálvsagt
skal bóndin brúka alla sína
tíð uppá at varðveita tað
ótrúligu vitan og mentan, ið
er bygd upp og ment har á
garðinum. Hvør veit, seinni
kanska bóndin letur part av
haganum frá sær fyri ríki-
ligt endurgjald, so eisini
kirkjubøskingar fáa lut í
mentanini við ognarhøgum
og traðum?
Heildin
Hin bóndin fór í bløðini at
mjarra um traðirnar og
ákæra tingmann fyri vina-
og kenningapolitikk. Tí-
verri dugir hann ikki at
síggja, at uppskotið at selja
traðirnar er fortreyt fyri at
bóndur
við
rímiligheit
skulu sleppa at keypa fjós
og bø. Hevði hann boðað
frá, at bóndur tóku undir,
ella hevði hann hildið sín
gák, so var alt kanska í lagi,
men nú gjørdi hann tíverri
ikki tað.
Bóndin, ið eins og eg
sjálvur, er meinigur limur í
nevndini, ið skal endur-
skoða landbúnaðarpolitikk-
in, úttalar seg og sigur, at
uppskotið um at lata traðar-
fólk keypa traðirnar órógv-
ar arbeiðið hjá nevnd okk-
ara. At einstakur nevndar-
limur úttalar seg uttan at
nevndin hevur hildið fund
og uttanum formannin er
ikki gamalt.
Temaið í greinini og í
virkseminum hjá kolturs-
bóndanum annars er, at tað
onkursvegna er ein - og
bert ein - rættur máti at
gera tingini uppá, og at vit
serfrøðingarnir
onkurs-
vegna hava innlit í henda
rættleika og skulu upplýsa
tingmenn um tað rætta,
sum teir so fegnir og upp-
lýstir skulu samtykkja.
Hetta er grundleggjandi
misfatað, tí tað fólkaræði,
vit hava í Føroyum, byggir
á, at vit hava alment og
opið orðaskifti og síðani
taka støðu, um ikki orða-
skiftið førir við sær semju.
Veljari hevur vrakað henda
Bjørn Patursson, ið heldur
seg hava rætt at ráða yvir
landsins landbúnaðarpoli-
tikki, og valt aðrar inn á
ting. Eisini almenni poli-
tikkur tjóðveldisfloksins er
vinaligur og kenniligur
mótvegis traðarfólki, tað
stendur í stevnumiðum
floksins, at "Neyðugt er
sum skjótast... at betra um
umstøðurnar... At hava
traðir og innløgu av jørð til
húsarhaldið."
Eg skilji ikki, at nevnd, ið
ikki hevur nakað umboð
fyri traðfólkið, skal hava
einkarætt at viðgera spurn-
ingin um traðirnar. Bónda-
felagið umboðar minni-
lutan (stórbóndurnar) av
minnilutanum (bóndunum)
av teimum, ið hava al-
menna almenna búnaðar-
jørð í hendi (tað eru fleiri
traðarmenn enn bóndur).
Vit í óðalsefelagnum
hava nógvar limir, ið eisini
eru ella hava verið traðar-
menn, og vit hava púra
alment og opið í fleiri ár
mælt til at selja leigarunum
traðirnar. Verandi leigu-
traðir vóru lagdir inn undir
greiðum lógarfestum og
sáttmálafestum rætti at
keypa, treytað av av trøðin
varð velt. Vegna óheimilað-
an politikk hjá jarðarfyri-
sitingi, og vegna lump og
lirk frá teirri serfrøðinevnd,
ið mælti til lógarbroyting-
ina í 1988, eru sølurnar tí-
verri ikki avgreiddar enn.
Vit
í
óðalsfelagnum
halda tað vera órímilig,
óneyðugt og í grundini
eisini ólógligt, at so er. Vit
halda eisini, at tað ber ikki
til við rætti og rímiligheit at
grundgeva fyri, at bóndur
skulu sleppa at keypa síni
fjós, síni sethús og tann
bøin, teir hava velt, um ikki
tær
eftiverandi
gomlu
leigutraðirnar verða av-
greiddar og seldar traðar-
fólki ella eftirkomarum
teirra.
Hvør ræður nú yvir
londum?
Skulu vit tosa um vina- og
kenningapolitikk, so er tað
júst hetta at seta eina nevnd
av teimum, ið ikki áttu at
havt nakra støðu - fyrisitar-
ar hjá vinnumálaráðnum og
búnaðarstovuni, sum skulu
umsita politikkin hjá løg-
tinginum - og teimum, ið
hava egin áhugamál - bónd-
ur, ið vilja hava traðirnar
frá traðarmonnum, og óð-
alsmenn, ið antin sjálvir
hava
leigurtraðir
ella
øvunda teimum, ið hava.
Mín kæri vinur Henrik
Old plagar at prika meg, tá
óðalsfelagið kemur á fund í
vinnunevndini, við at vísa
mær á mjólkakrúss og siga:
"hasum framleiða tygur
ikki nógv av." Og rætt er
tað. Nakrir óðalsmenn hava
neyt og framleiða á vinnu-
ligum grundarlagi, men
flestir eru ikki í pengaligari
vinnu, og flestir okkara
halda, at landið heldur átti
at stuðla útjaðara og ymsari
ráðgevning og gransking
enn at bekymra seg um,
hvørt tað er fóðurið ella
mjólkin, ið er innflutt. Vit
hava sum kirkjubøbóndin
staðfesta, at tað antin ikki
loysir seg ella í øllum før-
um loysir seg illa at fáast
við vinnligan landbúnað,
og at nú løgmaður okkara
skrivar undir ein fríhaldis-
sáttmála fyri og annan eftir,
so er avbjóðingin at um-
skipa almenna politikkin
frá
merkantilistiskum
royndum at skapa vinnu-
ligan landbúnað til at eina
skipan, har nakrir fáir
garðar framleiða tær stóru
nøgdirnar, aðrir framleiða -
Koltursbjarnatænasta
Framhald á næstu síðu