fríggjadagur 21. oktober 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
at hyggja eftir ´The Simpsons" á
týskum, ella hoyra eina mannliga
týska rødd taka yvir raddarbond-
ini hjá Sean Connery. Tað týska
málið megnar ikki rættiliga at
endurskapa hansara sermerktu
eggjandi skotsku aksent, sum
hvørt eitt konufólk í James
Bond-filmunum er fallið fyri.
"Mein Name ist Bond, James
Bond" klingar eftir mínum tykki
ikki rættiliga á týskum. Nei her
dámar mær best originalin.
Sum heild eru teir týskarar,
sum eg havi møtt, sera tolnir, tá
eg royni at tosa týskt. Teir bíða,
til eg eri liðug at tosa og hjálpa
mær, um grammatikkin fer á
glið. Eg eri sera væl móttikin í
Bremen. Fólkið er fitt, blítt og
fyrikomandi. Tá eg nevni, at eg
eri føroyingur, fáa tey ein fjaran
nostalgiskan longsul í eyguni og
siga: "Richtig, Färöer, wow."
Síðan fellir prátið sjálvandi inn á
topphúgvuna hjá Jens Martin
Knudsen, sambandið við Dan-
mark og ikki at gloyma grinda-
dráp.
Tann vakri Bremen
Bremen er ein gamal hansabýur,
sum liggur í norðara parti av
Týsklandi, og tekur tað bert 6,5
tímar at koyra við toki frá Århus
til Bremen. Óvanliga gott
summarveður er enn, hóast vit
eru farin um miðjan oktober.
Einasta tekin um, at heystið er
komið, er fríska og kalda
morgunluftin og hugtakandi
litspælið í teimum mongu
trøunum, sum eftirhondini hava
mist nakað av sínum bløðum.
Býurin er sera vakur: Stóru
litføgru trøðini stinga seg upp
allastaðni, og grønar fløtur og
bláar áir smoyggja sær lið um lið
oman gjøgnum landslagið. Tann
stásiliga dómkirkjan og tað
hábærsliga ráðhúsið prýða mið-
býin, og við vegirnar liggja fitt
gomul hús ella íbúðir við smáum
græsplenum, reyðum rósu-
runnum og lágum trægørðum.
Býurin fær meg at hugsa um
Nangijala í barnabókini ´Brøð-
urnir Leyvuhjarta` eftir Astrid
Lindgren.
Týska valið
Komin til býin er tað fyrsta eg
síggi valplakatir, har Angela
Merkel (CDU) og Gerhard
Schröder (SPD) eru klistrað lið
um lið. Plakatirnar eru nú nakað
slitnar, og næstan allar eru tiknar
niður, tí valið er liðugt, og endi-
liga, tað tók 3 vikur, er ein
vinnari funnin. Angela Merkel er
fyrsta kvinna nakrantíð, sum
kemur at sita í týska kanslara-
sessinum. Hetta má sigast at vera
ein sera stór søgulig hending í
Týsklandi. Báðir teir stórstu
flokkarnir í Týsklandi hava fing-
ið næstan líka nógvar sessir í
samveldistinginum. CDU/CSU
hevur fingið 226 sessir, og SPD
hevur fingið 222 sessir. Hvørgin
av hesum flokkum megnar einsa-
mallur at skipa eina meiriluta-
stjórn, sum er siðvenja í Týsk-
landi. Vanligt er, at ein flokkur,
um hann er nóg stórur, einsa-
mallur fer í stjórn, ella at hann
tekur uppí ein lítlan flokk. Tað
hevur tí verið eitt hógvið stríð
hjá hesum báðum flokkum at
semjast um eina stjórn. Nú er tað
tó hent, at CDU/CSU og SPD
eru farnir í stjórn saman.
Schröder ella Merkel
Teir studentar, eg havi tosað við,
vilja tó flestir hava, at Schröder
helt á fram í embætinum, hóast
hann hevur verið kanslari nú í
næstan 7 ár. Í Týsklandi situr ein
kanslari vanliga sera leingi í
sessinum. Trupulleikin er, at
hóast stórt arbeiðsloyosi er í
Týsklandi, so halda fólk, at
Schröder betur kann megna at
tálma hesum enn Angela Merkel.
Merkel hevur ein skattapolitik,
sum ræðir nógv, tí hann sigst at
geva uppaftur meira til tey ríku.
Harafturat hava fólk ikki heilt
greiðið á, hvat Angela Merkel
hevur í hyggju at útinna í verki.
Merkel sum fyrsti kvinnuligi
kanslari kann tó í sjálvum sær
vera ein sigur fyri nógvar velj-
arar og hana sjálva. Merkel hev-
ur tó ikki tað sama fjølmiðla-
tekki sum Schröder, hon sigst at
hava sína styrki aftanfyir
politiska leiktjaldið og at vera
sera gløgg. Hennara mannatekki
kann tó koma at hanga saman
við, hvussu fjølmiðlarnir velja at
fara við henni, og hvussu hon
megnar at handfara hesum.
Nýggja stjórnin
Schröder vildi ikki undir nøkrum
umstøðum sita í stjorn saman við
Angelu Merkel, og hevur tí tikið
seg heilt úr stjórnartingingunum
og stórpolitikki. Fyri at fáa
kanslarasessin hevur CDU givið
SPD tveir ráðharrasessir meira
tvs. at CDU hevur 6 ráðharrar og
SPD 8 ráðharrar. Av tí, at hesir
flokkar eru so stórir, verður
áhugavert at vita, hvat teir fara at
útinna í stjórn saman. Fara teir at
vera produktivir og semjast, ella
fara teir at mótarbeiða hvørjum
øðrum. Nakrir týskarar spáa, at
lítið og einki fer at broytast og
henda í Týsklandi næstu árini,
aðrir, at val verður í úrtíð og enn
aðrir, at hendan nýggja stjórn
kann útinna nógv, tí flokkarnir
standa ikki so langt frá hvørjum
øðrum politisk kortini. Hvat
CDU og SPD ítøkiligt fara at
semjast um, fær Týskland fyrst
at vita í november, tá stjórnar-
samráðingarnar vónandi verða
komnar upp á pláss, og ein greið
stjórnarstevna er sett.
Andstøðan
Tann nýggja sjórnin er áhuga-
verd, men áhugaverdari er
kanska andstøðan, sum nú er
vorðin sera lítil. Tann stóri
trupulleikin við hesum er tó ikki
tann lítla andstøðan, men tað, at
hendan andstøða stendur so
ymiskt politisk. Í andstøðu sita
bert teir smáu flokkarnir sum
sosialistarnir, teir liberalu og teir
grønu. Hesir flokkar semjast ikki
væl og hava tilsamans fingið 166
sessir í samveldistinginum. Sera
spennandi er tí, hvat fer at henda
í Týsklandi teir næstu mánað-
irnar, meðan eg húsist her.
Stásiliga gotiska dómkirkjan rættir sannførd síni tvey torn upp móti
óendaliga bláa himmalinum.
Hugnaligt er at spáka gjøgnum eina av elstu býargøtunum í Bremen "Im
Schnoor"
Typisk gomul bremarhús í gomlu býargøtuni "Im Schnoor"
Seinni partur kemur
leygardag
Nr. 201- 21. oktober 2005
15