fríggjadagur 21. oktober 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 201 - 21. oktober 2005
13
Vilja í song við gentum
Kærleikssangir í
punkhami drivnir av
huginum til hitt kynið
- Hetta er í botn og
grund fløgan "Falling
in love" hjá 16 ára
gomlu popp punkar-
unum í Paradox
UMMÆLI
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Fyrsta fløgan hjá 16 ára
gomlu piltunum í Paradox
"Falling in love", er ein
fokkjúslig poppunk fløga
og slær endaliga fæst, at
hetta er ein bólkur, sum
skal takast við álvara,
kanska enntá í ov nógvum
álvara í støðum. Hon vísir
eisini, at vit umframt 200
og The Dreams hava ein
triðja avbjóðara til punk
trúnuna í Føroyum.
Heimsumfatandi
rørsla
Eg veit ikki heilt hvat, tað er
sum ger føroyingar til ser-
liga dugnaligar punkarar,
men sum trendurin er í
føroyskum tónleiki í løtuni,
so eru tað punk bólkar, ið
vinna fram. Men hetta
hendir eisini í útheiminum,
har góðu gomlu Green Day í
ár hava lagt allan heimin
fyri sínar føtur enn einaferð.
Sterkasta
netvarpsløtan
Eg havi sæð Paradox ofta á
konsertum í ár, og eg verði
alsamt meira sannførdur
um, at teir eru ein fantast-
iskur bólkur. Fyrstu ferð eg
sá teir var í Prixnum. Teir
blástu meg um koll. Sam-
røðan við SVF á prix.fo, har
trummuleikarin Búgvi Jón-
leifsson Magnussen kallar
føroysku
politakararnar
nakrar
fokking
grýlur,
stendur enn sum sterkasta
løtan í føroysk netvarps-
søgu. So eg var longu fjepp-
ari, tá eg setti meg niður at
lurta eftir fløguni. Eg var
sera spentur.
16 ára gamlir
Áðrenn eg hevði lurtað eftir
fløguni, ætlaði eg ikki at
koma inn á, at hetta eru 16
ára gamlir dreingir, sum
hava givið eina fløgu út. Eg
minnist enn við kvalma,
hvussu heimurin elskaði
eitt forferdiligt kassettu-
band, sum Róin og Magni
góvu út fyrst í 90’árunum,
fólk elskaðu tað, tí teir vóru
so ungir.
Eg hugsaði, at tann vink-
ulin var eitt sindur bíligur.
Øll eiga at verða dømd eftir
sama standardi osfrv. Men
eg skilti skjótt, at tað er
ómøguligt at lata verða við
at tosa aldur, tá tú lurtar
eftir Paradox. Eingin annar
enn ein flokkur av 16 ára
gomlum dreingjum kann
gera eina tílíka fløgu. Fløg-
an er so øgiliga nógv merkt
av tannáringa attitudu. Eg
noyddist at krúpa til krossin
og viðganga, at aldur hevur
stóran týdning,
Kærleiksyrkingar
Tað er ómøguligt at sleppa
uttanum tað, at tað er
ótrúliga stuttligt at hoyra
ein 16 ára gamlan drong
syngja "The innocense of
childhood never dies" ella
"Look around you son".
Tekstirnir eru annars í
stóran mun kærleiksyrking-
ar, skrivaðar á enskum.
Fjórða vers í lagnum "I’m
in love" sigur alt:
What’s so different
about us all?
I need to get laid that’s all
I’m in love and so what?
I just need someone to
think I’m hot
16 ára gamlir dreingir
hugsa fyrst og fremst um at
sleppa í song við gentum,
og Paradox eru einki und-
antak. Tað er tann ólukku-
ligi kærleikin, sum flestu
sangirnir snúgva seg um.
Um dreymin um kærleikan,
um at hyggja at konufólki,
um bara at skora og um ikki
at tora. Tú ert ongantíð í iva
um, at hetta eru tannáringar
fyltir við hormonum sum
ganga amokk. Fløgan vend-
ir sær eisini fyrst og fremst
til aðrar tannáringar.
