fríggjadagur 21. oktober 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 201 - 21. oktober 2005
11
fyri egna rokning - tað, ið
teir hava hug til, og al-
menna jørðin verður part-
víst privatiserað, og part-
víst gjørd veruliga almenn.
Mín støðu er ógvuliga
greið. Vit skulu umskipa
almennu jørðina í Føroyum
til at vera fyri tað mesta
antin almenn ella privat,
ikki sum nú bæði almenn
og privat. Landsjørðin er í
dag bert almenn á pappír-
inum, hon verður rikin pri-
vat; tað almenna ger bert
av, hvør skal gerast festari
ella traðarleigari. Vit áttu
heldur at gjørt tað, ið skal
rekast privat, til veruliga
privat; vit kundu byrja við
at latið traðarfólk keypt
traðirnar, síðani bóndur
keypt fjós, síðani bøin teir
hava velt sjálvir. Drúgvari
orðaskifti skal helst til,
hvat gerast skal við hagar-
nar. Skulu summir friðast
ella plantast? Skulu aðrir
gerast ognarhagar? Skulu
aðrir, serliga nærhendis
stórplássum, leggjast inn
til nýggjar leigutraðir til
serligar áhugatreytir? Og
skulu aðrir seljast festarun-
um?
Bjarni Djurholm eigur
stórt rós uppiborið fyri at
hava loyst nakrar av jarð-
arknútunum.Hann hevur
fingið ígjøgnum eina um-
skipan av jarðarfyrisiting-
ini, reglur fyri umskipan av
bóndaskuldini, og hevur
orðað arbeiðssetning, ið
ger tað møgulgt at loysa
ein knútin fyri og annan
eftir, tá umræður jarðar-
politikkin. Tað er tí misfat-
að, tá koltursbóndin sigur,
at løgtingið krevur og
Bjarni Djurholm mælir til
heildarloysnir. Støðan er
júst tann øvugta - sonevnd-
ar heildarloysnir fyri land-
búnaðin eru bæði alt ov
truplar at fáa samtyktar og
í andsøgn við tann markn-
aðarbúskap,
ið
verður
brúktur at skapa vælferðina
í hesum landi.
Tilmæli mítt til tingfólk
skal tí vera at realitetsvið-
gera fyriliggjandi uppskot,
gjarna kalla fólk inn í
vinnunevndina og kjakast
við tey, men síðani at viga
ymsu atlitini móti hvørjum
øðrum og taka støðu. Tit
eru vald við valluttøku om-
an fyri 90 % at taka støðu
til slíkar spurningar. Tað
eru vit ikki.
Verður uppskotið at lata
traðarfólk keypa traðirnar
felt, boðar tað helst frá, at
semja heldur ikki fæst um
at selja bóndum fjósini og
bøin. Tá hevur Bjørn
Patursson við at leika í um
traðirnar gjørt bóndum
eina ordans koltursbjarna-
tænastu.
Grái Fordurin í før-
oyskum tónleiki skal
royna seg móti trim-
um óskrivaðum søg-
um á føroyska tón-
leikapallinum í tón-
leikakappingini
Singer/Songwriter
2005 í Hafnia Lounge.
SINGER/SONGWRITER
Tíðindaskriv
Leygarkvøldið
gjørdist
Brandur Jacobsen fyrsti
finalisturin í ársins útgávu
av Singer/songwriter 2005.
Ikki sørt ólíkt vinnaranum
frá 2003, Kristleif Zacha-
riasen,
streyk
Brandur
víðari í finaluna. Fyri fjúrt-
an árum síðani vann hann
ársins songrødd, men síðan
tá hevur at kalla eingin
hoyrt hann sungið.
Leygarkvøldið bjóða fýra
luttakarar seg fram til at
hitta Brand í finaluni 5.
november. Sum oftani áður
er talan um eitt ógvuliga
blandað úrval.
