fríggjadagur 21. oktober 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Durita L. Jóansdóttir. B.A.
Universität Bremen
1. partur
Tað er sera spennandi at fara
sum gestalesandi til annað land.
Tað ber ikki til, hugsaði eg, at
hava lisið "European Studies"
bert í Århus, uttan at hava verið í
einum av teimum stóru lond-
unum, sum hava havt so nógv at
týða fyri gongdina í ES. Tí eri eg
nú í Bremen, hetta er mítt sein-
asta lestrarhálvár, áðrenn eg fari
at skriva spesialið.
Hví Týskland?
Eg valdi Týskland mest av
praktiskum orsøkum. Eg vildi
læra eitt annað europeiskt mál
enn enskt. Menniskjalyndið er nú
einaferð so, at ein hevur hug at
velja tað, sum liggur tætt at
egnum mentaliteti og royndum.
Sjálvt um eg ikki havi gjørt
nakað serligt við týska málið í
fleiri ár, so helt eg, at hetta málið
kann ikki vera so torført at fáa á
glið aftur, tí eg var nú ikki heilt
eiðasør í týskum í studentaskúl-
anum í Hoydølum. Franskt havi
eg eisini havt, men ikki í sama
mun. Onkursvegna havi eg ein
barnsligan óvilja ímóti at læra
franskt. Søgurnar siga, at frans-
menn bert vilja tosa franskt, tað
kann ein føroyingur, sum er
tvungin til at tosa alt annað enn
sítt egna móðurmál við fremm-
ant fólk ikki lata sær lynda.
Ein sannroynd er, at minni
málið hjá einari tjóð er, sum t.d.
teirri føroysku, tess fleiri mál
noyðast vit at læra okkum, um
vit vilja klára okkum í alheims-
høpi. Hetta vísir, hvussu týdning-
armikið tað er hjá føroyingum at
halda fast um at læra seg fleiri
fremmand mál og ikki bert enskt.
Tað er t.d. einki sum bendir á, at
tað er ein vilji millum limalond-
ini í ES at gera enskt til einasta
almenna arbeiðsmálið hjá sam-
veldinum. Í dag eru bæði franskt,
týskt og enskt ES-arbeiðsmál.
Ein kann halda, hvat ein vil um
mál sum danskt, týskt, spanskt -
enntá franskt - í skúlanum, men
við hesum mongu málum fær ein
innlit og atgongd til stóran part
av einum sera málríkum Europa.
At tala týskt
Tó, komin til Týsklands er tað
ikki heilt so lætt brádliga at
skifta til at tala týskt. Allar bend-
ingar og fyrisetingar skulu terp-
ast umaftur. Ringt er eisini at
minnast kynið á navnorðum, um
sagnorðini eru sterkt ella veikt
bend, leyst ella fast samansett, og
eftir hvørjari bending lýsingar-
orðini leggja seg eftir. Einasta
loysn er at fáa loyst tungubandið
og royna at nýta tær fáu glosur-
nar, eg enn kann minnast. Eg
royni sum frægast ikki at gera ov
nógvar eykasetningar og serliga
innskotnar setningar.
Mín góði lærari í týskum á
hástig í studentaskúlanum, André
Niclasen, hevði kanska ikki verið
so fegin um málfimi mítt í hesi
skiftistíð, men týskarar eru kort-
ini sera nøgdir við tað, sum eg
sigi. Eg eri so heppin at búgva
saman við 5 týskarum, sum altíð
eru fúsir til ikki at tosa enskt við
meg. Tað bøtir væl um mínar
innlæringarmøguleikar, at mest-
sum hvør ein sending í sjónvarp-
inum er á týskum, alt verður
synkroniserað. Undirtekstir
finnast ikki.
"Mein Name ist Bond,
James Bond!"
Eg má hinvegin viðganga, at tað
hevur ikki heilt ta somu effektina
14
Nr. 201 - 21. oktober 2005
Lesandi í Týsklandi
Vakurt er at síggja øll trøðini við áarbakkan spegla sær í einari av mongu áunum í Bremen ein sólríkan heystardag
Durita L.Jóansdóttir,úr Havn,B.A.í fjølmiðlavísindi,lesur nú "European
Studies" við Aarhus Universitet.Hon er gestalesandi við Universität
Bremen og greiðir frá,hvussu tað er at finna seg til rættis í einum
nýggjum lestrarumhvørvi nú beint eftir týska valið.