Rættuliga álvarsligt
Eg sakni tó skemt í tekstun-
um, hetta er stuttligur tón-
leikur, men tekstirnir eru
rættuliga álvarsligir, í mun
til t.d. 200 og The Dreams
eru teir beinleiðis keðiligir.
Eg sakni, at verða undir-
hildin og provokeraður av
tekstunum. Tað er eitt
sindur ov fitt.
Sum á flestu føroysku
fløgum á enskum, er ikki
talan um yrkingarlig meist-
araverk, men í hesum popp
punkutta samanhangi, ger
tað einki, um enska málið
er eitt sindur hjálparleyst.
Orkufult
Bólkurin spælir við nógvari
orku og sannførandi, og
fløgan heldur tónlistarliga.
Hetta er ikki Aldubáran,
men tað pjøvist tað heldur
ikki at vera í tannáringa
popp punki. Paradox gera
tað, sum Paradox gera
minst líka væl, sum Para-
dox pjøvast at gera tað.
Nýskapandi
schmýskapandi
Eg hoyri eitt sindur av
bólkum sum Blink 182,
Green Day og Sum 41 í
tónleikinum hjá Paradox, ið
als ikki er serliga nýskap-
andi, men tað ger ikki pett-
ið, ella sum onkur vildi sagt
nýskapandi, schmýskandi.
Góð løg
Styrkin hjá Paradox er ein
fokkjúslig attituda, og sterk
bólkakensla og ikki minst
fín løg. Her er tað serliga
tungmálmslagið "Lost my
pride" sum skarar framúr,
lagið brýtur frá hinum løg-
unum á fløguni, við at vera
tyngri, og klæðir sum so
nokkso illa fløguni. Tí fløg-
an er nokkso poppkend.
Men av tí, at lagið er so øgi-
liga gott, er ringt at ímynda
sær, at tað ikki var við.
Fyrsta lag á fløguni "The
innocence of childhood" er
í hinari grøvini og kanska
tað mest popputta lagið á
fløguni. Eg fari av onkrari
orsøk at hugsa um "All the
small things" hjá Blink
182, tá eg hoyri tað, lagið
hevur somu kenslu.
Hittgóðska
Veikasta lagið á fløguni er
"My own words, ið við
sínum rokkballadu niður-
løgum,
og
tungmálms-
kendu rokkpettum slettis
ikki er á støði við hini løg-
ini á fløguni.
Lagið "Control" er nokk
lagið á fløguni við størst
hittgóðsku. Tað er eitt
fantastiska lekkurt popp
punk lag, við góðum vers-
um og fangandi niðurlagi.
Festligasta lagið á fløguni
er uttan iva "The empty
blues jam". Her er sleppur
tann orkan, sum Paradox
hava live veruliga fram.
Lagið minnir eitt sindur um
fyrstu EP fløguna hjá Ugly
Kid Joe, eitt slag av punk
blues, sum fær meg at smíla.
Byrjanin á lagnum er eisini
eitt sindur av eini heilsan til
punkguðarnar í 200, við eini
felags innteljing 1-2-3-4.
Tað er nokkso fitt.
Framleiðslan
Tveir av dugnligastu før-
oysku ljóðmonnunum hava
staðið fyri framleiðsluni,
Jónas Bloch Danielsen hev-
ur verið framleiðslustjóri,
og hevur tikið upp, meðan
Jón McBirnie hevur ljóð-
blandað. Teir eru slopnir
væl frá uppgávuni, og ljóð-
blandið vinnur við tíðini.
Eg var ikki sannførdur
fyrstu ferð eg hoyrdi fløg-
una, men nú eg havi hoyrt
hana fleiri ferðir, so eri eg
sannførdur.
Viva la Republica er enn
besta føroyska punkfløgan,
men "Falling in love" er so
sanniliga verd at ogna sær,
serliga um tú ert tannár-
ingur innantanna ella uttan-
tanna.