fríggjadagur 21. oktober 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 201 - 21. oktober 2005
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
Danvør Bay,
fødd Joensen,
frá Gjógv
andaðist í Herlev fríggjadagin 14. oktober,
76 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Herlev kirkju
fríggjadagin 21. oktober kl. 11.00.
Vegna tey avvarðandi
Poul Johannes og Hans Jacob Joensen
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum mongu,
sum sýndu samkenslu tá okkara kæra mamma,
omma, langomma og vermóðir
Anna Sofía Daniella Eikhólm
doyði og varð jarðað.
Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir
og øllum tykkum, sum á ymiskan hátt
hjálptu til við jarðarferðini.
Eisini ein tøkk til starvsfólkið á Ellisheiminum í Vágum
fyri ta tíðina tit vóru um mammu.
Hjartaliga takk øll somul.
Tummas, Elinborg, Haldis, Petur, Regin, Arnleyg
og Guðny v/ familju
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt vístu
samkenslu og hjálptu til, tá ið okkara elskaða kona,
mamma, vermamma, omma og langomma
Daisy Elttør
Klaksvík
andaðist og fór til gravar.
Tøkk til Klaksvíkar sjúkrahús, deild M.
Tøkk til Landssjúkrahúsið, B7.
Tøkk til tykkum, ið stuðla hava
Føroya felag móti krabbameini.
Tøkk til talara, organist, førara av líkbili og gravara.
Tøkk øll somul.
Gud vælsigni tykkum øll.
Familjunnar vegna
Knút, Eyðfinn, Helgi og Margitt
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hvørjir
eru hesir?
Ein lesari hevur biðið Sosi-
alin prentað hesa myndina
og biðir okkum hjálpa sær
at finna út av, hvørjir hesir
tríggir ungu menninir eru.
Myndin er tikin umborð
á
vestmannatrolaranum,
Kap
Farvel
í
umleið
1968/1969.
Lítil ivi er um, at tað er
Birgir Sivertsen úr Klaks-
vík, sum stendur ytst til
vinstru, men ivi er um
hinar báðar menninar.
Lesarar, sum vita um
menninar at siga, kunnu
ringja á tlf. 221577.
Dagurin
21. oktober. 11.000 moyggjar. Halgisøgurnar siga
frá, at ein kongsdóttir úr Bretagne, Ursula av navni,
varð trúlovað enskum kongssyni. Tey gera av at
hittast í Køln, men fyrst skal hon gera pílgrímsferð til
Rom. Hon fer avstað, og henni fylgja 11.000
moyggjar – men hetta talið er helst skrivað skeivt fyri
11 moyggjar. Tá ið tær skulu fara til Køln, legði ein
heiðin skari av Húnalondum eftir teimum, og teir
neyðtóku tær og drupu tær. Í fyrsta umfari var Ursula
spard, men tá ið hon ikki vildi lovast heidna
húnakonginum, fekk hon somu lagnu.
A.C. Evensen doyði hendan dagin í 1917
Hesir 13 konfirmantarnir
vórðu fermdir tann 11. feb-
ruar 1912: Johanne Udbø
(Havn),
Anna
Maria
Christiansen (Havn), Val-
borg Petersen (Havn), Jose-
fine Magnhild Samuelsen
(Havn), Andreas Albert
Arge (Havn), Daniel Jacob
Frederik Joensen (Havn),
Zakarias
Joensen
(Argjaboga), Petur Sigfred
Hansen
(Havn),
Niels
Victor Frits Christiansen
(Havn), Andreas Sofus
Frederik
Clementsen
(Havn), Ferdinand Rubek-
sen (Havn), Hans Christian
Arge (Havn), og Niels
Holm Mortensen (Havn).
Vit kenna bert tveir
dreingir á myndini, teir eru:
fremst uttast til høgru situr
Niels
Victor
Frits
Christiansen
(Frits
Klokkarin), og drongur nr.
3 frá høgru á aftasta rað er
Niels Holm Mortensen.
Um onkur av lesarum okk-
ara kennist við persónar á
myndini,
verða
tey
vinarliga biðin um at ringja
til Birgar Johannessen á tel.
314647 ella 214647, so vit
kunnu fáa tey røttu nøvnini
til teir røttu persónarnar.
Tórshavnar alfrøði:
Konfirmantar í 1912
www.sosialurin.fo