Fyrstu ferð
Fyri nítjan ára gamla Fróða
Hansen er tað fyrstu ferð, at
hann stendur einsamallur á
palli, og tað er eisini fyrstu
ferð, at hann fer á pall í
Føroyum. Hann er stutt
síðani komin aftur av
tónleikaháskúla í Danmark,
har tað fyri tað nógva hava
verið trummurnar, hann
hevur spælt. Hann sær
singer songwriter kapping-
ina sum eina spennandi
avbjóðing.
- Míni løg eru gjørd til
rokktónleik - og ikki til
singer/songwriter
stílin.
Men eg havi passað tey til,
soleiðis at tey rigga, sigur
Fróði Hansen.
Hann sigur seg ikki duga
at greiða frá, hvat hansara
tónleikur snýr seg um. Tað
mugu fólk sjálvi lurta seg
til.
Fróði kundu í síðstu viku
lurtað eftir systir sínari,
Guðrið Hansen í fyrsta
innleiðandi umfari. Og
leygarkvøldið kann Guðrið
so sleppa at hoyra lítla-
beiggjan.
Fólksins dómur
Eystein
Johannesen,
heimasandsmaður
búgv-
andi í Havn, hevur spælt
tónleik og til dans í nógv ár.
Serliga í áttatiárunum reik-
aðu hann og bólkurin Ravn-
ar kring alt landið og
spældu nógv til dans. Bólk-
urin spælir framvegis við
Eystein á bassinum. Men
leygardagin verður tað ser-
liga røddin saman við
klaver og einum griskum
gittara, sum sleppur framat.
- Eg spæli tónleik hvønn
dag. Nú vil eg vita, hvat
fólk halda um tað, eg siti
við til dagligt, sigur Eystein
Johannsen.
Hann er í dag fjøruti ára
gamal við nógvum tón-
leikaroyndum, men innan
singer/songwriter sjangr-
una er hann púra ókendur.
Eitt óført høvi
Tjúgu ára gamli Pól Esbern
Hanusarson hoyrdi síðsta
leygarkvøld sín besta vin-
mann, Opur Thorleifsson,
royna seg í kappingini. Nú
er tað hansara túrur, men
hann lovar, at tónleikurin er
heilt ymiskur frá vinmann-
inum.
- Mín tónleikur er øgiliga
melidiøsur. Eg leggi stóran
dent á gittaran. Haldi eina
tílíka kapping vera eitt
óført høvi at royna mín
tónleik, sigur Pól Esbern.
Hann býr í Skálabotni og
varð í summar liðugur við
HH, men tað er mest tón-
leikurin, ið melir í høvdin-
um á honum, og hann av-
vísir ikki, at hann fer at
gera enn meira við tón-
leikin í framtíðini.
Grái Fordurin
Tann royndasti og uttan iva
eisini kendasti tónleikarin
leygarkvøldið
er
Niels
Midjord. Hann hevur í
nógv ár spælt og undirhild-
ið Føroya fólki við sínum
ógvuliga sermerkta stíli.
Reglugerðin fyri kapp-
ingina inniber tó, at hann
ikki kann syngja seg víðari
við kendum vísum sum eitt
nú Grái Fordurin, men hann
verður noyddur at spæla
nýggj løg.
Tað verður tískil spenn-
andi at hoyra, hvat Niels
Midjord kemur við av
nýggjum tilfarið. 56 ára
gamli Niels Midjord spælir
sum tann síðsti í røðini
leygarkvøldið. Fyrsti lut-
takarin fer á pallin kl.
22:00.
Nýggir og eldri trubadurar á pallin
Grái Fordurin er helst kendasta lagið hjá Niels Midjord, men
hann hevur eisini í aðrar mátar prógvað sínar gávur
Pól Esbern Hanusarson fer saman við guitarinum at framføra
melodiøsan tónleik
Eystein Johannesen hevur ofta spælt til dans, og er hann tí
hampuliga vanur við tilveruna á pallinum
Bara nítjan ára gamli Fróði Hansen er yngsti luttakarin í
hesum umfarinum
Framhald av s. 10